Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 54 - 19. mars 2002 Nr. 54 - 19. mars 2002 5 Seinasta vikuskiftið hildu sundafólk Sundastevnu í leguhúsinum Nesvík FELAGSLÍV Jóanes N. Dalsgaard Sundafólk eru fólk úr Hvannasundi og Norðdepli, og tey hava seinastu trý árini hildið bygdastevnu. Á stevnuni seinasta vikuskift- ið vóru um 200 fólk. Saml- aða fólkatali í Hvannasunds kommunu er 450. Pól Johannesen trúboðari er ein av stigtakarunum til stevnuna. Hann greiðir frá, at talan fyrst og fremst er um eina útferð, sum bygdarfólkið ger. Men tal- an er eisini um eitt andaligt tiltak. Ella sum ein av stevnuluttakarum segði: Tiltakið er ein bygdastevnu við andaligum botni. Pól Johannesen sigur, at fólk leggja nógv fyri, fyri at sleppa við. Útróðrarmenn leggja stilt, og aðrir leggja ein túr burtur ímillum fyri at sleppa við á stevnuna. Pól Johannesen heldur, at stevnan er vorðin ein fastur táttur í bygdalívinum, sum fólk síggja fram til og tilrættaleggja eftir. Poul sigur, at hann fekk hug- skotið til tiltakið tá hann hevur luttikið á legum hjá KFUM í Klaksvík. Fyrsta stevnan var fyri trimum árum síðani, og tá vóru um 150 fólk við. Árið eftir vóru tey nøkur fleiri og í ár eru tey, sum nevnt, um 200 fólk. Júst Poulsen, bygdarráðsformaður í Hvannasunds kommunu, er sjálvur við á stevnuni fyri triðju ferð. Hann heldur, at undirtøkan fyri tiltakinum er so stór, tí talan er um eina fríløtu úr gerandisdeg- num, har fólk kunnu hava nakrar góðar felags uppliv- ingar. Øll gleða seg til stevnuna, sigur Júst Poul- sen. Hann greiðir frá, at hetta er einasta skipaða til- takið fyri øll í kommununi. Og hann heldur at tað kanska er ein orsøk til góðu undirtøkuna. At stevnan er tað einasta felags tiltakið, ger hana spennandi. Um nógv onnur tiltøk vóru í gjøgnum árið ivast Júst Poulsen í, at so nógv fólk høvdu verið við til stevn- una. At talan er um eitt stórt tiltak vitnar farleiðin um Leirvíksfjørð um. Júst Poulsen greiðir frá, at tað tók honum 5 tímar at koma úr Hvannasundi til Nesvík- ar fríggjadagin, sum stevn- an byrjaði. Tá ein heil bygd fer út at ferðast er trongligt umborð á Dúgvuni, og øll sleppa ikki við í einum. Men, sigur Júst, tað hevur eisini sína sjarmu at standa og bíða í Klaksvík, saman við øðrum spentum stevnu- luttakarum. Sjálvt um und- irsjóvartunnilin um Leir- víksfjørð verður hentur, heldur Júst at tað kanska verður minni "útferð" yvir túrinum til Nesvíkar enn tað er nú. Bátarnir liggja – fólkið er á stevnu Børnini úr Hvannasundi og Norðdepli hugna sær óført í umhvørvinum uttan fyri leguhúsið í Nesvík. Her stuttleika tey sær við smáum tommum í eini byrging niðri við sjóvarmálan Felagsskapur og samanhald Við eitt borð sita Gunvør Eliasen, hjúnini Elsa og Sverri Michalsen og Finnbogi Poulsen og hugna sær. Tey halda at tað er nakað heilt serligt við hesum tiltakinum. Serliga eru tað børnini, sum fáa nakað heim aftur við sær. Men eisini tey vaksnu upp- liva eitt heilt serligt saman- hald hesar dagarnar. Tey fýra greiða frá, at ymsar samkomur eru í Hvanna- sundi og Norðdepli sum hittast hvør sær. Men her koma