Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 26

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 53 - 16. mars 2002 Nr. 53 - 16. mars 2002 51 HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góða, elskaða Marjun Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum 17.3. Hopi tú fært ein góðan dag. Jesus veri hjá tær. Elski teg. Heilsan, babba Góða Heidi Tær verður ynskt hjartaliga tillukku við 7 ára føðingar- degnum tann 18. mars. Nú ert tú blivin ein stór genta. Eisini ynskja vit tær alt tað besta í framtíðini. Heilsan, mamma, babba og Vanja Hey, Oddvør Tillukku við 30 ára deg- num í dag. Tolin trívst – so trola bara víðari. Heilsan, Anna & Petur Góða Marjun Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum 17.3. Alt tað besta í framtíðini. Elska teg. Heilsan, omma og abbi uppi í Geilini Hjartaliga tillukku. Heilsan, ein vinur Góði, elskaði maður mín! Hjartaliga tillukku á 30 ára degnum 17. mars. Eg tapti og tú vann! Eingin piparbússa í túninum! Tíbetur! Eg elski teg. Kona tín Góði, besti babba Tú ert best í allari verð- ini, eingin er so fittur og góður sum tú. Eg havi tað best við tær, tí tá sleppi eg alt. Hjartaliga tillukku á 30 ára degnum ynskir sonur tín Óðin Góða mostir Hjartaliga tillukku við piparinum í dag, 16. mars. Heilsan, Brian & Eydna Maria Góða Vár Naomi Tillukku við 8 ára degnum. Bestu heilsanir, mamma, babba, Høgni og lítli Hjalti Góða mamma Hjartaliga tillukku við føð- ingardegnum 15. mars. Heilsan, Brian & Eydna Maria Góði, fitti Janus Hjartaliga tillukku við 6 ára degnum í dag ynskja vit øll, Ása Hey, kjera, fitta Marianna Hjartaliga tillukku við 21 ára degnum. Vit vóna at tú fært ein super dag og at tú ert klár tá vit koma heim. Heilsan, venindurnar Gudstænastur Boðanardagur Mariu: Havnar kirkja: kl. 11, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, konfirmatión, Bergur D. Joensen Kirkjubøur: kl. 12, Heri Joensen Vágur: kl. 11, M. Telling Kollafjørður: kl. 12, Hans J. Joensen, biskupur Kvívík: kl. 17, Emil Olsen Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Niels Pauli Danielsen Fríðrikskirkjan: kl. 11, Jørgen Anker Jørgensen og Meinhard Bjartalíð Glyvra kirkja: kl.11, deyvagudst., altarg., Jónsvein Bech Rituvík: kl. 11, Martin R. Jacobsen Hvalvík: kl. 12, Inga P. Dam Eiði: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12 messa, Emil Olsen Viðareiði: kl. 12 (útvarpið) Elsa funding Sørvágur: kl. 11, konfirm- atión v/ David Johannesen Sandur: kl. 12, Uni Næs Húsavík: kl. 12, Jákup R. Hansen Elduvík: kl. 12 altarg., Bjarni Bæk, kl. 20.15 Meinhard Bjartalíð Funningsfjørður: kl. 19, Meinhard Bjartalíð Hellurnar: kl. 19, J. Fríðriks- son Í Glyvra kirkju gongur talvan sunnudagin fyri deyvameinig- heitini. KFUM og KFUK í Havn Sunnudagin kl. 15 í KFUK: Fundur við Duritu Tausen (bert fyri limir). Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, við Emil Olsen presti. Evni: 1. Krýnikubók. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11 Møti, Palli Petersen talar. Kl. 14 Sunnu- dagsskúli. Kl. 17.30 Bønar- møti. Kl. 18 Møti, Elisabeth Joensen talar. Mánadagin kl. 17 og 19 Skótamøti. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Breyð- bróting (skipað barnaansing). Kl. 12 Sunnudagsskúli. Kl. 18 Evangel. fundur. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 hámessa í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Sunnudagsskúli kl. 14. Meinigheitin í Hoyvík Hoyvíkar skúli Kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bøn. Á møtinum kl. 18 talar Jónfinn Olsen og Pól Hentze syngur. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti á Brekku 3. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 17.30 Bønarløta. Kl. 18 Møti v/ Kaj Eli Hansen av Toftum. Mánakvøldið kl. 20 kemur Sjómanskvinnuringurin saman, allar kvinnur eru vælkomnar. Aglow, Tórshavn Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leygar- kvøldið kl. 19.30, allar kvinn- ur eru vælkomnar. