mikudagur 13. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 50 - 13. mars 2002
Nr. 50 - 13. mars 2002
7
Ikki hevur nógv verið
at hoyrt frá Vinnu-
lívsráðnum í Klaksvík
ta seinastu tíðina,
men fyri stuttum
varð ráðið skipað av
nýggjum
VINNULÍV
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Ráðið varð av
fyrstani tíð sett á stovn í
1991, men síðan seinasta
aðalfundin hevur vinnu-
lívsráðið í Klaksvík ikki
verið nakað virkið felag.
Fyri stuttum kom nevnd-
in tó saman aftur, og skip-
aði hon seg á tí fundinum.
Nevndin, ið sett varð á
aðalfundinum í 1999, sær í
dag soleiðis út :
Jógvan við Keldu, bý-
ráðspolitikari, sum hevur
verið við frá byrjanini í
1991, hevur tikið við sum
formaður í Vinnulívsráð-
num.
Afturat honum er Símun
á
Høvdanum,
næstfor-
maður, Karl Birgir Isaksen,
kassameistari, Rani Nol-
søe,
skrivari
og
Palli
Ziskakon, nevndarlimur.
Skipar fyri fyrilestri
Longu komandi hósdag
skipar Vinnulívsráðið sam-
an við Klaksvíkar Hand-
ilsfelag fyri einum spenn-
andi fyrilestri um undir-
sjóartunnil.
Borgarstjórin á Akranesi
í Íslandi kemur til Klaks-
víkar at greiða frá, hvussu
undirsjóartunnilin
undir
Hvalfjørðinum
hevur
ávirkað virksemi og annað
á Akranesi.
Frá Símun á Høvdanum,
næstformanni
í Vinnu-
lívsráðnum, frætta vit, at
hetta bert er ein av fleiri
fyrilestrum, ið ráðið ætlar
at skipa fyri.
- Nevndin hevur samtykt,
at endamálið nú er at fáa
felagið at gerast aktivt
aftur, sigur Símun.
- Vit ætla at skipa fyri
fleiri fyrilestrum og øðrum
tiltøkum, og samstundis
vísa meir andlit út at til,
sigur næstformaðurin.
Samskipari
Vinnulívsráðið varð av
fyrstani tíð sett á stovn við
tí endamáli at skipa fyri
ymiskum tiltøkum, at verða
savnandi og samskipari av
vinnu- og handilslívinum í
Norðoyggjum.
Tó hevur ikki verið nógv
at hoyrt frá ráðnum ta
seinastu tíðina, men hetta
møguliga broytist, nú ráðið
hevur skipað seg av nýggj-
um.
Vinnulívsráðið í gongd aftur
Hóskvøldið verður
forkunnugur fyri-
lestur um undir-
sjóartunnil hildin í
Tekniska Skúlanum
í Klaksvík
FYRILESTUR
Ragnhild Ellinsgaard
Sosialurin: Tað verður
borgarstjórin í Akranesi
í Íslandi, Gísli Gísla-
sonur, sum fer at halda
hendan fyrilestur kom-
andi hóskvøld.
Undirsjóartunnil
Gísli Gíslasonur fer
millum annað at greiða
frá, hvørja ávirkan und-
irsjóartunnilin
undir
Hvalfjørðinum
hevur
havt uppá Akranes.
Sum skilst, fer hann at
tosa um, hvussu handils-
lívið í býnum er broytt,
og eisini hvussu sam-
starvið á sjúkrahúsinum
á Akransesi er, nú trý ár
eru liðin, síðani undir-
sjóartunnilin kom.
Harafturat
kemur
hann eisini inn á, hvussu
menningin viðvíkjandi
ymsum økjum er farin
fram í býnum, eins væl
og hann kemur at greiða
frá, hvørji krøv, ein
undirsjóartunnil setur til
fólkið og vinnulívið í
býnum.
Vitjað fyrr
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Gísli Gíslasonur vitjar
í Klaksvík. Í 1996 hevði
hann eisini ein fyri-
lestur, og hava vit frætt,
at tann fyrilesturin var
væl vitjaður. Tískil meta
fyrireikararnir eisini, at
nógv fólk koma at lurta
eftir Gísla hóskvøldið.
Almennur
Fyrilesturin verður al-
mennur, og skulu øll
verða vælkomin at lurta.
Tað eru Klaksvíkar
Handilsfelag og Vinnu-
lívsráðið í Klaksvík,
sum í felag hava boðið
Gísla Gíslasyni hendan
vegin.
Fyrilesturin verður á
Tekniska Skúlanum í
Klaksvík
hóskvøldið
tann 14. mars klokkan
19.00.
Fyrilestur um
undirsjóvar-
tunnil
Tann nógvi kavin í
Klaksvík tarnar fót-
bóltsvenjingini hjá
fyrstu deild monnum
hjá KÍ
KAVARUDDING
Solby A.Eliasen
- Vit hava bert verið á
grønum vølli tríggjar ferðir,
síðani vit byrjaðu at venja
20. januar, sigur venjarin
hjá KÍ, Kurt Mørkøre.
