Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 50 - 13. mars 2002 Nr. 50 - 13. mars 2002 5 Tað er eitt tað minsta oljufelagið, ið hevur fingið litið upp í hendi at kanna størsta partin av tí føroyska landgrunn- inum – og kanska verður tað hetta sama minsta felagið, sum situr við lykilinum til ta størstu óloystu gátuna í føroyska oljuævintýrinum: hvussu vit loysa basaltknútin, hvussu vit við tí røttu tøknini kunnu finna fram til møguligar stórar olju- og gassgoymslur undir basaltinum, sum í dag dekkar stóran part av føroysku undir- grundini OLJULEITING VIð FØROYAR Jan Müller Felagið er amerikanskt og ber vakra og sjáldsama navnið Anadarko. Tað er upprunaliga navnið á indi- anskum høvdinga. Nú með- an øll eygu eru vend móti fundinum hjá Amerada Hess og komandi boring hjá Agip arbeiða eisini onnur oljufeløg miðvíst á tí føroyska landgrunninum. Eitt teirra er felagið Anadarko, sum hevur sett sær tað torføra málið at loysa basaltknútin. Felagið hevur arbeitt í Føroyum í nógv ár og fekk tillutað tvey av 9-ára loyvunum, tá útbjóðingin varð kunngjørd í Norðurlandahúsinum 17. august 2000. Anadarko er eitt lítið felag, sum í fyrstu útbjóð- ingini stendur fyri tí størsta økinum á landgrunninum. Felagið hevur fingið til- lutað teigin oo7 einsamalt og teigin oo5 saman við Statoil og øðrum feløgum. Hetta eru øki, sum liggja inni á basaltinum. Leitistjórin fyri Føroya- økið hjá Anadarko er Philip Loader. Hann viðgongur, at teir eru eitt lutvíst lítið felag verður samanborið við tey stóru oljufeløgini. Teir síggjast heldur ikki so væl sum tey, tí teirra uppgáva er í høvuðsheitum at leita eftir olju. -Tú sært tí ikki okkara navn á bensinstøðunum í USA ella í Europa. Teir royna so at vera heilir, har teir eru, eitt nú í Føroyum. Felagið hevur víðkað sítt virksemi seinastu árini og hevur keypt upp fleiri onnur feløg eitt nú í Kanada. Upprunaliga ar- beiddi felagið í USA og Mexikanska Flógvanum. Men sohvørt tað er vaksið er tað farið út um land- oddarnar og arbeiðir í dag m.a. í Algeria og í Norð- sjónum. –Vit royna at vera eitt meira altjóða oljufelag. Arbeiða t.d. í dag eisini í fjarskotnum økjum sum í Australia og Alaska. Tøknin drívur verkið Grundarlagið og styrkin hjá felagnum er, at tað raðfestir tøkniliga menning fremst. Ein av orsøkunum til at felagið fekk áhuga fyri føroyska økinum var fyri tað fyrsta tann, at tað arbeiddi í grannalagnum, í bretska økinum, og út frá royndunum og vitanini har varð mett, at føroyska undirgrundin kann goyma stórar nøgdir av olju og gassi. Philip Loader dylur ikki fyri, at hansara felag er komið inn á føroyska økið við einum øðrum hugburði enn onnur oljufelag. Út frá metingini um, at her kunnu verða stórar nøgdir av kolvetni, og út frá tí sann- roynd, at ein stórur partur av økinum er fjaldur av basalti, metir felagið, at tað krevst nógv meira kann- ingararbeiði. Tað var eisini við tí í huga, at felagið heldur ynskti at fáa eitt 9- ára loyvi, soleiðis at tað heldur enn at binda seg til eina boring, vildi brúka meira tíð og orku fyri at skilja jarðfrøðina betri. Her ikki minst at fáa til vega røttu tøknina til at kunna síggja niður gjøgnum basaltið. - Tað hevði verið skeivt av okkum at søkt um boriloyvi í økinum, nú vit meta, at eitt stórt tøkniligt arbeiði er eftir at gera - áðrenn tú hevur loyst so- kallaða basaltknútin. Ein