Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Den Danske Bank skal gjalda danska statinum 300 milli- ónir krónur, men heldur fast um, at hann gjørdi einki skeivt í partabrævabýtinum í 1993 EYÐUN KLAKSTEIN Den Danske Bank og danska stjórnin eru vorðin samd um, hvussu Banka- málið skal fáast út av verð- ini. Partarnir komu í gjár ásamt um, at Den Danske Bank skal gjalda statinum 300 milliónir krónur, og so verða sakarmálini móti bankanum slept. Den Danske Bank var annars kravdur eftir eini milliarda upphædd, men eftir at danska stjórnin yvir- tók kravið hjá landsstýri- num í 1998, hevur hon roynt at finna eina semju í málinum heldur enn at gjøgnumføra rættarsakirnar. Og at tað hevur eydnast, er danski fíggjarmálaráð- harrin, Mogens Lykketoft, væl nøgdur við. – Eg eri fegin um, at vit kunnu gera enda á hesum málinum, sum annars kundi havt vart í fleiri ár afturat, og sum kundi kosta nógvar pengar. Við semjuni hava vit Den Danske Bank tekur onga ábyrgd funnið eina fullgóða loysn á málinum, sigur Mogens Lykketoft í einum tíðindaskrivi. Bankin slapp undan tapum Undir kreppuni í Føroyum fyrst í nítiárunum var neyð- ugt at lata bankarnar fáa nógvan almennan pening. Hetta var gjørt fyri at forða fyri, at bankarnir, sum vóru komnir illa fyri, fóru av knóranum. Eftir at Fíggingargrunn- urin av 1992 hevði yvirtikið meirilutan av partapening- inum í Føroya Banka í tiltikna partabrævabýtinum í 1993, átti grunnurin meiri- lutan í báðum bankunum. Stutt eftir var neyðugt at lata bæði Sjóvinnubankanum og Føroya Banka enn fleiri pengar, og serliga var tað Føroya Banki, sum hevði stóran tørv. Den Danske Bank varð lagdur undir at hava sloppið sær undan stórum tapum í Føroya Banka við at lata Fíggingargrunnin yvirtaka bankan. Hetta hevði við sær, at bæði landsstýrið og Fígg- ingargrunurin løgdu endur- gjaldskrav ímóti Den Danske Bank. Landsstýrið kravdi 1,5 milliard og Fígg- ingargrunnurin 1,2 milliard. Talan var um sama krav, og munurin var bara, at tølini vóru gjørd upp ávíkavist við og uttan rentur. Í 1998 yvirtók danski staturin krøvini móti Den Danske Bank, og síðani tá hevur verið roynt at finna eina semju. Tað eydnaðist í gjár. Eindarlistin ímóti Men hóast Den Danske Bank nú skal gjalda 300 milliónir í endurgjaldi til statin, viðurkennir bankin onga ábyrgd av tí tapi, sum landsstýrið var fyri, eftir at tað hevði yvirtikið bankan. Sagt verður hinvegin, at milliónirnar verða goldnar fyri at vera fyrikomandi og fáa málið út av verðini. Danski Eindarlistin er sera misnøgdur við semjuna millum stjórnina og bankan: – Vit góðtaka als ikki semjuna. Vit hava alla tíðina sagt, at málið skuldi av- gerast við einum sakarmáli, har vit høvdu trygd fyri, at øll viðurskifti komu fram í ljósið, sigur Keld Albrecht- sen, sum er framsøgufólk hjá Eindarlistanum í fíggjar- málum. – Den Danske Bank sleppur undar sakarmáli- num uttan at taka nakra á- byrgd í málinum. Teir gjalda 300 milliónir, og so er málið úti av verðini, uttan at nøkur ábyrgd er staðfest. Hetta kunnu vit ikki góð- taka, sigur Keld Albrecht- sen. Hann sigur, at Eindarlist- in fer at atkvøða ímóti, tá fíggjarnevndin hjá Fólka- tinginum skal góðkenna semjuna. Hinvegin er líkt til, at