Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 50 - 13. mars 2002 Nr. 50 - 13. mars 2002 3 Góði babba. Tað er svárt at seta seg niður at festa á blað minningarorð um teg, tú sum fylti so nógv hjá okkum øllum. At tú ikki er okkara millum meira er ikki lætt at skilja, men Harrans vegir eru ikki okkara vegir. Tað fingu vit at sanna fríggjanáttina 15. februar, tá tú so brádliga fór frá okkum. Babba var ein stríðsmaður. Tað sóu vit innan fak- felagsarbeiðið, har hann legði lív og sál í øll 25 árini, hann var formaður í Havnar Arbeiðs- mannafelag, og vit systkini fylgdu eisini hansara arbeiði innan fakfelagsrørsluna. Bæði tá tað gekk við, og tá tað gekk ímóti. At babba var stoltur av at vera arbeiðsmaður, duldi hann ikki, tí sum hann plagdi at siga, at uttan arbeiðsmannin mólu samfelagshjólini ikki, og tað hevði hann eisini rætt í. At babba varð heiðraður á 25 ára starvsfdegnum sum formaður í Havnar Ar- beiðsmannafelag, var ein stórur dagur fyri hann. Vit sóu á honum, hvussu rørdur og glaður hann var fyri dagin, har hann fekk høvi at heilsa upp á so nógv fólk, og er tað eisini nakað, vit kunnu gleðast um, at hann fekk høvi at uppliva tann dagin. Babba starvaðist hjá Balslev øll okkara barnaár og líka til dagin, hann andaðist. Vit vóru ofta við babba í tí grøna Balslevbilinum, tá vit vóru børn, tað dámdi okkum væl. Nú vóru tað abbabørnini, sum sluppu onkran túrin við honum. Babba hevði okkum altíð við í tí, sum hann tókst við. Ofta sluppu vit við í bátinum at fiska. Eisini plagdu vit at vera útferð við honum og mammu í bátinum úti í Hósmøl í Nólsoy, og ikki at gloyma teir mongu túrarnar runt Hestoynna. Vit áttu ongan bil, tá vit vóru børn, so tá hini børnini í grannalagnum fóru biltúr sunnudag, so fóru vit simitúr í bátinum við babba. Babba var innløgumaður. Alt tað. hann fekk til høldar. var ikki smávegis, ja onkuntíð setti hann kalvalínu um morgunin. áðrenn hann fór til arbeiðis og fór síðan at draga, tá hann var liðugur at arbeiða. Tey seinnu árini hevði babba fingið sær gæs og seyð sum frítíðarítrív, og hetta gekk hann sera høgt uppí. Hann var altíð líka spentur, tá várið kom, og gásarungarnir og smálombini komu. Hetta várið kom hann so ikki at uppliva. Honum dámdi so væl at hava abbabørnini við niðan á trøðna at vísa teimum djórini. Eitt tjaldur hevði reiður á trøðni, tað vitjaði aftur ár um ár. Nú koma tjøldrini aftur, men eingin babba er har meir. Góði babba! Takk fyri góð minni. Góða mamma! Má Harrin styrkja teg í stóru sorg tíni. Katrin, Jón, Trúgvi, Súsan og Kári Pápa okkara, Karl Johansen, til áminningar Í vikuni kom nýggja telefonbókin, sum skal verða øllum telefonfeløgum í hendi um mánaðar- skiftið TELEFONBÓK Tíðindaskriv – Nýggja telefonbókin verður borin út til allar teir 26.000 fastnetsfelagarnar. Postverk Føroya hevur fingið uppgávuna at bera bøkurnar út, og verður hetta vónandi líka væl úr hondum greitt sum seinasta ár, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi. Fartelefonfelagshald í Føroyum fáa ikki bókina sendandi, hetta av fleiri or- søkum m.a. at nýggja WAP-tøknin ger, at leitast kann eftir telefonnumrum v.m. beinleiðis á fartelefon- ini. Onkrar broytingar eru gjørdar, m.a. eru »Føroy- ingar uttanlands« prentað í bókina, og eru enn fleiri frágreiðingar um ymisku heimasíðurnar hjá Føroya Tele tiknar við. Telefonbókin er prentað í 33.500 eintøkum á Prent- smiðjuni Oddi hf. í Reykja- vík. Í vavi er telefonbókin 2002 vorðin 24 síður fleiri og telur nú 624 síður, og er økta síðutalið ein avleiðing av økingini av at nógv fleiri GSM-telefonhald eru stovnað seinasta árið, og at fleiri virki og stovnar lýsa í Gulu síðum fyri at á henda