týsdagur 2. apríl 1929síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I A
UU UR
Vinduer, Døre og Lister.
Godt og billigt Arbejde.
Hugo Øster's Maskinsnedkeri,
Tit. 216. Thorshavn. Tlf, 216.
So har
Fiskaprísurin.
tó alt at tí borði, at fiskaprís-
urin gjørdust ringur í ár — í
hvussu er meðan fiskimenninir
noyðast at selja teirra part.
Hóast klipfiskaprísirnir á span-
ska marknaðinum ikki tykjast
at vísa nakað bratt fall enn,
gongur saltfiskaprísurin tó niður
her norðuri um vegir. Ein
stórur ársakur til fallið man
vera hin avbera stóra fiskimongd,
sum fingin er í Noregi hettar ár.
Enskir saltfiskakeyparar siga, at
meðan teir í vetur ikki fingu bíl-
igari norskan saltfisk enn 29 pund
pr. ton. kunnu teir nú fáa so
mikið teir vilja fyri 19 pund pr.
ton; men 19 pund svara tó til
gott og væl 34 oyr. kg., og hetta
er fyri norskan saltfisk, sum
má vera ein nógv ringari kvalitet
enn íslandsk-foroyskur, og prísur-
in er f. 0. b. norska havn. Soleiðis
tora Onglendingar at keypa rá-
evnid til klippfiskin, teir ætla
at senda sama veg sum okkara
fiskakaypara; ein munur er á
hesum, og so at lata okkara
góða saltfisk til Íslendinga fyri
27—28oyr.ella geva fiskimonnum
30 fyri hann her. Men hvat skulu
fiskimenninir gera. — Vágin
vinnur — (ella tapir) — enn eru
teir ikki komnir so vítt, at teir
kunnu landa og virka saltfiskin
til klippfisk í felagsskapi.
Prísfallið er komið heldur
knappliga, tí beint framman
undan, at tey góðu fiskiskaps-
tíðindini komu úr Íslandi, keypti
ein fiskakeypari í Havn bleytan
fisk frå einum linubåti og gav
40 oyr. fyri kg.
Fiskakeyparar, ið hava hildið
aftur í at sett niður fiskaprísin,
geva 34 oyr. fyri kg. Í Klakks-
vík og í Vestmanna er salt-
fiskaprísurin 34 oyr. fyri kg.
Samvinna fiskimanna
í grannalondunum. Ís-
lendska fiskifelagið, >Fiski-
félag Íslandsg, sum íbirt var
í Reykjavík fyri einum manna-
minni síðani til frama fyri ís-
landskan fiskiskap yvirhovur, er
nú eitt megnarfelag sum fatar
um alt landið, útgevur blaðið
»Ægir«, ið er eitt hitt besta
fiskiblað í norðurløndum og
virkar á ymissan hátt við fund-
um, peningastudningum, útsend-
ingum og ymissum leiðbeining-
um fiskiskapi og sjóvinnu til
frama. Í fjør veitti fiskifelagið
Arngrími Fr. Bjarnasyni ferða-
styrk til at fara út og kanna
samvinnu fiskimanna í Danmørk
og Noregi. Urslitid úr ferðini
og kannan hansara hevur nú
staðið í »Ægir« og er ikki bert
forvitnislig fyri Íslendingar; men
kann eisini vera okkum Før-
oyingum til gagns á ymissan
hátt. Vit skulu tí loyva okkum
at gera ein hóskandi úrdrátt úr
henni her í blaðnum :
»Elstu sølufeløg fiskimannna í
Danmerk munnu vera okkurt
um 20 ára gomul í sínum nú-
verandi skili. Av fiskifelogum
danskra sjómanna er felagið fyri
Fredericia og grannabygdir elst,
tað var stovnað 19. februar
1911. Tilsamans eru í Jútlandi
11 »samvinnufeløg fyri sjómenn.
Tey flestu feløgini í Danmørk
hava til hevuðsendamáls at
starva fyri fiskasøluni í stórum
bæði í innlandi og útlandi, og
summi felogini hava harumframt
smásolur. Til tess at sleppa
framat betri keypi av ymissum,
sum nýtt verður í samburði við
fiskivdiðu, hevur Fredericiafelag-
ið stovnað eina samskipan, íð
eitur »De danske Fiskeres
Fællesindkøb«. Hetta felagið
er stovnað við smáum lutum
frá fiskimonnum og Sjómonnum,
50—100 kr og eisini við
láni frá ríkiskassanum. Summi
av teimum feløgum, sum stovn-
að hava verið í Jútlandi hava
givið upat starvið av ymissum
årsøkum; mest hevur tað staðið
á fyristoðumonnum.
