mikudagur 3. apríl 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 62 • mikudagur • 3. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Hans Kristian
Simonsen, sum er
næstyngsti FM
vinnarin nakrantíð,
hevði roknað við, at
hann fór at enda
millum teir allar
bestu
FM Í TAVLI
Jóannes Hansen
Í gjáramorgunin var páska-
frítíðin liðug hjá 18 ára
gamla Hans Kristiani Sim-
onsen í Kollafirði. Tá tørn-
aði hann til aftur á Fiska-
virking í Vestmanna. Tað
var har, hann var staddur, tá
hann í sjónvarpinum í fjør
greiddi frá, hvussu tað var
at vinna á Kasparov.
Í páskafrítíðini hevur
ungi maðurin ikki ligið á
løtu síðuni. Hann hevur fyri
tað mesta verið vesturi á
Giljanesi, har hann luttók í
FM kappingini fyri ein-
staklingar. Og tað gekk
væl. Ja so mikið væl, at
Hans Kristian Simonsen
gjørdist meistari.
Hann er triði unglingurin,
sum hevur vunnið FM
heitið, og hann er tann
næstyngsti meistarin nakr-
antíð. Tá Jens Christian
Hansen av Toftum í 1979
vann sítt fyrsta av fýra FM
heitum, var hann 18 ár og
ein mánað gamal. Tá var
hann yngsti FM vinnarin
nakrantíð, og tað metið
hevur eingin tikið enn.
Hans Kristian er 18 ár og
fýra mánaðir gamal, og
hann er næstyngsti FM
vinnarin nakrantíð. Hin
unglingin, sum hevur vunn-
ið FM, er fleirfaldi meist-
arin Heini Olsen úr Klaks-
vík, sum vann FM fyri
fyrstu ferð í 1989.
Rani Nolsøe er formaður
í Talvsambandi Føroya.
Hann fegnast um, at eitt
nýtt ættarlið av telvarum
hesa ferð rættuliga gjørdi
um seg, og hann heldur, at
nýggi
meistarin
hevur
góðar møguleikar at koma
langt:
– At Tiger Hilbert–Pers-
son úr Svøríki eitt skifti var
í Kollafirði var góður
íblástur eitt nú hjá Hans
Kristiani. Hann er teoret-
iskt sterkur. Hóast sín unga
aldur hevur hann ein búnan
stíl, og hann telvar við
djúpari talvfatan. Hesa
seinastu tíðina er hann
mentur ógvuliga nógv. Tað
sást aftur á styrkistalinum,
staðfestir
formaðurin
í
Talvsambandinum,
sum
heldur, at nýggi meistarin
er stinnur í øllum fasum í
telvingini, og at hann er
sera stinnur í miðspælinum
og endaspælinum.
Rokningin og
fyrireikingin
Tá vit spyrja nýggja FM
vinnaran, um hann hevði
roknað við, at hann skuldi
vinna FM, so svarar hann
soleiðis:
– Eg hevði í hvussu so er
verið sera vónbrotin, um eg
ikki hevði endað millum
tríggjar teir fremstu. Eg var
styrkismettur millum fýra
teir bestu. Undan næst-
síðsta umfarinum roknaði
eg við, at um tað eydnaðist
at fáa hálvt annað stig í
tveimum teimum síðstu
umførunum, so fór tað at
eydnast, og tað gekk akku-
rát soleiðis. Næstsíðsta um-
farið var eitt skjótt remis.
Tað hevði við sær, at eg
hevði møguleikar at hvíla
og fyrireika meg til síðsta
talvið, sum eg visti, at eg
skuldi vinna. Martin Poul-
sen og eg búðu saman, so
vit sótu saman og fyri-
reikaðu okkum. Mótstøðu-
maðurin hjá honum í síðsta
umfarinum var John Rød-
gaard, sum eg kappaðist við
um fremsta plássið. Vit
báðir Martin høvdu m. a.
fleiri talv hjá John fyri
okkum, og tað kom væl við
hjá mær, at tað eydnaðist
Martini at vinna á John.
Tú tapti einki talv?
