týsdagur 19. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 54 - 19. mars 2002
Nr. 54 - 19. mars 2002
9
TELE
Stefan í Skorini
Føroya Tele hevur fingið
nýggja Boðtænastu, sum
hevur nummarið 480 000.
Hon gevur brúkarunum
fleiri møguleikar enn tann
gamla, sigur Føroya Tele í
tíðindaskrivi.
Ein av nýggju møguleik-
unum er, at nýggja Boðtæn-
astan sendir eini SMS boð
til fartelefonina, tá nýggj
boð eru í klivanum. Veg-
leiðing til nýggju tænast-
una verður send út við
komandi fartelefonrokn-
ingum.
Gamla boðtænastan, sum
hevur nummarið 303 000,
verður tó virkin til 1. mai
2002, so at boð kunnu av-
greiðast í henni eina tíð
enn.
Fyri at skifta frá gomlu
til nýggju Boðtænastuna til
nýggja nummarið 480 000
leggjast inn í víðaristilling-
ina til Boðtænastuna ístað-
in fyri gamla nummarið
303 000. Eisini skal nýggj
uppseting til Boðtænastuna
gerast fyrstu ferð ringt
verður
við
til
nýggja
nummarið. Vegleiðing um
hetta fæst í telefonini.
Nærri kunning fæst eisini í
vegleiðingini.
Vinnukundar, sum hava
persónligt
boðtænastu-
nummar, kunnu nýta sama
nummarið til nýggju Boð-
tænastuna. Um lurtast skal
eftir boðum í gomlu Boð-
tænastuni, skal ringjast 303
000, tí persónliga boðtæn-
astunummarið er virkið í
nýggju tænastuni. Meira
fæst annars at vita í Tele-
búðunum og við at venda
sær til Føroya Tele.
Føroya Tele nýggja boðtænastu
Fríggjadagin seinna-
partin fingu tveir
menn, sum eru 23 og
27 ára gamlir, tveir
mánaða fongsulsrevs-
ing fyri sølu av hassji.
Menninir játtaðu seg
sekar og greiddu rætt-
inum frá, hvussu søl-
an av narkotika varð
fyriskipað í Havn.
Hesar upplýsingar
kunnu gerast ein týð-
andi liður í heildar-
myndini
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Aftur fríggjadagin var rætt-
arfundur í narkomálinum.
Tveir menn vóru á ákæru-
beinkinum í Føroya Rætti.
Ein 23 ára gamal maður
fekk tveir mánaða treytaða
fongsulsrevsing. Tað vil
siga, at maðurin ikki skal
inn at sita í fyrsta umfari.
Um hann tó verður tikin í
sama lógarbroti komandi
tvey árini, so kemur kemur
dómurin í gildi, og hann
skal inn at sita. Ein 27 ára
gamal maður fekk hinvegin
ein treytaleysan dóm á 60
dagar.
Menninir játtaðu seg sek-
ar, og teir greiddu frá,
hvussu ein útlendingur í
Føroyum
skipaði
fyri
narkosølu í Føroyum, og
hvussu hann at kalla stýrdi
marknaðinum. Hesar upp-
lýsingar kunnu gerast ein
týðandi liður í heildar-
myndini, sum er gerst alt
greiðari eftir hvønn dóm,
sum fellur í stóra narkomál-
inum.
Teir dømdu keyptu hassj
frá manninum fyri 100
krónur grammið og seldu
víðari fyri 125 krónur. Van-
liga keyptu teir 50 gramm í
senn.
Fekk ein møguleika
Tann 23 ára gamli viðgekk,
at hann hevði selt eitt kilo
av hassji seinastu tvey
árini. Hann segði hinvegin,
at hann royndi at sleppa úr
rúsevnisumhvørvinum
í
løtuni. Hetta tók dómarin
til eftirtektar, og tí feldi
hann ein treytaðan dóm.
Orsøkin var, at maðurin
skuldi fáa ein møguleika at
koma úr kriminalitetinum
og varðveita læruplássið,
sum hann hevur fingið.
Ákæruvaldið hevur valt
ikki at kæra henda dómin,
hóast tað kravdi heldur
harðari revsing, tí tað góð-
tekur, at maðurin fær ein
møguleika at koma burtur-
úr kriminaliteti.
