týsdagur 19. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 55 - 20. mars 2002
Nr. 55 - 20. mars 2002
7
Tað var hart stríð,
tá Føroya Arbeið-
arafelag var í
verkfalli fyri skjótt
einum ári síðini.
Men formans-
frágreiðingin til
aðalfundin hjá FA
um vikuskiftið ger
greitt, at verkfallið
var søguligt, tí fyri
fyrstu ferð nýtti
løgreglan hundar
móti verkfalls-
fólkinum og for-
kvinnurnar í FA og
HAK vórðu eltar av
løgregluni
FAKFELØG
Dagfinn Olsen
Tað var eitt slag av und-
antaksstøðu, tá samráð-
ingarnar seinast endaðu
við, at Føroya Arbeið-
arafelag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag fóru í
verkfall. Soleiðis vil tað
vera, men formansfrá-
greiðingin til aðalfund-
inum hjá FA hevur ikki
rósandi orð at bera
løgreglu og myndugleik-
um.
Ingeborg Vinther sig-
ur m.a. í formansfrá-
greiðing síni:
- Sigast má,at verk-
fallið skrivar søgu, tí
hetta er ivaleyst fyrstu
ferð í Føroya søgu, at
kapitalurin hevur nýtt
løgregluna sum skutil-
sveinar og jarnbrot móti
friðarligum
verkfals-
vaktum. Hetta varð gjørt
undir verkfallinum, tá ið
løgreglan kom á staðið
kring landið og rak allar
verkfalsvaktir til hús.
Í Kollafirði nýtti løg-
reglan bæði hundar og
vápn, so líkt var til, at
farið varð eftir stórum
lógbrótarum og ikki
friðarligum fakfelags-
limum.
Eg sjálv, og formað-
urin í HAK, vórðu eltar
av løgregluni, hvørja
ferð vit fóru út úr
Havnini, í eina heila
viku. Men málið er ikki
avgreitt enn, og vit vilja
hava at vita, hví løg-
reglan bar seg so at.
Málið er kært til lokal-
nevndina og fer møgu-
liga víðari, skrivar Inge-
borg Vinther í frágreið-
ingini.
Svf visti tó mána-
kvøldið at siga, at meira
verður ikki gjørt við
málið.
ILA sum vápn
Greitt verður í formans-
frágreiðingini
frá
gongdini til samráðingar
og við verkfall. Lands-
djóralæknin átti hvønn
dag rúm í fjølmiðlunum
verkfallsdagarnar,
tí
stóri stríðsspurningurin
gjørdist
alingin
og
laksurin. Og spentari
gjørdist støðan, tí ILA
sjúkan hevði rakt ali-
brúk.
Ingeborg Vinther er tó
ivaleys, tá hon ger støð-
una upp.
- Verkfallið var ógvu-
liga hart, sum tit vita, tí
tað var ógvuligt trýst á at
fáa verkfalsrakt arbeiði
út úr Havnini og ikki
minst á alibrúkunum.
Eingin okkara hevur
gloymt, hvat landsdjóra-
læknin hevði á orði,
hvussu verkfallið og tað,
at vit ikki góvu undan-
taksloyvi til alibrúkini,
skuldi gera, at ILA-
sjúkan skuldi breiða seg
allastaðni, tí tann deyði
laksurin ikki varð tikin
upp.
Sigast má, at djóra-
læknin var eitt hent
amboð
hjá
mótparti
okkara og í tí propa-
gandu, hann førdi fram
um tann ILA-sjúka laks-
in, og at limir okkara
ikki fóðraðu.Vit vita, at
heilar 14 dagar eftir,at
verkfallið var av, var
ikki ein deyður laksur
tikin upp úr rakta ali-
brúkinum, verður m.a.
sagt í formansfrágreið-
ingini.
- Eingin friður hevur
verið á arbeiðs-
marknaðinum sein-
astu fýra árini, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon kallar árini
turbolent og sigur seg
vóna, at samgongan,
ið verður skipað eftir
løgtingsvalið, verður
til at tosa við.
- Samgongan hevur
spesialiserað seg í at
órógva og kúga
fakfeløgini, sigur
forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag
FAKFELØG
Dagfinn Olsen
Í formansfrágreiðing síni á
aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag, ið var um
vikuskiftið, tykist Ingeborg
Vinther ónøgd við rikna
politikkin seinnu árini, tað
verið seg frá landsins
myndugleikum og arbeiðs-
gevarasíðuni.
Blaðið hevur vent sær til
forkvinnuna
í
Føroya
Arbeiðarafelag eftir eini
viðmerking hesum við-
víkjandi.
