Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 62 - 3. apríl 2002 Nr. 62 - 3. apríl 2002 13 VALGREINAR Tjóveldisfloksins mentanarpolitikku r dúvar uppá Dansk Tipstjeneste Eyðólv Dimon Valevni Javnaðar- floksins í Suðurstreymoy Allar mentaðar tjóðir vilja verja sína mentan og tey serligu eyðkenni, sum annars mynda eina tjóð. Men teir og tær, sum skuldu standa fremst í fylkingini, royndust undanstøkk- ingar - sum vant var tjóðskapurin mest om- anfyri hálsvølin. Tað eru skjótt fýra ár runnin síðan fullveldissam- gongan tók yvir, og nú teir eru á veg út gjøg- num dyrnar kom endi- liga mentanarpolitiska ætlanin, sum skal vera fyri árini 2002 - 2006. Var nakað álvara aftan fyri tjóðskapar klædn- ingin, so hevði fullveld- issamgongan sjálvandi lagt út við eini ment- anarpolitiskari ætlan fyri árini 1998 - 2002, og játtanin til Mentan- argrunnin hevði verið økt samsvarandi. Áliti Avmarkaður marknaður mælti til, at játtanin til Mentanargrunnin varð fingin uppá 15 mió. í 1998, og við fíggjarligu umstøðunum, sum hendan samgongan hev- ur havt at virka undir, so sigur tað alt um rað- festingina hjá samgong- uni av mentanini, nú játtanin í 2002 einans er 3 mió. Einastu ábøturnar hetta samgonguskeiði, eru komnar frá øðrum stuðuls møguleikum eitt nú Dansk Tipstjeneste. Hetta átti at veri ein beiskur biti hjá Tjóð- veldisflokkinum, sum hevur umsitið málsøkið, men sum nevnt, so situr tjóðskapurin mest omanfyri hálsvølin, og tí er onki gjørt frá sam- gonguni, fyri at tryggja list og listafólkum góðar karmar og mennandi virkiskor. Nú tað stundar móti løgtingsvali, so skal stingast út í kortið, hvat komandi samgonga skal gera. Hvønn mentanar- politik hevði fullveldis samgongan. At gera eina breiða politiska semju um framtíðar mentanarpoli- tikk er helst klókt, og her er tað fyrst og fremst neyðugt at semjast um játtanina til flaggskipið í mentanarpolitikkinum, Mentanargrunn Land- sins. Men at vevja upp í eina mentanarpolitiska ætlan, hvussu býtast skal millum ymsu lista- greinirnar er enn ein roynd at snara orðaskift- inum burtur frá mangl- andi mentanarpolitikk- inum í hesum sam- gonguskeiðnum. Ì bók- linginum Mentan og menning stendur at "Ein onnur týðandi fortreyt fyri, at henda ætlan skal eydnast, er, at hon fær breiða undirtøku millum flokkarnar á tingi so væl sum frá teimum felags- skapum og stovnum, sum umboða mentanar- lív og listafólk." Hvussu játtanin til Mentanar- grunnin skal býtast, skal nevndin fyri grunnin taka sær av. Játtanin skal ikki frammanundan leggjast fast á eitt prosentvíst býti millum listagreinirnar. Hetta hugskotið minnir mest um hugsanina, sum for- maðurin í Mentannar- nevndini í løgtinginum, Jógvan á Lakjuni, hevði um Mentanargrunnin. Hann kallaði nevndina nøkur fólk í Havn, sum ikki megnaðu at býta pengarnar út aftur. Bóklingurin Mentan og menning vísir eisini á, at løgtingslógin um Ment- anargrunn Landsins má endurskoðast og broyt- ast, men hetta er onki nýtt, og ein undrast hví landsstýrismenn Tjóð- veldisfloksins ikki fyri langari tíð síðan eru farin til arbeiðis. Her má broyting koma í! Og henda broyting má koma nú! Hesum vil Javnaðar- flokkurin slóða fyri. Birgir Mohr Sandi Javnaðarflokkurin vil fyrst og fremst bøta um vælferð Føroya fólk! Fáa fullveldisflokkarnir meirluta á løgtingi við komandi val, so verður loysing úr ríkisfelagsskap- inum framd innan fýra ár. Hetta fer at kosta okkum føroyigum vælferðina fyri fleiri ártíggir fram í tíðina. Tað er hetta, komandi løgtingsval snýr seg um. Og er tað tí sera umráðandi, at sitandi samgonga missur sín meirluta á Løgtingi. Umframt allar teir fyrimunir vit hava við