– Nei, og eg kendi tað
heldur ikki soleiðis, at eg
nakrantíð var so mikið
kroystur, at tað var um
reppið, at eg kundi tapa. Tí
kann eg ikki annað enn
vera væl nøgdur við hesa
kappingina, heldur Hans
Kristian Simonsen.
At hann vann FM er ikki
komið av ongum:
– Eg brúki einar tveir
tímar um dagin uppá talv.
Uppundir kappingar brúki
eg meiri tíð til fyrireiking,
og sunnudagar luttaki eg í
online
kappingum
hjá
World
Chess
Network.
Talan er um altjóða kapp-
ingar, og eg kenni fleiri av
teimum, sum eg kappist
við.
Hvussu leingi hevur tú
verið bitin av talvinum?
– Eg lærdi mannagongd-
ina, tá eg var eini seks ára
gamal. Hanus Joensen, sum
var skúlastjóri í Kollafirði,
var ein góður telvari. Hann
vann FM í 1977. Tað
smittaði av sær, og eg rokni
við, at øll skúlabørnini í
bygdini
dugdu
manna-
gongdina. Tá Tiger kom til
Kollafirðar, var eg 13–14
ára gamal. Tá fekk eg so at
siga blóð á tonna og fór at
lesa og studera talv. Tá fór
at ganga skjótt rætta vegin.
Avbjóðingarnar
Tá vit spyrja nýggja FM
vinnaran úr Kollafirði,
hvørjir dreymarnir eru, so
eru fleiri, sum hann ætlar at
gera til veruleika:
– Eg fari at luttaka í fleiri
einstaklingakappingum í ár,
og so er tað talvolympi-
adan. Millum einstaklinga-
kappingarnar eru HM og
EM fyri unglingar. Í fjør
luttók eg í HM kappingini
fyri telvarar yngri enn átjan
ár. Tann kappingin var í
Spania. Eg endaði sum
nummar 30 av 80 telvarum.
Tað var eg væl nøgdur við.
Nú skal eg luttaka í kapp-
ingini fyri telvarar yngri
enn 20 ár. Um tað eydnast
at røkka somu endastøðu,
so verði eg nøgdur við tað,
heldur
Hans
Kristian
Simonsen.
Síðst í oktober skal før-
oyska talvlandsliðið luttaka
í talvolympiaduni, sum
hesa ferð verður í Bleb í
Slovenia. Liðið plagar at
vera mannað við seks telv-
arum, og sambært for-
manninum í Talvsambandi
Føroya, so er føroyameist-
arin sjálvskrivaður luttak-
ari:
– Tað havi eg ongantíð
roynt áður. Eg havi hoyrt og
lisið um talvolympiadurnar.
At stríðast saman við góð-
um føroyskum telvarum í
størstu liðkappingini av
øllum, tað verður sera
spennandi og ein stór
avbjóðing.
Hann brúkar meira enn hálva
arbeiðsviku til talv hvørja viku
Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði er nýggjur føroyameistari í talvi, men enn eru nógvar avbjóðingar fyri framman hjá unga
telvaranum
14
Nr. 62 - 3. apríl 2002
Mikudagin 20. mars and-
aðist Inga Falkvard Dan-
berg bert 32 ára gomul.
Fýra dagar seinni varð
Inga borin út úr Ebenezer,
har
ein
tann
størsta
mannamúgvan tú hevur
sæð til eina jarðarferð
fylgdi Ingu til hennara
seinasta hvíldarstað. Fa-
miljan, vinir og øll tey
mongu, sum høvdu eitt-
hvørt tilknýti til Ingu,
vóru henda dagin til eina
stórsligna,
rørandi
og
minniliga løtu, sum ong-
antíð verður gloymd.
Tær vantar orð, tá ið tú
skalt bera einum vini,
einum hondbóltsvini, sum
tú hevur havt nært tilknýti
til í mong ár, eina seinastu
heilsan.
Tá ið gomul fólk fara,
hava vit oftast natúrliga
vant okkum við tankan.
