týsdagur 19. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 55 - 20. mars 2002
Nr. 55 - 20. mars 2002
9
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
13 søktu
Trettan feløg søktu um
loyvi at útvinna olju, tá
norsku
oljumyndug-
leikarnir herfyri høvdu
sítt 17. útbjóðingarum-
far. Øll loyvini eru í
Norskahavinum.
Tey trettan feløgini,
sum søktu, eru Agip,
BP,
ChevronTexaco,
Conoco, DONG, Enter-
prise, Fortum, Gaz de
France, Norsk Hydro,
Philips,
RWE-DEA,
Shell og Statoil.
Norsku myndugleik-
arnir ætla, at feløgini
skulu fáa svar einaferð í
vár ella tíðliga í summ-
ar.
Ov høg løn
Í Danmark ávarar Tjóð-
bankin um, at lønirnar í
Danmark veksa skjótari
enn í øðrum loondum.
Tað ger, at kappingar-
evnini hjá danska ídn-
aðinum versna, og at
inflasjónin verður tog-
að uppeftir.
Tjóðbankin sigur, at
tað er umráðandi at
halda aftur í lønar-
hækkingum.
Bankin
sigur, at lønarvøksturin
í Danmark hevur verið
á leið tann sami sum í
hinum ES-londunum,
men at í 2001 var
vøksturin størri í Dan-
mark enn aðrastaðni.
Tjóðbankin
sigur
eins og undanfarin ár,
at danski búskapurin er
væl fyri, men at stjórn-
in eigur at varðveita
verandi avlop á fíggjar-
lógini og at rinda ta al-
mennu skuldina niður.
Vandi í
vælferð
Tað fer at koma keypi-
orkuni hjá tí einstaka
norðmanninum
væl
við, at stjórnin hevur
gjørt av at nýta meiri
oljupengar, samstundis
sum prísvøksturin er
lítil. Harafturat kemur,
at flestu norðmenn fáa
fimm prosent meiri í
løn í ár enn í fjør.
Men
felagið
hjá
norsku fíggjarstovnun-
um ávarar um, at gleðin
kann gerast stokkut.
Sagt verður, at ein
stórur partur av land-
sins ídnaði hevur veks-
andi
trupulleikar
á
marknaðinum orsakað
av vantandi kapping-
arevni, og at hetta sum
frá líður kann hava við
sær, at fyritøkur lata
aftur, og at arbeiðs-
loysið fer at veksa.
Úr Norðurlondum:
Skatt fyri
gjald
Norski
flokkurin
Vinstri mælir til at taka
av regluna um, at fólk
skulu rinda sjónvarps-
gjald. Flokkurin heldur,
at fólk heldur skulu
rinda sjónvarpsgjaldið
ígjøgnum skattin.
Norski Vinstri heldur,
at verður sjónvarps-
gjaldið
lagt
inn
í
skattin, kundi gjaldið
verið lægri enn nú, tí
við at lagt tað inn í
skattaskipanina hevði
borið til at fingið fatur
á teimum, sum í dag
skáka sær undan at
rinda sjónvarpsjaldið.
Fleiri
lærarar
Eftir
at
leiðslan
í
danska skúlaverkinum í
fleiri ár hevur kært seg
um, at trot er á lærar-
um, og at alt ov fá velja
læraraútbúgvingina,
tykist broyting vera
komin í nú. Eftir einari
uppgerð hjá læraraskúl-
unum hava skúlarnir
fingið
sjey
prosent
fleiri umsøkjarar í ár
enn í fjør. Freistin at
søkja var úti tann 15.
mars.
Samstundis
vísir
uppteljingin, at áhugin
at læra til lærara er
størstur júst í teimum
økjunum, har lærara-
trotið er serliga stórt.
Tað er serliga á bygd, at
trot er á lærarum.
Læraraskúlin í Had-
erslev hevur síðani sep-
tember í fjør roynt eina
skipan við fjarlestri,
sum ber í sær, at næm-
ingunum nýtist ikki at
vera í skúlanum meiri
enn 25 prosent av
skúlatíðini. Hetta hevur
eftir øllum at døma
stóran áhuga, tí í ár
hevur skúlin fingið 203
umsóknir, og tað er
næstan tvær ferðir so
nógv sum seinast.
VG vinnur
Ein kanning hjá Gallup
vísir, at alt fleiri norð-
menn lesa blaðið VG,
meðan hini bæði stóru
bløðini, Aftenposten og
Dagbladet, missa lesarar.
