Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 50 - 13. mars 2002 Nr. 50 - 13. mars 2002 9 –Vit vilja hava ræðið á egnum viðurskift- um.Vit tosa tó ikki um suverenitet, men um eitt slag av víðk- aðum sjálvstýri, sigur Lars Emil Johansen, umboð fyri Grønland á Fólkatingi og limur í Norðuratlants- bólkinum POLITIKKUR/- SAMRØðÐA Orð og myndir: Heri á Rógvi Lars Emil Johansen er ein av teimum kendastu og trúgvastu politikarunum í Grønlandi. Júst nú situr hann á Fólkatingi umboð- andi Grønland og Siumut. Hann hevur sitið á Fólka- tingi frá 1973 til 1979, og hann hevur eisini verið for- maður fyri landsstýrið í Grønlandi í árunum frá 1991 til 1997. Hann hevur seinastu fýra árini ikki verið aktivur í politikki, har hann hevur verið stjóri í Royal Green- land. Hann fór sjálvboðin úr hesum sessi á nýggjárin- um, tá hann avgjørdi at stilla upp til fólkatingsval- ið. Støðan hjá grønlendska vinnulívinum er nógv merkt av, at rækjuprísurin er so mikið lágur, soleiðis at korini ikki eru tey bestu. Lars Emil Johansen hev- ur verið á vitjan í Føroyum saman við Kuupik Kleist og Tórbjørn Jacobsen. Bæði Lars Emil og Kuupik hava eitt ynski um víðkað sjálv- stýri, har Grønland fær ræðið á egnum viðurskift- um. Hvussu er støðan í Grøn- landi nú. Hvussu er við sjálvstýristilgongdin, og hvussu er stemningurin fyri øktum sjálvstýri í Grøn- landi? – Støðan er tann, at tað fyrrverandi landsstýrið, ið varð skipað millum Siumut (Javnaðarflokkurin) og Inuit Ataqatigiit, setti eina sjálvstýrisnevnd, ið skuldi hyggja nærri at møguleik- anum at gera Grønland meira sjálvstøðugt innan- fyri ríkisfelagsskapin, og teir skulu lata eina frágreið- ing inn í summar. Eftir hetta skulu grøn- lendskir myndugleikarnir taka støðu til, hvat er rætt- ast at gera í framtíðini, um mann ynskir at eitt stig nærri sjálvstýri. Tá tú spyrt um stemning- in, so eg havi merkt í sam- bandi við valstríðið til fólkatingsvalið, at fólk hava tikið hetta meira til sín. Eg kenni tað soleiðis, at tað er stórur partur av fólkinum, ið veruliga ynskja sjálv- stýri. Eg og Kuupik (Kleist, blðm.) hava hvør í sínum lagi formulerað ein poli- tikk, ið leggur upp til sjálv- stýri. Vit tosa tó ikki um suverenitet, men um eitt slag av víðkaðum sjálvstýri – kanska eina víðkan av heimastýrislógini. Eg leggi serliga stóran dent á, at vit ynskja at gera okkum full- komiliga leys frá Danmark ella vit vísa hatur móti døn- um. Vit vilja bert sjálvir sleppa at ráða, hvat hendir í Grønlandi og hvørjar avtal- ur verða gjørdar um Grøn- land. Tað er ógvuliga hug- stoytt fyri meg, tá eg frætti um, at atomvápn hava verið goymd í Grønlandi, uttan at vit hava vitað nakað um hetta. Vit vilja sjálvir vita, hvat Grønland verður nýtt til. Tað er eisini ógvuliga harmligt fyri meg, at uttan- ríkisráðharrin kann bjóða Grønland út, uttan at vit vita nakað um tað. Vit hava víst, at vit kunnu gera avtal- ur sjálvir, og tað vilja vit fegnir haldaáfram við at gera. Vit vilja sjálvir ráða yvir egnum viðurskiftum. Í Føroyum hevur sitandi landsstýrið roynt fleiri leið- ir til at koma nærri sjálv- stýri/fullveldi hesi seinastu fýra árini. Hava grøn- lendskir myndugleikar sett nakra ávísa kós út í kortið? – Tað kann eg sum so ikki svara uppá, tí eg eri ikki partur av landsstýrin- um ella samgonguni í Grønlandi. Tann