Tann 27 ára gamli mað-
urin fekk tveir mánaða
treytaleysa fongsulsrevs-
ing, og hann skal inn at sita
henda dómin. Hann varð
ákærdur fyri at hava selt
tvey kilo av hassji, men
vildi bara viðganga at hava
selt eitt kilo av hassji
ígjøgnum nøkur ár. Dómar-
in tók frágreiðingina hjá tí
ákærda til eftirtektar.
Hesin maðurin er fyrr
dømdur fyri at hava smugl-
að smærri nøgdir av hassji
til Føroyar, og tað hevði
herðandi ávirkan. Tí fekk
hann treytaleysan dóm.
Ákæruvaldið kravdi í hes-
um førinum tríggjar mán-
aðir handan rimar.
Maðurin greiddi frá eins
og tann fyrri, at hann nú
royndi at koma burtur frá
hesum
umhvørvinum.
Hann var fluttur út á bygd
og hevði fingið eitt arbeiði
fyri fyrstu ferð í lívinum.
Dómarin valdi at geva
honum eina linari revsing
enn ákæruvaldið kravdi,
men av tí at hann fyrr er
dømdur, skal hann inn at
sita.
Góvu týðandi upplýsingar
Maður meldaður fyri
konubuking
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Leygarkvøldið varð løg-
reglan í Havn boðsend at
koma til eini sethús í
Havn. Konan í húsinum
hevði
sjálv
meldað
mannin fyri harðskap.
Konan varð ógvuliga
illa viðfarin, tí maðurin
hevði bæði sparkað og
sligið hana. Maðurin
varð ikki handtikin, men
løgreglan
veit,
hvør
gerningsmaðurin er.
Konan hevur fingið
skaða av álopinum, men
hon fær neyvan varandi
mein. Hon verður kann-
að av einum lækna, sum
skal meta um skaðarnar,
og síðani fær løgreglan
eina frágreiðing um til-
burðin.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Klaksvík
hevur hetta vikuskiftið
tikið fleiri skutarar, sum
koyrdu ólógliga skjótt.
Talan er um fýra skutar-
ar ella prult, ið eru tikin
frá eigarunum.
Orsøkin er, at skutar-
arnir eru tunaðir, so at
teir koyra skjótari enn
loyvt er. Ein skutari hev-
ur loyvi at koyra 30 kilo-
metrar um tíman, men
hesir, sum vórðu tiknir
um vikuskiftið, kunnu
koyra 80-90 kilometrar
um tíman.
Tann luturin á skutar-
anum, sum er ólógligur,
verður tikin av, og eigar-
in fær hann aftur. Um
sami skutarin verður tik-
in tríggjar ferðir, fær
eigarin hann ikki aftur.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Leygarkvøldið var eitt
lítið
ferðsluóhapp
á
Tvøroyri. Eingin stór-
vegis fólkaskaði hendi.
Óhappið hendir, tá ein
ungur maður á prutli
ætlar sær framum ein
persónbil. Bilurin vendir
júst tá til vinstru av
vegnum.
Maðurin
á
prutlinum rennir tí inn í
síðuna á bilinum. Undir
vanligum umstøðum er
tað førarin í persónbilin-
um, ið fær ábyrgdina av
einum slíkum óhappi.
Tann ungi maðurin á
prutlinum varð fluttur á
sjúkrahúsið til kanning-
ar, men hann fekk einki
stórvegis mein. Prutlið
er illa farið, men bilurin
fekk lítlan skaða.
Tóku fleiri skutarar
Ferðsluóhapp á Tvøroyri
Fríggjadagin fullu tveir dómar í stóra rúsevnismálinum. Tveir
menn, 23 og 27 ára gamlir, fingu tveir mánaða
fongsulsrevsing. Teir greiddu frá, hvussu rúsevnissølan fór
fram í Havn, og hesar frágreiðingar kunnu vera týðandi í
heildarmyndini, sum ákæruvaldið roynir at greiða
Tilvildarliga savnsmynd
ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING!
ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING!
ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING!
ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING!
ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING!
ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING!
ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING! ÚTSØLA Í ELDING!
C
M
Y
K
9
8