Vit hava avgreitt flestu
viðurskifti við viðkom-
andi og góðtaka, at so-
leiðis eigur tað bara at
vera. Men tá ið ung fólk
fara, so kennist tað, sum
vit ikki hava avgreitt alt
við viðkomandi. Soleiðis
er tað eisini við Ingu. Tað
er so nógv, sum tú nú
kundi hugsað tær at spurt
og tosað við Ingu um,
nógv sum vit ikki fingu
tosað um og avgreitt í dag,
men sum kundi bíða til ein
annan dag. - Alt er bara so
endaleyst.
Torført at venja seg við
tankan ongantíð at síggja
Ingu aftur, ongantíð at
síggja hetta bersøgna,
positiva og glaða menn-
iskja aftur á hesari fold.
Kom at kenna Ingu -
henda sjáldsama ágrýtna
hondbóltsspælara - gjøg-
num ítróttin.
Sum smágenta fekk
Inga áhuga fyri ítrótti, og
kom ítróttarlívið at verða
ein stórur partur í lívi
hennara. Hon var gentan,
sum skjótt gjørdi seg gald-
andi í skúlaítróttardøgun-
um. Hon var sterk, rann
skjótt, hoppaði høgt og
langt og henni dámdi væl
at kappast.
Inga royndi seg í fleiri
ítróttargreinum, millum
annað spældi hon flogbólt
og fótbólt. Hennara dag-
liga starv kom eisini at
hava samband við ítrótt, tí
í mong ár arbeiddi hon í
ítróttarhandli í Havn.
Men tað var í hondbólt-
inum í Neistanum, at nógv
av okkum komu at kenna
Ingu.
Hálvvaksin kom hon at
spæla hondbólt í felag
okkara. Hetta verður í dag
mett at vera seint at byrja
at íðka eina ítróttargrein,
tá ið hugsað verður um
tekniskan førleika í spæl-
inum. Nú koma børn til
minihondbólt, áðrenn tey
fara í skúla.
Inga
hevur
vunnið
mangt FM heitið í hond-
bólti - í gentum 16 ár,
kvinnuunglingum og í 1.
deild.
Inga var neistakvinna
við stórum N, um tú kanst
siga tað soleiðis. Umframt
at ganga á odda í venjing
og dystum, so sat hon við
dómaraborðið og var til
dystin fús, tá ið ymisk
tiltøk skuldu fyriskipast.
Inga var bersøgin. Hon
hoyrdist og sást, tá ið hon
var í hallunum. Hon legði
nógv í venjingina og
kravdi nógv av sær sjálv-
ari og viðspælarum í dyst-
um. Tað var onkuntíð tor-
ført hjá teimum ungu
spælarunum at venja seg
við, tá ið Inga segði sína
meining í dysti ella undir
venjing. Inga meinti tað
væl, tí hon visti, hvat
kravdist, um neistaliðið
skuldi náa oddin í 1. deild.
Soleiðis var Inga bara,
og øll høvdu virðing fyri
sterka liðskiparanum við
gula liðskiparaarmbindin-
um um vinstra arm og 6
talinum á rygginum.
Hon byrjaði sum linju-
spælari, men kom skjótt at
spæla vinstri bakkur í
verju og í álopi. Inga var
ein av Føroya bestu verju-
spælarum og hevði eitt
hoppskot, sum var í ser-
flokki, tá ið hon fekk tað
at rigga, og sum mót-
støðuliðini altíð máttu
varða seg fyri.
Hon gekk í onkrum
dysti mestsum ov nógv
upp í spælið og var so
spent, at tað gekk út yvir
dygdina. Hon vildi altíð
útinna eitt gott avrik, og
tað sást á kropsburðinum,
um Inga var nøgd ella
ónøgd við seg sjálva.
Inga hevði ongar trupul-
leikar, tá ið hon skuldi
skifta frá gerandisklæð-
unum og í 60 ára- ella
mótaklæði, tá ið Neistin
skipaði fyri onkrum til-
taki. Í skemti plagdu vit at
siga við hana, at tað var so
lætt hjá henni at fara upp á
pallin, tí hon hevði við-
fødda gongulagið til enda-
málið. Hetta dámdi henni
lítið at hoyra.