stórur partur av føroysku undirgrundini er fjaldur av tjúkkum basalt- fláum. Hesar gera, at tað er sera torført við vanligum seismikki at kunna finna fram til møguligar olju- og gassgoymslur í undirgrund- ini. Oljufeløgini og her ikki minst Anadarko halda góðar møguleikar vera fyri at finna kolvetni undir basaltinum, men fyri at finna fram til hesi kolvetni er neyðugt við nógv meira nágreiniligum kanningum og her ikki minst tøkni- ligari menning á seismiska økinum. Tað ber nevniliga ikki til við verandi tøkni- frøði at finna skjótar og einfaldar loysnir á hesum trupulleika. Men tað gong- ur rætta vegin. Philip Loader sigur, at teir hesi bæði fyrstu árini av lisenstíðini hava roynt at gera sítt heimaarbeiði bók- staviliga sagt frá botni av. Her verður einki latið upp til tilvildina, men talan er um eina miðvísa ætlan, har allir tøkniligir spurningar verða viðgjørdir. Tað ræður um at hava tey røttu am- boðini til at brúka til kanningarnar og við hesum at kunna finna fram til tey bestu úrslitini. Men enn er nakað á mál. Teir hava gjørt nógvar seismiskar kanningar, tyngdarmegi- mátingar og nógv onnur sløg av tøkniligum kann- ingum, sum samanlagt skulu geva teimum svarið uppá, hvussu teir loysa basaltgátuna. Tvs. at enda- málið við øllum hesum kanningum eru at finna lykilin til at kunna loysa basaltgátuna. Í hesum sambandi eru brúktar heilt serstakar seismiskar kann- ingar við sera kraftigum seismikkkanónum, ið ar- beiða við sera lágum fre- kvensi undir basaltinum. Í dag er støðan oftani tann, at basaltið tarnar ella forðar signalunum at koma fram. Av tí at tað er avmarkað við brunnum á føroyska økinum, haðani tú kanst fáa og brúka data, er torført at gera arbeiðið til fulnar. Tað vil taka tíð, og ein partur av arbeiðinum er eisini kanna sedimentini í undirgrundini. Hugt verður rætt og slætt at øllum, sum kann vera við til at skilja løgini undir basaltinum. Anadarko hevur so eisini keypt tilfar frá hinum fe- løgunum, sum hava borað. Philip Loader, sum sjálvur hevur drúgvar royndir við oljuleiting, sigur, at neyðugt er við veruligum detektivarbeiði fyri at finna teir mongu brikkarnar í puslispælinum. Nú Anadarko er í tí støðu, at felagið ikki skal bora enn, so fylgir felagið sera væl við í øllum tí, sum hendir á økinum. Tey eru tí eisini vitandi um gongdina higartil. -Stórar vónir vóru til teir fyrstu brunnarnar millum føroyingar. Men fyri okkum hevði tað verið at meta sum eitt undur, um man longu rakti við olju í fyrstu brunnunum í einum nýggjum øki. Tað kenna vit onga aðrastaðni frá. Tað var fløvandi fyri allar, at Amerada Hess fann olju og gass, og hetta er heilt givið av stórum týdningi fyri víðari leitingina. Hetta var so eisini ein staðfesting av tí, sum vit í Anadarko alla tíðina hava hildið, nevniliga at her er ein virkin kol- vetnisskipan. Nú mugu vit royna at brúka upplýsingar- nar frá hesum boringum í okkara egna lisensi. Leitistjórin í Anadarko sigur, at tað vil altíð vera ein váði knýttur at eini boring. Man kann minka um hann við at brúka meira orku uppá tøkniligu kann- ingarnar og fyrireikingar- nar, men tú sleppur ongan- tíð undan einum ávísum váða. Besti mátin at minka um váðan er at hava teir bestu serfrøðingarnar við í arbeiðinum og geva teim- um tey best hugsandi am- boðini at arbeiða við. Hetta er partur av málinum hjá Anadarko. Felagið er