- Seinastu fýra árini hava
verið turbolent og eingin
friður hevur verið á ar-
beiðsmarknaðinum. Sam-
gongan hevur spesialiserað
seg í at órógva og kúga
fakfeløgini. Teir eru farnir
at nýta fútarættin, og tá er
tíð at siga frá og tað gera vit
eisini nú. Vit vóna undir-
tøku frá hinum feløgunum
og fara at heita á tey, sigur
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna í FA.
- Samgongan hevur verið
óvinarlig mótvegis fak-
feløgunum. Vónandi minn-
ast arbeiðsfólk hetta til
valið, sigur Ingeborg, ið
umframt langa verkfallið,
ið m.a. hennara egnu limir
máttu stríðast við, eisini
nevnir eina rúgvu av øðrum
málum, ið hava verið
seinnu árini, m.a. við-
víkjandi Lærarafelagnum,
Brimli og Teistanum.
- Vónandi verður ein
samgonga
skipað
eftir
løgtingsvalið, ið er til at
tosa við, sigur Ingeborg
Vinther.
Klár at taka
avleiðingarnar
Og formansfrágreiðingin
frá aðalfundi Føroya Ar-
beiðarafelags
bendir
á
sama borð.
Sagt verður, at nevndin í
FA góðtekur als ikki, at
fútarætturin letur seg nýta
sum amboð arbeiðsgevar-
anna og at felagið er til
reiðar at taka avleiðing-
arnar av hesi avgerð.
- Vit í Føroya Arbeið-
arafelag hava gjørt av, at vit
undir ongum umstøðum
fara at góðtaka, at fúta-
rætturin fer at lata seg
brúka sum amboð arbeiðs-
gevaranna í sambandi við
møguligu fakligu tiltøk
okkara, og vit eru til reiðar
at taka avleiðingarnar, sum
kunnu standast av ikki at
vilja fylgja avgerðini hjá
hesum fútarætti.
Vónandi taka leiðslurnar
í hinum føroysku fak-
feløgunum somu støðu, tí
bert við at standa saman
móti hesari samanrenning
millum arbeiðsgevarasíð-
una við fíggjarmálaráð-
harra okkara á odda og
donsku
rættarskipanina,
kunnu vit forða fyri, at
fútarætturin framhaldandi
verður brúktur sum amboð
hjá
arbeiðsgevarunum,
sigur forkvinnan í FA m.a. í
formansfrágreiðingini.
- Í Føroyum hava vit altíð
havt ta skipan, at tulkingar-
ósemjur skulu viðgerast í
gerðarrætti, og onnur mál
hoyra undir vanligu dóm-
stólsskipan okkara.
Fakfeløgini hava støðugt
víst á, at tey ikki ynskja, at
ein
arbeiðsrættur
eftir
donskum leisti skal skipast
í Føroyum.
Tað er ikki uttan grund,at
fakfeløgini hava mótmælt,
tá ið bæði tann almenni og
privati arbeiðsgevarapart-
urin hava mælt til,at slíkur
arbeiðsrættur verður settur
á stovn, verður sagt í
formansfrágreiðingini.
- Hóast tann parturin av
Løgtinginum, sum ongan-
tíð hevur víst virðing fyri
føroysku arbeiðararørsluni,
hevur roynt at fingið skipað
lóggávu
um
føroyskan
arbeiðsrætt, sum nærum er
ein avskrift av donsku
lógini, so hevur tað tíbetur
enn ikki eydnast hesum
flokkum at seta á stovn
slíkan
arbeiðsrætt,
og
orsøkin er uttan iva tann
mótstøða, hetta hevur møtt
í so at siga einari samdari
fakfelagsrørslu, verður sagt
í formansfrágreiðingini.
- Tað var tí eitt beinleiðis
álop á føroysku fakfelags-
rørsluna, tá ið Fíggjar-
málastýrið í fjør gjørdi av
at royna at brúka Fútarættin
sum arbeiðsrætt við at heita
á Fútarættin um at seta
Føroya Skipara-og Naviga-
tørfelag bann móti teimum
tiltøkum, sum hetta felag
hevði sett í verk í stríði
sínum um sømilig setanar-
og lønarkor fyri limirnar,
sum
skuldu
sigla
við
Brimli.
Fútarætturin,
sum
er
partur av donsku rættar-
skipanini, læt seg brúka í
fakliga stríðnum og setti
Føroya Skipara-og Naviga-
tørfelag bann móti teimum
tiltøkum,sum felagið hevði
sett í verk,samstundis sum
Vaktar-og Bjargingartæn-
astan hevði svartalistað teir
limir felagsins, sum eftir
ætlan skuldu sigla við
Brimli.
- Sama politiska sam-
gonga, sum tosar um
loysing frá Danmark, hevur
eisini í øðrum føri brúkt
danska
fútarættin
sum
arbeiðsrætt,og hetta vísir ta
vanvirðing,
sum
hesir
samgonguflokkar
vísa
mótvegis føroysku fak-
felagsrørsluni og vanliga
føroyska løntakaranum.
