Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 62 - 3. apríl 2002 Nr. 62 - 3. apríl 2002 19 LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Gøtumenn vórðu helst mettir sum teir, ið fingu lættasti lutakastið av »stóru« feløgunum, tá bólkarnir í steypakapping- ini vórðu samansettir. Upp- flytararnir úr TB, niðurflyt- ararnir úr Vágum og so EB/Streymur vórðu ikki mett sum nakað, ið kundi koppa gøtumonnum úr kappingini. Ferð á GÍ Fyrsta takið gjørdist í so máta eitt vónbrot fyri GÍ, tá teir bert fingu javnleik vesturi í Vágunum, men um páskirnar settu teir so tað mesta upp á pláss. Fyrst høvdu teir vitjan av TB, men tað var so sum so, hvussu nógva mótstøðu tvørámenn høvdu hug at geva gøtumonnum. Roynt varð ístaðin at binda fyri í verjupartinum, men á hálva tímanum fekk GÍ kortini hol á, tá heimafturkomni Henning Jarnskor setti bóltin í netið. Við hesum málinum var dysturin sum so avgjørdur. Tvørámenn høvdu lítlan hug at bjóða av frameftir, og gøtumenn settust sjálv- andi meira afturá, nú teir høvdu vunnið sær leiðslu- na, men teir fingu kortini tvey mál afturat. Fyrst var Bartal Eliasen hægstur eftir hornaspark, og síðani var tað innskifti Krzystof Popc- zynski, sum átti seinasta fótin. Úr Gøtu frættist annars, at ta løtuna, sum Krzystof var á vøllinum, gav hann fleiri tekin um, at hann veruliga verður ein fongur hjá gøtumonnum, og at álopssamstarvið mill- um hann og Súna Fríða Johannesen uttan iva fer at geva fleiri verjum í landi- num stórar trupulleikar. Sjálvmál avgjørdi Á Mølini á Eiði hevði EB/Streymur vitjan av Vágamonnum, og her eydnaðist tað EB/Streymi at tryggja sær fyrsta sigurin í bólkaspælinum. Fyri ván- irnar fyri víðari luttøku vóru tey trý stigini eisini av alstórum týdningi fyri heimaliðið, og frá fyrsta bríksli royndu teir at leggja trýst á gestirnar. EB/Streymur hevur seinnu árini havt fleiri spennandi leikarar í yngru deildunum, og tað vóru júst tveir av hesum, Hans Pauli Samuelsen og Magni Djur- huus, sum stóðu aftan fyri fyrsta málið. Samanspæl millum teir báðar endaði við, at Magni kundi rulla bóltin seinasta teinin í mál- ið. Í seinna hálvleiki var yvirvágin hjá heimaliðnum ikki eins sjónsk, men veru- liga í vanda kom sigurin ikki. Tað syrgdu vágamenn sjálvir fyri, tá teir tíðliga í hálvleikinum gjørdu sjálv- mál, og so bøtti tað lítið, at Jens Erik Rasmussen seinni fekk pyntað um úrslitið. Alt er opið Annan páskadag var so aftur dystur á Mølini. Hesa ferð var tað GÍ, sum kom á vitjan, men í mun til vága- menninar, so stunngu gøtu- menn avstað aftur við øll- um trimum stigunum. Í hálvleikinum var annars líkt til, at EB/Streymur enn eina ferð skuldi arga GÍ, eftir at Sorin Anghel hevði gjørt sær dælt av einum risa mistakið frá GÍ málverja- num, sum at kalla misti bóltin fyri føturnar á vanda- mikla rumenanum. Leiðslan hjá heimalið- num helt sær, til seinni hálvleikur var á leið hálv- runnin. Súni Fríði Johanne- sen hevur í mong ár verið millum vandamestu álops- leikararnar í føroyskum fót- bólti, og hann var aftur á staðnum, nú nýggja felag hansara hevði tørv á tí, og nakað seinni kundi Áslakur R. Petersen so avgera dyst- in ti lfyrimuns fyri gestir- nar. Seinasti dysturin í bólki tvey var í Sandavági, har FS Vágar tók ímóti TB. Her eydnaðst tað heimaliðnum at vinna dystin við tveim- um málum frá Jens Erik Rasmussen, og tað úrslitið tykist vera borganin fyri, at bólkur tvey helst verður tann mest spennandi av øll- um, nú bólkaspælið er komið í helvt. Spenningurin snýr seg sum vera man um, hvat av liðunum skal fylgja GÍ víð- ari í kappingini. Gøtumenn hava longu vunnið sær sjey stig, og ein sigur afturat skuldi sostatt verið nóg mikið til at tryggjað teim- um víðari luttøku. Millum hini liðini hevur tað higartil verið soleiðis, at tey hava