tí eisini komið væl áleiðis við viðgerðini av tilfarinum og í august í 2003, sum er endin av fyrsta tíðarskeið- inum, vil felagið verða komið so langt, at tað kann byrja at hugsa um at fyri- reika eina boring í 2004. Philip Loader váttar, at Anadarko hevur havt fram- gongd á fleiri økjum sein- astu mánaðirnar bæði við kanna og kortleggja. Tað er ov tíðliga at siga um og nær felagið fer at bora. Báðir møguleikar eru til staðar. - Vit vóna, at tøkniliga ar- beiðið verður so mikið gott, at tað kann vera grundarlag undir boring. Anadarko stór framstig í royndini at loysa basaltknútin Kortið vísir okkum, hvussu stóran part Anadarko hevur fingið tillutað av loyvunum í 1. útbjóðing. Loyvi 007, myrkabrúni teigurin hevur Anadarko einsamalt, og 006, violetti liturin hevur tað saman við Statoil, Philips, Enterprise og Veba Á hesum kortinum úr seinastu frágreiðingini hjá Oljumálastýrinum síggja vit hvussu stóran part av øllum tí føroyska landgrunninum basalt dekkar. Kortið vísir á leið, hvussu víða um basaltfláirnar røkka. Ljósari grøni liturin sipar til, at basalttjúkdin gerst minni út móti basaltmarkinum. Landgrunsmarkið er víst við tunnari striku. Basaltfría økið longst í ein landsynning úr Føroyum er ógvuliga lítið, samanborið við samlaða føroyska økið Lykilin til at loysa basaltknútin liggur møguliga í Sahara- oyðimørkini í Algeria. Tað var har, at amerikanska olju- felagið Anadarko við at menna kanningar- tøknina, eitt nú seismikkin, fann stórar nøgdir av olju. Nú verða royndirnar úr Afrika brúktar á føroyska landgrunn- inum OLJULEITING Jan Müller Nú tá tað er so trupult at arbeiða við basalti, hví brúkar Anadarko tá so nógvar pengar og orku uppá júst hetta spurdu vit leitistjóran hjá felagnum, hví teir ikki heldur hava lagt seg eftir at fáa loyvi, har einki basalt er? Philip Loader sigur, at fyri at skilja, hvussu Ana- darko arbeiðir, er rætt at hyggja at, hvussu teir hava borið seg at í Algeria. Seint í 80-unum og tíðliga í 90- unum fekk felagið áhuga fyri Algeria, tí tað varð mett, at har fanst ein virkin kolvetnisskipan. Men í nógvum av loyvunum fe- lagið fekk í Sahara oyði- mørkini bar ikki til at við- gera kanningartilfarið nóg væl til tess at kunna finna strukturar at bora í, orsakað av avmarkaðu seismisku upplýsingunum. Tað var so gott sum ómøguligt at kortleggja strukturar og prospekt. Teir høvdu tá brúkt nógva orku og pengar til at menna eina teknologi, sum varð neyðug til at kunna broyta hetta. - Vit megnaðu hesa upp- gávu og loystu gátuna at menna seismisku tøknina til at kunna síggja niður gjøgnum saltløg, sum kundu vera upp til 500 metrar tjúkk. Vit gjørdu sera stór framstig við seis- mikki í Sahara oyðimørkini og mentu eina tøkni, sum varð grundarlagið undir oljuleiting. Har hava vit síðani í samstarvi við aðrar funnið meira enn 3 milli- ardir tunnur av olju sigur Philip Loader og staðfestir, at orsøkin til at Anadarko fór til Algeria var tann, at teir mettu, at her vóru stórir møguleikar fyri at finna kolvetni. Teir mettu, at her fanst ein virkin kolvetnis- skipan. Tað var eisini var ein orsøk til, at hetta økið ikki hevði verið nóg væl kannað! Og orsøkin var tann, at tøknin til at síggja niður gjøgnum tjúkku salt- løgini fanst ikki. Neyðugt var tí at menna hana, og tað varð hetta Anadarko fór undir og loysti. Og tað er hetta sama, sum nú hendir