ríkis- felagsskapinum, sum vit ikki rinda fyri, so rindar danski ríkiskassin árliga, í og uttanum tann sonevnda blokkin, uml. kr. 850 mill. til m.a. løgreglu, rættar- skipan v.m. Hesin peningur hvørvur við loysingini, umframt at vit missa øll rættidir í Danmark. Tey seinastu fýra árini hava vit haft besta fiski- skap og hægstu fiskaprísir nakrantíð. Hóast tað, hava vit nærum ikki megna at bøta um vælferðarøkini í Føroyum, sum framvegis hava somu treytir, sum undir samfelagskreppuni í byrjanini av níti-árunum Hóast tað vilja fullveldis- og loysingarflokkarnir standa við, at okkum ikki tørvar nevnda blokkstuðul, sum teir tí hava minkað við kr. 366 mill. árliga frá 2002 at rokna, men hetta er ikki veruleikin í samfelagið okkara, Føroyum. Veruleikin er tann, at okkum væntar pening til at reka øll vælferðarmálini á ein forsvarligan hátt, ið svarar til nútíðina. Vit eru eftirbátar á nógvum økjum, herundir: Heilsuøkinum - Skúlaøk- inum - Almannaøkinum - Eftirlønarøkinum. Hertil kemur, at stórar íløgur á samferðsluøkinum stannda fyri framman JAVNAÐARFLOKK- URIN hevur tí sett sær fyri, at seta føroya fólk fremst og tess vælferð - fram um n a t i o n a l r o m a n t i s k u loysingardreymarnar hjá fullveldisflokkunum. Føroyska samfelagið hevur ikki ráð til at taka loysing frá Danmark her og nú, tí so sindrast vælferð- arsamfelagið. Tí verður neyðugt at gerða eina avtalu við donsku stjórnina um ríkis- rættarligu støðuna, eina avtalu sum peikar á sjálv- stýrisleið, men sum er innanfyri ríkisfelagsskapin, og sum varveitir okkara rættindir í Danmark. Missa vit lívsfrælsi hins einstaka føroyinga fyri loysingina, so hava vit mist meira fyri minni. Tað má ikki henda. Vit seta Føroya fólk fremst. Veljið tí JAVNAÐAR- FLOKKIN. Loysing her og nú – ella vælferð! Edmund Joensen Ofta hoyra vit fólk siga naka soleiðis: "Eg eri sambandsfólk", ella "eg eri ikki loysingarfólk". Størsti parturin av før- oyingum hoyra til hendan bólkin, tað vísa eisini veljarakanningar. Hesi fólkini hava eisini tað til felags, at tey ynskja at viðurskiftini í ríkis- felagskapurin skulu verað vælvirkandi og nýmótans. Akkurát hvussu og hvat, eru ivaleyst ymsar mein- ingar um. Hesi fólkini er helst samd um, at hetta skal gerast á ein fyri Føroyingar virði- ligan hátt, sum framvegis ger okkum føroyingar stolt- ar sum tjóð, og byggir brúgv ímillum partarnar í ríkisfelagskapinum. Hesi fólkini vilja sjálv- andi ikki av við ríkis- borgarættin. Hesi fólkini vilja í heila tiki ikki av við vælferðartrygdina. Rætt- indini í samlaða ríkinum skulu varveitast í heilum líkið, onki minni. Tann stóri hópurin av hugsandi føroyingum síggja sjálvandi, at verðin er ikki bara svørt ella bara hvít. Tey síggja at loysing og kvetting hoyrir einari farnari tíð til. Loysing loysir ongar trupuleikar, men harafurímóti koll- rennur hon alt tað føroyska samfelagið og skapar al- skins nýggjar trupuleikar. Ongin nýmótans føroy- ingur hevur heldur áhuga í at hoyra einari farnari tíð til. Nýggja tíðin. Samstarv og samvinna ímillum lond, er loysunar- orðið og vegurin fram í hesum globaliseringstíð- um. Hetta samstarv og hesa samvinnu eiga allir føroy- ingar eitt gylt atgongu- merki til ígjøgnum ríkis- borgararættin. Allir hugsandi føroyingar vita, at tað eru óteljandi fyrimunir í ríkisfelags- skapinum. Fyrimunir sum eru altav- gerandi fyri menningina av øllum tí føroyska samfelag- num. Sambandsfólk ella ikki loysingarfólk eru eyvitað ikki heilt samd í øllum viðurskifum, td. vinstra og høgra politikki, tað er natúrligt. Men tey eru samd um, at vit skulu saman menna vælferðarsamfe- lagið. Tað sum skilir, er helst