Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 62 - 3. apríl 2002 Nr. 62 - 3. apríl 2002 21 Enn eina ferð eydnað- ist tað Toda og teim- um at fáa neyðugu málini stutt undan leikloki, meðan Christian Høgni og teir spældu málleysan javnleik SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tveir føroyingar eru í bestu donsku deildini. Teir eru báðir álopsspælarar. 2. páskadag vóru teir báðir á útivølli. Báðir vóru ímillum teir fyrstu ellivu, og báðir vórðu skiftir út, uttan at tað hevði eydnast teimum at fáa mál. Talan er sjálvandi um Christian Høgna Jacobsen í Vejle álopinum og um Toda Jónsson í FCK álopinum. Meðan fleiri lutir vóru teir somu í dystargongdini hjá teimum báðum føroy- ingunum mánadagin, so er tað lítið, sum kann sam- metast, tá talan er um FCK og Vejle. Todi er fulltíðar yrkis- spælari í ríkasta felagnum í Danmark. FCK hevur nógvar sáttmálasettar spæl- arar, og teir stríðast hvørt ár fyri at sleppa upp í part í Europa Cup og helst í kappingini fyri meistaralið. Christian Høgni Jacobsen er sáttmálabundin í Vejle. Úrvalið av spælarum er ikki serliga stórt, og felagið hevur ikki ráð at rinda spælarunum somu upp- hæddirnar, sum teir í FCK fáa. Støðutalvan boðar frá, at Vejle er í vanda fyri at flyta niður, og tað er við tí fremst í huganum, at tað skal sleppast undan skjótari niðurflyting (teir fluttu upp í fjør), at Vejle vikuskifti eftir vikuskifti fer á vøllin. Todi í hálvfinaluni Á páskum hava teir í FCK verið tvær ferðir í dysti. Fyrra ferðin var langa fríggjadag, tá Todi og lið- felagarnir vóru í Næstved og spældu fjóðringsfinalu í steypakappingini. Næstved var síðst í sjeyti og í áttati árunum frammarlaga í bestu deildini. Nú eru teir langt frá tindinum. Tað sást væl, tá teir høvdu vitjan av FCK, sum vísti profession- elt avrik og vann 5–1. Todi Jónsson skoraði eitt mál, og hann var upphavið til tvey brotsspørk, sum bæði bóru mál við sær. – Møguleikin fyri at fáa Brøndby aftur í landskapp- ingini er lítil. Tí hevur tað stóran týdning fyri okkum at vinna steypakappingina. Tá vit næstsíðsta sunnudag spældu málleysan javnleik ímóti AB, misnýtti eg fleiri møguleikar. Tí hevði tað stóran týdning hjá mær at skora ímóti Næstved, sigur Todi Jónsson. Í hálvfinaluni skal FCK spæla ímóti Esbjerg. Fyrri dysturin verður í Parkini í kvøld. Í hinari hálvfinaluni hittast OB og Randers Freja. Felagið, sum Atli Gregersen spælir við (Atli er ikki á besta liðnum hjá Randers Freja í løtuni) sendi eftir brotssparks- kapping Silkeborg úr steypakappingini. Tað tók sína tíð 2. páskadag var FCK í Viborg. Har høvdu teir ikki vunnið síðani í 1993. At teir í FCK tóku uppgávuna í stórum álvara vístu teir við longu 1. páskadag at fara úr høvuðsstaðnum og til Jyllands. FCK var leikliga omaná, og teir høvdu fleiri mál- møguleikar, men tað gekk striltið – ógvuliga striltið – at fáa mál. Zuma, Todi og Morten Bisgaard høvdu møguleikar, men