sess, ið eg havi á Fólkatingi, vil eg nýta til at økja um møguleikarnar hjá Grønlandi at gerast polit- iskt sjálvstøðugt og við tíð- ini eisini búskaparliga sjálvstøðug. Eg havi tó varnast, at tað er sera trup- ult at gera nakað munandi, tá tú stendur einsamallur. Tí havi eg eisini tikið stig til at stovna Norðuratlantsbólk- in. Eg skal vera tann fyrsti til at siga, at tað er harmi- ligt, at Lisbeth L. Petersen ikki er við, men eg havi bjóðað henni við og tosað við hana persónliga, men hon ynskti ikki at luttaka. Vit høvdu staðið sterkari fýra, men eg skilji á lagnum upp á fleiri mátar, at Sam- bandsflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin ikki riggað so væl saman. Eg trúgvi øll í Føroyum og Grønlandi eru samd um, at stigvíst at minka um blokkin, men hetta hetta skal sjálvandi gerast forsv- arligt. Tú hevur verið í leiðsluni hjá Royal Greenland, sum eisini hevur nógvar føroy- ingar á lønarlistanum. Hvussu verður við leiklut- inum hjá hesum í framtíð- ini. Ynskja tit framhaldandi at nýta føroyskar menn á brúnni. Á fundinum sunnu- kvøldið viðmerkti tú m.a., at tað er ein trupulleiki við dønum í Grønlandi, ið ikki seta seg inn í mál og ment- an? – Sjálvandi hava vit eitt ynski um, at grønlendingar koma at vera á brúnni á grønlendskum skipum. Vit eru tó á ongan hátt ónøgdir við føroyingar. Teir føroy- ingar, ið sigla við grøn- lendskum skipum, eru heldur ikki við, tí teir eru føroyingar, men teir duga hatta arbeiðið. Munurin millum danir og grønlendingar er nógv størri enn munurin millum føroyingar og grønlending- ar. Vit líkjast upp á fleiri mátar. Vit hava líknandi mentan, livihátt og matvan- ar fyri nevna nøkur dømi. Danir hava ikki víst sama hegnið til at verða integrer- aðir í Grønlandi sum føroy- ingar. Tað finnast sjálvandi danir, ið duga grønlendskt og eru væl inni í mentanini, men sum heild eru teir ikki serliga væl inní mentan og máli í Grønlandi. Eg kundi hugsað mær, at danir vísti meira respekt mótvegis grønlendingum við at seta seg inn í mál og mentan. Vit mugu eisini seta størri krøv, men vit mugu samstundis ásanna, at tað er trupult at læra grønlendskt. Tú hevur verið fortalari fyri tí sokallaði »Base- økonomiini«. Kanst tú greiða frá, hvat hetta er fyri nakað? – Nú hevur mann í nógv ár nýtt pláss í Grønlandi til hernaðar basir. Hetta hevur Danmark tikið sær av hig- artil, men hetta vilja vit gjarna sjálvir sleppa at taka okkum av. Tað snýr seg um at fáa nakað fyri nakað. Vilja amerikumenn nýta basustøðir í Grønlandi til trygdarpolitikk, so kann tað hugsast, at amerikumenn kunnu vera góðir fyri okk- ara búskap. Tað er ikki haldgott í longdini, at vit móttaka eina samlaða veit- ing um 3,5 mia. (alt írokn- að, blðm.). Tað er heldur ikki vist, at danir ynskja og kunna gjalda allar hesa pengarnar í framtíðini. Vit mugu hyggja at alternativ- um inntøkumøguleikum fyri grønlendska búskapin. Har er tað ikki meira enn rímiligt, at vit sjálvir sleppa at samráðist við ameriku- menn og møguliga onnur um teirra virksemi í Grøn- landi. Harafturat er tað nógv, ið týður uppá, at danir spara pening til NATO orsakað av støðunum í Grønlandi og Føroyum. Tað er einki yvir at dylja, at Grønland hevur svárar sosialar trupulleikar. Hvussu ávirkar hetta grønlendska samfelagið í dag? – Flestu trupulleikararnir á tí