øll við. Tey siga annars, at síðani skúlin á Fossánesi kom í 1983 eru viðurskiftini ímillum Hvannasund og Norðdepil nógv broytt. Hetta var ein broyting, sum partvíst byrjaði, tá byrgingin kom í 1974 og sum fór enn eitt stig, tá dagrøktin kom í 1998. Nú er nógv minni enn fyrr talan um tvær atskildar bygdir. Tá børnini úr báðum støðunum vaksa upp og ganga í skúla saman, so eru tey nógv meira ein hópur enn for- eldrini vóru tað, tá tey vóru ung. Og tað eru eisini børn- ini, sum fáa tað størsta upplivilisi. Tað eru tey, sum seta uppá at sleppa avstað, greiða Gunvør, Elsa, Sverri og Finnbogi frá. Tey siga annars, at ungdómurin í báðum bygdunum er ógvu- liga aktivur í ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Eitt flogbóltsfelag er í bygdalagnum, sum eitur Fossánes, men annars eru nógvir av aktivitetunum í Klaksvík. Við á leguni í Nesvík var eisini skúlastjórin á Fossá- nesi Poul Jacob Zacharia- sen. Hetta er aðru ferð at hann er við. Hann heldur tað hava nógv at siga at vera saman um nakað fe- lags. Fólk síggja ikki so nógv til hvønn annan í gerandisdegnum, men stevnan er við til at skapa felagsskap, bæði áðrenn og aftaná at hon hevur verið. Áðrenn ganga fólk og gleða seg, og aftaná hava fólk nakað at tosa saman um. Poul Jacob heldur at børn- ini eru tann samlandi kraft- in í tiltakinum. Tey hugna sær óført, og umhvørvið rundanum leguhúsið í Nesvík fær illa verið betri egna til slík tiltøk enn tað sama. Poul Jacob staðfestir, at fá eldri fólk eru við á stevnuni - tað eru fyrst og fremst barnafamiljur. Men hann undirstrikar, at eingin eigur at kenna seg ov gamlan at vera við. Hetta er ein bygdarstevna fyri alt bygdarfólkið ung sum gomul, sigur Poul Jacob Zachariasen. Hann heldur at tiltakið hevur stórt virði í sær sjálvum. At hann fer við aftur næsta ár, tað er púra vist, sigur Poul Jacob at enda. Og hjá teimum sum ætl- að sær við aftur komandi ár er bara at seta kross í álmanakkan. Pól Johanne- sen, fyriskipari sigur, at hann longu hevur bílagt leguhúsið í Nesvík til stevnuna komandi ár. Hon verður í døgunum 7. - 9. mars 2003. Hjúnini Elsa og Sverri Michalsen úr Norðdepli eru á einum máli um, at børnini eru tey, sum fáa mest burtur úr stevnuni. Men stevnan styrkir eisini um samanhaldið ímillum tey vaksnu Hóast barnafamiljurnar eru best umboðaðar, er eldra ættarliðið eisini við. Jonna Johannesen situr undir ommusoninum Jonn Johannsen. Tey eru ávikavist elsti og ynsti stevnuluttakari C M Y K 5 4 Fyri hvønn Fyri hvønn Fyri hvønn Brúktbilavika hjá Wenzel Brúktbilavika hjá Wenzel Frá mánamorgun 18. mars og vikuna út kanst tú gera eitt gott brúktbila keyp hjá Wenzel Sera lagaligir prísir Bilarnir eru allir kannaðir og umvældir á verkstaðnum 3 mánaðir brúktbila garanti Allir okkara brúktu bilar eru eisini vaskaðir og bonaðir Fígging kann útvegast Vit taka eisini tín brúkta bil í býti Sera góð dekktilboð í samband við keyp av bili Vit hava eisni teir bestu brúktu bilarnir Akranesgøta 5 • 100 Tórshavn • tel. 313874/ fax 311173 www.wenzel.fo Akranesgøta 5 • 100 Tórshavn • tel. 313874 / fax 311173 www.wenzel.fo