týsdagur 19. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 54 - 19. mars 2002
Nr. 54 - 19. mars 2002
7
Forkvinnan í Føroya
Abeiðarafelag, Inge-
borg Vinther, segði
m.a. í formansfrá-
greiðing síni á aðal-
fundi felagsins um
vikuskiftið, at hóast
vit hava havt góðar
tíðir, gulltíð nevnd,
og búskaparliga
framgongd, so er
hetta ikki komið
øllum til góðar, men
almenna umsitingin
bólgnar og kostar í
dag meira, enn
nakrantíð
FAKFELØG
Dagfinn Olsen
Føroya
Arbeiðarafelag
hevði
aðalfund
um
vikuskiftið og formansfrá-
greiðingin er áhugaverdur
lesnaður. Har verður komið
inn á ymisk viðurskifti,
m.a. verkfallið, og Inge-
borg Vinther, forkvinna,
metir í frágreiðingini m.a.
um farna árið og farna
valskeið. Og tað eru ikki
bert blíð orð, ið landsins
myndugleikar fáa.
Hóast framgongd í sam-
felagnum, so hava tey
lægstløntu ikki merkt so
nógv til hetta. Og Ingeborg
Vinther sigur soleiðis um
samráðingarnar seinast og
verkfallið:
- Har var so vónleyst at
fáa eina lønarhækking, ið
var sámilig, og ancienni-
tetsskipan fyri tey, ið hava
verið fleiri ár á sama
arbeiðsplássi. Hetta kundi
als ikki fremjast og endaði
eisini við verkfalli.
Ingeborg Vinther takkaði
limunum fyri gott samstarv
og fyri samanhald undir
verkfallinum og hon minti
á, at eitt fakfelag er ikki
sterkari, enn limirnir gera
tað, og stuðla teir ikki, gerst
felagið ov veikt.
Gulltíð
Ingeborg Vinther fýlist á, at
búskaparliga framgongdin
seinnu árini ikki er komin
teimum
sjúku,
teimum
eldru og veiku ella sjúkra-
húsverkinum til góðar. Og
pláss hevur ikki verið fyri
sámuligari lønarhækking til
tey lægstløntu, hóast tosað
hevur verið um gulltíðina.
Mett verður í frágreið-
ingini, at illa hevur politiski
myndugleikin stýrt. Al-
menna umsitingin kostar
sera nógv at reka í dag, og
tungt verður at gjalda
rokningina, tá rákið vendur
og gulltíðin er av.
- Í eini tíð,har tað hevur
gingið so væl búskaparliga,
at tosað hevur verið um
gulltíðina í samfelagnum, -
fiskaprísirnir hava verið
uppi ígjøgnum, alt hevur
gingið sera væl,virkini hava
havt stórt yvirskot, og
landskassin er á tremur, -
hevur ikki verið pláss fyri
einari sámiligari lønar-
hækking til tey lægstløntu.
Heldur ikki vóru ráð til
eina væl betri eftirløn fyri
tey eldru. Tá vóru hvørki
ráðini ella vilji til tess.Hetta
er so vælferðarsamfelagið
Føroyar í dag. Tann al-
menna umsitingin er bólgn-
að upp. Lýsingar eru eftir
fólki, hvørja ferð dagbløð-
ini koma út. Hvat henda
umsiting og øll aðalstýri, ið
Landsstýrið er býtt upp í,
kostar skattaborgarunum,
duga fólk illa at ímynda
sær, men eitt er heilt greitt:
Tann almenna umsitingin
kostar alt meira.
Tann dag, tíðirnar ikki
vera so góðar, sum nú,
verður strævið at gjalda
rokningina. Ógvuliga lítið
skal til í einum samfelag
sum okkara, at tað góða
rákið vendir. Bert fiskurin
minkar og prísurin fyri
útflutning av fiski verður
lægri, er vandi á ferð, tí vit
hava einki annað uttan
fiskin at dúva uppá, tað veri
seg rávøran,sum skipini
føra í land,ella tað, ið
alibrúkini framleiða. So illa
hevur politiski myndugleiki
okkara stýrt, at umsitingin
av samfelagnum kostar
fleiri hundraðtals milliónir
meira, enn fyri bert fáum
árum síðan. Gulltíðin er
kortini ikki komin okkara
sjúku, teimum eldru og
veiku ella sjúkrahúsverkin-
um til góðar, sigur Inge-
borg Vinther m.a. í for-
mansfrágreiðing síni.
Innflyta arbeiðsmegi
Tosið um at flyta inn ar-
beiðsmegi til Føroya verður
eisini havt á lofti í for-
mansfrágreiðingini.
Og Ingeborg Vinther
mælir til at vísa hógv
hesum viðvíkjandi, meðan
vit enn hava arbeiðsleysar
føroyingar í landinum.
- Eitt hitt seinasta bragd-
ið frá Vinnumálastýrinum
er at lata útlendingar koma
inn í landið at arbeiða,
uttan at fakfeløgini, har
hesir útlendingar skulu vera
limir í, verða eftirspurd,
hetta, hóast vit hava meira
enn 500 arbeiðsleys, sigur
Ingeborg Vinther m.a. í
frágreiðingi.