sosiala økinum skyldast rúsdrekkamistnýtslu. Sjálv- ur havi eg eisini verið í við- gerð fyri rúsdrekkatrupul- leikar, soleiðis at eg ikki drekki meira. Eg haldi, at myndin oftani verður gjørd eitt sindur ov døpur. Tað eru framvegis stórir trupul- leikar við rúsdrekkamis- nýtslu, men eg meti tað ganga tann rætta vegin. Tað er ikki á sama hátt »inn« at ganga fullur og at drekka nógv, sum tað var fyrr. Tey ungu hava tikið eitt øðrvísi drekkimynstur til sín, og eg haldi, at støðan er batnað. Tað er eingin skomm at hava ein rúsdrekkatrupul- leika, men tað er ein skomm ikki at gera nakað við tað. Hvussu upplivir tú tað føroyska samfelagið í dag í mun til áður? – Eg haldi tað vera sera flott og hugvekjandi, at før- oyska samfelagið er komið sær so væl eftir sváru kreppuna. Harafturat er tað hugaligt at síggja eitt før- oyskt samfelag, sum hevur ein føroyskan høvuðsstað í allar mátar er føroyskt, tá Grønland í stóran mun kann tykjast danskt útattil. Tó upplivi eg støðuna í Føroyum soleiðis, at alt verður politiserað, og hetta er óheppið, tá tú ætlar at taka verulig felagstøk. Eg eri tó sera glaður fyri at vera í Føroyum og fegin um framgongdina í føroyska samfelagnum. Lars Emil Johansen: Vilja hava ræðið á egnum viðurskiftum Lars Emil Johansen nýtti eisini høvið til at hyggja framvið á blaðhúsinum hjá Sosialinum á Argjum – Eg haldi tað vera sera flott og hugvekjandi, at føroyska samfelagið er komið sær so væl eftir sváru kreppuna. Harafturat er tað hugaligt at síggja eitt føroyskt samfelag, sum hevur ein føroyskan høvuðsstað í allar mátar er føroyskt, tá Grønland í stóran mun kann tykjast danskt útattil Norðan fyri alistðina hjá Fiskaaling í Nesvík er gjørt eitt grótkast, sum skal verja pumpurnar, ið pumpa sjógv til alikørini, har kalvin gongur. Endamálið er at flyta pumpurnar longri út á sundið, so javnari sjóvarhiti fæst FISKAALING Edvard Joensen Nesvík: Kalvarnir í ali- kørunum í Nesvík skulu hava javnari hita í sjónum, teir svimja í. Tað gerst við at leggja pumpurnar longri út á Sundalagið, enn tær framman undan hava ligið. Eitt grótkast er gjørt norðan fyri alistøðina, sum skal verja pumpurnar, sum pumpa sjógv inn til kalva- kørini inni á alistøðini. Fyrr hevur alistøðin fing- ið sjógv úr einum brunni, sum gamla alistøðin Føoya Laks, ið átti gomlu støðina í Nesvík, hevði gjørt. Esiini hevur sjógvur verið tikin úr einum av hyljunum, sum eftir vórðu, eftir at byrg- ingarnar úti á Sundalagnum vóru burturtiknar, sigur Hørdum Wardum, stjóri á Fiskaalaing. Men tað vóru ávísir vans- ar ið at taka sjógv haðani, sigur hann. Í fyrsta lagi kundi tað gerast rættiliga tutr í brunninum, tá stór fjøra var. Og eisini gjørdist hitamunurin á sjónum í byrginini alt ov stórur. Tá kalt var í veðrinum, kundi hitin fara væl niður um tað, ráðiliga var, og sama tá heitt var, fór hann upp um tað, tilmælt verður. Hørdur Wardum sigur, at teir mæla til ein meðalhita upp á eini fýra stig. Og taðkunnu teir fáa við at pumpa sjógv úr sjálvum Sundalagnum. Kalvin trívist best við hesum meðalhitanum, og hitin skal eisini vera so støðugur, sum gjørligt. Men tað er ikki bara at leggja pumpurnar út á sundið. Tær skulu eisini verjast, og tí er so verju- garðurin gjørdur norðan- fyri. Hesin verjugarðurin er ikki einasta íløgan, Fiska- aling hevur gjørt í