- Men enn venja vit fyri
tað mesta kondi, og tá bilar
ikki, um kavin liggur,
greiðir Kurt frá.
Kommunan gjørt alt
teir kunnu
Men í vikuskiftinum hevði
kommunan
lænt
eina
maskinu frá Landsverk-
frøðinginum, sum blæsir
kavan burtur. Og hon bleiv
nýtt til at rudda umleið
hálvan vøllin.
- Kommunan hevur gjørt
alt tað, teir kunnu, sigur
Heri Ellingsgaard, nevnd-
arlimur í KÍ. Allir hugsaðir
møguleikar
hava
verið
umrøddir. Men vandin fyri
at oyðileggja graslíki er
stórur, og er kavin tí
sloppin at liggja, greiðir
Heri frá. - Hetta er so sera
stórar mongdir av kava,
sum talan er um, hevði
ivaleyst fylt eini tvey – trý
hundrað bingjur.
- Vit kunnu ikki bert
rudda kavan av vøllinum, tá
hann er so nógvur. Vit
mugu eisini hava onkra-
staðni at koyra hann, heldur
Heri fram.
- Tað var so hugaligt
leygarmorgunin at síggja at
kavin var minkaður so
frætt, at tað kundi loysa seg
at læna eina maskinu frá
Landsverkfrøðinginum,
sigur Heri Ellingsgaard.
Men longu aftur sunnu-
morgunin var eitt hvítt
kavalak á vøllinum.
Klaksvíkskappingin
avlýst
Farna vikuskiftið skuldi so
Klaksvíkskappingin verið,
men vegna allan kavan, so
bleiv hon avlýst. Eisini
undan umførini til kappi-
ngina um Løgmanssteypið
vórðu avlýst. So ikki kann
annað sigast enn, at kavin
ger sanniliga sítt til at
fótbólturin
hevur
eina
stirvna byrjan í ár.
Venja kortini úti
Hóast alt hetta, so hava KÍ-
leikararnir, sum sagt, vant á
vøllinum.
- Vit vóru á vøllinum í
gjárkvøldið, sigur Kurt
Mørkøre.
- Tað var trupult at venja,
tí vøllurin var frystur, so
menn gliðu illa, men til bar
kortini.
- Vit hava spælt tveir
venjingardystir, og kom-
andi hóskvøld skulu vit út
til Runavíkar at spæla ein
venjingardyst móti NSÍ,
sigur venjarin hjá KÍ at
enda.
Kavin tarnar fótbóltinum
Bjarni Bæk, dóm-
próstur, segði sum
ein síðuviðmerking
í prædikuni trið-
seinasta sunnudag,
at hann helt, at tað
var óheppið, at
ítróttarkappingar
viðhvørt liggja
soleiðis, at tey, sum
ganga til ikki
sleppa í kirkju
Ingrid Bjarnastein
ÍSF formaðurin, Heðin
Mortensen, sigur, at
sambært ÍSF lógini, so
er ikki loyvt at skipa fyri
kappingum í kirkjutíð.
– Vit halda okkum til
ta etisku grundregluna,
at ongin ítróttur hjá
ítróttarsambandi Føroya
fer fram í kirkjutíð, sigur
Heðin Mortensen.
– Um ítróttur er fyri-
skipaður í kirkjutíð, so
hevur hetta onki við
ítróttarsambandið
at
gera. Men um so er, so
eri eg ógvuliga harmur
um tað.
Heðin Mortensen sig-
ur eisini, at um hetta er
komið fyri, so hevur
ítróttarsambandið ikki
verið spurt eftir.
– Men eg haldi, at
dómprósturin
skuldi
vent sær beinleiðis til
Ítróttarsamband Føroya,
ístaðin fyri at siga tað
soleiðis í eini prædiku.
Um tað er nakar, sum er
ímóti ítrótti í kirkjutíð,
so er tað eg, sigur Heðin
Mortensen.
Kappingarnar hjá fe-
løgum í ÍSF kunnu
liggja sunnudag, men so
skulu tær liggja antin
áðrenn kirkjutíð, tað vil
siga frá klokkan 9 – 10 á
morgni ella frá klokkan
13 og úteftir.
Bjarni Bæk, dóm-
próstur, hevði onga víð-
ari viðmerking til málið,
tí hann vil ikki blása tað
óneyðugt upp.
