hósdagur 23. mars 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 58 - 23. mars 2000
Dánjal Højgaard
Myndir: Jens Kr. Vang
Einaferð prutlaði tað í
mongum kjallara í Nólsoy.
Kaggarnir stóðu fullir við
vatni, sukuri og geri, og tann
grugguti drykkurin við tí
eyðkenda gersmakkinum
varð skonktur, tá ið menn
høvdu verið á fjalli ella eftir
nátum. Og handan teir fýra
veggirnar.
Men í dag er langt millum
prutlini.
Nú er lætt at keypa sær
ein dropa í Rúsuni í Havn
ella í kaffistovuni í Nólsoy.
Og ráðini eru so mikið góð,
at ólógliga kjallavirksemið
er vorið mestsum óneyðugt.
Hetta er ið hvussu so er
niðurstøðan, tá ið nólsoy-
ingar í dag verða spurdir
eftir navnframa drykkinum
við tí luftríka heitinum.
- Fredrikk er útdeyður.
Tað eru mánaðir og ár síðani
eg sá hann seinast, er eitt
afturvendandi svar. Aðrir
eru knapt so avgjørdir.
Halda tað vera ov tíðliga at
avskriva Fredrikk heilt.
Loynivirksemi
Útgjørdir við bandupptak-
ara og myndatóli eru vit far-
nir út til Nólsoyar at skatta
dýpið. At bryggja Fredrikk
– ella »at seta«, sum nóls-
oyingar rópa tað – er ólógl-
igt. At stíga fram sum
bryggjari við fullum navni,
ógjørligt.
Fleiri, vit hava tosað við,
leggja dent á, at Fredrikk
altíð hevur verið hildin í
loyndum. Húsarannsóknir
hava verið í oynni fyrr. Tí-
skil vilja næstan øll, sum vit
hava fingið at úttala seg,
bert luttaka við teirri treyt,
at tey ikki verða nevnd á
navni.
– Fyri tað fyrsta hevur tú
slett ikki loyvi at bryggja
tað, og fyri tað næsta hevur
tú slett ikki loyvi at bjóða
tað, sigur ein reyðdæmdur
maður
miðskeiðis
í
50‘unum, tá ið vit spyrja,
um tað er onkur, sum eigur
ein dropa av Fredrikki at
bjóða.
Stutt eftir sita vit kortini
heima hjá tí reyðdæmda,
sum skeinkir okkum eitt
glas av søtum vælsmakk-
andi rabarbuvíni, sum hann
sjálvur hevur bryggjað.
Fredrikk, greiðir hann frá,
plagdi hann at bryggja sum
yngri, tá hann var til skips.
Hann var góður til at taka
millum túrarnar, tá ið tú
hevði gloymt at bestilt. Men
til endans segði konan
stopp.
– Fredrikk? Eg veit ikki.
Onkur setur kanska ein
kagga til okkurt fjall. Men
tað hevur so at siga ikki ver-
ið síðani kaffistovan kom.
Nú fært tú altíð ein ein lítlan,
tá ið tú vilt, sigur hann, og
fegnast um tað heimagjørda
vínið.
– Rabarbuvínið er meira
ordiligt. Tað eru faktisk tey
fínu, sum fáast við tað, sigur
hann og flennir at sær sjálv-
um.
Bert tey fáu
Í handilin hjá Gabriel Han-
sen halda tey seg kunna
staðfesta, at heimabrygging-
in í Nólsoy er minkað síðani
kreppan hasaði av. Tað er
ikki sørt at sølan av sukuri,
putursukri, geri og rosinum
– sum eru grundtilfarið í
Fredrikki – er minkað, sigur
68 ára gamli handilsmað-
urin:
Y – Tað merktist, at ringar
tíðir vóru í 90-unum. Teir,
sum vildu hava ein dropa
bryggjaðu sjálvir. Brygging-
in dróg upp á seg síðst í 80-
unum og undir kreppuni,
sigur handilsmaðurin, og
leggur diplomatiskur aftur-
at:
– Mann kann jú ikki vita
hvat, ið vørurnar verða
brúktar til. Talan er jú um
vanligar húsarhaldsvørur.
Ein garvaður Fredriks-
bryggjari um 40 ára aldur,
heldur, at í dag eru tað bert
ein lítil minniluti av nóls-
oyingum, sum í heila tiki
leggur í at bryggja Fredrikk:
– Fredrikkur verður í dag
bert nýttur av teimum, sum
hava lítið av peningi og
góða tíð. Aloftast eru tey
arbeiðsleys ella pensionist-
ar. Tey, sum hava meiri pen-
ing um hendur, velja heldur
kaffistovuna ella Rúsuna,
sigur hann.
