Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 62 - 3. apríl 2002 Nr. 62 - 3. apríl 2002 17 Felagið hjá Julian Johnsson er nú á 11. plássinum í triðbestu ensku deildini, og allir dreymar um uppflytan eru gjørdir til einkis ONGLAND Jákup Mørk Páskirnar gjørdust enn eitt dømi um, at fótbóltstilver- an hjá Julian Johnsson og teimum í Hull er alt annað enn stuttlig í løtuni. Sum vant, so hevur ensk- ur fótbóltur fleiri umfør um páskirnar, men hóast Hull leikti tveir dystir, so eydn- aðist teimum ikki at vinna sær nakað stig. Sannførandi skeivan vegin Julian Johnsson var als ikki á vøllinum, tá Hull skíris- dag spældi ímóti Chelten- ham, og fyri umdømið hjá føroyska landsliðsleikar- anum var tað kanska fult so gott, at hann ikki kom inn. Í Hull siga tey nevnliga, at talan var um mest sann- førandi avrikið hjá Huill í ár. Sannførandi á tann hátt, at eftir dystin var einki av viðhaldsfólkunum, sum ivaðist í, at hetta liðið undir ongum umstøðum kundi flyta upp. Annars var Jan Mølby og hugdi at dystinum, sum Cheltenham vann 1-0. Stóri danin hevur verið upp á tal til at gerast nýggjur venjari í Hull, og nú hann hevur sagt starvið í Kidder- minster frá sær, tykist alt benda á, at tað verður hann, sum komandi árið skal gera dreymin hjá Hull til veru- leika. Annan páskadag var Julian so aftur millum teir fyrstu ellivu, tá Darlington var mótstøðuliðið, men heldur ikki hesa ferð bar til. Darlington vann dystin 2-1, eftir at Hull miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði javnað leiðsluna frá fyrra hálvleiki. Hetta var tó ikki nóg mikið, og nú bert fýra dystir eru eftir at spæla, munnu sjálvt heitastu við- haldsfólkini hava slept øllum dreymum um upp- flytan í hesum kappingar- árinum. Eingin tykist í løtuni at vera førur fyri at steðga liðnum hjá Súna Olsen HOLLAND Jákup Mørk Nú tað stundar móti kapp- ingarenda, er einki at siga til, at lagið er av tí allar besta í hollendska FC Zwolle, har Súni Olsen hevur sína dagligu gongd. Síðani vetrarsteðgin hev- ur liðið enn ikki roynt at tapt nakran dyst, og góðu úrslitini hava nú lyft liðið upp á ovasta sessin í næst bestu hollendsku deildini. Tykist bjart Hetta gjørdist veruleiki, tá Zwolle leygardagin var á vitjan hjá BV Veendam. Ikki ein dystur, sum varð mettur sum serliga lættur, men sum Zwolle spælir í løtuni, so er eingin, sum steðgar teimum. Endaliga úrslitið gjørdist ein sannførandi 3-0 sigur til Zwolle. Súni Olsen er í løtuni skaddur, og fekk tí ikki sett sín dám á dystin. Í staðin var tað ein annar miðvallarunum í felagnum, Booschaart, sum við sínum ávíkavist triðja og fjórða máli í tveimum dystum, sum setti ferð á Zwolle, áðrenn innskifti Roelofsen staðfesti sigurin. Meðan Zwolle soleiðis vann trygt, so var oddaliðið higartil – Excelsoir – alt annað enn sannførandi, tá teir høvdu torføra uppgávu á útivølli móti RBC, sum saman við Excelsoir og Zwolle stríðist um odda- sessin. RBC vann tryggan 3-0 sigur, og Excelsoir, sum eitt skifti tóktist einaráð- andi í deildini, er nú dottið niður á triðja plássið í deildini. Spurningurin er so, um tað fer at eydnast Zwolle at halda fast um ovasta sessin í deildini. Á pappírinum tykist uppgávan ikki ógjør- lig. Millum mótsøðuliðini í komandi dystunum eru bæði Emmen á fimta pláss- inum og Excelsoir, men hesir báðir dystirnir eru á heimavølli. Útidystirnir tykjast hinvegin ikki at verða eins torførir, og eru bæði tey niðastu liðini ímillum komandi mót- støðuliðini á útivølli, so alt í alt røkist fyri, at Súni Olsen gerst fyrsti føroying- urin, sum fær møguleika at spæla fótbólt í hollendsku heiðursdeildini. Hull liðugt Zwolle á odda Føroyameistararnir úr Havn fingu fýra stig burtur úr pásk- unum, og tykjast longu hava tryggjað sær sæti í fjórðings- finaluni LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Sum vant, so var talan um fleiri fótbóltsdystir á pásk- um. Í kappingini um Løg- manssteypið skuldu sam- bært skránni fýra dystir spælast í hvørjum bólki. Í bólki 1 gjørdist talan tó bert um tríggjar dystir, tí ætlaði dysturin í Runavík millum NSÍ og Sumba varð útsett- ur. B36 bestu úrtøkuna Samanumtikið var tað B36, sum slapp best frá páskun- um. Javnleikurin í Runavík var so avgjørt til at liva