ÍSF lógin ímóti
ítrótti í kirkjutíð
Heðin Mortensen, formaður í Ítróttarsambandi Føroya,
sigur, at ÍSF lógin er ímóti kappingum í kirkjutíð
Gamli virkisbygning-
urin, sum Gunnleivur
Danielsen brúkti til
verkstað, er nú seldur
eini meinigheit í
Hoyvík, og verður
hann nú brúktur, sum
samkoma hjá teim-
um, sum kallað seg
ein luthersk frí-
meinigheit
Ingrid Bjarnastein
Bygningurin kostaði 3,5
milliónir krónur, men við
øllum sum skal gerast
afturat, so liggur hann
longu nú um 4,2 milliónir,
og nógv vantar enn í.
– Grundin til, at vit hava
valt at gera soleiðis er, at
tørvurin er vaksin, og
soleiðis sleppa vit eisini frá
at rigga til, og rigga av
hvønn sunnudag tá vit hava
møti. Vit hava hildið til í
skúlanum í Hoyvík framm-
anundan, og at skula fyri-
reika
so
nógv
undan
hvørjum møti kann verða
rættiliga stríggið í longdini,
sigur Jóni Johannesen,
fyristøður í meinigheitini í
Hoyvík.
Meinigheitin hevur ikki
fingið nakran stuðul frá tí
almenna. Knøpp millión
áttu tey í eginpeningi at
seta í, og restin er síðani
fíggjað ígjøgnum lán. Søkt
hevur verið um stuðul
ymsastaðni
frá,
men
higartil eru bert noktandi
svar komin teimum í hendi.
Men bíðað verður enn eftir
onkrum svarið afturat.
Nógv virksemi
Meinigheitin hevur verið til
í 21 ár, og hava tey fyri tað
mesta hildið til í skúlanum
í Hoyvík. Fyrr varð sagt, at
tey hoyrdu undir luthersku
fólkakirkjuna, men nú hava
tey valt at kalla seg eina
lutherska
frímeinigheit
ístaðin. Hvørt mánakvøld
er bønarmøti á skránni.
Hóskvøld hevur ungdóm-
urin
ungdómsmøti
og
sunnudagar er sunnudags-
skúli og møti um kvøldið.
– Vit eru eisini byrjað at
hava guðstænastur sunnu-
morgnar nú, og tað ætla vit
at halda áfram við. Í fyrst-
uni verður tað nokk ikki
hvønn sunnudag, men vit
fara at royna at byrja uppá
hetta so við og við, greiðir
Jóni Johannesen frá.
– Eisini plaga vit at hava
eitt, sum eitur Alfa-skeið.
Tað er ein onglendingur,
sum eitur Nick Commel,
sum er komin við tí, og tað
verður nógv brúkt kring
heimin. Eitt tílíkt skeið
koyrir í eini 10 dagar.
Umstøðurnar hjá luth-
ersku frímeinigheitini eru
eisini
nógv
betri
nú.
Verkstaðsbygningurin
er
rættiliga stórur. 600 fer-
metrar og grundøkið sjálvt
er 4000 fermetrar tilsam-
ans. Alt er verri enn so ikki
klárt enn. Meiri peningur
skal brúkast til at fáa alt
gjørt í stand, og brúkiligt
hjá eini meinigheit at halda
til í. Tann 10. februar í ár
vóru 200 fermetrar tiknir
alment í nýtslu.
Bygningurin liggur á
Brekku 3, og liggur hann
beint aftanfyri Mjólkar-
virkið Búnaðarmanna.
Verkstaður vorðin til kirkju
Gamli verkstaðsbygningurin hjá Gunnleivi Danielsen er nú
keyptur av luthersku frímeinighetini í Hoyvík. Hann verður
nú brúktur av meinigheitini til møti, guðstænastur og annað
virksemi.
Mynd: Jens Kr. Vang
Sambandsflokkurin hev-
ur kunngjørt endaliga
valevnislistan í Norður-
streymoy til komandi
løgtingsval. Fýra valevni
eru, og eru tey:
Olav Enomoto, Vest-
manna
Eirikur Dam, Streymnes
Bárður Nielsen, á
Válinum
Páll Poulsen, Kolla-
fjørður
Á seinasta løgtings-
vali fekk Sambands-
flokkurin 446 atkvøður í
Norðurstreymoyar val-
dømi. Hetta er 21% av
atkvøðunum.
Sambandslitin í Norður-
streymoy liðugur
Sjey feløg, sum arbeiða við
lýsingarvirksemi, hava tann
8. mars stovnað eitt vinnu-
greinafelag. Nýggja felagið
eitur Reklamufelagið, og
endamál tess er at savna
føroysku lýsingarstovurnar
og taka sær av teirra yrki-
ligu og felagsligu áhuga-
málum. Á stovnandi aðal-
fundi varð nevnd vald, og í
henni sita: Johnny Gaard,
Petur Slyne og Høgni
Rasmussen. Á komandi
nevndarfundi
verður
nevndin skipað. Felagið
ætlar at verða partur av
skrivstovufelagsskapinum í
Vinnuhúsinum.
Nýtt vinnugreinafelag stovnað
C
M
Y
K
7
6