týsdagur 19. mars 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 54 - 19. mars 2002
Nr. 54 - 19. mars 2002
11
Heðin Mortensen
ÍSF forseti
Síggi
í
Dimmalætting
fríggjadagin, at ein sjálv-
stýrismaður, sum ikki torir
at seta sítt kristna navn í
blaðið (men hetta er teim-
um so líkt), við ósannind-
um leggur meg undir at
hava gingið í skrúðgongu
undir Dannebrog. - Hetta
avsanni eg harðliga.
Hesin huldumaður vísir
til eina grein hjá mær í
bløðunum herfyri í sam-
band við OL-viðurkenning,
har eg m.a. sigi, at sum
sjálvstøðug ítróttartjóð lut-
taka vit bara sum føroy-
ingar.
Hesi orð havi eg ikki bara
sagt, men eisini víst í verki
øll árini sum forseti í ÍSF.
Annars rokni eg við, at
allir føroyingar uttan po-
litiskan lit, við gleði hava
sæð okkara ítróttafólk lut-
tikið runt um í heiminum í
ymsum ítróttakappingum,
Oyggjaleikum og Para-
lympic - allastaðni við
Merkinum á odda - og havi
eg tá mangan gingið erpin
við í skrúðgonguni, sum
huldumaðurin tekur til.
So ósannindi hansara
mugu standa fyri hansara
egnu rokning.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Í gjár lat løgmaður av startskotið til løgtingsvalið. Eitt tað
mest spennandi valið í føroyskari søgu vil onkur halda, tó
at tað ikki eru so nógvir samgongumøguleikar eftir valið
kortini. Og tað er jú tað eitt slíkt val snýr seg um.
Veljarakanningarnar, sum altíð skulu takast við fyrivarni,
benda allar á, at verandi samgonga hevur spælt falitt og
væl tað. Spurningurin er so, hvør tekur við valdinum í
Føroyum.
Tjóðveldisflokkurin við nýggja formanninum megnaði at
seta dagskránna eftir seinasta val og hevur hann eisini
megnað at dominera orðaskiftið øll hesi árini. Alt sam-
felagið er vorðið gjøgnumsúrgað av hesum eina málinum,
fullveldinum. Uppá gott og ilt. Fólkaflokkurin, ið frá
byrjan valdi at lurta eftir nýggju leiðslu Tjóðveldis-
floksins, tó at hann eisini slapp at seta síni fingramerki á
fullveldistilgongdina, verður nú revsaður og stendur til at
fáa eitt katastrofuval. Neyvan góður musikkur í oyrunum
á løgmanni, sum framvegis er best umtøkta løgmans-
evnið. Men allar súðir eru ikki syftar. Løgmaður situr enn
við trumfinum, sum er sjálvt løgmansembætið. Hann skal
hava meiriluta ímóti sær fyri at fara frá. Eydnast tað ikki
Javnaðarflokki og Sambandi at fáa meirilutan kann
løgmaður bjóða smærri flokkunum góðar sessir í Tinga-
nesi og halda fram sum minnilutastjórn. Tjóðveldið fer
neyvan at fella slíka stjórn, um alternativið er at fáa
samríkjaflokkarnar úti í Nesið. Hetta er trumfurin hjá
løgmanni.
Tjóðveldisflokkurin, ið hevur megnað at styrkt støðu sína
eftir fýra ár í landsins stýri, kann koma at standa einsa-
mallur eftir valið. Hóast framgongd ber eisini til at siga, at
flokkurin, nú hann hevur sett alt uppá eitt brett, hevur ikki
møtt ta vælvild frá veljaranunum, ið hann hevði roknað
við. Stórt spurnartekin kann setast við, um nýggja leiðslan
hevur verið nóg búgvin, tá hon hevur kappað á stokkinum
við gomlu veteranararnar, sum nú forláta skútuna. Onkur
vil siga verða trýstir at fara av skútuni. So kann man velja
at trúgva tí man vil. Men ikki skerst burt, at flokkurin við
nýggju leiðsluni hevur minkað munandi um møgu-
leikarnar at vera við í landsins leiðslu. Onkur vil siga, at
tað er spell, tí í flokkinum hava verið mong skilafólk, sum
hóast rætttrúgvandi kortini hava dugað sær hógv og virt
demokratiska siðin um samstarv við aðrar. Tjóð-
veldisflokkurin tilførdi almenna tjakinum nakað nýtt og
skilagott, tá hann miðvíst fór undir at gera meira burtur úr
sjálvstýrismálinum. Men hetta verður ikki gjørt við
snartoksferð, tí tað hvørki tolir samfelagið ella fæst
undirtøka fyri. Ein hóvlig men miðvís gongd móti størri
sjálvstýri og sjálvbjargni er rætta leiðin. Men hon skal ikki
bara vera uppá premissini hja einum flokki.