hátt at geva seg til kennar. Telefonbókin verður eis- ini til keyps í Telebúðunum kring landið og á Tænastu- miðstøðini fyri 50 krónur eintakið. Og í ár eru 500 bøkur framleiddar við harðari permu, hesar verða seldar í Telebúðunum og á Tæn- astumiðstøðini fyri 100 krónur fyri eintakið. Aftur í ár hava viðskifta- fólk vent sær til Føroya Tele við uppskotum til broytingar í Telefonbókini. – Vit á Føroya Tele eru sera takksom fyri øll upp- skot og allar viðmerkingar til telefonbókina. Vit taka í hvørjum einstøkum føri støðu til, um broytingarnar hóska til nýggju útgávuna og nýta tey, um so er. – Vit eru væl nøgd við úr- slitið, og vóna at Telefon- bókin framhaldandi verður eitt hent uppslagsamboð hjá øllum føroyingum. sig- ur Føroya Tele. Nýggja telefonbókin komin Kápan á nýggju telefonbókini Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið góði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Karl Johansen so brádliga fór frá okkum. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu so væl til við jarðarferðina. Tøkk til Bjarna Bech og Sverra Steinhólm fyri troystarrík orð.Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Thea Katrin, Jón,Trúgvi, Súsan og Kári v/ fam. SKAÐASJÓGVUR Vilmund Jacobsen Beint eftir døgurða sunnu- dagin fekk nótaskipið, Christian í Grótinum, ein sjógv, sum breyt ein av brúgvarútunum. Teir vóru í øllum góðum aftur á Fugla- firði mánakvøldið við full- ari last av svartkjafti, 2000 tonsum. Jón Rasmussen, skipari, sigur, at umboð fyri trygg- ingina vóru umborð á skip- inum týsmorgunin, og tá varð staðfest, at næstan øll tólini á brúnni eru farin - ella virka ikki sum er. Hann væntar, at tað gongur ein vika, áðrenn skipið kann fara til fiski- skap aftur. Ringt veður Skiparin sigur, at veðrið hevur verið ringt og óstøð- ugt á leiðini vestanfyri Írland, har skipini royna eftir svartkjafti í altjóða sjógvi. – Eg vil ikki siga, at veðr- ið var so ringt, tá ið hesin skvampurin tók seg upp og breyt rútin. Veðrið øtlaði, sum dagurin leið, og tá ið náttin kom, var illveður. Jón Rasmussen er lítillát- in, tá ið hann tosar um tað, sum hendi. – Hann var eystan í ætt- ini, og vit sigldu í ein landnyrðing við 5 míla ferð. Vit komu uppá eina stóra aldu, og tá ið skipið fór niður av aftur, tók ein skvampur seg upp í stýri- borðssíðu millum kranar og annað á dekkinum og rakti brúgvarútin so meint, at hann brotnaði. Jón sigur, at tveir mans vóru á brúnni, tá ið hetta hendi, men tíbetur fingu teir ongan skaða av glas- splintunum, sum komu inn á brúnna. – Sjálvur stoyturin merktist ikki nakað serligt, men alarmar fóru í gongd, og tí varnaðist manningin, at okkurt var áfatt. Jón fegnast um, at eingin maður fekk skaða av hend- ingini. Nógvur svartkjaftur Nógvur svartkjaftur hevur verið at fingið á leiðini vestanfyri Írland seinastu tíðina. – Hetta er góður fiskur, men hann er nakað rak, nú gýtingin stendur fyri. Vit spurdu, um teir vistu nakað frá Nærabergi. – Jú, vit hava frætt, at fiskiskapurin er góður, og at framleiðslan gongur væl. Men úrtøkan er minni, nú fiskurin ikki er so væl fyri, sigur Jón Rasmussen, skip- ari. Hóast Næraberg er eitt risaskip eftir okkara máti- stokki, kunnu teir ikki fiska í øllum veðri. Sum skilst, er skipið nakað vátt aftan, og sjógvur skolar fram á dekk- ið, tá ið illveður er. Á fundi mánadagin fingu Jóannes Eides- gaard og Lars Emil Johansen greiði á øll- um teimum misskilj- ingum, sum hava verið millum partarn- ar. Samstarvið er eins gott og altíð POLITIKKUR Heri á Rògvi Á føroyavitjan sínari nýtti Lars Emil Johansen eisini høvið til at hitta Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkinum. Tá Lars