Á Sælandi eru i starvi 22
samvinnufeløg fiskimanna. Hesi
felog eru flest“oll yngri enn tey
jútsku; men hava virkað. nógv
til betri fiskasølu, serstakliga
innanlands. Av felogum fiski-
manna á Sælandi hava bert 2
lagt niður starvið, og eru menn
nú farnir undir at endurreisa
annað teirra. = Umframt fiska-
søluna hava feløgini víða hvar
á hendi innkeyp fyri fiskimenn-
inar beinvegis frá verksmiðjum
(og er hetta ein vinningur ið
liggur um 10 pCt.) ístaðin fyri
at keypa frá vanligum stérsølum.
Á Fjóni og ødrum smærri
donskum oyggjum eru eisíni
starvandi = fiskimannafelog, ið
virka á sama hátt.
Umframt hini einstøku feløg-
ini hevur hver landsluturin
samband fyri oll felogini. Sam-
felog jútskra felaganna hevur
høvudssæti í Fredericia og sæ-
landska sambandsfelagið er í
Rórarskeldu, meðan fjónska sam-
skipanin hevur sína miðsteðu í
Kerteminde.
Nú í ár (t. e. í 1927) hevur
júst verið stovnað eitt høvuds-
sambandsfiskimannafelag fyri alt
landið; og er tí tilætlad at fåast
vid tey størru verkevnini, sum
eru teimnm smærru feløgunum
ovboðin at fara undir. Man
hetta hovuðsfelagið helst fara at
venda starvsemi sínum ímóti at
fáa ílag eina fyriskipan fyri út-
flutningi av fiski serstakliga til
Tyskalands. Hitt sælandska
sambandsfelagið helt 24. januar
fjølmentan = fiskimannafund í
Rórarskeldu til tess at samráðast
um innpakkingarmátan á fiski-
fileter t. e. beinleysir flakningar
av fiski. Siðst farna árið hevur
allmikið av tílíkum fiski verið
fluttur til Týskalands yvir Ham-
borg. Hesin útflutningur byrjaði
í februarmánaði, og hevur prís-
urin ligið ímillum 105 og 80
oyr. kg. f. o. b. Gilleleje ella
Keypmannahavn. Í aprílmánaði
var send royndarsending av tí-
líkum fiski til Ziirick í Sveits,
og kom sendingin fram 5. dagin
og royndist hon sera væl.
Nýfingin fiskur virkaður til á
hendan hátt er sagdur at hava
so nær sum ein ófyllandi marknað
í Mideuropu og hevur sølan
farið vaksandi fram í síðstlidnu
árum. Til innpakking av tílík-
um fiski gera feløgini strong
krav og fastar reglur eru settar
fyri handfaringina. Tilætlað er
at lv kg skal vera í hverjum
pakka og skal gott pergament-
pappír vera um hann næst
fiskinum og skulu síðan pakk-
i gør det haarde Vand
blødt. Gør Vasken let og billig.
20 Øre -:- pr. Pakke -:- 20 Øre
Henke
vant
Is Vaske- og Blegsoda
”,
arnir vera í einum góðum og
snotuligum kassa ella kurv við
fsi«.
(Arngr. Fr. Bjarnason heldur
ikki at tað batar Íslendingum
stórt at taka upp hendan til-
virkingarmátan við núverandi
flutningarsambandi; men hann
heldur tó, at tað kundi verið
vert at gera eina royndarsend-
ing við tílíkum fiski sum annars
ikki fæst stort fyri t. d. steinbíti
og ødrum sløgum.
Yvaleyst kundu Føroyingar,
nú skipaferðirnar eru so tíðar
og ísur fæst alt árið, eisini gjørt
somu royndir t. d. við hýsu og
smáfiski, kanska eisini seiði —
sumarseiði — sum jú er ein
leskiligur fiskur, tá hann er
feitur).
»Hjå donskum fiskimonnum
er litið til henda fiskaútflutnings
við vónríkum eygum, og í mei-
mánaði 1927 fór ein neynd av
flskimannafelagsmonnum við
ríkisstyrki og fiskiskapsráðharra
sum leiðbeinara til Týkalands,
bert til tess at kanna sær solu
og alla meðferð viðvíkjandi
fiskifilets.