pólverski Viborg málverjin stóð seg væl. Todi breyt ígjøgnum í vinstru og royndi úr spísk- um, men málverjin bjarg- aði. Ta einu ferðina setti Todi innaru síðuna undir innlegg úr vinstru, men bólturin fór uppum. Størsta møguleikan fekk Todi, tá verjuspælari kiksaði mitt fyri málinum, men málverjin var skjótur út og pareraði. Í vár hevur FCK fleiri ferðir skorað mál fram ímóti dystarenda. Harvið hava teir víst, at teir hava verið betri fyri enn mót- støðumenninir. Soleiðis var tað eisini í Viborg, og tað vóru teir í FCK sera væl nøgdir við. Meðan FCK fríggjadagin hevði spælt steypadyst, høvdu teir í Viborg hvílt seg. Christian Lønstrup og Peter Møller skoraðu mál- ini í 2–0 sigrinum. Málini komu í ávikavíst 84. og 87. minutti. Málskjúttarnir vóru báðir skiftir inn. Peter Møller kom í 83. minutti á vøllin fyri Toda Jónsson. FCK sigurin hevði við sær, at Todi og teir fluttu av triðja og upp aftur á næst- fremsta plássið. Teinurin upp til Brøndby er níggju stig. Tað eru níggju umfør eftir at spæla, og tí má sannlíkið fyri, at FCK skal endurvinna meistaraskapin, vera sera lítið. Christian Høgni í lítlan tíma Hjá Vejle var setningurin í Århus at varðveita fjarstøð- una til AGF. Bæði Vejle og AGF eru í niðurflytingar- vanda, og tí ráddi fyrst og fremst um ikki at tapa. 6.840 áskoðarar vóru á Århus stadion og sóu gomlu jydsku stórfeløgini stríðast fyri at halda mót- støðumonnunum frá at skjóta mál. Tað eydnaðist hjá báðum pørtum. Mál- verjarnir báðir vórðu sagdir at vera stóru spælararnir. Ikki minst Vejle málverjin, Jesper Christiansen, sum stríðist fyri at vinna sær ferðaseðil til HM enda- spælið, stóð seg væl. Christian Høgni Jacob- sen var millum teir fyrstu ellivu hjá Vejle. Hann stríddist, men treytirnar vóru ikki tær bestu, tí teir løgdu mestu styrkina í verjupartin. Tá 2. hálvleik- ur var tíggju minuttir gam- al, varð Christian Høgni skiftur út við Jerry Brown. Beint áðrenn hann varð skiftur út, fekk Christian Høgni gula kortið. Javnleikurin hevði við sær, at Vejle framvegis heldur sær omanfyri niður- flytingarstrikuna. Men tað er bara eitt stig niður til AGF, sum í løtuni tykist vera besta boðið upp á niðurflytringarevni – saman við Lyngby. Føroysku feløgini fingu bæði stig Saman við Toda Jónsson hevði Zuma hópin av málmøguleikum, men tað tók sína tíð, áðrenn FCK fekk hol á málskjótingina Máltindurin Kappingin um Løgmanssteypið Jens Erik Rasmussen FSV 3 Andrew á Fløtum HB 3 Uni Arge HB 3 Øssur Hansen B68 2 Marni Djurhuus EB/Str. 2 Bartal Eliasen GÍ 2 Jón Rói Jacobsen HB 2 Heðin á Lakjuni KÍ 2 Kurt Mørkøre KÍ 2 Ove Nysted KÍ 2 Nenad Zivanovic VB 2 Hjá Johan B. Hansen og Fredericia hilnaðist illa, meðan Randers Freja á heimavølli fekk fulla úrtøku 1. DEILD Í DANMARK Jóannes Hansen Tað hevði í fyrstu umførunum eftir vetrarsteðgin roynst stak illa hjá Óla Johannesen og hin- um í Hvidovre. Fyrst taptu teir 2–1 á útivølli í Odense ímóti B1909,og