Emil Johansen er lim- ur í Siumut, sum er at meta sum grønlendski Javnaðar- flokkurin, er hetta kanska ikki so løgið. Tað hevur í sambandi við stovnanina av Norðuratlantsbólkinum verið eitt sindur av orða- drátti millum partarnar í sambandi við nakrar út- sagnir hjá Lars Emil Johan- sen, har hann vísti áhuga fyri at vera umboðandi før- oyingar. Á vitjan sínari hevur Lars Emil Johansen fleiri ferðir víst á, at hann harmast um orðavalið, og hann sigur tað ongantíð hava verið hansara ætlan at leggja seg út í føroysk viðurskifti. Bæði Lars Emil Johansen og Jóannes Eidesgaard leggja dent á, at fundurin teirri millum var ein óform- ellur fundur, sum eisini var eitt høvi hjá gomlum kenn- ingum at hittast. – Vit tosaðu um tað mis- ljóð, sum hevur verið í samskiftinum okkara mill- um. Vit hava fingið greitt allar misskiljingar, og Lars Emil var ógvuliga skiljandi yvirfyri mínum sjónarmið- um, sigur Jóannes Eides- gaard. Umframt at greiða mis- skiljingarnar var eisini ICC og mentan og gransking innanfyri ríkisfelagskapin viðgjørt. Felagsskapurin ICC er ein víðagitin felagsskapur, sum hevur vunnið frama nógvastaðni. Anders Fogh Rasmussen, danskur for- sætisráðharri, hevur boðað frá, at játtanin til henda fel- agsskap skal minka mun- andi. Jóannes Eidesgaard og Lars Emil Johansen eru báðir samdir um, at hetta er ein felagsskapur, sum hev- ur stóran týdning fyri bæði londini eins og onnur lond, tí vilja teir báðir virka fyri, at felagsskapurin fær betri sømdir. – Vit tosaðu eisini um at fáa í lag fleiri kanningar um viðurskifti í ríkisfelagskap- inum, har kannast skal nærri um samleika og mentan, ið tað so ofta verð- ur tosað um, sigur Jóannes Eidesgaard. Eisini Norðuratlantsbólk- urin kom upp at venda á fundinum. – Eg var á kunnandi fundinum hjá bólkinum. Um bólkurin stendur fyri tað, ið Lars Emil legði fram við kanningararbeiðinum, so kundi eg, um eg sat á Fólkatingi, væl tikið undir við hesum. Tað er keðiligt, at Lisbeth ikki er við, tí tað vildi givið bólkinum meira breidd, men hetta er so hennara val. Er ætlanin at gera tað, ið Tórbjørn Jacobsen ger, har leitað verður eftir nýggjum trupulleikum við ljós og lykt, so hevði eg ikki vilja verið við, sigur Jóannes Eidesgaard. Christian í Grótinum: Sjógvur breyt brúgvarútin Oyðilegði øll tólini á brúnni Hava greitt allar misskiljingar Jóannes Eidesgaard er glaður fyri samstarvið við bróðurflokkin, Siumut í Grønlandi, og nú eru allar misskiljingar beindar av vegnum Beint eftir døgurða sunnudagin fekk Christian í Grótinum ein skvamt, sum breyt ein av brúgvarútunum og oyðilegði megin- partin av tólunum á brúnni. Væntandi gongur ein vika, áðrenn skipið kann fara aftur til fiskiskap C M Y K 3 2 Boðað verður við hesum til árs- aðalfundar í P/F Føroya Banka á Hotel Føroyum, Tórshavn, við hesi dagsskrá: Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári. Framløga av ársroknskapi við grann- skoðaraátekning til góðkenningar og ársfrágreiðing. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapin. Val av nevndarlimum. Val av grannskoðarum. Uppskot um, at nevndin fær heimild til innan endan av mars 2003 at lata bankan ognast upp til 1 pst. av partapeningi bank- ans fyri ein kurs, sum ikki kann víkja frá seinasta almannakunngjørda innara virði- num við meira enn 10 pst. Ymiskt. Grannskoðaði ársroknskapurin og ársfrá- greiðingin liggja frammi á skrivstovu bankans í Húsagøtu 3. Atgongumerki til aðalfundin verða út- flýggjað á deildum bankans í seinasta lagi mánadagin tann 18. mars 2002. Tórshavn, tann 21. februar 2002. NEVNDIN fríggjadagin 22. mars 2002 kl. 17.00 1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. Ársaðalfundur