Eins og kunnugt er eru Danir
mæsta samvinnutjóð heimsins á
búnaðarumráðinum, men hesi
síðstu árini eru teir eisini farn-
ir at leggja stóran dent á at
fremja fiskivinnuna, og man nú
danska ríkið gera meira fyri
hesar tegnar sínar enn nøkur
onnur norðurlandatjóð og njóta
frændir okkara, Foroyingar gott
av hesum«.
(Nú fer Arngr. Fr. Bjarnason
at greiða frá lógunum um
studningar frå fiskilånsgrunni
ríkisins t. d. lóg nr. 73 av 31.
mars 1926, lóg nr. 156 av 1.
juli 1927 og lóg nr. 98 av 31.
mars 1928. Tað eru tær serligu
donsku lógirnar, hann greiður
frá; hann nevnir einki um, at
tað í hesum føri galda serstakar
lógir fyri Føroyar. Tær geva
væl atgongd til størri studning
og lån uppá seg, men eru tó
ikki lagaðar so eftir okkara
viðurskiftum og mentunnarstødi,
at tann studningur, tær jåtta,
kann koma okkum einsvæl við
og Dønum. Atvoldin hertil er
kanska einamest tann, at lógir-
nar byggja á ein betri samvinnu-
hug enn vit Feroyingar hava,
og á betri og lagaligari atgongu
til hin (umframt ríkislánið) torv-
uliga kapital enn her á landi er.
Sjalvsagt kennir hann heldur
einki til, og nevnir tí heldur
einki um alt tað stríð, sum
staðið hevur á legtingi um hesar
lánslógir. Hann veit einki um
at afturhaldið her á tingi gjørdi
ónýtt eitt frálíka væl úrhond-
umgreitt uppskot til lánslóg
fyri Feroyar, sum komið var
frá einari av tingi kosnari fiski-
målanevnd í 1926. Og nevnir
hann sjálvsagt heldur íkki tað
starv, sum her er reist frå sjó-
vinnufelogum til stovnan av
Foroya sjóvinnuláns-
grunni alt fyri at bøta um
tann smeit, vit lidu av tí, at
uppskotið av 1926 var felt á
tingi).
Arngr. Fr. Bjarnason heldur
áfram:
»Lån til fiskiveidu í Danmørk
hava verið veitt samkvænt
skýrslu sendisharra Íslands:
Kr. 357.400
Kr. 362.200
1926 —
1927 —
Niðursjóving av fiski (konser-
ves) er eftir vónum lítil í Dan-
merk. Sterri niðursjóðingar-
verksmiðjur eru einans í Keyp-
mannahavn, Kerteminde og Es-
bjerg, sum tó bert eru fyri út-
lendum marknaði tilætlaðar.
Ikki kom eg í nærri kennskap
við hesar verksmiðjur; men
ikki er látið mikið um
starvsemi teirra, og hvert tað
er undan hesum miklu virðis-
broytingum, sum eru í fersk-
fiskasøluni serstakliga til Týska-
lands.
Av samrødum, eg hevði við
danskar fiskimenn, tókstist mær
at felagshugur teirra er góður
yvirhovur, og at teir eru eftir-
tektaverdir samvinnumenn. Allir
teir fiskimenn, sum eg kom á
tal við, søgdu sølusamfeløgini
vera hini bestu eydnustig ið
stigin vóru og lótu teir allir
væl at tí gagni, sum lánini eftir
nýggjasta lógum høvdu gjørt.
Tóat Danir ikki eru miklir
fiskimenn og fiskiveiður teirra
eru lítlar í samburði við okk-
ara, Íslendinga, hava teir verið
betri umbótamenn um lóggávu
fyri fiskimenn og slarvbreður
teirra enn nábúatjóðirnar, so at
tað hevur vakt eftirtektarhuga
hjá ødrum tjóðum og enntó
Japansmenn hava sent til Dan-
markar sendimenn til tess at
kanna lóggóvu teirra viðvíkj-
andi fiskiveidum«.
(Í næstu grein um hetta evni
skulu vit greina úrslitið sum
Arngr. Fr. Bjarnason fekk úr
Noregsferð síni.)
Farið væl við kriatúrunum!
Ansíð eftir, at hundurin hevur tað gott.
Latið hann ikki fara svangan av hús-
unum, men gevið honum altíð nógmikið
at eta, tí prógvað er tað, at hundur, ið
fær tað, hann skal hava til matna frá
húsfólki sínum, hann stjelur aldri. Men
hin, ið lítið far heima uttan hegg eg slag,
og tí ofta gongur svangur, hann verður
at stjala, ja stjala av neyð og svongd.
Gerið íkki útlegukattum ónáðir ella
jakstri teir, men unna teimum ein fiska-
bita ella okkurt annað av tí, íð frá hús-
inum fellur, so teir ikki svelta til deyðis.