borgarligu flokkarnir fara ikki at seta seg ímóti semj- uni. Teir ætla sær als ikki at atkvøða, tá málið kemur fyri í fíggjarnevndini, og harvið er greitt, at semjan verður góðkend. Minningarorð um Súsannu Jakobu Jóhannu Hansen Ikki vardi tað nakran, at dagurin 9. mars, sum var so vakur at vakna til, skuldi verða so ógloymandi óhugnaligur. Veðrið var sera gott hendan morgunin, sólin skein, so tú kendi teg lættari, fór glað upp og glað av húsum í skúla. Soleiðis er nokk eisini dagurin hjá Súsannu byrjaður, men so endaði alt so høpisleyst. Dagin eftir vanlukkuna vóru tað bert 14 dagar síðan Súsanna var við til at savna ungdómin í Hvalbiar skúla til eina ungdómslegu. Tað var eitt av mongum, ið var Súsonnusa hjartamál, at fáa ung at savnast um Guds orð. Hendan legan hevur verið fleiri ferðir, so øll gleddu seg, og var hon bæði stuttlig, lærurík og góð. Tað var altíð stuttligt at vera á ungdómsmøtum og legum, tá Súsanna var við. Hon var so fitt, blíð, fyrikomandi, vinarlig – ja hon hevði alt, og tí er tað svárt og vit standa bara spyrjandi, men sum presturin so vakurt segði í kirkjuni, hon er goymd. Er tað tí til stóra troyst fyri foreldur, mammu- beiggjar og øll hennara, at hetta er bara fyribils. Mátti Gud hjálpt okkum at liva víðari í hennara anda. Eftir er eitt tómt rúm, sum fleiri fara at sakna, men størst verður saknurin hjá Marnu og Karl, vit onnur fara eisini at goyma og ongantíð gloyma Súsonnu. Margretha 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 59 - 24. mars 2000 Fýra spurningar til landsstýrismannin Í gjár savnaðust sáttmálasettu lærararnir á fundi í høllini á Føroya Lærara- skúla. Síðani gingu teir mótmælisgongu og handaðu landsstýrismanninum í undirvísingarmálum skriv DAGFINN OLSEN Fyrrapartin í gjár savnaðust sáttmálasettu lærararnir, sum hava verið í arbeiðs- steðgi í einar 14 dagar, í Lærraskúlahøllini. Úr øllum landinum komu verkfalls- raktir lærarar á fund. Sum skilst, so er ein sam- starvsbólkur, ið tekur sær av ymsum tiltøkum í samband við arbeiðssteðgin. Fundurin í høllini var fyri afturlatnum hurðum. Klokkan 12:30 fóru sátt- málasettu lærararnir mót- mælisgongu. Fyrst gekk leiðin niðan í Undirvísing- ar- og Mentamálastýrið, har fylgið handaði Signari á Brúnni, landsstýrismanni, skriv, har tey settu honum spurningar. Eftir hetta gekk leiðin út í Tinganes, har varaløgmað- ur fekk skriv. Eingin endi á Tað tykist ikki, sum nøkur Sáttmálasettir lærarar á fundi Sáttmálasettir lærarar gingu í gjár mótmælisgongu og handaðu Signari á Brúnni skriv, har tey heita á hann um at fáa gongd á samráðingarnar og seta honum spurningar DAGFINN OLSEN Nú arbeiðssteðgur er milum sáttmálasettar lærarar, tí Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið ikki semjast um arbeiðstíðina, hava lærarar tikið stig til ein samstarvsbólk, ið fyri- skipar ymisk tiltøk. Eitt av hesum tiltøkum var í gjár. loysn er at hóma í ósemjuni millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag. Signar á Brúnni og fíggj- armálaráðharrin Karsten Hansen hava gjørt av at lata embætisfólk síni í felag royna at finna fram til, hvat kann føra til eina loysn í málinum. Men enn er einki ítøkiligt at frætta frá hesum. Semingsmenn