Bílig loysn
Nær í tíðini nólsoyingar eru
farnir at bryggja Fredrikk er
ilt at siga nágreiniliga. Men
greitt er, at siðurin hevur
nøkur áratíggju á baki.
Y – Tað er fyri mær sum at
tað er komið í mínum barna-
árum í 30- og 40-unum. Ið
hvussu so er minnist eg, at
teir plagdu at bryggja rab-
arbuvín, Hellavín, sum teir
róptu tað, minnist handils-
maðurin Gabriel.
Ein maður, ið róptist
Hendrik kom við Hella-
víninum. Hann sigldi úti í
heimi og hevði vínrabarbur
við sær. Hann hevði stóran
rabarbugarð og bryggjaði
vín, sum skuldi vera so gott,
at havnarmenn komu til
Nólsoyar, at keypa frá hon-
um.
Okkurt bendir á, at nóls-
oyingar av álvara fara at
bryggja Fredrikk einaferð
síðst í 50-unum.
– Eg vildi hildið, at Fredr-
ikk var upp á tað mesta í
60-unum, sigur Gabriel
Hansen.
– Tá var tað heilt nógva-
staðni, at tað stóð og kókaði,
serliga eftir at sentralvarmin
kom. Sentralvarmin hevði
eina velduga ávirkan. Tá
bleiv tað vist allastaðni,
næstan í hvørjum kjallara.
Tað vóru ikki so nógvir
pengar tá, og harafturat var
ringt at fáa hendur á rús-
drekka. So tað var ikki be-
stilt so nógv tá á døgum.
Fíggindi í kjallaranum
Í einum duraopi miðskeiðis
í bygdini stendur ein 60 ára
gamal maður. Hann greiðir
okkum frá, at hann gavst at
bryggja Fredrikk fyri skjótt
tveimum
árum
síðani.
Freistingin bleiv ov stór.
Y – Tað er einki av Fredrikki
longur. Í hvussu so er grúi-
liga lítið. Í summar eru tvey
ár síðani eg sjálvur koyrdi
allar greiðirnar burtur. Tað
virkar akkurát sum vín, men
hevur tú ov nógv samband
við tað, so verða tørnini ov
long, greiðir hann frá.
– Hann er lættur at fáa
• Bryggið kann geva herviligar luft-
stingir, tá ið tað ikki er nóg væl
útgerað. Hetta er vanligasta forklár-
ingin upp á navnið Fredrikk.
• Sigst eisini hava kongligan upp-
runa. Onkur skal einaferð hava sagt
soleiðis, tá ið hann smakkaði Fredr-
ikk: »Hetta var tó ein kongaligur
drykkur«. Tá var Fríðrikur níggindi
kongur í Danmørk, og kongsnavnið hekk við nólsoy-
ardrykkinum.
Grafikkur Sosialurin
hendur á, tá ið hann stendur
í kjallaranum – og haraftruat
bíligur. Fert tú í kaffistovuna
ella í Rúsuna, at keypa tær
eina fløsku av víni, so kostar
Navnið
Fredrikk er uppi
hon kanska 45 krónur. Ein
litur av Fredrikki kostar
kanska 1 krónu og 20 oyru.
So tað tað er bara at fáa sær
eitt apparat afturat, sigur
tann 60 ára gamli.
Skaði fyri bygdina
Í Nólsoy eru fólk sum halda,
at Fredrikk hevur verið til
stóran ampa fyri bygdina.
– Í allar hægsta grad. Fólk
eru blivin alkoholikarar av
hesum. Sjálvandi kundu tey
blivið tað kortini, men
Fredrikk hevur purrað upp-
undir, sigur ein 65-ára gam-
al uppilagstur sjómaður.
– Tað er so lætt. Tú kanst
hava tveir kaggar standandi.
Tá ið tann eini er útgeraður
stendur tann næsti klárur at
gera út. Sostatt kunnu teir
fara niður í kaggan at fáa
sær uttan íhald.
– Tað eru fleiri av teim-
um, sum hava drukkið illa
og bryggjað Fredrikk, sum
hava tikið í nakkan á sær
sjálvum. Teir hava verið
bangnir fyri at teir skuldu
kollsigla av Fredrikki, sigur
tann 65-ára gamli, sum sam-
metir Fredrikssiðin í Nólsoy
við donsku ølmentanina:
– Fredrikk er ein ólukka
fyri øll sum byrja at drekka.