Forkvinnan í FA metir, at
tá uppiløgudagar verða í
fiskivinnuni, ella arbeiðið
minkar av onkrari orsøk, so
verða limirnir í FA ikki teir
fyrstu til arbeiðis. Hon
ávarar tí ímóti at flyta inn
arbeiðsmegi og metir, at
fakfeløgini eiga at hava eitt
orð at siga hesum viðvíkj-
andi.
Víst verður til, at tørvur
neyvan er á at flyta inn
arbeiðsmegi, tí ikki alla-
staðni er so nógv virksemi,
og yvir 500 eru arbeiðsleys
í Føroyum í dag.
Gulltíðin ikki komin øllum til góðar
So illa hevur politiski myndugleiki okkara stýrt, at umsitingin av samfelagnum kostar fleiri hundraðtals milliónir meira, enn fyri bert fáum árum síðan. Gulltíðin er kortini ikki komin okkara
sjúku, teimum eldru og veiku ella sjúkrahúsverkinum til góðar, sigur Ingeborg Vinther m.a. í formansfrágreiðing síni
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Síðan tey byrjaðu aftur at
arbeiða á Fiskavirking á
Tvøroyri eftir nýggjár, hev-
ur eingin steðgur verið í ar-
beiðinum. Gólvini hava
ikki verið turr, og fólk hava
havt nóg mikið at tikist við
hvønn einasta arbeiðsdag.
Mánadagin keypti virkið
á Tvøroyri 80.000 pund av
upsa frá Roc Amadour, sum
landaði í Vági.
Nakað av fiski lá niður-
fyri frá vikuni undan hes-
ari, og týsdagin hevði
Fiskavirking á Tvøroyri
200.000 pund av fiski inni.
Anita og Hoyvíkingur
Bjarni Hansen, virkisleið-
ari, sigur, at tey vænta
garnabátin, Anitu, inn í
vikuni, men hann visti ikki
at siga, hvussu nógv teir
hava inni.
- Vit skulu eisini landa
Hoyvíking í dag. Teir
høvdu 600 kassar inni
mánadagin, sigur virkis-
leiðarin.
Týsdagin var tó ikki
greitt, hvør keypir fiskin
hjá Hoyvíkingi.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tveir trolarar og ein línu-
bátur høvdu landað í Mið-
vági, tá vit frættu higani
fyrr í vikuni.
Vesturtúgvan var á Mið-
vági týsdagin við 100.000
pundum, og djúpvatnstrol-
arin, Vesturskin, var somu-
leiðis inni við 100.000
pundum. Meginparturin av
veiðini hjá Vesturtúgvini
var upsi, og Vesturskin
hevði kongafisk og upsa.
Mikudagin kom línuskip-
ið, Eysturoyingur, inn at
landa. Teir hava 70.000
pund
tilsamans,
harav
40.000-50.000 pund er
hýsa, sum Fiskavirking í
Miðvági keypir. Restin av
fiskinum fer til onnur virki.
Albert Ellefsen, virkis-
leiðari, sigur, at allur fisk-
urin hjá Vesturtúgvuni og
Vesturskin eisini fór til
onnur virki, so hesum fekk
Fiskavirking í Miðvági
heldur einki burtur úr.
– Men vit hava nóg mikið
at gera sum er, sigur virkis-
leiðarin.
Fiskavirking á Tvøroyri:
Arbeiða upsa, kongafisk og svartkalva
Tað hevur ongantíð verið turt gólv á Fiskavrking á Tvøroyri, síðan gongd kom á aftur tíðliga í
hesum árinum. Mánadagin arbeiddu tey fisk frá Roc Amadour, sum landaði í Vági í síðstu viku
Mynd: Dagfinn Olsen
Trol-og línufiskur í Miðvági
Vesturtúgvan var á
Miðvági týsdagin við
100.000 pundum
Fiskamarknaður Før-
oya noyðist at siga
skip frá sær, tí markn-
aðurin hevur ov fáa
kør og kassar til fisk-
in, sum kemur inn á
gólvið og skip, sum
hava landað, sleppa
stundum ikki útaftur
beinanvegin, tí ov fáir
kassar eru at koyra
umborð. Virkir leggja
inn undir seg, og tað
ger, at trupulleikin
gerst uppaftur størri.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Ov fá kør og kassar á landi
og umborð á skipum og
bátum er ein stórur trupul-
leiki, sum lítið hevur verið
at hoyrt um. Tískil veit fáur,
hvussu stórur hesin trupul-
leiki í veruleikanum er.
Men fyri tey, sum virka í
vinnuni, er tørvurin á kør-
um og kassum ein sonn
marra.
Fiskamarknaður Føroya
er ein landingarmiðstøð,
men tað eru dagar, har
marknaðurin ikki torir at
landa skip, tí ivamál er, um
nóg mikið er av kørum og
kassum at koyra fiskin í,
sum kemur inn á gólvið.