við aftur Tað skilst, at semingsmenni- nir eru farnir í gongd aftur og hava verið í samband við Føroya Lærarafelag. Møgu- liga kemur Undirvísingar- og Mentamálastýrið uppí samráðingarnar. Skúlastjórar og lærarar annars hava heitt á Signar á Brúnni um at finna eina loysn. Hann hevur víst á, at hann vónar eina loysn, men at samráðingarnar eru mill- um felagið og Fíggjarmála- stýrið, og at málið ikki ligg- ur í hansara hondum. Men møguliga spyrst okkurt burturúr royndunm hjá embætisfólkunum úr teimum báðum stýrunum og hjá semingsmonnum at finna eina loysn, so lærarar og børn kunnu taka upp aft- ur vanligu tímatalvuna. Sáttmálasettir lærarar úr øllum landinum savnaðust á fundi í høllini á Lærara- skúlanum. Síðani gingu tey mótmælisgongu niðan til Signar á Brúnni í Undirvís- ingar- og Mentamálastýri- num og síðani út í Tinganes. Lærararnir í arbeiðssteðgi handaðu Signari á Brúnni skriv, har m.a. verður sagt, at nýggja fólkaskúlalógin varð viðtikin í 1997 og kom í gildi 1. august 1998. Sagt verður, at arbeitt verður eftir nýggju lógini, tó at allir partar ikki virka enn. Í skrivinum verða spurn- ingar settir landsstýris- manninum. Víst verður á, at lógin hevur broytingar við sær, ið áleggja meira ar- beiði. Spurt verður, um landsstýrismaðurin er samdur í hesum, og hvussu hann metir, at lærarar fáa tíð at gera gera sítt starv til fulnar. Spurt verður, um lands- stýrismaðurin tekur undir við teimum, ið vilja aftur til gomlu fólkaskúlalógina og hvat talar fyri og ímóti hes- um. Eisini verður spurt, hvat landsstýrismaðurin metir skal til, fyri at fáa í lag semju millum Fíggjarmála- stýrið og Føroya Lærara- felag. Sagt verður í skrivinum, at tað tykist løgið, at lærarar sjálvir mugu grundgeva fyri nýggju lógini og royna at fáa myndugleikarnar at taka undir við henni. Sagt verð- Ein samstarvsbólkur fyrireikar tiltøk í samband við arbeiðs- steðgin hjá lærarum. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen, luttók á fundinum í gjár, men segði seg ikki neyvt vita, hvat fór at henda Sáttmálasettir lærarar úr øllum landinum luttóku á fundi í gjár. Mynd Jens Kristian Vang ur, at lærarar meta, at hetta er lutur landsstýrismansins og spyrja, hvat hann ætlar at gera við hetta? Heitt verður á Signar á Brúnni at gera sítt til at fáa gongd á aftur samráðingar- nar. Samstarvsbólkurin end- ar skrivið við at siga, at bólkurin væntar sær svar sum skjótast. Við í mótmælisgonguni í gjár vóru eisini næmingar úr framhalsdeidini, ið vilja sleppa aftur á skúlabonk (sí baksíðu). Mótmælandi lærarar handaðu Signari á Brúnni skriv Ung list 19 ára gamal listaframsýning Í dag klokkan 16 letur ungur havnarmaður upp listaframsýning. Bert 19 ára gamli Jóan Tórur N. Joensen sýnir fram myndir í í handils- hølunum hjá Tutl í Havn. Jóan Tórur nýtir oljukrit og blýant, tá hann skapar myndir sínar. Tutl fór í fjør undir at hýsa listafólki í handils- hølum sínum. Eini 7–8 listafólk hava síðani prýtt veggirnar og hava lista- fólkini verið bæði kend, minni kend og heilt ó- kend. Vanliga hanga myndir- nar uppi í ein mánað, til næsta listafólk sleppur framat. - do - Í dag klokkan 16 letur 19 ára gamli Jóan Tórur N. Joensen upp listaframsýning Mynd: Jens Kristian Vang