Føroya Arbeiðsgevara-
felag hevur tikið táttin upp
og
hevur
eisini
brúkt
fútarættin sum arbeiðsrætt í
stríði sínum móti føroysk-
um fakfelag, sigur Inge-
borg Vinther í formans-
frágreiðingini frá aðal-
fundinum í FA.
Gera arbeiðsbólk til
verkfall
Greitt er, bæði sambært
samrøðu og formansfrá-
greiðing, at forkvinnan í
Føroya Arbeiðarafelag ikki
metir støðuna seinnu árini
vera fyrimyndarliga.
- Vit hava havt ætlanir um
ein arbeiðsbólk, ið vænt-
andi gerst veruleiki. Hesin
skal setast og skal fyrireika
og samskipa, tá samráð-
ingar eru, so greitt er at fara
í verkfall, skuldi tað verið
neyðugt, sigur Ingeborg
Vinther, ið ásannar, at tað
er hart og krevjandi stríð at
vera í verkfalli, tí tá leikar á
frá øllum síðum.
- Umráðandi er at vera
væl skipaður og at hava
samband til lokalfeløgini,
sigur Ingeborg Vinther, ið
væntar, at eitt uppskot um
slíkan arbeiðsbólk verður
millum málini, ið nýggja
nevndin í FA kemur at
arbeiða við.
Á aðalfundi í Føroya
Arbeiðarafelag um
vikuskiftið var mill-
um annað nevndarval
og val av næstfor-
manni á skránni
FAKFELØG
Dagfinn Olsen
Tær stóru útskiftingarnar
vóru ikki til nevndarvalið á
aðalfundinum hjá Føroya
Arbeiðarafelag. Forman-
sval verður næsta ár, men
val av næstformanni var á
skránni. Og hann er hin
sami eftir fundin, og heldur
fram.
Leila Zachariassen bar
seg undan afturvali. Nevnd-
in sær nú soleiðis út.
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna, Georg F. Hansen,
næstformaður, Marius Cle-
mentsen, nevndarl., Mar-
gretha Rasmussen, nevnd-
arl., Harry Benjaminsen,
nevndarl., Karla Einarsson,
nevndarl. og Sunrid Vang,
nevndarl.
Tiltakslimir eru Osmund
Berg, Jan Nielsen og Hans
Madsen.
Eini 135 fólk vóru á
aðalfundinum hjá FA um
vikuskiftið.
Landsdjóralækni
og løgregla
amboð og
skutilsveinar
Samgongan verið óvinarlig
mótvegis fakfeløgunum
Nýggja nevndin í FA
Ingeborg Vinther
– Tá ið tað gongur
betur hjá einum
øðrum enn einum
sjálvum, verður ofta
leitað eftir
umberingum, sigur
Olaf Olsen
Vilmund Jacobsen
Olaf Olsen, reiðari hjá P/F
Beta, var ein teirra, sum
fylgdi ráðstevnuni á Hotel
Føroyum um kappingarføri
og lønsemi í fiskivinnuni
frá byrjan til enda. Saman
við Havsbrún, formula fo.
og Føroya Tele stuðlaði
Beta eisini ráðstevnuni
fíggjarliga.
Olaf hevur stóra virðing
fyri tí arbeiði, sum Farec og
Óli Samró hava gjørt og
framvegis gera. Hann sigur,
at hetta arbeiði er alneyðugt
og sera týdningarmikið.
– Tað, sum Óli ger, er, at
lýsa faktuellu tølini yvir
fiskivinnuna sum heild,
bæði á sjógvi og landi í
Føroyum,
Íslandi
og
Noregi. Hetta verður ikki
bara gjørt yvir eitt ár, men
fleiri ár. Kanningin hjá
honum fevnir fyribils yvir
árini 1998-2001, men held-
ur fram. Hetta eru rokn-
skapartøl, sum lýsa gongd-
ina. Hesi tøl kunnu saman-
berast millum londini, og
tað er eitt gott barometur
hjá okkum, sum virka í
vinnuni, bæði tá ið tú liggur
betur fyri enn grannarnir,
men so sanniliga ikki
minni, um tú liggur verri
fyri. Tá kanst tú síggja,
hvør munurin er, hvaðani
hann stavar, og hví hesin
munur er.
Olaf vísir á, at sambært
kanningini hjá Farec er
gongdin í føroysku fiski-
vinnuni betur enn hjá okk-
ara grannum, og hetta er
galdandi bæði á sjógvi og
landi.