Valið komadi snýr seg um so nógv. Eisini umrøddu sjálv-
týristilgongd. Tað er skilagott um flokkarnir við teimum
mest viðgongdu sjónarmiðjunum bæði hvat viðvíkur
ríkisrættarligu viðurskiftunum og búskaparligu og sosialu
spurningunum læra av royndunum seinastu árini og leggja
seg nærri miðjuni. Landsstýrið komandi fer helst at reka
ein miðpolitikk. Skulu Sambandið øðrumegin og Tjóð-
veldið hinumegin hava nakran tjans at vera við, mugu
hesir flokkar nærkast miðjuni og sleppa nøkur av sínum
gomlu og víðgongdu sjónarmiðjum. Alt eftir hvør megnar
tað best verður avgerandi fyri, hvør myndar landsins
leiðslu komandi árini. Teir flokkar, ið longu hava víst seg
sum hóvligar og semjusøkjandi kunnu koma at avgera
samansetingina av komandi landsstýri.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Valið útskrivað
og hvat so!
VIÐMERKINGAR
Aftursvar til huldumann
Elin Lindenskov
Mín heimasíða er nú klár at
vitja. Har har kanst tú
síggja, hvat eg meini. Eg
leggi mína meining um
aktuel evni út á heima-
síðuna dagliga.
Á heimasíðuni eru so
gott
sum
allar
mínar
greinar og røður langt aftur
í tíðina. Eg havi eisini roynt
at savnað saman blað-
greinar, sum viðgera mál,
sum eg havi verið við í.
Hetta gevur tær eina góða
mynd av, hvat eg standi
fyri og havi verið við til at
gjørt.
Sjálvandi leggi eg eisini
valgreinarnar til hetta valið
út á síðuna. Og tú kanst
síggja valgreinarnar, eg
havi skrivað til onnur val,
har eg havi verið uppstillað.
Á henda hátt kanst tú síggja
um eg haldi orð, ella um eg
kanska havi skift meining í
onkrum førum.
Tú kanst spyrja meg um
eitthvørt, ella bara siga tína
meining. Eg royni at svara
tær, so skjótt eg kann.
Eg havi eisini annað tilfar
á síðuni, sum einki hevur
við valið at gera. Hetta eru
evni, sum eg havi áhuga
fyri. Eg eri í ferð við at
leggja mínar myndir á
síðuna. Tú kanst lesa um
plantuliting,
sápufram-
leiðslu og kertuljós. Á
síðuni eru eisini slóðir til
aðrar heimasíður, sum hava
mín áhuga.
Eg eri eitt sindur stolt av
síðuni. Tí eg havi sjálv
gjørt hana. Eg havi ikki ráð
til at gjalda øðrum fyri at
gera hana, so eg havi
seinastu árini lært meg at
brúka
myndaforrit
og
heimasíðuforrit, umframt
at eg eisini taki myndir.
Mín
heimasíða
er
á
www.lindenskov.com.
Vitjið mína heimasíðu
Jónas Johnsson
- Mest royndi flokkur í før-
oyskum politikki er Sjálv-
stýrisflokkurin, sum er tann
einasti, ið hevur sín bein-
leiðis uppruna í tjóðskap-
arrørsluni.
- Sjálvstýrismenn eru nú
í øllum flokkum við ym-
iskum hugsjónum. Felags
ynskið er, at Føroyar skulu
klára seg. Og viljin at
standa á egnum beinum er
ikki nøkur ódygd.