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 Møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Breyð- bróting, kl. 12 Sunnudags- skúli, kl. 18 Evangeliskt møti, kl. 21 Útimøti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Øll eru hjartaliga væl- komin. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Meinigheitshúsið Leygarkvøldið kl. 19.30-22 Juniorarbeiði fyri 6. flokk og eldri. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 YM-møti við Hera Kjærbo. Mánakvøldið kl. 20 venur Manskórið. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin 17. mars kl. 11 Morgunmøti, Sanna og Vinjard frá YVAM greiða frá um bíbliuskúla sum verður í Føroyum í heyst. Einki møti kl. 18 vegna møti í Vestmanna. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 Sunnu- dagsskúli, kl. 17 Møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti v/ Tummas Jacobsen, kl. 11.30 Barnagudstænasta, kl. 18 Kvøldmøti við luttakarum úr Alpha-skeiðnum. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- skúlin. Møtiskráin hjá Fila- delfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 Evangel. møti við Tórshavnar Hvítusunnusamkomu, øll eru vælkomin. Mánadagin kl. 20 Bønarmøti. Missiónshúsið í Hvalvík Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Absalon Matras. Greitt verður frá arbeiðinum í Rumenien. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Gøtugjógv Familjumøti verður sunnu- kvøldið kl. 18 við luttøku av Argjum. Øll eru vælkomin. Gøta Ungdómsmøti verður í kirkjukjallaranum í kvøld kl. 20. Jaspur Langgaard luttekur. Øll eru vælkomin. Sunnukvøldið kl. 20: Konsert við Vestmanna sangkóri v/ Kára Bæk. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús við Øydis Olsen. Sunnudagin kl. 17 Møti við Martin Olsen. Barnamøti kl. 17. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Elim, Søldarfjørður Sunnudagin kl. 12 Breyð- bróting og sunnudagsskúli. Kl. 18 greiðir Hans Arni Jensen, Leirvík frá missións- virki teirra í Afrika og vísir video. Lívsins Orð Møti verður sunnudagin kl. 10.30. Liljurnar møta mána- dagin kl. 17 og ungdómsbólk- urin kl. 20. Øll eru vælkomin. Soli Deo Gloria Leygardagin kl. 10 Bøn, kl. 18 Møti. Mánakvøldið kl. 20 Bønarmøti. Aglow, Klaksvík Møti verður á Soli Deo Gloria leygarkvøldið 16. mars kl. 20. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Missiónshúsið, Skopun Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Lovsang- ur, kl. 18 Møti. Týskvøldið kl. 20 bíbliutími. Aglow, Suðuroy Møti verður leygardagin kl. 16 í Samvirkinum í Porkeri. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dags-skúli. Einki møti verður sunnukvøldið vegna missións- viku í Vági. Bygdarhúsið í Lopra Møti verður sunnukvøldið kl. 20. Øll eru hjartaliga væl- komin. Frelsunarherurin, Vágur Fríggjadagin kl. 20 Soldáta- møti. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti í »Fjallbrúður«, major Knut Gamst talar. Mánadagin kl. 20 Heima- forbundið, allar kvinnur eru vælkomnar. Missiónshúsið í Vági Missiónsvikan heldur fram fríggjakvøldið kl. 20 við Regin Høgnesen og øðrum, Mourits Viderø syngur. Leygarkvøldið kl. 20 við somu, Kórið úr Porkeri syngur. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Regin Høgnesen og øðrum. Tey fýra syngja. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Vági Dagtilhaldið er opið týsdag og hósdag frá kl. 15.00-18.00. Øll eru vælkomin. Eldrafelagið Borgin í Fuglafirði hevur hugnaløtu í Felagslonini týskvøldið 19. mars kl. 19. Dagtilhaldið Fløvin heldur til í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 15.00-18.00. Allir pensionistar eru vælkomnir. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 212380. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61655400. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184. Heilaskaðaráðgeving Spyr um alt innan heilaskaða. Fyri bæði heilaskadd, avvarðandi og tey, ið arbeiða við afturvenjing. Sendi okkum eitt meyl til neozone@neozone.dk NeuroPlan, Vingetoften 18, DK 2730 Herlev Tú kanst eisini ringja til: tlf. 4484 2665 (Jón) mobil: 2443 0903 (Jón) www.neozone.dk TILTØK FØÐINGAR EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Gud náði meg syndara! Luk. 18,13 Fyri tollaranum var støðan vónleys – menniskjaliga sæð. Men hin- vegin, fyri Gudi er einki ómøguligt. Tollarin sær sína sonnu støðu. Hann sá, at vit eru so stórir syndarar, at bara Gud sjálvur kann bjarga okkum! At síggja sína støðu er treyt fyri at hoyra hin kristna boð- skapin sum ein gleðiboðskap. Sannleikin er tann, at syndin er so stór, at vit einki megna í okkara frelsusøk. Jesus má doyggja á krossi. Bara henda offurgerð kann bjarga okkum. At síggja hetta er at ganga í seg sjálvan og síðan flýggja til krossins fót og til altarborðið. Har er fyrigeving, lív og sæla. Vit eru og verða syndarar so leingi, vit liva í hesum heimi. Ja, men náðaðir syndarar. Og tað ger munin. Guds náði í Jesusi Kristi. Har vit einki megna, har megnar Jesus. hann er okkara einasti bjargingarplanki. At viðganga hetta er at síggja sína sonnu støðu – og tað er at trúgva. Og henda trúgv rættvísger teg fyri Gudi, Gud sær teg gjøgn- um Jesus. Og tí hava vit, sum tað verður sagt, frímóð á dómadegi. Og nú er støðan ikki vónleys meir. Vit byggja á eina fremmanda rættvísi, trúarrættvísina. Gud rekur ikki ein angrandi syndara frá sær. Og tað merkir, at nú hava tú og eg ein møguleika til frelsu. Og møguleikin er trúgvin á Jesus, sum er bót fyri synd og skuld okkara. Síggj tína sonnu støðu, gev teg yvir og lít á tín frelsara! Amen David Johannesen ANDLÁT 07. mars Charlotte Gaard Olsen, dóttir Tage og Johonnu Olsen, ættað úr Oyndarfirði, búsitandi í Havnesø í Danmark, 36 ár. 08. mars Elspa Maria Zachariassen, lærari, Kvívík, 60 ár. Emma Morentsa Dagmar Danielsen, fødd Johansen, Keypmannahavn, 92 ár. 09. mars Anna Hansen, fødd Persson, Havn, 66 ár. Selma Johannesen, Toftir, 78 ár. Elsebeth Stenberg, vanliga nevnd Elspa í Víkabyrgi, Sumba, 88 ár. Haldur Sigurdson, Klaksvík, 81 ár. 10. mars Jens Vestergaard, Akrar, 74 ár. 11. mars Øssur Eysturoy, ættaður úr Tórshavn, búsitandi í Keypmannahavn, 81 ár. Lena Andreassen, Rituvík, 89 ár. 12. mars Tove Mommer, Keypmannahavn, National leiðari í Aglow, 76 ár. Tann 6. mars bleiv Tóra stórasystur. Her situr hon við sínum nýfødda lítlabeiggja, sum var 56 cm. langur og vigaði 4250 gr. Foreldur teirra eru Elin Hentze í Stórustovu og René Dahl Olesen, Tórshavn 19. februar fingu Hallbera West og Sigmund av Teigum ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3650 gr. 20. februar fingu Anna Elisabeth Veihe og Niels Juul Stenberg, Porkeri, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2770 gr. 3. mars fingu Diana Dahl og Dan Djurhuus, Vágur, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3160 gr. 6. mars fingu Nicolina Johansen og Jógvan Ellefsen, Signabøur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr. 7. mars fingu Helma Jacobsen og Karl Dam, Leirvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2900 gr. 7. mars fingu Unn og Johannes Steingrund, Glyvrar, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000 gr. 9. mars fingu Rannvá Hansen og Sigurd Vatnhamar, Tórs- havn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4200 gr. 10. mars fingu Lydia og Kári Durhuus, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3650 gr. 10. mars fingu Malan Simona og Thomas Dam, Nes, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2800 gr. 10. mars fingu Bjørg Akraberg Poulsen og Birni Durhuus, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3230 gr. 11. mars fingu Sanna og Jacob Pauli Silvurstein, Hestur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4420 gr. 11. mars fingu Simona og Remi Kambskarð, Trongisvág- ur, eina dóttur. Hon var 48 cm. long og vigaði 2730 gr. 12. mars fingu Jónhild Jacobsen og Ottar Hentze, Sandur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3850 gr. 12. mars fingu Una Matras og Johan Simonsen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3630 gr. 12. mars fingu Gunna Dimon og Jón við Neyst, Hvalba, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3400 gr. C M Y K 51 50