Hevur tú ikki annað hjartalag fyri út-
legukattum, so gev teimum ein ruddíligan
deyða.
Havið hjarta fyri tí gamla åtslitna
hesti, ið gongur fyri akvognum, og fyri
honum, id ríðið verður á. Lat ikki ross
standa leingi bundin úti í regni og óveðri.
Latið rossini standa fjálgt á nossligum
bási, táið tey standa inni.
Um tít drepa flogfenað tykkara, so
ansið eftir, at tað íkki verður seigpind
til deyðis, men drepið tey soleiðis, at tey
doyggja í stundini.
Skerið fiskin á hálsin, so skjótt tit hava
fingið hond á hann.
Etid íkki kjøt av til deyðis pindum
kriatårum.
Latið småfuglar og heiðafuglar
hava frid.
Venjid og lærið børnini til at elska og
verja kríatúrini, og minnist, at kríatúrini
íkki sjålvi kunna gremja seg um ringa
viðferð og viðgerð og kunna ikki beina
beðilar sínar inn fyri rættin.
Ein djóravinur.
Fer
Danske Statsborgeres Ret
til at drive Fiskeri i de
grønlandske Farvande.
Til Amtet er indløbet følgen-
ne Meddelelse:
I sikker Forvæntning om, at
»Lov om Adgang for danske
Fiskeskibe til grøn-
landske Farvande« inden inde-
værende Rigsdagssamlings Slut-
Fiskeri i
ning bliver vedtaget, vil Tilladesen
til Fiskeri i grønlandske Far-
vande og Benyttelse af Færinger-
havnen for Tiden fra 1. Juni til
15. October 1929,
saadanne Andragere, op-
fylder de hidtil derfor angivne
Betingelser.
Grønlands Styrelse.
blive givet
som
„Jagara“-kvæði.
(Snýr seg um harujagt
húsanna millum, táið tað
sum fyri kjaftin rekur verð-
ur skotið.
Lag: Smiles.
Um háveturstíð
haran er so mjá um snýð'
reikar fram við hegum homrum og um
fjallatind.
Gongur jagarin
kykur bæði út og inn,
fegin skjóta
vil og njóta
hann eitt harukind.
Niðurlag:
Men hoyrist „mjav“ á ljósum degi,
hoyrist „mjav“ á náttarstund,
hoyrist „mjav“ gerst jagaroyrað fegið,
hoyrist „mjar“, fær eygað ikki blund.
So var „mjav“, tað kvein so vítt um
staðin,
tað var „mjav“ í garði, V. B. Vess
hoyrdist „mjav“, hin lidulanga dagin,
ja, tí kom jagarin í sítt ess.
Íkki allir menn
sleppa eftir harum enn,
tí teir taka, hvat teir raka við — á jú
, so men —
Ikki staturin
leggur í um katturin
verður skotin,
bert ei brotin
verður garðurin.
Fíra vaksnir menn
gleða við og gletta á tenn
tá teir vita kettu sita, gruna einki ting,
fyrr enn jagarin
leggur byrsuna at kinn,
siktar eftir
neyðars kettu,
hon doyr ei fyrsta sinn.
Annað skotið tó
kattin heilt til jarðar slóg,
glaðir vóra harrar stóru, tá teir sóu
blóð.
Fróðir vóru teir,
vildu fegnir dripið meir,
kettutrýnið
hesir fínu
niðurgróðu teir.
Tó var eftir ein,
illa hon um nætur kvein,
hesir fíra hart bedýra, hon skál fáa mein
Hon var spøk sum jørd,
tí fekk hon um høvdi slør,
skotið smellur,
slerið fellur,
og kettan leikar ør.
Jagarin hann sang:
„bedre Lykke næste Gang“,
sigur orðið, kettumorðið kann útinnast
enn.
Dagin eftir gekk
jagarin og eyga fekk
á somu kettu,
sum seg setti
inn í kjallarin.
So brast skotið hart —
ei hann hevði krútið spart -
hoyrdist dundur, skulvu grundir í tí bý-
lingi.
Kettan doyði skjótt,
hon var lítil, rak og latt,
grivin var hon
nú í garð, hon
hvíla kann so søtt.
So kann ganga her
í hesi rangvørgu verð,
trýtur sportur, tá ein kortur vegur all-
nógv ger.
Hara ikki fekkst,
men tå ketta inni legst,
kann hon skjåtast,
sportur njótast:
Vil nakar hava ferskt?
Djóravinur,