Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 55 - 20. mars 2002 Nr. 55 - 20. mars 2002 5 Bólkarnir, ið Norður- atlantsbólkurin hevur sett at greiða ymisk viðurskifti, hava nú fingið manning. Thorvald Stoltenberg er stjørnuskotið á einum væl mannað- um liðið av serfrøð- ingum POLITIKKUR Heri á Rógvi Thorvald Stoltenberg skal hjálpa Norðuratlantsbólki- num á Fólkatingi í kanning- unum um uttanríkis- og verjupolitikin í Norður- atlantshavi. Tað var ikki heilt lítið. ið Norðuratlantsbólkurin setti sær fyri, tá hann vitjaði í Føroyum á kunningarferð fyri kortum. Teir tríggir, Lars Emil Johansen, Kuu- pik Kleist og Tórbjørn Jacobsen, varamaður fyri Høgna Hoydal, settu út í kortið, at teir miðjaðu ímóti at seta altjóða serfrøðingar at arbeiða saman í verk- ætlanarbólkum, har evni við stórum týdningi fyri bæði Grønland og Føroyar skuldi viðgerast. Endin skuldi so vera, at ein ráð- stevna skal haldast um úr- slitið hjá hesum nevndum á leið um várið 2003. Fýra bólkar verða settir, og hesir fáa hvør sín evni og arbeiðssetning at ar- beiða eftir. Uppgávurnar hjá bólkunum eru sum fylgir: At kanna og lýsa hernaðarliga virksemið í Grønlandi og Føroyum og búskaparligar fylgjur av herstøðunum, at lýsa fólka- rættarligu støða og rættindi Føroya og Grønlands, at lýsa sosialu viðurskiftini hjá grønlendingum í Dan- mark, og at kanna møgu- leikarnar fyri bøttum ferð- sluviðurskiftum í Norður- atlantshavi. Higartil eru bólkarnir vorðnir partvíst mannaðir við serfrøðingum. Gud- mundur Alfredsson og Raoul Wallenberg, báðir frá lærda háskúlanum í Lund, skulu vera við í kanningini um fólkarættaligu støðu Føroya og Grønlands. Eis- ini Peter Gerner frá lærda háskúlanum í Aarhus verð- ur við í hesum bólkinum. Henriette Berthelsen og Aviâja Helms skulu eisini luttaka í arbeiðinum um so- sialu viðurskiftini hjá grøn- lendingum í Danmark. Og seinasta navnið á listanum er sum sagt Thor- vald Stoltenberg. Ikki hvør sum helst Norðuratlantsbólkurin fegn- ast um, at tað hevur eydnast teimum at finna hesi fólk- ini, ið teir meta vera væl fyri til at gera tað ásetta ar- beiði. Ætlanin er, at tað, ið restar í av manning, verður funnið í nærmastu framtíð. Tórbjørn Jacobsen, limur í Norðuratlantsbólkinum, fegnast um, at tað hevur eydnast bólkinum at fingið hendur á Thorvaldi Stolten- berg eins og hinum serfrøð- ingunum. Hann sigur, at teir enn bert hava samskift skrivligt. Hann hevur játtað at vera við, og hann hevur eisini fingið arbeiðssetn- ingin, ið nevndin hevur at arbeiða eftir, sum varð lagdur fram, tá bólkurin vitjaði í Føroyum. –Vit vilja hava fólk, ið kunnu geva bólkinum røttu tyngdina, og tað meta vit, at Thorvald Stoltenberg kann gera. Hann er ikki hvør sum helst, og hann hevur drúgvar royndir, sigur Tór- bjørn Jacobsen. Thorvald Stoltenberg er fyrrverandi uttanríkismála- ráðharri og verjumálaráð- harri í Noregi, fyrrverandi ST-friðarsemingsmaður, fyrrverandi ST-hákommis- serur, og núverandi leiðari fyri Reyða Krossi í Noregi. Tórbjørn Jacobsen upplýsir harafturat, at teir hava fleiri persónar í kikaranum, men teir hava ikki fingið endalig svør enn. Tað tekur tveir og ein hálvan dag at taka eitt trygdarskeið á RGIT í Aberdeen. Skalt tú ar- beiða umborð á olju- boripalli í Norðsjó- num krevst eitt tílíkt trygdarskeið. Prísurin liggur um 6.000 kr. fyri skeiðið OLJUVINNA Orð og myndir: Heri á Rógvi Aberdeen: Í oljuvinnuni – í øllum førum hana, sum vit kenna til – verður stórur dentur lagdur á trygd og umhvørvi. Oljufeløgini fáa strong krøv at fylgja, og sjálvi eru oljufeløgini eisini komin á lagið, at tað slepst ikki uttanum hetta, og feløgini seta sjálvi alsamt strangari krøv. Eins og annað arbeiðið í Norðsjónum, ið føroyingar kenna