so taptu teir við somu tølum ímóti Herfølge. Á útivølli ímóti grannunum úr Frem var einki mót um Hvidovre, men tað hilnaðist framúr væl í Valby parkini. Hvidovre vann 3–1 ímóti Frem, sum við gamla venjara- num hjá Jákupi Mikkelsen, Ole Mørch, við róðrið, leingi hevur verið næstfremst og harvið á uppflytingarplássi. Hvidovre kom á odda, men tað stóð nógv á, áðrenn tað var greitt, at teir kundu fara út aftur í Hvidovre við øllum stigunum. Tað restaði ein stórur hálvur tími, tá ein av viðspælarunum hjá Óla Johannesen fekk reyða kortið. Frem setti Óla Johanne- sen og hansara menn undir stórt trýst, men tað eydnaðist at varð- veita leiðsluna. Serliga málverj- in hjá Hvidovre, Stephen Andersen, verður sagdur at hava spælt framúr væl. Í Farum hevur seinastu tíðina verið nógv rok. Ivasamt er framvegis, hvussu tað fer at roynast hjá fótbóltsfelagnum, sum Peter Brixtofte hevur verið formaður fyri. Upphæddirnar, sum seinastu árini hava runnið til felagskassan úr eitt nú kom- munukassanum og køssunum hjá fyritøkum, sum borgarstjór- in hevur syrgt fyri at veita fyri- munir í kommununi, verða neyvan eins stórar komandi ár- ini. 2. páskadag hevði Farum vitj- an av HJK úr Suðurjyllandi, sum hevur ætlanir um at flyta upp í bestu deildina. Farum hevði gott tak á tí og vann 4–1. Harvið eru hesi bæði liðini jøvn á næstfremsta plássinum. Køge, sum orsaka av salmonellu hevur fingið tveir dystir útsettar, er fremst. Johan B. Hansen er útleigað- ur frá OB og til Fredericia í næstbestu deildini. Har hevur ikki gingið nakað serligt. Fred- ericia er í niðurflytingarvanda, og í hesum umfarinum var ein- gin úrtøka. Fredericia hevði vitjan av FC Århus, sum við Flemmingi Povlsen, fyrrverandi landsliðsálopsspælaranum, á odda hevur stórar ætlanir. FC Århus vann 1–0. Randers Freja hevði tað gott á páskum. Eftir sigurin á Silke- borg í fjórðingsfinaluni í steypakappingini langa fríggja- dag, hevði Randers Freja mána- dagin vitjan av Kolding. Heimaliðið vann 2–0. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby 24 16 - 5 - 3 55 19 36 53 2 FCK (M) 24 12 - 8 - 4 40 18 22 44 3 AaB 24 13 - 4 - 7 40 31 9 43 4 OB 24 10 - 8 - 6 37 33 4 38 5 Esbjerg 24 11 - 4 - 9 36 34 2 37 6 AB 24 9 - 9 - 6 36 25 11 36 7 FCM 24 8 - 9 - 7 28 20 8 33 8 Viborg 24 6 - 10 - 8 26 29 -3 28 9 Silkeborg 24 6 - 5 - 13 26 32 -6 23 10 Vejle 24 5 - 6 - 13 28 55 -27 21 11 AGF 24 4 - 8 - 12 26 38 -12 20 12 Lyngby 24 2 - 8 - 14 20 64 -44 14 Føroyskir leikarar:Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Køge 16 13 - 1 - 2 34 13 21 40 2 Frem 18 10 - 5 - 3 38 20 18 35 3 Farum 17 10 - 5 - 2 37 23 14 35 4 B 1913 18 10 - 4 - 4 32 25 7 34 5 HFK Sønderj. 