vunnið tepurt á heimavølli, og tí er mest sum alt javnt, tó at FSV hevur eina stigið frá javn- leikinum móti GÍ at dúva uppá. Javna støðan í bólkinum kann tó eisini hava við sær, at trýarin í hesum bólkinum fær somikið nógv í stiga- posan, at tað verður nóg mikið til víðari luttøku, so í løtuni er líkt til, at talan verður um triggjar vinnarar og ein tapara í bólki tvey. Kappingin um Løgmanssteypið Bólkur 1 28.03 NSÍ-B36 1-1 (0-1) 0-1: Din Sandu 1-1: Arnfinn Langgaard 28.03 Sumba-VB 0-5 (0-2) 0-1: Ninad Zivanovic 0-2: Slobodan 0-3: Birgir Jørgensen 0-4: Palli Augustinussen 0-5: Robert Cieslewicz 01.04 B36-VB 3-0 (1-0) 1-0: John Petersen 2-0: Jákup á Borg 3-0: Arnbjørn Danielsen Bólkur 2 28.03 GÍ-TB 3-0 (1-0) 1-0: Henning Jarnskor 2-0: Bartal Eliasen 3-0: Krzystof Popczynski 28.03 EB/Streymur-FS Vágar 2-1 (1-0) 1-0: Marni Djurhuus 2-0: Sjálvmál 2-1: Jens Erik Rasmussen 01.04 EB/Streymur-GÍ 1-2 (1-0) 1-0: Sorin Anghel 1-1: Súni Fríði Johannesen 1-2: Áslakur R. Petersen 01.04 FS Vágar-TB 2-1 (1-0) 1-0: Jens Erik Rasmussen 2-0: Jens Erik Rasmussen 2-12: Zoran Mancic Bólkur 3 28.03 KÍ-HB 2-2 (0-0) 1-0: Andrew av Fløtum 1-1: Ove Nysted 1-2: Allan Joensen 2-2: Jón Rói Jacobsen 28.03 B68-Skála 2-0 (1-0) 1-0: Anders Nygaard 2-0: Fróði Benjaminsen 01.04 KÍ-B68 4-1 (1-0) 1-0: Heðin á Lakjuni 2-0: Kurt Mørkøre (br.) 3-0: Alexander Djordjevic 4-0: Heðin á Lakjuni 4-1: Øssur Hansen 01.04 Skála-HB 0-3 (0-1) 0-1: Andrew av Fløtum 0-2: Uni Arge 0-3: Andrew av Fløtum Bólkur 2: Øll hava møguleikan Eftir heldur skuffandi javnleikin móti FS Vágum vunnu gøtumenn báðar dyst- irnar um páskirnar, men spenningurin er stórur um, hvør skal fylgja gøtu- monnum víðari í kappingini Tað var ikki stórvegis, sum TB fekk gjørt við GÍ, men enn hava teir – eins og EB/Streymur og FSVágar – møguleikan at røkka øðrum plássinum í bólki tvey Eftir at Skála skelkaði alt og øll við sigrinum á KÍ í fyrsta umfar- inum, er bólkur trý nú farin at líkjast sær sjálvum LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Tað er aftur blivin ger- andisdagur á Skála. Eftir at teir í fyrsta umfarinum bastu klaksvíkingum í steypakappingini, og har- við púrasta óvæntað løgdu seg á odda í sínum bólki, taptu teir báðar sínar dystir um páskirnar, og eru teir sostatt á niðasta plássinum í bólkinum, tó at møguleikin at spæla seg víðari á ongan hátt er fokin. Javnt í stórdystinum Tað er sjáldan, at tosað verður um stórdystir so- mikið tíðliga á árinum, men tað vóru tó heilt nógv fólk, sum skírsdag høvdu leitað sær oman í Gundadal, har HB tók ímóti arvafíggind- anum úr KÍ. At tað er tíðliga á árinum, var eisini sjón fyri søgn í dystinum, tí tað var so langt ífrá, at nakað av liðunum hevði veruligt stórspæl frammi. HB var helst liðið, sum hevði tað betra spælið, men tó at verjan hjá KÍ til tíðir tóktist sera ótrygg og óskipað, so eydnaðist tað ikki heimaliðnum at skjóta nakað mál fyri steðgin. Stutt eftir steðgin fingu teir tó hol á, tá Andrew av Fløtum stóð fullkmomuliga leysur eftir frísparksinn- legg, og við høvdinum stýrdi í málið. Hóast KÍ ikki hevði víst so nógv, tá hugsað verður um spælið, so vóru tað kanska teir, sum høvdu betru møguleikarnar í fyrra hálvleiki, og nú HB hevði lagt seg á odda, vóru teir bláu skjótir at svara aftur. Fyrst sýndi Ove Nysted akrobatisk evni, tá hann tveitti seg afturá og beindi ein hornasparsksbólt í net- ið, og stutt eftir skeyt Allan Joensen eina rætta perlu, tá hann umvegis nærmara stólpa sendi fríspark í kass- an. Stutt undan hesum hevði HB annars fingið brotsspark, men Meinhardt Joensen bjargaði sera væl, tá Uni Arge royndi seg úr 11 metrum. Alt røktist nú fyri einum sigri til klaksvíkingarnar, sum vóru heldur sperdir eftir tapið Skála, men við einum skjótum álopi fekk HB kortini stig burturúr. Ein langur bóltur varð sendur niðan á KÍ-hálvuna, Uni Arge sendi innfyri, og har var Jón Rói Jacobsen fyrstur á, soleiðis at HB vardi oddasessin í bólkin- um. Á Toftum tók B68 um sama mundi móti Skála, og her høvdu toftamenn ein sigur fyri neyðini. Tað eydnaðist teimum eisini at vinna. 