meira, hvussu hetta verður gjørt og hvussu samfelagságóðin annars skal bítast. Júmen tá íð tað eru so nógvir føroyingar sum eru samdir so langt, hví skulu teir ikki samla seg um tann flokkin, sum er felags- nevnarin fyri hesum øllum somlum. Hví so velja flokkar sum hava annað í kvittanum og sum hava fyri neyðini at tosa uttanum. Hví vænta at flokkar, sum hava víst at teir vóru klárir at loysa eftir seinasta val, fara at gera annað hesuferð. Hví so velja flokkar sum hava víst at teir vóru klárir og vildu ofra vælferðarsamfelagið. Løgmaður lovaði fólkatkvøðu Sannleikin er at løgmaður og landstýrið ikki tordu at lova tykkum sambands- fólkum og tykkum ikki loysingarfólkum til eina fólkaatkvøðu. Hetta var annars frammanundan lovað føroya fólki. Minnist til at løgmaður tá ið hann avlýstið fólka- atkvøðuna umbar seg við, at tað mátti ikki henda, at Føroyar meldaðu seg inní ríkið, um tit atkvøddu nei. Eitt ríki sum vit hava verið partur av í meira enn 600 ár! Hevur nakar hoyrt so skapt! Sigur hetta ikki alt um viðringina fyri fólka- ræðinum og um midlarnar sum brúktir verða. Kann nakar hava álit á slíkum monnum? Hví so eisini umhugsa at velja aðrar flokkar, sum stóðu klárir at fara uppí, fyri at fremja tað sama, sum fullveldissamgongan fyribils er bakka útaftur úr. Góðu føroyingar Øll sum eru sambandsfólk og øll sum ikki eru loys- ingarfólk. Tit hava so nógv til felags. Tit hava ikki ráð til ikki at standa saman hesufer. Tað er størri vandi fyri, at júst tykkara atkvøður verða brúktar til at fremja loys- ingina og undirgrava væl- ferðarsamfelagið til hetta valið, enn nakrantíð áður. Valið komandi er eitt val sum stendur um samband ørumegin og loysing hinu- megin Loysingin, fyri at gera hana átiligari, hevur fingi ymisk nýggj nøvn hesuferð. Hetta fyri at grugga málið. Men tað ber av góðum grundum ikki til at verað fyri bæði samband og loysing samstundis. Lati tykkum tí ikki draga við av føgrum orðum. Sambandsflokkin veitst tú hvar tú hevur. Hann er alternativið til loysingina. Hann má gerast so stórur hesufer, við ábyrgd fyri tykkum, at tað er hann sum setur dagskránna. Tí tað er hann sum stendur sum felagsnevnari fyri tí stóra hópinum av føroyingum. Bæði fyri sambandfólki og eisini fyri ikki loysingarfólki, tá ið samanum kemur. Hví velja annan flokk enn Sambandsflokkin? VALGREINAR Gestur Hovgaard valevni Tjóðveldisfloksins www.gesturhovgaard.com Valstríðið er eftirhondini blivin ein spurningur mill- um afturvendan til blokk- búskap ella framhald av einum sjálvberandi bú- skapi. Tey, sum trúgva uppá vælsignilsið í blokkinum, hava nærum ikki orð fyri, hvat kundi verið gjørt: øll tey gomlu høvdu havt tað betri, vegakervið hevði verðið betri útbygt, skatt- urin hevði verðið lægri, gransking og mentan høvdu verðið sett í hásætið og sjálvt loftvegis farma- flutningur hevði komið á nútímans støði. Hann for- barmi seg. Turkatrúgvin uppá blokk- búskap byggir á reinar mytur. Fyrsta mytan er gamla jabbið um, at so longi vit bara hava fiskin, so mugu vit hava blokkin at styðja okkum á. Hetta er at venda veruleikanum á høvdið. Um danir í síni tíð setti seg á reyvina og bíðaði eftir blokki onkustaðni frá, tí teir bara høvdu landbúnaðin at styðja seg til, høvdu hvørki Novo Nordisk, Oticon ella B&O verið til, eiheldur høvdu teir verið førandi vindmylluframleiðarir. Gjørdu finnar og sviar tað sama, hevði Nokia ikki verið ein mobiltelefon og Volvo bara ein kúlulega. Hóast oljuna, so hava norðmenn langt síðani gjørt greitt, at fiskivinnan fyrst av øllum er tað tilfeingið teir skulu liva av í framtíðini. Veruleikin er tíbetur blivin so, at eisini vit hava