- Í hugsjón sambands-
manna tykist innasti kjarn-
in vera svartskygnið, at
Føroyar klára seg ikki. Teir
vilja halda seg til Danmark-
ar fyri at njóta av ríkis-
kassanum. Men aldargamla
skipanin er ikki heil, tí
føroyingar rinda ikki ríkis-
skatt. Tað ynskir aftur-
haldið heldur ikki. Teir vita,
at um skattskylda til ríkis-
kassan
verður
løgd
á
okkum, hvørvur flokkurin
líka skjótt, sum hann varð
til í 1906.
- Lukkutíð glógvar í
onkrum. Magni Laksafoss
eftirlýsir í besta sjálvbjarg-
nisanda eini heildarætlan
fyri sjálvberandi føroysk-
um búskapi, fyri at fáa
blokkin burtur (Dimma-
lætting 16/3). Men flest
onnur valevnir samband-
sins skriva beint øvugt, og
eru fullkomiliga botnað av
øllum tí, ið fingist kundi
fyri 366 danskar milliónir.
Magni er tí ein stakur
fuglur.
- Í samleika eru annars
eingir munur á sambands-
og sjálvstýrisveljarum. Tað
er bert ein stigmunur í
varsemi. Fjákuta nálganin í
øllum tí, sum danskt er, er
horvin. Sambandsmenn eru
skjótir at gerast sjálvstýris-
menn, eru teir sannførdir
um, at tað ber til. Uttan
fíggjarligt frælsi er heldur
einki veruligt frælsi.
- Við støkum veingi
kann fuglur bert taka til
beinini. At tvinna veingir,
og geva teimum flog, hevur
Sjálvstýrisflokkurin prógv-
að ár eftir ár.
- Meðalferðin til fult
sjálvstýri má sigast at hava
verið hóvlig. Vit skulu
minnast til hvussu føroysk
samfelagsviðurskiftir áður
vóru fyri, og at vit í nøkrum
teirra enn sigla aftanfyri
grannarnar. Men vit taka
okkum framm í stórum
tøkum. Menningin ger, at
afturhaldið náttúrliga fer at
holast út.
- Framtíðin er spenn-
andi. Vónandi taka fleiri
við snotuligum veingjum.
- Minnist smáfuglarnar.
Hvaðani kemur flogið
Útbúgving hjá
ungum føroyingum
Finnleif Guttesen
Valevni hjá sambands-
flokkinum í Suðuroy
fg800@post.olivant.fo
Verða
útbúgvingar-
møguleikarnir
hjá
ungum føroyingum betri
uttanfyri
ríkisfelags-
skapin, svari er eitt greitt
nei.
Allir føroyingar skulu
hava møguleika fyri
útbúgving og tað hava
vit ídag, við atgongd til
hægri danskar læru-
stovnar og skúlar av øll-
um slagi, ókeypis, við
SU
lestrarstuðli
og
møguleikan fyri at taka
lestrarlán.
Føroyingar, sum taka
eina útbúgving í Føroy-
um ídag eru verri fyri, tí
teir fáa ikki sama stuðul,
sum teir kundu fingið
við at taka útbúgvingina
í Danmark.
Er tað hetta ung og
onnur lesandi ynskja, nú
tey skulu søkja inn á
skúlar uttanfyri Føroy-
ar?
Uttanfyri norðurlond
Við at taka eina útbúgv-
ing í Onglandi, skalt tú
til dømis gjalda 100.000
krónur fyri skúlagongd-
ina. Úr føroyum fært tú
60.000
krónur
til
skúlagjald, meðan tú
fært 4231 krónur um
mánaðin frá SU úr Dan-
mark, ikki úr Føroyum.
Tað sum manglar í til
skúlagongd, íbúð, mat
og skúlatilfar mást tú
taka í láni ella arbeiða
fyri.
Sambandsflokkurin
sigur, at tey lesandi eiga
at fáa ein útbúgvingar-
stuðul, sum tryggjar
øllum
fíggjarligar
møguleikar fyri at fáa
eina útbúgving. Tey sum
taka
eina
útbúgving
uttanfyri
ríkisfelags-
skapin eiga tí at fáa ein
hægri stuðul enn ídag,
til at gjalda skúlagongd-
ina við.