Eftir eina skurðviðgerð í
fjør vildi Inga so fegin
koma aftur á 1. liðið í
vetur. Hon fekk eftir
skurðviðgerðina
ikki
høgra arm heilt at makka
rætt, men eftir at hava
spælt nakrar dystir í 2.
deild gekk framá, og hon
kom aftur á 1. liðið. Men
løtan gjørdist stokkut, tí
Inga spældi sín síðsta
hondbóltsdyst í Vági 6.
januar í ár.
Sorgin er stór í Neist-
anum, men nógv størri hjá
familjuni. Vit vóna, at tit
fáa stuðul í hesi sváru tíð.
Eitt orðafelli, sum tikið
verður til, ljóðar, at tá ið
ein hurð verður latin aftur,
syrgir Várharra altíð fyri,
at eitt vindeyga verður
latið upp. Gævi hetta
orðafelli gerst veruleiki í
sorgini.
Góða Inga. Tú hevði eitt
so positivt lyndi, sum
gjørdi teg til ein góðan
hondbóltsspælara og gott
menniskja. Komi at hugsa
um nógvu samrøðurnar
við teg um hondbólt og
tað, sum tú eisini hevði
áhuga í í frítíðini. Tú
plagdi at siga frá hend-
ingum í Mykinesi, eitt frí-
pláss, sum tú hevði so
stóran tokka til.
Vit takka tær fyri alt,
sum tú gavst okkum í við-
føri. Í Neistanum verður
tú nógv saknað. Hvíli tú í
fríði.
Vagnur
Minningarorð um Ingu Falkvard Danberg
Saknið tungan harmin vekur,
at so dátt vit mistu teg,
Harrin gevur, Harrin tekur,
ei vit skilja Harrans veg;
ei á foldum finnist tann,
lívsins gátu grunda kann:
Best sum sólin fagrast skínur,
deyðin inn um dyrnar trínur.
Páskaaftan
fór
Adolf
Olsen í Søldarfirði til
jarðar úr Glyvra kirkju.
Mikudagin 27. mars and-
aðist hann á Landssjúkra-
húsinum
eftir
stutta
sjúkralegu.
Adolf var 91 ár, nú hann
fór. Í blaðsamrøðu, Sosial-
urin
hevði
við
hann
frammanundan 90 ára
føðingardag
hansara,
segði hann í stuttum frá
lívi sínum, einki hóvastók
gjørdi hann burturúr sær.
Adolf var føddur í Søld-
arfirði
21.
november
1910, og vóru foreldur
hansara Malena, ættað av
Toftum og Jóan Jakku úr
Søldarfirði.
Sámal og Marjun vóru
børnini hjá Lottu og
Adolfi. Lotta, sum var úr
Rituvík, andaðist í 1997.
Sonurin Sámal, prentari í
Havn í mong ár, doyði í
1991, 46 ára gamal.
Serligur hugni var at
støkka inn á gólv hjá
Lottu og Adolfi, eisini á
ellisárum, og fegin vóru
tey, at dótturin og verson-
urin Piddi og børn teirra,
vóru um tey.
Hugaligur var Adolf at
koma á tal við, heilsuna
hevði hann góða langt upp
í árini, og dámdi honum at
koma á tal við fólk, har
vóru mangar góðar løtur.
Adolf var skipsmaður í
30 ár, sluppfiskimaður tey
flestu, eisini var hann við
trolara, sum skipari ella
stýrimaður. Tá hann legð-
ist uppi, fór hann í byggi-
vinnuna, at stoypa og
smíða hús.
Adolf var misjónsmað-
ur, tí duldi hann ikki fyri,
meira enn 23 ár sat hann í
stýrinum fyri missións-
húsið í Søldafirði.
Hann stuðlaði Javnaðar-
flokkin, eisini sum stillari
og valevni. Poul Karbech
Mouritsen, prentsmiðju-
stjóri, sáli, sum annars var
lærumeistari Sámals, soni
Adolfs, hevði á munni
týdningin tað hevði, at
blaðseljarin fekk Sosialin
rættstundis og at hava
trúgvar blaðseljarar, húsið
hjá Adolfi var eitt teirra.
Frið lýsa vit yvir minni
um Adolf Olsen í Søld-
arfirði.
jl
Adolf Olsen farin
C
M
Y
K
14