sein- astuni. Ein tvíkilja, sum Fiskalaing skal hava, er júst um at vera liðug á Hydro- tech á Eiði. Talan er um ein fóðurbát til alistøðina hjá Fiskaaling úti í Hesti, sigur Hørdur Wardum. Fiskaaling hevur lívfisk gangandi úti í Hesti at taka til, um eitthvørt skuldi hent lívfiskastøðini í Skopun, greiðir stjórin á Fiskalaing frá. Tað eru bara tríggjar ali- støðir í landinum, sum klekja rogn. Umframt Fiskaaling eru tað Fúta- klettur í Vágum og East Salmon á Norðtoftum, sum hava lívfisk. Fiskaaling hevur út móti helvtini av rognaframleiðsluni, sigur Hørdur Wardum. Nýggjur verjugarður er gjørdur norðan fyri alistøðina í Nesvík til at verja pumpurnar, sum pumpa sjógv í alikørini, har kalvin gongur Mynd: Edvard Joensen Javnari sjóvarhiti í Nesvík Borðoyarnes skal ætlandi fiska krabba undir Føroyum. Alfa Seafood í Fuglafirði, sum ger Borðoyarnes út, hevur søkt Fiskimálastýrið um loyvi, men bíðar eftir svari KRABBAVEIÐA Edvard Joensen Fuglafirði: Borðoyarnes liggur í løtuni á Fuglafirði klárur at fara undir Føroyar at fiska krabba. Skipið er væl útgjørt til hesa veiðu, men reiðaríið bíðar eftir loyvi frá Fiskimálastýr- inum. Jón Nolsøe Olsen, reið- ari, sigur, at teir hava brúkt Borðoyarnes til krabba- veiður undir Grønlandi fyri einum tveimum árum síðan. Tá var gjørd ein eitt ára avtala við grønlend- ingar, men tá hon gekk út, var hon ikki longd. Tí kom Borðoyarnes heimaftur, sigur hann. Nú er so ætlanin at fara at royna undir Føroyum í fyrsta umfari. Verður tað ov lítið, ætla teir at fjakka eitt sindur. Suður á Hatton Bank og heilt yvir á Flem- ish Cap hava teir ætlanir um at royna, sigur hann. Royndir eftir krabbba undir Føroyum eru ikki tær stóru, sigur Jón Nolsøe Olsen. Eitt grønlendskt skip gjørdi nakrar royndir fyri einum tveimum árum síðan, men tær eru ikki nóg gott grundarlag til at ger nakrar metingar eftir, heldur hann, tí tað viðraði so ómetaliga illa, meðan teir vóru her, at ilt er at siga, hvussu veruligi stand- urin er hjá krabbanum undir Føroyum út frá teim- um royndunum. Borðoyarnes er sera væl útgjørdur til hesa veiðuna, og alt verður liðugt viðgjørt umborð. Tá krabbin er fingin, veður skelin loyst frá og blakað burtur. Síðan er herðablaðið við beinum og klóm eftir, greiðir reiðarin frá. Tað verður reinsað væl, skilt í flokkar eftir stødd og pakkað í stálbakkar. Krabb- in verður so kókaður í hes- um bakkunum, áðrenn hann verður lagdur í mettaðan laka og frystur fyri síðan at enda at verða pakkaður í útflutnings- pakningin. Krabbin, sum fiskaður verður undir Føroyum, er ikki tann sami, sum teir fingu undir Grønlandi, sigur reiðarin á Borðoyar- nesi. Undir Grønlandi fiskaðu teir ein arctiskan krabba, sum góður prísur var fyri. Hann varð seldur til Japan og Amerika. Undir Føroyum er tað taskukrabbi, teir vænta at fáa, og eitt sindur longri suðuri eitt slag, sum á enskum verður nevnt Deep Sea Red Crab. Hvussu prísurin er á hesum sløgum, dugir hann ikki at siga. Heldur ikki veit hann reiðiliga marknaðin, men sigur, at ein japani, teir hava samband við, er sinnaður at selja veiðuna í Japan og í Europa. Borðoyarnes skal fiska krabba Borðoyarnes liggur á Fuglafirði og bíðar eftir avgreiðsluni í Fiskimálastýrinum, sum skal gera av, um skipið sleppur at fiska krabba undir Føroyum ella ikki Mynd: Edvard Joensen C M Y K 9 8