til, er tað ikki heilt vandaleyst at arbeiða um- borð á einum oljuboripalli. Á RGIT í Aberdeen kunnu fólk fáa neyðuga skeiðið, soleiðis at tey eru før fyri at arbeiða umborð á einum oljuboripalli. Sjálv- andi er hetta treytað av, at tey hava aðrar góðkenning- ar upp á pláss, treytað av í hvørjum arbeiðsbólki hesi eru í. Eitt nýta teir í Aber- deen aloftast eitt tvey vikur langt skeið, sum lærir ar- beiðsmenn at arbeiða við boriútgerð umborð á bori- palli. RGIT stendur uppruna- liga fyri Roberg Gordon Institute of Technology. Hóast nýggir eigarar eru komnir til, so er navnið varðveitt partvíst, og tað eitur í RGIT Montrose, og tað er ein privat fyritøka, ið kallast fyri RGU, ið eigur og rekur RGIT Montrose. Á skeiðnum, ið vanliga taka hálvan triðja dag skulu næmingar læra um tey neyðugu trygdarviðurskift- ini, ið krevjast umborð á einum oljuboripalli ella riggi. Skeiðið tekur saman- lagt einar 20 tímar, og næmingarnir skulu ígjøg- num nógv ymisk øvilsir, sum fyri tað nógva ganga fyri seg í einum hyli. Millum teir meira dram- atisku partarnar av skeið- num er parturin, har ein eftirgjørd tyrla verður blak- að hylin og bæði fer undir og rullar runt. Her verða tað – eins og í hinum pørtu- num av skeiðinum – sett hørð krøv til næmingarnar. Teir skulu halda seg undir vatninum í frið í nøkur sek- und og skulu síðani svimja út úr eftirgjørda vrakinum. Gjørdu næmingarnir ikki soleiðis var eingin bardóm, og teir vórðu settir at gera venjingina umaftur. Tað fylgja allatíðina fleir hjálp- arfólk við næmingunum, soleiðis at trygdin allatíð- ina verður hildið í hásæti. Tað er eitt sindur ymiskt, hvørji krøv verða sett í teimum ymsu pørtunum av oljuheiminum, men í Norð- sjónum er eitt tílíkt skeið nóg mikið, men teir bjóða eisini onnur skeið, alt eftir tørvi. Altíð ein leiðari Tað er høgur sum lágur, sum skal á eitt tílíkt skeið, sum vanliga verður rópt fyri eitt HSE-course (Heal- th Safety and Environ- ment). Minstakravið er nevniliga, at øll tey, ið skulu vera nátt umborð á einum boripalli ella riggi skulu hava tikið eitt tílíkt skeið. Tað er sostatt ikki galdandi fyri tey, ið vitja ein pall ein dag. Eisini verða fólk send á skeið av fyritøkunum eftir ávísum áramáli. Á RGIT verður upplýst, at tað í neyðstøðu altíð verður ein leiðari í teimum bjargingarbólkum, sum verða til undir bjarging- unum. Tað er næstan sum í filmunum, varð sagt. Kostnaðurin fyri eitt skeið liggur 500 pund ella gott og væl 6.000 kr. Har- afturat hesum kemur so kostnaðurin fyri ferðing og uppihald, soleiðis at tað kann gerast eitt kostnaðar- mikið tiltak at fara undir. Mest vanligt eru tað olju- feløgini, ið senda fólk á skeiðini og harvið eisini gjalda fyri tey, men ein og hvør kann melda seg til eitt skeið, og hetta verður eisini sagt at vera eitt skilagott stig, um hugurin til at fara upp í oljuvinnuna. Stoltenberg í hernað fyri Noðuratlantsbólkin Tryggja trygdina Thorvald Stoltenberg skal fyri Norðuratlantsbólkin á Fólkatingi hyggja nærri at uttanríkis- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi. Hjá RGIT hava tey gjørt eina tyrlu, sum endar í neyðstøðum, og tað so uppgávan hjá næm- ingunum at bjarga sær burturúr neyðstøðuni. Tað mesta av venjingini á skeiðinum fer fram í einum svimjihyli, har neyvt eftirlit er. Tríggjar uppruna føroyskar bøkur eru nú komnar út á marknaðin. Bøkurnar eru barnabøkur og eru tær allar serstakar á hvønn sín hátt ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein "Margreta og mjólkin", "Í Geyma" og "Geislasteinar" eita bøkurnar. Høvundarnir eru Sigga Vang, Dánial Hoydal og Sólrún Michel- sen. Margreta og mjólkin er ein smábarnabók. Hon er ætlað børnum undir skúla- aldur. Bókin vísir á ein- faldan og