Onnur norðurlond
Loysingarflokkarnir
siga, at føroyingar skulu
hava sama útbúgvingar-
stuðul sum hini norður-
londini, og ljóðar hetta
kanska gott í oyrunum
hjá nógvum ungum,
men verðuleikin er, at
skipanirnar
í
hinum
norðurlondum er ikki á
sama støði sum skipanin
í
ríkisfelagskapinum,
har stuðulin er 4231,-
krónur um mánaðin frá
SU, tí:
Í Íslandi fært tú bert lán.
Í Noreg er stuðulin 1512
krónur um mánaðin.
Í Svøríki er stuðulin 572
krónur um vikuna undir
25 ár og 1364 kr um
vikuna tá ið tú ert yvir
25 ár.
Í Finlandi er stuðulin
1270-1540 markar um
mánaðin.
Frælsi til útbúgving
Vilja ung lesandi hava
líka góðar og helst betri
lestrarmøguleikar enn í
dag, so er sambands-
flokkurin besta trygdin
fyri hesum, tí sambands-
flokkurin vil geva ver-
andi og komandi ættar-
liðum frælsi til at út-
búgva seg, av fríðum
vilja og ikki av fíggjar-
ligum áðum.
Sissal Kj. Kristiansen
henna_gaijin@hotmail.com
1. mars 2002 legði Lisbeth
L. Petersen fram uppskot í
tinginum um at nokta Sjón-
varpi Føroya og Útvarpi
Føroya at senda handils-
lýsingar. Lisbeth vil vera
við, at við at broyta lógina
soleiðis at SvF og ÚF ikki
fáa loyvi at senda hand-
ilslýsingar betra vit um
trúvirði hjá almennu stovn-
unum, og at vit somuleiðis
avtaka
monopolið,
ið
almennu fjølmiðlarnir í dag
hava á økinum. Í Degi og
Viku
hóskvøldið
21.
februar, var sama hugskot á
lofti, og her bygdu argu-
mentini uppá, at almennu
stovnarnir fingu pening frá
landinum, meðan kapping-
arneytarnir (rás 2 og Lind-
in) ikki fáa henda pening
og tí skula teir fáa loyvi at
ogna sær peningin, ið fæst
við handilslýsingum.
Tað, ið eg síggi sum
stórsta vansan við uppskot-
inum er tó, at við at nokta
Sjónvarpi Føroya at senda
handilslýsingar, so noktar
Lisbeth L. Petersen lýsing-
arstovunum í Føroyum
stóran part av teirra tilveru-
og menningargrundarlagi.
Ímynda vit okkum, at SvF
ikki sendir handilslýsingar,
hava landsins fyritøkur
ongan møguleika at senda
sjónvarpslýsingar út til
føroyska fólkið.
Á baksíðuni á Dimmu
skrivaði Georg L. Petersen
um mánaðarskiftið januar
/februar um støðið á lýsi-
ngum í Føroyum. Hann
átalaði, at ov nógvar fyri-
tøkur keypa bíligar lýsing-
arloysnir, og at støðið á
lýsingum í Føroyum tí er
sera lágt. At tað er kostn-
aðarmikið at gera flottar
lýsingar er eingin loyna,
men vit eiga at minnast, at
tað ikki altíð eru tær flott-
astu lýsingarnar, ið selja.