Tað er hent meira enn eina-
ferð, at Fiskamarknaðurin
hevur verið noyddur at siga
skip og bátar frá sær, og tað
er eisini hent, at skip hava
ligið og bíðað í dagar eftir
kørum, so fiskurin kann
takast upp úr skipinum og
koyrast inn á gólvið.
Nøkur skip hava eisini
leysan fisk, serliga línubát-
arnir, og tað ger ikki trupul-
leikan minni.
Bátar noyðast at bíða
Á Fiskamarknaðinum siga
tey, at trupulleikin við kør-
um er nógv størri enn við
kassum, tí eitt nú partrolar-
arnir brúka smá kør til fisk-
in.
Øll skip og virkir eru við
í eini kassaskipan, har
Kassamiðstøðin skal syrgja
fyri, at nóg mikið av kørum
og kassum eru í landinum.
Keyparin og seljarin av
fiskinum rinda eitt ávíst av-
gjald til Kassamiðstøðina.
– Vit hava ein stóran
trupulleika til dagligt, tí vit
umsita so nógvan fisk, og
trupulleikin er uppaftur
størri, nú so nógvir bátar
eru á Norðhavinum, siga
tey á Fiskamarknaðinum.
Tey vísa á, at ein dagin
herfyri lógu fleiri útróðrar-
bátar og bíðaðu eftir at
sleppa av við fiskin, tí eing-
in kør vóru at koyra útróð-
rarfiskin í.
– Bátarnir noyddust at
bíða, til kør vóru tøk inni á
gólvinum, og vit høvdu
eingi kør at taka fiskin
uppí. So, hetta er ein ógvu-
liga torfør støða hjá okkum,
siga tey á Fiskamarknaði-
num.
Gomlu kørini burtur
Endamálið við Kassamið-
støðini er, at virkir og skip
skulu hava eins kør. Fýra
støddir eru av kørum; 300,
380, 460 og 660 litrar, og
kassarnir eru ávikavist 75
og 90 litrar.
– Roynt hevur verið at
fingið tey gomlu kørini og
teir gomlu kassarnar úr
skipanini. Her vóru fleiri
ymiskt sløg, og høvdu kør
og kassar fingið stoyt, og
rivur vóru komnar í, vigaðu
tey ymisk, tí vatn settist til.
Tí varð ofta neyðugt at viga
kørini, áðrenn fiskur kundi
stoytast í.
Á
Fiskamarknaðinum
siga tey, at tey nýggju kør-
ini eru meira gummi-kend
og brotna ikki so lætt sum
tey gomlu. Vatn sleppur
heldur ikki ímillum, og tí
broytistvektin ikki.
Skipanin er hon, at tann,
sum keypir fiskin, rindar
eisini fyri kør og kassar,
men tá ið tú kemur aftur við
hesum, fært tú eina mót-
rokning, sum tey kalla tað.
Aftrat hesum er so eisini
eitt kassagjald, sum fer til
Kassamiðstøðina, og tað
gjalda bæði seljari og keyp-
ari.
Alt ov fá kør og fiskakassar í landinum
– Vit hava ein stóran trupul-
leika til dagligt, tí vit umsita
so nógvan fisk, og trupulleik-
in er uppaftur størri, nú so
nógvir bátar eru á Norðhavi-
num, siga tey á Fiskamarkn-
aðinum.
C
M
Y
K
7
6
Brúktir bilar til sølu
Sosialurin - 311820
Citroen Xantia
1,9 TD 5H
km. 94.000, árg. okt. 1996
115.000,-
Citroen Xantia II
2,0 HDi 5H
km. 75.000, árg. aug. 1999
162.000,-
Citroen Xantia II
2,0 HDi stc. 5H
km. 52.500, árg. nov. 1999
172.000,-
Hyundai Accent 1,3 LS
5H
km. 65.000, árg. feb. 1999
75.000,-
Peugeot 306 D 4H
km. 150.000, árg. apr. 1995
80.000,-
Seat Cordoba 1,9 SDi
STC. 5H
km. 35.500, árg. aug. 1999
115.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi stc. 5H
km. 83.000, árg. juni 1999
140.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi 5H
km. 60.000, árg. aug. 1999
158.000,-
Mitsubishi Colt 1,3
GLXi 3H
km. 230.000, árg. jan. 1989
15.000,-
Mitsubishi L300
2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
80.000,-
Ford Escort 1,8D
CLX 4H
km. 187.000, árg. nov. 1995
45.000,-
Ford Escort 1,8i 16V
5H
km. 80.000, árg. juli 1996
70.000,-
Citroen ZX 1,4i
5H
km. 70.000, árg. feb. 1996
75.000,-
Citroen Xantia
Exclusive 3,0 V6
km. 62.500, árg. juni 1998
165.000,-
VW LT31 vøruvognur
2,4D
km. 148.000, árg. okt. 1993
49.000,-
www.ivan.fo
www.ivan.fo
Møguleiki er eisini at
royna nýggjar bilar
Sýnaður 06'01