í Føroyum. - Tá vit fingu eyguni upp fyri Føroyum, mettu vit eisini, at her var ein virkin kolvetnisskipan og at her vóru møguleikar at finna stórar nøgdir av olju. Men her var og er framvegis, eins og í Algeria, ein óloystur spurningur, nevni- liga at kunna síggja niður gjøgnum basaltið. Møguleiki fyri nógvari olju undir basaltinum Fyribils úrslitið av Hess boringini og her serstakliga staðfestingin av at tað finst ein virkin kolvetnisskipan í føroysku undirgrundini hevur so styrkt Anadarko í, at her er ein virkin kol- vetnisskipan. -Vit hava fingið eitt av svarunum, ein av neyðugu brikkunum í puslispælinum og halda tí framvegis, at her eru møgu- leikar fyri sera stórum goymslum. Tað arbeiði, sum vit hava gjørt av sedi- mentløgum oø. vísir, at her eru eisini møguleikar fyri at finna góð reservoir og eina góða virkna kolvetnis- skipan. Fyri okkum er stóri spurningurin tí, hvat er undir basaltinum. Kunnu vit loysa ta gátuna, so kann væl vera, at vit verða kappingarførir við aðrar, sum longu nú arbeiða í økjum, har einki basalt er. Eingin kann siga við vissu nú, um hetta fer at eydnast okkum, men fyri eitt felag sum okkara hvørs høvuðs- motorur er tøkni og tøknilig vitan vilja vit hava eins góðan møguleika og nakar annar at vera við í kapp- renningini eftir oljuni á føroyska landgrunninum. So samanberingin við royndirnar frá Algeria er sera áhugaverd. Støðan á Føroyaøkinum í dag er tann, at umframt Anadarko so er tað bert Statoilbólkurin, sum ar- beiðir á basaltinum. Philip Loader vísir eisini á teirra arbeiði og royndir frá Meksikanska Flógvan- um, har felagið er eitt av teimum leiðandi, tá tað snýr seg um at síggja niður undir saltfláir. Tað eru sjálvandi tvey ymisk ting at kunna síggja niður undir basalt og saltiðfláir. Men talan er um at brúka tøkn- ina rætt. Arbeiðsmentanin hjá Anadarko er av slíkum slag, at felagið er tilreiðar at taka váðan í sambandi við slíkar torførar upp- gávur, har onnur feløg aftra seg. Tað nýtist ikki at merkja, at øll loyvi teir søkja um, eru av torførum slag. Tú mást eisini hava meira trygg øki at arbeiða í, og tað hava teir eisini sigur leitistjórin hjá Anadarko, sum tó viðgongur, at teir nú og tá eru tilreiðar at fara undir eina leitingaravbjóð- ing, sum onnur feløg helst vilja sleppa undan. Stór framstig Teir seinastu mánaðirnar hevur felagið gjørt fleiri framstig í royndini at seta puslispælið saman við eitt nú data frá Amerada Hess brunninum og við at sam- eina seismikkin við mát- ingar frá tyngdarmegi- og magnetisku kanningunum. - Vit eru førir fyri at týða fláirnar undir basaltinum, og vit eru førir fyri at týða ymisk jarðfrøðilig modell undir basaltinum, sum hava eitt gott tilknýti til struktu- rella modellið av øllum økinum. Philip Loader sigur víð- ari, at um teir móti end- anum av fyrsta skeiðnum halda seg sannførdar um, at tað er rætt at bora, so verð- ur tað gjørt so skjótt tilber í næsta skeiðnum og í 2004 sum tað fyrsta. Borar í blindum Vit spurdu Philip Loader um hini feløgini, sum hava borað, áttu at brúkt meiri tíð til heimaarbeiðið, áðr- enn tey fóru at bora sigur hann, at tú borar altíð í ávísan mun í blindum, tá tú setir hol á eitt heilt nýtt øki. Tað hevur so eisini víst seg, at sedimentløgini, sum funnin eru í t.d. Amerada brunninum, eru ólík teim- um løgum, har olja er funn- in í bretskum øki og tí