– At kappingarføri og
lønsemi í okkara fiskivinnu
er gott, er ikki so avgerandi
í sjálvum sær, men tað, sum
hevur størri týdning, er at
vita, hví tað gongur betur
hjá okkum enn hjá grann-
unum. Tá ið vit vita, hví so
er, kunnu vit brúka tað til
nakað, sigur reiðarin.
Munur er
Olaf vísir á, at hóast ísl-
endsku skipini t.d. fiska
nógv meira pr. veiðiorku
enn tey føroysku, so er úr-
slitið hjá grannunum kor-
tini verri enn hjá okkum.
– Íslendingar hava altíð
havt betur fiskigrunnar enn
vit, men seinastu árini hava
fiskaprísirnir í Íslandi verið
nógv lægri enn í Føroyum,
serliga í teimum førum, har
skipini landa beinleiðis til
virkini. Lutfalsliga lítil
partur av fiskinum, sum
íslendsku skipini fiska, fer
um uppboðssølurnar, tí
virkir og skip í nógvum før-
um eru samantvinnaði á
sama hátt, sum tey vóru í
Føroyum undan kreppuni.
Reiðarin vísir eisini á, at
manningarhýrurnar
í
Noregi í miðal eru 6%
lægri enn í Føroyum, tá ið
hugsað verður um hýru-
partin av samlaða rakstrin-
um.
– Og so kunnu vit spyrja:
Hvussu kunnu íslendskir og
norskir fiskimenn liva við,
at fiskaprísirnir í Íslandi
eru lægri enn í Føroyum, og
at manningarhýrurnar í
Noregi eru lægri enn í
Føroyum, tá ið teir vita, at
munur er? Eisini í slíkum
førum er kanningin hjá Óla
Samró kærkomin – ikki
bara hjá okkum, men ikki
minni hjá okkara grannum.
Olaf vísir á, at í Føroyum
roynir hvørt liðið í fiski-
vinnuni at fáa sum mest
burtur úr, og tað virkar
positivt gjøgnum alla vinn-
una.
Gomul tól
– Tá ið tað gongur betur hjá
einum øðrum enn einum
sjálvum, verður ofta leitað
eftir umberingum.
Her vísir Olaf á tað, sum
íslendski
bankamaðurin
segði um, at kreppan í Før-
oyum førdi til, at okkara
fiskivinna – og tá serliga
framleiðsluvinnan á landi -
varð sanerað og tískil gjør-
dist minni skuldarbundin
enn tann íslendska.
– Men hetta er ikki øll
orsøkin, minni enn so. Tað
er rætt, at stórur partur av
okkara fiskivinnu hevði
eina minni skuld at bera
eftir kreppuárini, men í
nógvum førum vóru tólini
eisini niðurslitin og eru síð-
an nútímansgjørd.
Olaf sigur, at umboðini
fyri Ísland og Noreg, sum
luttóku
á
ráðstevnuni,
gjørdu lítið burtur úr at
samanbera viðurskiftini í
londunum,
men
løgdu
størri dent á at greiða frá,
hvussu viðurskiftini eru
heima hjá teimum sjálvum.
Hann heldur annars, at
bæði norðmenn og íslend-
ingar tóku tað nøkulunda,
sum hann tekur til, at kapp-
ingarføri og lønsemi í okk-
ara fiskivinnu er betur enn í
Íslandi og Noregi.
– Eg vil siga, at bæði
íslendingar og norðmenn
viðgera tilfarið hjá Farec
positivt, og tað hoyrdu vit
eisini í útvarpinum týs-
morgunin, tá ið teir róstu
Óla Samró fyri arbeiðið,
vísir reiðarin á.
Olaf Olsen sigur at enda,
at stórur fongur er í tí
arbeiði, sum Farec ger.
– Í endanum av sjeyti-
árunum og eini 10 ár fram
tók Fiskivinnuráðið hendan
táttin upp, men tíverri datt
hetta arbeiðið niðurfyri. Nú
kunnu vit bara fegnast um,
at arbeiðið er tikið uppaftur
og á breiðari grundarlagi
enn áður, sigur reiðarin.
Olaf Olsen, reiðari um Farec-ráðstevnuna:
Tað áhugaverda er, hví tað gongur
betri hjá okkum enn hjá grannunum
– Bæði íslendingar og norðmenn viðgera tilfarið hjá Farec
positivt og rósa Óla Samró fyri tað, hann hevur gjørt, sigur Olaf
Olsen, reiðari
Olaf Olsen, reiðari: – Tað er rætt, at stórur partur av okkara
fiskivinnu hevði eina minni skuld at bera eftir kreppuárini,
men í nógvum førum vóru tólini eisini niðurslitin og eru síðan
nútímansgjørd
Kjartan leiddi ráðstevnuna
hjá Farec á Hotel Føroyum
C
M
Y
K
7
6