Sambært kanningini lesa
1.345.000 norðmenn VG
hvønn dag, og tað er
36.000 fleiri enn fyri
einum ári síðani.
Kanningin sigur eisi-
ni, at 91 prosent av øll-
um norðmonnum oman
fyri 13 ár lesa minst eitt
blað um dagin.
Eitt ovurstórt ísfjall
er loysnað og flýtur
nú í Amundsen
Havinum sunnan fyri
Kyrrahavið
ANTARKTIS
Árni Joensen
Tey flestu hava sæð myndir
av ísfjøllum í Grønlandi og
aðrastaðni, men tað ís-
fjallið, sum nú flýtur í
Amundsen Havinum, kann
valla kalla eitt ísfjall, so
stórt er tað.
Vísindamenn siga, at ís-
fjallið er 3.250 ferkilo-
metrar til støddar ella meiri
enn tvær ferðir so stórt sum
Føroyar, og teir halda, at
tað vigar umleið 720
milliardir tons.
Ísfjallið, sum hevur fing-
ið navnið Larsen B, byrjaði
at loysna í januar, og nú
hevur ein amerikanskur
fylgisveinur staðfest, at tað
er
leyst.
Vísindamenn
halda, at tað er tann
veksandi hitin á Jørðini,
sum er orsøkin til, at tað
ovurstóra
ísfjallið
er
loysnað.
Larsen B er tað størsta
ísfjallið, sum er loysnað
seinastu 30 árini.
Hevði vitjanin hjá
amerikanska vara-
forsetanum í níggju
arabiskum londum til
endamáls at savna
stuðul til álop á Irak,
var ferðin bumm-
túrur
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Áðrenn Dick Cheney fór á
sína fyrstu uttanmlandsferð
sum varaforseti, var øllum
greitt, hvat endamálið við
ferðini til Miðeysturs var:
At útvega USA arabiskan
stuðul til eina hernaðarliga
uppgerð við irakska for-
setan Saddam Hussein og
fullan stuðul til fram-
haldandi bardagan ímóti
yvirgangi.
Engin er í iva um, hvussu
stóran týdning amerikanska
stjórnin hevur lagt í ferðina
hjá Cheney, og tí man tað
vera ein vónsvikin varafor-
seti, sum skjótt vendir
heimaftur. Eingin av teim-
um arabisku leiðarunum,
sum Cheney hevur hitt á
ferðini, hevur játtað at taka
undir við amerikansku ætl-
anini at søkja at Irak. Ein-
asta úrslitið var, tá saudi-
arabiski
krúnprinsurin,
Abdullah, tók av einari
innbjóðing um at koma til
Washington at hitta George
W. Bush, forseta einaferð í
vár.
Hinvegin fekk Cheney at
vita frá øllum teimum
arabisku leiðarunum, at
USA eigur at leggja størri
trýst á Ísrael og Ariel
Sharon, forsætisráðharra
fyri at hann at ganga við til
at gera ein friðarsáttmála
við palestinar. allir kravdu
teir eisini, at Ísrael skal lata
Yasser Arafat
fara
til
Beirut, tá arabisku londini
fara at halda toppfund har
um eina viku.
Heldur ikki Kuwait
Dick Cheney hevði ivaleyst
væntað, at leiðararnir í
Kuwait mundu fara at taka
undir
við
amerikanska
uppskotinum um at gera av
við Saddam Hussein, tá
hugsað verður um, at
amerikanski herurin rak
irakar úr Kuwait í 1991.
Men heldur ikki her var
nakar stuðul at fáa. Vara-
forsætisráðharrin í Kuwait,
Sheikh Sabah Al-Ahmed
Al-Sabah, gjørdi greitt, at
Kuwait tekur ikki undir við
amerikansku ætlanini at
leypa á Irak. Hann vísti á,
at eitt álop fer at raka
irakska fólkið meint, og
hann helt heldur ikki, at
USA hevur nakra beinleiðis
orsøk til at søkja at Irak.
Harafturímóti mælti ráð-
harrin USA til at leggja
størri trýst á Saddam
Hussein fyri at fáa hann at
loyva vápnaeftirlitsmonn-
unum hjá ST at halda fram
við arbeiðinum í Irak.