Eitt nú hava útlendskar
lýsingarstovur
vunnið
virðislønir á Reklame-
filmfestivalinum í Cannes
fyri at gera flottar lýsingar,
meðan hesar somu lýsingar
ikki hava verið nóg effekt-
fullar, og fyritøkan, ið hev-
ur keypt lýsingarnar, er
farin av knórarnum. Nú
veit eg ikki, um tann
veruligi boðskapurin við
greinastubbanum
hjá
Georg var at siga, at vit
heldur skula droppa alt um
at gera lýsingar í Føroyum,
eftirsum eingin hevur ráð
til at gera tær ordiliga
alíkavæl. Hvussu er og
ikki, so verða lýsingarstov-
urnar ikki betur førar fyri at
gera góðar lýsingar, fáa tær
ikki neyðugu royndirnar. At
støðið á føroysktgjørdum
sjónvarpslýsingum
er
hækkað munandi, síðan tær
í fyrstani komu á føroyska
gluggan,
kann
heldur
eingin ivi vera um. Før-
oyskar fyritøkur eru farnar
at síggja virði í at gera
ordiligar lýsingar, tær er
blivnar væl meira sjónligar
og nógvar kunna nú sam-
anbera seg við útlendskar
fyritøkur, tá talan er um
marknaðarføring. Soleiðis
hava eisini føroysku lýs-
ingarstovurnar
fingið
møguleikan at vísa, hvat
tær í veruleikanum duga,
og tað er ikki heilt lítið.
Tað eru ymsir mátar at
hyggja eftir vansanum við
uppskotinum uppá.
Nýggjar fyritøkur í Før-
oyum eru ofta í kapping við
fyritøkur, ið eru sera sterk-
ar á føroyska marknað-
inum. Gamlar fyritøkur í
Føroyum hava eitt good-
will einans tí tær hava verið
einsamallar á marknað-
inum so leingi. Føroying-
urin er ofta sera vana-
bundin og kenningar-trúgv-
ur, og hetta ger, at hann/hon
ikki roynir nýggjan útbjóð-
ara beint sum hesin kemur
fram. Man er skeptiskur
mótvegis nýggjum fyri-
tøkum, men serliga er tað tí
man er trúgvur mótvegis
gomlum fyritøkum. Tann
nýggja fyritøkan hevur tó
við lýsingum í sjónvarpi,
útvarpi
og
bløðunum
møguleika at vísa seg og
gera føroyingin tilvitaðan
um, at tað finnast aðrar
fyritøkur enn tær (góðu?)
gomlu. Við lýsingunum
kann nýggja fyritøkan fáa
vanabundna brúkaran í
talu.
Eitt sera gott dømi um
effektina av sjónvarps-
lýsingum, er fyritøkan "Hjá
Fróða". Bløðini hava skriva
um fyritøkuna, ið byrjaði
við einum fallittbúgvi og í
dag er millum best seljandi
málingahandlarnar í Føroy-
um. At Fróði við viti, skili
og kanska eitt sindur av
heldi hevur fingið fótafesti
á marknaðinum, er eingin
ivi í. Hinvegin er "Hjá
Fróða" eisini eitt gott dømi
um, hvussu man fótar sær á
føroyska
marknaðinum.
Lýsingarnar hjá Fróða,
gjørdar
av
føroyskum
lýsingarstovum, sendar í
SvF, hava havt stóran
týdning fyri framgongdina
hjá Fróða. Tað hevur serliga
verið gjøgnum SvF, at
føroyski brúkarin er blivin
tilvitaður um Fróða, og við
tíðini
hevur
fyritøkan
fingið pláss í hugaheim-
inum hjá føroyska brúkar-
anum. "Hjá Fróða" er gott
dømi um nýggja ættarliðið
av føroyskum vinnu-lívs-
fólkum. Um Lisbeth fær
ynski sítt ígjøgnum fer tað
at ganga út yvir slíkar
nýggjar
fyritøkur.
Hjá
fyritøkum ið e.n. hava
fyrimyndir uttanfyri før-
oyska landamarkið, lat meg
kalla tær nútíðarhugsandi
fyritøkur, og sum fegnar
ynskja at røkka unga
ættarliðið av føroyskum
brúkarum er sjónvarps-
lýsingin gongda leiðin.
Generatión
MTV,
sum
nøkur plaga at kalla tey,
kenna fyritøkuna á lýsing-
um og kanska serstakliga
sjónvarpslýsingum.
Tá
málbólkurin
er
hesin
bólkur,
er
sjónvarps-
lýsingin tí best gongda leið.
Um SvF ikki skal kunna
senda hesar lýsingar, hvør
er so miðilin hjá hesum at
røkka málbólkin?