eina fjøltáttan og nýskapan í vinnulívinum sum ongantíð fyrr, sam- stundis sum vit gera okkum leys av blokkinum. Tá vit høvdu sum mest av blokki, var tað møguligt at hava studningsvinnu og einstáttan í senn. Úrslitið var hareftir. Næsta mytan er tann, at blokkpengar tryggja okkara samfelagsbúskap. Veru- leikin hevur víst, at vit fáa minni fyri meira. Tað var jú akkurát tað, sum hendi fyrst í 90’unum. Blokk- ævintýrið - saman við skuldartøkunum - blivu skoynd uppá Palleba og Marsannu, tey somu, sum nú fáa lovað gull og grønar skógir. Kreppur loysa vit ikki við at dúva uppá blokk, tað gera vit bara við at skapa egnar, tryggar karm- ar, eitt nú við búskapar- grunninum, neyvum eftir- liti við búskapargongdini, granskingar- og menning- ararbeiði, júst soleiðis sum sjøtil hevur verið settur á seinastu árini. Tað er langt síðani prógvað, at sam- felagið hongur búskapar- liga saman uttan blokk. Triðja mytan er tann, at blokkurin tryggjar okkum vælferðarsamfelagið. Tá blokkurin er so vælsign- aður, hví blivu sambýli, ellis- og røktarheim og nýtt landsjúkrahús ikki bygd, tá alt samfelagið fleyt í peng- um í 1980’unum? Tað skuldi verið lætt at rokna út, at tey "næstan gomlu" blivu "gomul" í 2000. Veruleikin er, at tað var ikki blokkur sum bygdi væl- ferðarsamfelagið. Tað vóru fyrst av øllum bóndin, fiski- og verkamaðurin (m/k), ið gjørdi hetta við at krevja sín rætt og taka seg saman í felagsskapir og byggja egnar skipanir til felags gagn (lutafeløg, fak- feløg, sparikassar, sjúkra- kassar, arbeiðsloysisskip- anir v.m.). Hendan veru- leika, sum eisini Føroya søga er rík uppá, gloymdu vit tíverri so dyggiliga. Ístaðin kopieraðu vit nakrar danskar loysnir, bygdar á blokk, og úrslitið var har- eftir. Tí má byrjast av nýggjum við støði í egnum fortreytum. Restin er upp til okkum og ongan annan. Víst kann ein "blokkur" geva búskaparliga inn- spræning, tað vísti eitt nú Marshallhjálpin í síni tíð. Men blokkur sum búskap- arligt prinsipp er beinleiðis vandamikil. Seinastu árini hava prógvað, at tað ber til at liva uttan blokkin, og samstundis økja vælferð- ina. Kanska tað er hesin veruleiki ið ger, at aftur- haldið hevur ilt við at koma við visjónum fyri fram- tíðina. Tjóðveldisflokkurin, við sínum greiða politikki um at ábyrgd og avgerðir fylgjast, er í veruleikanum besti garanturin fyri virði- ligum viðurskiftum til Dan- mark, og ikki populistiska útgjaringin hjá teimum sum tosa um "ríkisfelagsskap", men í veruleikanum rópa eftir blokki. Eyðun Jacobsen Valevni Mifloksins í Eysturoy Herfyri var frammi á tingi um at liberalisera rús- drekkalógina. Tað skal verða lættari at ogna sær sterkar drykkir, fleiri skeinkiloyvi skulu fáast til vega, tað skal verða lættari at fáa undantaksloyvi til at skeinkja í veitslum, avgift- irnar á øli og víni skulu lækkast. Føroyingar skullu læra at drekka vín til matin, ergo skulu vit í hesum fullveldistíðum hava eina danska øl og vínmentan í Føroyum. Nú havi eg búð í Dan- mark í 17 ár og havi sæð ikki so lítið av tí donsku øl- og vínmentanini. Er hon til framburð fyri familjurnar?.......nei. Er hon til framburð fyri ung- dómin?.........nei. Havi hoyrt sjokkerandi frágreið- ingar frá foreldrum, hvørs børn eru endaði langt úti í alkoholismu og tað sum verri er, tí tann liberali tankagangurin um rús- drekka hevði valdað í heim- inum, er tað soleiðis politikarnir vilja hava tað? Ella skal ein kassi av øl standa á hvørjari stillasju, ella í hvørjum arbeiðsskúri, skulu arbeiðarnir venjast við at byrja dagin við eini øl, soleiðis sum tað gongur fyri seg á nógvum donskum arbeiðsplássum? Eg havi sæð tannáringar rullað í sínari