Saudiarabia, Egyptaland
og Jordan, sum vanliga
verða roknað sum sameind
hjá USA, hava eisini gjørt
Dick Cheney greitt, at USA
fær ikki teirra stuðul til eitt
álop á Irak. Jordanski
kongurin, Abdullah, ávar-
aði tvørturímóti USA ímóti
at fara undir eitt hernað-
arligt ævintýr í Irak, siga
eygleiðarar í Amman.
Ovurstórt ísfjall loysnað
við Antarktis
Cheney heimaftur sum
av torvheiðum
Ariel Sharon og Dick Cheney
Mynd: Reuters
Trivnaðarkanningin
hjá Føroya Lærara-
felag vísir, at stór
semja er um, at
ónøgdin millum
lærarar er vorðin
størri. Arbeiðstíðin
røkkur ikki til,
broytingar henda alla
tíðina og virðingin
frá almenninginum er
minkandi, halda
lærarar
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Slakur helmingur av fólka-
skúlalærarunum
kring
landið hevur talað. Og talan
er greið. Nøgdsemi innan
skúlagátt er dalandi, og
týðilig tekin eru um, at
eitthvørt má gerast, soleiðis
at lærarar aftur støðast
betur í sínum starvi. Hetta
kemur fram í stórari trivn-
aðarkanning, teirri fyrstu
av sínum slag í Føroyum.
Bjarni Mortensen hevur
samskipað kanningina fyri
Føroya
Lærarafelag.
Spurnarbløð vórðu send út
til virknu limirnar hjá Før-
oya Lærarafelag. Tá ið av-
tornaði svaraðu 309 lærarar
ella 42 prosent. Kanningin
er ikki endaliga avgreidd.
Tá ið hon verður liðugt,
helst áðrenn páskir, verður
hon latin nevnd Føroya
Lærarafelags til viðgerðar.
Endamálið við kanning-
ini er at fáa greiði á, hvørjir
trupulleikar eru í fólkaskúl-
anum og hvussu útbreiddir
teir eru. Høvuðsspurning-
urin í kanningini er tí,
hvussu tað er at vera lærari
í Føroyum í dag. Umframt
viðger kanningin nógv við-
urskifti, sum hava ávirkan á
trivnaðin í skúlaverkinum.
Í viðgerðini av spurnar-
bløðunum eru evnini býtt
upp í tveir høvuðsbólkar,
sum eru innanhýsisviður-
skifti og uttanhýsisviður-
skifti. Innanhýsisviðurskifti
eru viðurskifti, so sum
viðurskifti millum lærarar
og næmingar, starvsfelagar
og leiðslu, og uttanhýsis-
viðurskifti eru viðurskifti,
so sum møguleikar fyri
fakligari menning, viður-
skifti við foreldur, og nøgd-
in við almennu skipanina.
Fyri at fáa eina heildar-
kenda mynd av nøgdsemin-
um millum lærarar, eru
nógvir almennir spurningar
í kanningini.
- Allir spurningarnir hava
týdning fyri heildina og
geva eina ábending um,
hvussu tað er at vera lærari
í Føroyum. Styrkin í eini
slíkari kanning er, at hon
vísir, hvussu útbreidd ym-
isk viðurskifti eru. Veik-
leikin er, at hon ikki vísir
eina so fjølbroytta mynd,
sigur Bjarni Mortensen.
Stór semja
Kanningin vísir, at nógv
viðurskifti tala fyri, at tað
er gott at vera lærari. Nógv
teir flestu lærararnir siga
seg hava tað gott saman við
næmingunum, foreldrunum
og hava eisini góð viður-
skifti við leiðsluna á skúl-
anum. Halda vit fast við, at
júst hesi viðurskifti eru
kjarnan í lærarastarvinum,
merkir tað harvið, at flestu
lærarar eru nøgdir við sítt
starv. Flestu lærarar hava
eisini svarað, at teir í ein
ávísan mun ella í stóran
mun eru nøgdir í sínum
starvi. Harumframt svaraðu
umleið 70 prosent eisini, at
teirra starv í ein ávísan mun
livir upp til tað, sum teir
fata er gott arbeiði.
Tá tað er sagt vísir kann-
ingin samstundis greitt, at
stórir trupulleikar eru. Stór
semja er um, at ónøgdin
millum lærarar er vorðin
størri. Nógvir lærarar siga
seg eisini vera minni nøgdir
við arbeiðið enn teir hava
verið, og helvtin av teim-
um, sum hava svarað, siga
seg av álvara hava um-
hugsað at søkja annað starv.