Tað er sum við danskarun-
um, sum drekka hetta veika
ølið. Teir skulu bara hava
tað hvønn einasta dag.
Eingin heimabrenning
Eingin nólsoyingur, Sosial-
urin hevur tosað við, vil
kortini vera við, at Nólsoy-
arbygd hevur havt størri
ampa av rúsdrekka enn aðr-
ar bygdir í Føroyum.
– Nei, tað dugi eg ikki at
hugsa mær. Tað eru nógvar
bygdir, sum hava stórar
trupulleikar av rúsdrekka,
sigur uppilagsti sjómaðurin.
Y – Teir drekka aðrastaðni
eisini og bryggja við, sigur
handilsmaðurin Gabriel. Eg
síggi ongan skaða í Fredr-
ikki. Um ein einstakur fell-
ur, so hevði hann follið kort-
ini. So drakk hann okkurt
annað enn Fredrikk.Y
Harafturat leggja fleiri
nólsoyingar dent á, at
bryggingin í Nólsoy hevur
ið hvussu so er havt eitt gott
við sær. Hon hevur hildið
heimabrenningini frá durun-
um.
– Destillatiónsapparat er
einki í Nólsoy, og heima-
brenning finst aðrastaðni í
landinum, tað vita vit.
Fredrikk er ein mildur
drykkur. Tað er sukur, vatn
og ger. Tað er einki annað
enn tað, siga nólsoyingar.
Ikki í søguna
Í handlinum hjá Gabriel
Hansen frættist, at ókunnu-
menn eru komnir til bygdar,
at frætta um Fredrikk.
– Eg hevði ein dunk fyrr í
tíðini, men hann kruvdi eg,
tí tað bleiv ov nógv av tí
góða, sigur ein fryntligur út-
róðrarmaður, og vendir sær
síðani til ein mann, sum júst
er komin innar í handilin.
– Hann spyr um nakar ger
tað í dag, sigur hann við
tann nýkomna.
– Ja, gev honum eitt glas
av Fredrikk frá tær! tekur
tann blíða krambakvinnan
undir. Men tann nýkomni
hevur ongan hug at sýna
blaðmanni blíðskap, sum
soleiðis kemur til bygdar at
bidda um Fredrikk.
Y – Tað verður tú um. Tú
kanst drekka frá onkrum
øðrum, svarar hann avgjørd-
ur.
Og soleiðis fara vit inn
aftur til Havnar. Uttan nakað
prógv um, at Fredrikk verð-
ur bryggjaður í Nólsoy
longur. Men við nógvum út-
sagnum um, at hann skal
vera útdeyður.
Tó so. Onkur er, sum ikki
hevur avskrivað hann enn.
– Nei, Fredrikk sleppur
ikki í søguna, slær handils-
maðurin Gabriel fast.
– Tað er minkað øgiliga
nógv og eingin fær í lag at
bryggja Fredrikk longur.
Men eg vænti ikki, at hann
hvørvur kortini, tí rúsdrekka
er so dýrt at keypa, slær
hann fast.
Ongantíð stovubærur
Høgt lufttrýst í maganum, men eingir
timburmenn. Meiningarnar eru ymiskar
um drykkin, sum slapp at standa undir
borðinum, tá brúdleyp var
Hóast sítt kongaliga heiti
hevur Fredrikk eftir øllum
at døma ikki verið roknaður
millum teir fínastu drykk-
irnar í Nólsoy. Fredrikk hev-
ur verið brúktur í sambandi
við nátatíð og heystfjøll, og
kanska sum ískoyti til jóla-
kassan. Hann hevur verið
hildin innanfyri teir fýra
veggirnar, og er ongantíð
sloppin til háborðs, siga
nólsoyingar.
Y – Til brúdleyp var Fredrik
við, men hann stóð alla tíð-
ina undir borðinum. Hann
kom ongantíð alment fram.
– Tað hava altíð verið fólk
ímillum, sum ikki hava
dámt tað, sigur handilsmað-
urin Gabriel Hansen.
– Fredrikk hoyrir heima í
kjallaranum. Tað hevur ver-
ið sætt sum nakað vánaligt
nakað, sigur ein sjómaður
um tey 50, sum er heima fyri
tíðina.