17 10 - 3 - 4 33 23 10 33 6 Herfølge 18 9 - 5 - 4 28 19 9 32 7 AC Horsens 18 8 - 5 - 5 25 18 7 29 8 Randers F. 18 7 - 5 - 6 25 21 4 26 9 FC Aarhus 17 6 - 5 - 6 24 26 -2 23 10 B 1909 18 5 - 5 - 8 31 41 -10 20 11 Brønshøj 18 5 - 4 - 9 26 33 -7 19 12 Hvidovre 18 4 - 6 - 8 27 35 -8 18 13 Fredericia 17 3 - 4 - 10 19 24 -5 13 14 B93 18 3 - 4 - 11 22 40 -18 13 15 Kolding FC 18 3 - 2 - 13 30 48 -18 11 16 Skive 18 2 - 3 - 13 20 42 -22 9 Føroyskir leikarar:Atli Gregersen (Randers F.), Óli Johannesen (Hvidovre), Johan Byrial Hansen (Fredericia) Hollendska toto-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FC Zwolle + 29 18 - 7 - 4 52 28 24 61 2 RBC Roo’daal 29 18 - 5 - 6 66 32 34 59 3 Excelsoir + 29 17 - 7 - 5 64 29 35 58 4 ADO Den Haag 29 16 - 7 - 6 48 30 18 55 5 Emmen 29 16 - 7 - 6 47 31 16 55 6 Cambuur/L. + 29 13 - 6 - 10 44 33 11 45 7 FC Volendam 29 12 - 7 - 10 55 43 12 43 8 BV Veendam 29 12 - 6 - 11 51 49 2 42 9 Heracles A. 29 12 - 4 - 13 46 48 -2 40 10 Storm/Telstar 28 9 - 9 - 10 43 37 6 36 11 Dordrecht ‘90 29 9 - 9 - 11 55 54 1 36 12 Haarlem 28 10 - 6 - 12 34 37 -3 36 13 Helmond Sp. 29 7 - 12 - 10 29 41 -12 33 14 VVV 29 9 - 3 - 17 43 59 -16 30 15 G.A. Eagles 29 7 - 8 - 14 39 53 -14 29 16 MVV 29 7 - 7 - 15 40 55 -15 28 17 Eindhoven 29 5 - 6 - 18 40 69 -29 21 18 Top/Oss 29 3 - 4 - 22 20 87 -67 13 Perioduvinnararnir eru merktir »+« Føroyskir leikarar:Súni Olsen (FC Zwolle) Enska 3. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Plymouth 42 28 - 8 - 6 63 27 36 92 2 Luton 43 28 - 6 - 9 90 48 42 90 3 Cheltenham 41 20 - 14 - 7 63 44 19 74 4 Mansfield 42 21 - 7 - 14 65 56 9 70 5 R&D 43 19 - 12 - 12 64 48 16 69 6 Rochdale 42 18 - 14 - 10 56 47 9 68 7 Scunthorpe 43 18 - 13 - 12 71 53 18 67 8 Shrewsbury 43 18 - 10 - 15 61 51 10 64 9 Hartlepool 43 17 - 11 - 15 63 47 16 62 10 Kidderm. 43 18 - 8 - 17 53 45 8 62 11 Hull C. 42 16 - 11 - 15 53 42 11 59 12 Southend 43 15 - 11 - 17 51 52 -1 56 13 Macclesfield 43 14 - 11 - 18 40 52 -12 53 14 Exeter 43 14 - 11 - 18 47 70 -23 53 15 Carlisle 41 12 - 14 - 15 49 51 -2 50 16 Darlington 42 13 - 11 - 18 54 62 -8 50 17 Swansea 43 13 - 11 - 19 50 67 -17 50 18 Torquay 43 12 - 13 - 18 42 57 -15 49 19 Leyton O. 43 12 - 11 - 20 52 69 -17 47 20 York 41 13 - 8 - 20 47 65 -18 47 21 Oxford Utd. 43 11 - 13 - 19 51 57 -6 46 22 Bristol R. 42 11 - 11 - 20 38 52 -14 44 23 Lincoln C. 43 10 - 13 - 20 41 59 -18 43 24 Halifax 43 7 - 12 - 24 33 76 -43 33 Føroyskir leikarar:Julian Johnsson (Hull C.) Bæði liðini, sum hava kappast við FCK um næstfremsta plássið, taptu í vikuskiftinum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað tykist lítil ivi vera um, at tað verður Brøndby, sum fer at verða danskur meistari. 33. og síðsta umfarið verður spælt hósdagin 16. mai. Tað skal vilja sera illa til, um Brøndby, sum tann dagin fer at hava heimavøll ímóti longu niðurflutta Lyngby, ikki fer at fáa gullkrónurnar stutt áðrenn, at danska landslið- ið fer til Suðurkorea. Tað er eis- ini væl hugsandi, at teir gulu og bláu fara at tryggja sær DM í næstsíðsta umfarinum. Tað verður spælt sunnudagin 12. mai. Tá fer Brøndby at spæla í Parkini ímóti FCK. Tað er í sambandi við tann dystin, at