Somuleiðis eru nógv ónøgd
við, at nógvar broytingar
henda
alla
tíðina,
at
arbeiðstíðin ikki røkkur til,
at tann uppalandi uppgávan
fyllir meir, at virðingin frá
almenninginum er mink-
andi, og at skúlaverkið ikki
megnar at taka sær av
næmingum við serligum
tørvi. Eisini eru lærarar
ónøgdir við, at møguleik-
arnir fyri eftirútbúgving eru
ónøktandi.
- Vandin er tann, at 25
prosent siga seg ikki vera
nøgd við teirra arbeiði og at
ein lítil helvt sigur, at
nøgdsemi er broytt til tað
verra seinnu árini. Um-
framt halda eini 80 prosent,
at ónøgdin millum lærarar
er vaksin, og umleið helm-
ingurin hevur av álvara
umhugsað at søkt annað
arbeiði. Nógvir lærarar lýsa
kjarnuna í lærarastarvinum
positivt, men vandin er, at
sleppur negativa gongdin at
halda fram, so ónøgdin og
frustrasjónirnar vaksa, fara
lærarar at støðast enn verri
og nógv fara at søkja onnur
størv, sigur Bjarni Morten-
sen.
Nógv tíð til annað
Í spurnarbløðunum hava
lærarar havt møguleikan at
gera skrivligar viðmerk-
ingar til ymisk evni. Helm-
ingurin av teimum, sum
hava svarað, hava brúkt
hendan møguleikan og øll
vísa á trupulleikar. Nógvir
lærarar greina nærri, at
uppalingarliga uppgávan
tekur ov nógva orku og tíð í
skúlanum, og ov lítil tíð
sostatt verður til undir-
vísing.
- Tá ið tað er sagt siga
flestu lærarar, at teir hava
góð viðurskifti við næm-
ingarnar og at hesi viður-
skiftini eru vorðin betri
seinnu árini. Tað er ein
nýggj frustrerandi støða, at
tað uppalingarliga fyllir
meir, men tað sýnist ikki, at
tað oyðileggur viðurskift-
ini, sigur Bjarni Mortensen,
sum leggur afturat, at
nógvir lærarar meta tað
sum positivt, at viðurskift-
ini millum lærarar og næm-
ingar í dag eru meiri javn-
sett enn fyrr.
Frágreiðing um kanning-
ina verður almannakunn-
gjørd í hesum mánaðinum.
Hon verður løgd á heima-
síðuna hjá Føroya Lærara-
felag.
Helmingurin umhugsað
at søkja annað starv
- Nógv teir flestu lærararnir
siga seg hava tað gott saman
við næmingunum,
foreldrunum og hava eisini
góð viðurskifti við leiðsluna á
skúlanum, sigur Bjarni
Mortensen, samskipari av
trivnaðarkanningini
Mynd: Dagfinn Olsen
Í gjár lat framsýning
upp í Smiðjuni í
Lítluvík við verkum
eftir Hanna Bjartalíð
og Annu Säppala
LISTAFRAMSÝNING
Turið Kjølbro
Hesa vikuna verður høvi at
síggja oljumálningar og
grafikk eftir Hanna Bjarta-
líð, ættaður úr Klaksvík og
búsitandi í Finnlandi, og
Anna Säppala, úr Finn-
landi, í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin er sera
forkunnug, ikki minst tí, at
upprunatekningarnar til tær
nýggju
bøkurnar
eftir
Dánial Hoydal, Siggu Vang
og Sólrún Michelsen, sum
Bókadeild Føroya Lærara-
felags júst hevur givið,
eisini verða sýndar fram.
Hesar
myndirnar
hava
Hanni
sjálvur,
Bárður
Oskarsson
og
Edward
Fuglø teknað.
Hanni Bjartalíð er út-
búgvin á Nordiska Kost-
skolan í Kokkola í Finn-
landi, har hann starvast
sum listamaður. Hann hev-
ur sýnt nógv fram í Føroy-
um, á ólavsøku, várfram-
sýningum, norðoyastevnu,
og í Smiðjuni í Lítluvík.
Eisini sýnir hann javnan
fram uttanlands, serliga í
Danmark og Finnlandi.
Framsýningin lat upp í
gjár, og er opin hvønn dag
frá 14.00 - 18.00 til og við
pálmasunnudag 24. mars.
Myndir til bókina, Í Geyma
Hanni í Smiðjuni
C
M
Y
K
9
8