Sum tað skilst, havi eg
sera ilt við at skilja, hvussu
floksformaðurin hjá Sam-
bandsflokkinum
kann
leggja eitt so ógjøgnum-
hugsað uppskot fram. Tað
kann væl vera, at politik-
ararnir
síggja
handils-
lýsingarnar sum orsøkina
til, at almennu miðlarnir
enn hava tað monopol teir
hava. Men við at nokta
føroyskum fyritøkum og
lýsingarstovum at senda
boðskapin/lýsingar gjøg-
num tær kanalir, ið geva
úrslit drepa politikararnir
nakrar føroyskar fyritøkur
og styrkja monopolið hjá
øðrum føroyskum fyritøk-
um. Avleiðingarnar av upp-
skotinum hjá Lisbeth eru at
vit enda aftur í fortíðini, tá
man keypti frá handils-
manninum, sum foreldrini
keyptu frá líkamikið um
prísur og góðska ikki sam-
svaraðu. Vit drepa lýsingar-
stovurnar og vit økja um
kenningamonopolið,
ið
hevur
merkt
føroyska
vinnulívið leingi nokk.
Um lesarin nú hugsar,
"møguleiki er enn fyri at
lýsa í bløðunum, Lindini
ella á Rás 2", má eg minna
hann á, at tað er víðastórur
munur á nær og hvussu
miðlarnir vera nýttir. Tað er
sera sjáldan at ein útvarps-
lýsing (gjørd av lýsingar-
stovu) er ætlað at virka
einsamøll. Ofta hongur
útvarpslýsingin saman við
sjónvarpslýsing. Tað merk-
ir, at útvarpslýsingin kann
ikki kompensera fyri sjón-
varpslýsingina.
Í roynd og veru verður
talufrælsi tikið frá føroysk-
um fyritøkum við lógar-
uppskotinum. Fyritøkur, ið
ynskja at lýsa í sjónvarpi,
missa henda møguleikan at
senda teirra boðskap út. Og
so spyrji eg, er tað tað vit
vilja í Føroyum?
VIÐMERKINGAR
Bannið av handilslýsingum í SvF og ÚF hevur
fatalar avleiðingar
Jón Joensen
bóndi í Bø
Í Dimmalætting 31. januar
2002 hevði Bjørn á Heyg-
um grein hann nevndi:
"Skulu
bøndirnir
taka
ábygd av egnum landi?".
So skilagóður og við-
komandi málburður um
viðurskiftini innan kongs-
jørðina er sjáldsamur at
síggja á prenti. Ja so sjáld-
samur, at eg og kanska
fleiri hava skeitt í bløðini
hendan góða mánaðan,
síðan hendan grein varð at
síggja. Tí vænta varð, at
ragnarrok fór at dynja yvir
tann penn, ið so greitt tordi
at lýsa støðuna hjá føroyska
kongsbóndanum. Men ikki
eitt orð! Eg eri ovfarin.
Tøkk skal Bjørn á Heygum
hava, fyri orðini hann har
lat falla.
Í hesum sama viðfangi
fari eg at nevna aðalorða-
skifti um jørð, sum var á
tingi seinasta ár. Í hesum
lítiðsigandi kjaki hómaðust
eingi verulig hugskot, sum
kundu
verið
tikin
til
álvarsliga viðgerð. Meira at
siga dugnaloysi í hesum
máli innan tingsins høgu
gátt.
Ella fimmarin, sum var
útvarpaður
fyri
nakað
síðan. Í fleiri førum lá hetta
kjaki á so lágum støði, at
tað ikki var sømuligt, at
koma í almennum útvarpi.
Aftursvar frá bóndunum?
Nei! Bóndirnir skul halda
kjaft! Tí teir hava formynd-
arar, sum vita og siga
bóndum, hvussu teir skulu
hugsa, og hvat teir skulu
gera!
Uppskot um broytingar í
jarðarlógini liggur í ting-
inum; men har kunnu
menn ikki semjast.
Rópt verður um tjóð-
skaparligt frælsi, uttan at
vilja innanhýsis frælsi, so
haðani er lítið at vænta í
framtíðini.
Nakað um kongsjørðina
C
M
Y
K
11
10