Mátti bindast inn
Nólsoyingar hava sína egnu
Fredrikksvísu. Har verður
sungið, at Fredrikk „smakk-
ar av rennu og flóri í senn“.
Men vísan er í roynd og
veru eitt fornermilsi móti
nólsoyardrykkinum, heldur
ein miðaldrandi tilflytari.
– So illa smakka hann
ikki, um hann er væl gjørd-
ur. Gamaní kann hann
smakka illa av geri, men tað
venist tú við. Hann kann eis-
ini smakka væl. Tað er eing-
in fløska av Fredrikk, sum
smakkar eins, sigur tilflyt-
arin.
Lyn-Fredrikk er tiltikin.
Hann fær nógvan hita, so at
hann er klárur at drekka eftir
fáum døgum. Prosentini eru
týdningarmeiri enn smakk-
urin.
– Tað verður einki botn-
fall, so tað verður øgiliga
grumsut, men sterkt. Tað
skjótasta at bryggja við er
við ráum eplum. Tað er bara
so óluksáliga ringt fyri mag-
an. Eg havi einaferð gjørt
tað og tá mundi eg siglt av,
sigur sjómaðurin um tey
fimti.
Og onkuntíð man luft-
trýstið hava verið høgt.
Einaferð, vilja nólsoyingar
vera við, mátti ein maður
vindast inn í eina bjargalínu,
eftir at hava drukkið Fredr-
ikk. Vandi var fyri, at hann
fór at spreingjast.
Y
Liggur væl á
Positivi tilflytarin heldur
hinvegin, at tað er ein fyri-
munur, at tú veitst hvat ið
er í Fredrikki. At hann ikki
er fyltur við svávuldioxid,
tilsetningsevnum og øðrum
ókendum.
– Tað skal øgiliga nógv
til fyrr enn tú fært timbur-
menn av Fredrikki. Orsøkin
man vera tann, at Fredrikk
ikki er fullur at tilsetnings-
evnum. Tær fáar ferðirnar
eg havi havt ein ordiligan
girara av Fredrikki, havi eg
allar hægst havt kenning
dagin eftir. Hann er heldur
trekur, at fara og virka, men
afturfyri so liggur hann væl
á, sigur hann.
TÓMIR KAGGAR. Ein bøllufløska var tann einasti bryggingarkaggin vit fingu eygað á í Nólsoy. Tað skuldi nógv til fyrr enn eigarin játtaði at vísa okkum fløskuna hóast
hon var tóm. Hann var bangin fyri at vera handtikin.
SKÁL. Fredrik sóu vit einki til, men eitt glas av heima-
gjørdum rabarbuvíni, slapp blaðmaðurin at smakka.
HEIMABRYGGJ. Sambært nólsoy-
ingum er gamli siðurin at bryggja
Fredrikk um at doyggja út. Rúsdrekka-
sølan, skeinkistovan í bygdini og betri
tíðir hava gjørt sítt til, at tað lættgjørda,
bíliga og ólógliga nólsoyarbryggið er
um at fara í søguna
Uppskriftin
Tilfarið, ið verður nýtt til Frederikk, er vanligar húsar-
haldsvørur. Hann verður bryggjaður í bøllufløskum,
sum eruYroknaðar til endamálið, ella í stórum plas-
dunkum. Til tess at vísa hvussu lætt tað í roynd og
veru er at gera heimabryggið prenta vit tvær upp-
skriftir, ið ein garvaður bryggjari í Nólsoy hevur latið
okkum:
Vanligur Fredrikkur:
5 kg melis
2 kg putursukur
3-5 pk. rosinur
30 litrar av vatni
5 pk. ger.
Hita vatnið og lat melis og putusukur útí. Rør runt til
sukrið er upployst og koyr ger og rosinur í. Dunkurin
skal standa við uml. 26 hitastigum í 10 - 14 dagar. Tá
verður styrkin uml. 8 -11 %.
Lyn-Frederik:
2 kg melis
1 kg putursukur
2 pk. rosinur.
50 - 60 pk ger.
Sama mannagongd sum til vanligan Frederikk, men
dunkurin skal nú standa við uml. 36 -38 hitastigum
og bert í uml. 36-48 tímar. Tá verður styrkin uml. 5-
6 %.
Ávaring!
Tað er ólógligt at gera heimabryggj. Brot á lógina
kann verða revsað við sekt, hefti ella fongsli.
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 58 - 23. mars 2000