við, og á heimavølli móti VB góvu teir tekin um, at tað kanska ikki er so øgiliga langt til meistaraspælið. Í dystinum í Runavík var tað annars NSÍ, sum hevði tað meira spælið. Fyrri hálvleikur var so toliliga javnur, men gestirnir fingu lagt seg framum, tá ru- menski Din Sandu var hægstur eftir hornaspark og stýrdi bóltinum í kassan. Leiðslan, sum kom beint fyri hálvleik, kom sjálvandi væl við hjá heimaliðnum, men beint eftir hálvleik vórðu meistararnir álvars- liga skerdir. Hin rumenin á liðnum, Iulian Florescu, hevði í fyrra hálvleiki fingið gult kort, tá hann hevði nýtt hondina at taka bóltin við. Beint, sum seinni hálvleikur byrjaði, endurtók hann kynstri, og so var revsingin frá dómar- anum náðisleys. Reytt kort, og seinastu trý korterini mátti B36 so spæla við tíggju monnum móti ellivu. Hetta gav eitt stórt trýst til NSÍ, og fleiri málmøgu- leikar spurdust eisini burt- urúr, men annað hvørt vóru teir ikki nóg neyvir í seinastu royndini, ella stóð Rene Tórgarð fyri teimum í B36 málinum. Beint fyri leiklok eydnaðist tað tó endiliga hjá NSÍ. Heldur enn at geva sær góðar stundir ætlaði B36 at byrja eitt skjótt álop. Úrslitið varð tó, at NSÍ vann bóltin, og enn eina ferð kastaði álopsroyndin hornaspark av sær, og her megnaði Arn- finn Langgaard at fáa seinasta orðið, soleiðis at heimaliðið kundi fáa fyrsta stigið í kappingini. Skírishósdag var eisini dystur á Krossinum í Sumba, har VB vitjaði. Her var eingin sum helst ivi um úrslitið, sum gjørdist heili 5-0 til VB. Ivaleyst í Gundadali Annan páskadag skuldu sumbingar vitja í Runavík, men í fyrsta umfari varð hesin dysturin útsettur. Soleiðis gjørdist talan bert um tann eina dystin, tá meistararnir tey bæði seinnu árini, VB og B36, hittust í Gundadali. Úrslitið gjørdist ein tryggur 3-0 sigur til heima- liðið, og sum dysturin leið, so var tað eisini fult og heilt uppiborið. VB royndi allan dystin at dúva upp á mót- álop, men tað var so sum so, hvussu stór hóttanin av hesum var. Ikki minst eftir at B36 hampuliga tíðliga kom á odda, tá Klæmint Matras stríddi seg til ein bólt, og síðini sendi inn til ein púrasta leysan John Petersen, sum við høvdin- um stýrdi bóltin í netið. B36 hevði fleiri aðrar góðar møguleikar undan steðginum, og í seinna hálvleiki helt hetta bara fram. Teir øktu eisini um leiðsluna, tá Jákup á Borg fekk sera góða tíð í brots- teiginum, og tá Magni Jacobsen stutt eftir varð rikin av vølli fyri sítt næsta gula kort, fall alt saman hjá VB. B36 kundi tá við størri nærlagni vunnið ein væl størri sigur, men talan gjørdist bert um eitt mál afturat. Tað fekk Arnbbjørn Danielsen, sum hevði sníkt seg framvið og hegnisliga heilfluktaði ein returbólt í kassan úr 20 metra fjar- støðu. Tvey tykjast trygg Sum úrslitini hava lagað seg í bólkinum, so tykist tað mest sum víst, at í øllum førum VB og B36 fara at vinna seg víðari úr bólkinum. Vanliga verður sagt, at níggju stig eru nóg mikið, til í øllum førum at koma víðari sum trýb’ari, og tá bæði liðini hava heimadyst móti Sumba til góðar, røkka tey eftir øllum at døma hesum talinum. Tað eru runavíkingar enn ikki so vísir í, og tí verður tað í stóran mun avgerandi hjá teimum, hvussu úrtøkan verður ímóti VB og B36 í komandi dystunum. Ein sigur í øðrum av hesum dystunum skuldi verið nóg mikið, um NSÍ samstundis fær fulla úrtøku móti Sumba, men hóast sumb- ingar á pappírinum hava veikasta liðið í bólkinum, so hava teir áður spælt runavíkingum eitt puss í steypahøpi, og tí skal einki verða tikið fyri givið. Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 3 2 - 1 - 0 6 2 4 7 2 VB 3 2 - 0 - 1 7 4 3 6 3 NSÍ 2 0 - 1 - 1 2 3 -1 1 4 Sumba 2 0 - 0 - 2 1 7 -6 0 Bólkur 2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 GÍ 3 2 - 1 - 0 6 2 4 7 2 FSV 3 1 - 1 - 1 4 4 0 4 3 EB/Str. 3 1 - 0 - 2 4 5 -1 3 4 TB 3 1 - 0 - 2 3 6 -3 3 Bólkur 3 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 3 2 - 1 - 0 8 3 5 7 2 KÍ 3 1 - 1 - 1 8 7 1 4 3 Skála 3 1 - 0 - 2 4 7 -3 3 4 B68 3 1 - 0 - 2 4 7 -3 3 Bólkur 1: B36 best um páskirnar Saman við liðfeløgum sínum úr B36 hevur rumenski Din Sandu fingið eina góða byrjan í kappingini um løgmanssteypið, har greipuvinnararnir longu eru mest sum vísir í at koma víðari C M Y K 17 16