Sosialurin og Atlantic Airways skipa fyri fótbóltsferð til Keyp- mannahavnar. Brøndby er níggju stig fram- manfyri FCK. Umframt dystin ímóti FCK eru átta umfør eftir at spæla. Tað man vera lítið sannlíkt, at Brøndby í hesum umførunum skal missa sjey stig meiri enn FCK. Dygg mótstøða Mánadagin var Esbjerg í Brøndby, har næstan sekstan túsund møttu upp í góða danska páskaveðrinum. Heimaliðið vann 1–0. Peter Madsen, sum verður mettur at hava góðar møguleikar at sleppa við Mort- en Olsen til HM endaspælið, stútaði málið í 2. hálvleiki. Hetta var fimti dysturin upp í slag, at álopsmaðurin, sum iva- leyst verður seldur til útlandið í summar, skoraði fyri Brøndby. Esbjerg gjørdi serliga í 2. hálvleiki dygga mótstøðu, og tað hevði ikki verið púra burtur- við, um teir høvdu megnað at javnað. Komandi sunnudag skal Brøndby spæla á útivølli í Vejle. Sjálvandi verður Brøndby stór- favorittur, men Christian Høgni og teir fara í hvussu so er at hava ein teoretiskan møguleika at økja um møguleikarnar hjá Toda og teimum. AaB kiksaði Undan 2. páskadegi hevði AaB vunnið allar fýra landskapping- ardystirnir, sum høvdu verið spældir síðani vetrarsteðgin. Langa fríggjadag tapti AaB eftir brotssparkskapping fjórðings- finaluna í steypakappingini ímóti OB. Á heimavølli ímóti niðurflytingarhótta Silkeborg skuldi vónbrotið í fjórðings- finaluni í steypakappingini vaskast burtur, men tað miseyd- naðist. Eins og í steypadystinum ímóti OB gekk illa at fáa mál. Øll eygu vóru vend ímóti leigu- sveininum Mikkel Beck, og hann noyddist fyri fimtu ferð upp í slag at fara av vøllinum uttan at hava skorað. Silkeborg vann 2–0. Teir komu á odda í 1. hálvleiki. Eftir steðgin trýsti AaB sera nógv, men teir fingu ikki mál, og so tørnaði tað út, sum tað so ofta hevur gjørt í fótbólti, tá annað liðið trýstir og ikki fær mál. Í einum mótálopi skoraði Silkeborg. Harvið fingu teir luft í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. AaB hevði síðani vetrarsteðg- in lyft seg av 4. og fram á 2. plássið, men nú eru teir aftur aftanfyri FCK. OB var í Ikast og spældi ímóti FCM. OB vann 1–0, og nú eru tað teir í Odense, sum verða sagdir at vera mest støðuga lið- ið í vár. AB hevði tapt eina rúgvu fyrstu umførini eftir vetrar- steðgin. Mánadagin høvdu teir vitjan av amatørunum úr Lyng- by, og tað eydnaðist at vinna 3–0. Men tað gekk illa við mál- skjótingini. Í steðginum var støðan bara 1–0, og tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at AB skoraði tvær ferðir afturat. Heine Fernandez, sum AB í vetrarsteðginum keypti úr FCK, skoraði øll trý málini. Skráin fyri komandi viku- skiftinum sær soleiðis út: AGF- FCM, EsbjergAaB, FCK-OB, Lyngby-Viborg, Silkeborg-AB og Vejle-Brøndby. Brøndby heldur seg á kósini Fyri fyrstu ferð síðani vetrar- steðgin eydnaðist tað hjá Óla og teimum í Hvidovre at vinna dyst í næstbestu donsku deildini Endiliga eydnaðist hjá Hvidovre C M Y K 21 20