stuttligan hátt, hvaðani mjólkin kemur. Heilt frá kúnni og til hon stendur klár á borðinum í einum mjólkapakka. Bárð- ur Oskarson hevur mynda- prýtt bókina, og hon er umbrotin og prentað hjá Einars Prent. Margreta og mjólkin kostar 50 krónur í bókahandlunum. Í Geyma er ein barnabók, væl egnað at lesa upp fyri børnum um seks ára aldur og eldri, og allar barnsligar sálir fara ivaleyst eisini at trívast í Geyma. Í Geyma gongur fyri seg í hund- anstíðini og har hitta vit Roksimalenu, Hermus, Svansibob, Tíðindafróða og nógv, nógv onnur. Bókin er bygd uppá orðaspæl, har orð, sum ongin veit, hvað- ani tey koma, eru sett upp á ein skemtiligan og barns- ligan hátt. Hanni Bjartalíð hevur teknað myndir til bókina, meðan Hestprent hevur umbrotið og prentað. Bókin um Hermus, Svansi- bobb og øll hini er 166 blaðsíður og kostar 140 krónur í bókhandlunum. Triðja bókin, Geisla- steinar, er ein fantasibók. Hon er onnur bókin í eini fantasirøð. Í 1999 kom fyrra bókin, Hin útvaldi, út. Sjálvt um bókin er eitt framhald, so ber væl til at lesa bøkurnar hvør sær. Edward Fuglø hevur teknað myndirnar í bókini, eins og kápumynd. Henda bókin er eisini prentað og umbrotin á Hestprent. Geislasteinar fæst nú til keyps í bók- handlunum og kostar hon 125 krónur í bókhandl- unum. Til ber at síggja allar upprunamyndirnar til tær tríggjar bøkurnar í Smiðj- uni í Lítluvík, har Hanni Bjartalíð eisini sýnir fram egnar myndir. Mjólk, Roksimalena og ein fantasibók Sigga Vang hevur givið sína fyrstu bók út. Hon eitur Margreta og mjólkin, og snýr seg heilt einfalt um, hvaðani mjólkin kemur ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Flest øll foreldur hava upp- livað, at barn teirra hevur spurt, hvaðani mjólkin kemur. Ikki bert tann, ið stendur klár í pakkanum á borðinum, men eisini móðirmjólkin, sum er ein heilt náttúrligur partur av lívinum. Sigga fekk hugskotið til bókina eftir at hon hevði átt dóttir sína. Mjólk er nakað náttúrligt, og fólk í øllum aldri drekka hana. – Hugskotið er kanska eitt sindur av barnanostalgi, sigur Sigga flennandi. – Tá eg var lítil búði eg í Dan- mark. Einaferð tá eg var og vitjaði systkinabarn mítt, sum búði á einum bónda- garði, fóru vit at berjast um, hvaðani mjólkin kom. Eg segði, at hon kom úr last- bilinum, meðan systkina- barnið segði, at hon kom úr kúnni. Eg tapti sjálvsagt, men tað er helst haðani, at grundarlagið til bókina upprunaliga kemur frá. Øll sløg av mjólk Bókin er ein smábarnabók, sum er ætlað teimum heilt smáu til børn beint undir skúlaaldur. Hon er ikki bert um kúgvamjólk, men eisini um pulvurmjólk til lomb og kálvar og um bróstamjólk og pulvurmjólk til børn. – Hetta er ein háttur at binda øll tey ymsu "mjólk- arsløgini" saman, greiðir Sigga frá. – Bókin er um Margretu, sum fer við pápanum til Kaldbaks, har hon sær, hvaðani mjólkin hon drekkur kemur. Har fær hon eisini okkurt at vita um pulvurmjólk bæði til djór og menniskju. Sigga ætlaði upprunaliga at tekna myndirnar til bókina sjálv. Men tá hon sá myndirnar hjá Bárður Oskarsyni á ólavsøkufram- sýningini dámdi henni tær so væl, at hon helt, at hann skuldi myndprýða bókina. Sigga er 27 ár og býr í London, har hon fæst við film og at skriva. Ætlanin hjá henni er at lesa film seinni í ár. Mjólkin kemur ikki frá lastbilinum Tríggjar nýggjar føroyskar barnabøkur eru nú komnar út á marknaðin. Í gjár var bókaframløga í Smiðjuni í Lítluvík, har allir høvundar og teknarar, uttan Edward Fuglø, sum ikki fekk verið við vegna forfall, vóru við Mynd: Jens Kr. Vang Sigga Vang hevur skrivað bókina Margreta og mjólkin, sum er ein søga um, hvaðani mjólkin kemur. Bárður Oskarson hevur myndprýtt bókina Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4