ótestað. Eg vil á ongan hátt siga, at nakað av teimum feløgunum ikki gjørdi sítt arbeiði nóg væl. Tað vilja altíð vera fleiri mátar at týða seismikk uppá, sum kunnu vera rættir og skeiv- ir. Tú lærir altíð mest av tí fyrsta brunninum, sum verður boraður í einum nýggjum øki. Tað fara at verða boraðir nógv fleiri brunnar her, og tað fara at vera nógv fleiri yvirrask- ilsi. Anadarko ræður sum sagt yvir tí størsta leitiøkj- unum í Føroyum. Felagið nýtist ikki at bora enn, og tað heldur Philip Loader vera skilagott, tí teir eru enn ikki klárir. Hann sigur, at teir hava nógv arbeiði eftir at gera. -Vit eru sera fegnir um tey loyvi vit hava, eisini sæð út frá tí, sum er komið fram um eina virkna kolvetnisskipan. Og Philip Loader kann ikki lata vera við at endur- taka tað aftur og aftur: -Vit halda so avgjørt, at tað finst ein virkin kolvetnisskipan undir basaltinum eisini. Uppá fyrispurning um basaltið kann virka sum tak í einum møguligum rerser- voiri sigur Philip Loader seg ivast stórliga í tí. Serliga tá hugsað verður um, at goymslurnar liggja djúpri. - Men er tað ikki sera dýrt at bora gjøgnum ba- salt? - Basaltið er sera hart og tað kostar nógv at bora gjøgnum tað. Tað gongur seinni og tú skal til at skifta borihøvd oftani. Tí er umráðandi at finna bestu loysnina til tað eisini. Onnur feløg vilja uppí Nú felagið er komið rætti- liga langt við sínum kann- ingarbeiði kundi verið spurt, um tað eru onnur feløg, sum vilja blíva partur av loyvinum hjá Anadarko sigur Loader, at tað eru feløg, sum hava spurt seg fyri. Talan er bæði um feløg, sum eru her longu og onnur. Hann útihýsir heldur ikki møguleikanum hjá øðrum feløgum at koma uppí loyvið hjá Anadarko, um tey kunnu koma við nýggjari tøkniligari vitan og gerast strategiskur partnari, tvs. feløg, sum vilja samstarva og sum kenna føroyska oljupoli- tikkin og mentanina. Hann sigur annars, at fundið hjá Amerada hevur fingið eyg- uni hjá nógvum feløgum upp fyri tí føroyska økin- um. Øll feløg eru áhugað fyri nýggjum oljuprovins- um. - Tit hava arbeitt saman við TotalFinaElf fyrr. Er sannlíkt at tað samstarvið verður tikið uppaftur á Føroyaøkinum? - Vit vilja ikki nevna nakað ávíst felag. Tað fer tíðin at vísa. - Hvussu so við fram- tíðini? - Eg haldi føroyingar eiga at hava vón um framtíðina, tá tað snýr seg um olju. Tað eru fá ella eingi øki í heim- inum, har tú finnur olju eftir fyrstu boring. Tað er tíðliga – framvegis early days – og vit hava ikki meira enn sett spónin í. Tit mugu ikki gloyma, at føroyska økið er sera stórt. Tit skulu vera fegin um tann áhuga, sum er fyri økinum, og eg taki hattin av fyri Statoil, BP og Hess fyri tað arbeiði tey hava gjørt higartil. Tað er ein torfør uppgáva at arbeiða í slíkum umhvørvi. Eg trúgvi, at her liggja stórir møguleikar. Eg eri bjartskygdur men eisini realistiskur. Tað er eingin orsøk til at vera svartskygd- ur, tí tveir brunnar vóru turrir. Brúka royndir úr Afrika í Føroyum Philip Loader, leitistjóri hjá Anadarko heldur, at virkan kolvetnisskipanin, sum hini oljufeløgini hava staðfest í føroysku undirgrundini, heldur fram undir basaltinum. Mynd Jan Ein týðandi løta í arbeiðinum hjá Anadarko, tá táverandi leitistjórin Scott Albertson tók ímóti loyvinum í Norðurlandahúsinum 17. august í 2000 Mynd Jens K. Vang Johan Mortensen, er føroyski stjórin í Anadarko C M Y K 5 4