2-0 varð endaliga úrslitið, og sum skilst á lagnum, so var eingin ivi um, at Toftamenn høvdu sigurin uppibornan. B68 kom á odda við máli frá nýggja leikaranum, Anders Nygaard, sum annars ikki hevur skorað í nøkrum venjingardysti, og síðani kundi ársins leikarai í fjør, Fróði Benjaminsen, stað- festa sigurin. Gongd á KÍ Soleiðis var støðan tann undan seinna páskaumfar- inum, at KÍ var á aftasta plássi við bert einum stigi, og tí var alneyðugt við ein- um sigri móti B68, tá teir komu á vitjan. Klaksvíkingar gjrødust eisini stinnara liðið mána- dagin, tá teir í til tíðir ófantaliga veðrinum spældu toftamenn niður og norð. Uppgávan hjá KÍ gjørdist heldur ikki torførari av, at Fróði Benjaminsen tíðliga í seinna hálvleiki varð rikin av vølli, tá hann hevði fingið tvey gul kort, men vertirnir vóru tá longu á odda við málinum, sum Heðin á Lakjuni skeyt í fyrra hálvleiki, eftir at Atli Danielsen hevði gjørt for- arbeiðið. Útvísingin gav sum vera man meira rúmd til klaks- víkingarnar, og tað var eisini skjótt, a teir fóru at gera sær dælt av hesum. Fyrst stútaði Alexander Djordjevic bóltin í kassan eftir innlegg úr vinstru, og tá Atli Danielsen, sum var sera sjónskur, nakað seinni dró ígjøgnum alla toftaverj- una, so seinasti verjuleik- arin seg noyddan at taka beinini undan honum. Brotsspark spurdist burtur- úr, og við at senda hetta í netið, beindi Kurt Mørkøre allan iva um stigini til viks. Tað komu tó tvey mál aft- urat. Fyrst misti klakvík- ingurin í B68, Arnold Joen- sen, bóltin til Hjalgrím Elttør, sum fann ein leysan Heðin á Lakjuni, og sein- asta sparkið í dystinum átti Øssur Hansen, tá hann við einum góðum skoti slapp at minka um munin. Um sama mundi syrgdi HB við einum sigri á Skála fyri, at atgongumerkið til fjórðingsfinaluna er so gott sum tryggjað. Nógvur vindur var, og í fyrra hálvleiki hevði Skála hendan í ryggin, men hóast hetta gav eitt ávist trýst, so var tað HB sum fekk ein- asta málið undan steðgin- um, tá Andrew av Fløtum gjørdi nýtslu av einum brotssparki. Í seinna hálvleiki hevði HB vindin undan, og eftir at Uni Arge við einum góð- um skoti hevði sent eina sending frá Rúna Nolsøe í kassan, vóru tey trý stigini mest sum tryggjað, og seinasti ivin varð beindur til viks, tá Andrew av Fløtum við sínum næsta máli skor- aði til 3-0. Spenningur um triðja plássið Úrslitini hava við sær, at HB nú er á odda í bólki trý við sjey stigum fyri sínar dystir, og eru teir soleiðis væl ávegis til fjórðings- finaluna. Hinvegin er spenningurin stórur um, hvussu verður við hinum plássunum í deildini. KÍ fekk ringast hugsandi byrjanina, tá teir taptu á Skála, men fýra stig um páskirnar hava lyft teir upp á annað plássið, og sum spælið var ímóti B68 munnu teir helst vóna og rokna við, at liðið vinnur seg víðari. So verður tað upp til B68 og Skála at stríðast um triðja plássið, men tað er langt ífrá víst, at hetta gevur víðari atgongd í kappingini. Í hvussu so er má kravið til vinnaran av hesum tvídystinum verða, at stig eisini fáast til høldar móti antin KÍ ella HB, tí tað er neyvan nóg mikið við seks stigum, fyri at teljast millum bestu trý’ararnar í kappingini. Bólkur 3 Gongur tann vegin Talan var um stórdyst, men tað var langt ífrá nakað stórspæl at síggja, tá HB og KÍ tókust í Gundadali skírisdag Mynd: Álvur Haraldsen Heðin á Lakjuni er nú aftur í KÍ, og annan páskada prógvaði hann við tveimum málum, at hann eisini í ár skal roknast millum vandamestu leikararnar í landinum Mynd: SáH C M Y K 19 18