egnu spýggju, tað sær man tíverri eisini tendensir til í Føroyum, tí tað er so lætt at koma at teimum sterku vørunum. Er tað slíkt dagsins politikarar vilja skal verða daglig sjón í landi okkara? Eg havi sitið á for- eldrafundum í Danmark, hvar foreldrini hava greitt frá hvussu tey hava skonkt síni børn full, tá ið tey blivu 14 ár, fyri at læra tey hvussu tey "ikki" skuldu gera, men í flestu førum hevði tað mótsatta við sær og børnini endaðu úti í missbrúki. Er tað tílíkar umstøður dagsins politik- arnir vilja hava?? Eg spyrji meg sjálvan: "Hvat hugsa hesir vaksnu, garvaðu politikarar fyri sær?" Menn og kvinnur sum dagliga fáa fráboðanir um ymiska rúsmissnýtslu í landið okkara. Vilja teir nú at tað skal verða enn lættari at skapa fleiri missnýtarar. Eg tosaði fyri nøkrum døgum síðani við eina kvinnu, sum í nøkur ár livdi sum anonymur alkoholikari og kom út í eitt alvorligt missbrúk, men sum í dag er komin út úr tí lívinum. Hon segði soleiðis við meg: "Við at gerða øl og vín bí- ligari og harvið lættari til- gongiligt, skapa tit enn fleiri anonymar alkoholik- arar". Eg lurti meiri eftir einum fyrrverandi anonym- um alkoholikara enn nøkr- um peningagrískum po- litikarum, sum seta menniskjalagnur uppá spæl fyri at fylla landskassan. Nei, lat okkum hækka avgiftirnar á brennivíni, víni, øli og tubbaki og heldur syrgja fyri at aðrar neyðugar vørður kunnu gerðast bíligari. Hetta vil Miðflokkurin á tingi ar- beiða fyri, men vit kunnu ikki gera tað uttan fullan stuðul frá veljaranum. So hugsa gjølla hvar tú setur krossin 30 apríl. Jógvan Arge Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Ein av verjunum í narko- málinum, sum gongur í Føroya Rætti í løtuni, finst at, at rúsevnadómarnir eru harðari í Føroyum enn í Danmark. Verjin hugsar óivað fyrst og fremst um einhvønn klient, sum hevði sloppið bíligari, um rætturin í Før- oyum dømdi á sama hátt sum rætturin í Danmark. Í hesum umfarinum tekur advokaturin valla støðu til samfelagslig atlit, sum ákæruvaldið sigur seg gera, og dómarin eyðsýniliga tekur undir við. Tí vendir málið tann vegin, at hóast vit hava stórt sæð somu revsilóg í Føroyum sum í Danmark, so kanst tú verða harðari revsaður í Føroyum enn í Danmark fyri sama mis- brot. Ákæruvaldið sigur, at tað er neyðugt at vera meir á varðhaldi í tí lítla føroyska samfelagnum enn í tí stóra danska, tí árinini í tí lítla samfelagnum kunnu gerast óbøtandi. Tað er eitt sjónarmið, sum kann skiljast, men sampakkar tað við, at vit hava somu revsilóg í Før- oyum og Danmark? Tað er ein stórur spurn- ingur. Mær tykir eisini, at tað er sera áhugavert, tá hesin sami verji ger greitt, at fólkið í Føroyum hevur ongantíð skift orð um og enn minni avrátt, hvussu revsingin fyri rúsevnamis- brot eigur at vera. Kjarni málsins er tí, at føroyingar verða ákærdir og dømdir av donskum embætismonnum og revs- aðir eftir donskum lógum, sum føroyingar ikki hava tikið støðu til. Teir donsku embætis- menninir í danska rættar- verkinum í Føroyum avgera í stóran mun við sínum ákærum og sínum dómum, hvør rættarsiðvenjan er í Føroyum. Tað er púra burturvið. Løgfrøði er sjálvræði, siga íslendingar. Vit eiga at gera hesi orð teirra til okkara og í verki fremja ætlanirnar um at taka upp á okkum ákæruvald og dómsvald. Ongin sigur, at revs- ingarnar verða linari, men tá verða tær ið hvussu er ásettar eftir viðgerð og orðaskifti millum føroy- ingar í Føroyum, sum tær skulu galda fyri. Og sjálvandi verða lóg- irnar eins fyri øll í land- inum. Hetta er vert at hava í huga hin 30. apríl. Skal rúsdrekkalógin liberaliserast?? Rúsevnini og revsilógin Blokkmyturnar C M Y K 13 12