Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 62 - 3. apríl 2002 Nr. 62 - 3. apríl 2002 25 Bjørn á Heygum Vestmanna kommuna van- virðir mentunarligar og søguligar dýrgripir Heyganes og kongaligi handilin Vestmanna Kommunu hev- ur nú á øðrum sinni avgjørt at forkoma og tileinkisgera einum eyðkendum og prýðiligum minnisvarða um eina farna tíð í bygda- søguni. Talan er um tann einaferð so vakra og stórfingna Heyganesbygningin, sum orsaka av kommunalari misrøkt og líkasælu nú er komin á fallandi fót. Fyrstu ferð Vestmanna Kommuna gjørdi seg sekan í slíkari dáragerð var beint eftir 2. Veraldar-bardaga, tá kommunan tók tað ótrúliga og óhoyrda stig at beina fyri gamla Kongaliga Handlinum Inni á Fitjum. Hetta var ein av trimum útihandlum, sum vóru bygdir í tíðarskeiðinum 1836 – 1839 í ávikavist Klaksvík, Tvøroyri og Vest- manna. Ongin ivi er um, at hesin bygningur hevði eitt stórt mentunarligt og søguligt virði við sínum eyðkenda bygningssniðið, vala hand- verki og stoltu fortíð. Men hesin stórbari varði fyri Vestmanna handils- og vinnulívssøgu skuldi ikki fáa loyvi at yvirliva til gleði fyri komandi ættarlið. Verðslig fáfongd Vestmanna Kommuna hevði nevniliga ikki slíkar hugsjónir og fyrilit í síni umsiting av teimum sokall- aðu almennu áhugamálu- num í bygdini. Ikki tí, at hesin sjáldsami handilsbygningur var so illa farin, at hann bøttist ikki aftur, ella at hann var til bága fyri sokallaðu vinnuligu menningina í bygdini. Nei, trupuleikin var held- ur tann, at Vestmanna Kom- muna ikki metti, at man skuldi “spilla pening” uppá at varðveita eitt slíkt “gam- alt skrímsl”. Í verðsligari fáfongd mettu kommunustýrislimir- nir í 1945/46 at varðveiting og umvæling av bygningi- num var óneyðugt “fjas”og, at alt hetta gamla nú mátti víkja fyri nýggju tíðini, har vælferð og trivnaður var uppgjørt í peningi og ikki í hesum minni ítøkiligu og ørkymlandi hugtøkunum, sum søgu og mentan. Jú, við slíkum hugburði kundi ikki annað henda enn, at prýðiligi Kongaligi Handilin Inni á Fitjum fekk ta dapru lagnu at enda sum stoypiformar til nýggja skúlan í Vestmanna, sum var bygdur beint eftir krígg- ið Nýggja ættarliðið aftur á slóðina Nú er so eitt nýtt ættarlið komi til og skal seta út í kortið. Tað verður sagt, at søgan endurtekur seg! Tað sær heldur ikki mæt- ari út enn at myrku og niðurbrótandi kreftirnar enn einaferð skulu vera við yvirlutan. Vestmanna Kommuna hevur nevniliga avgjørt at ríva Heyganesbygningin niður við fyrst komandi høvi. Fyri ikki einsamøll at sita við “æruni” ætlar Vest- manna Kommuna sær hesuferð at fáa sær eitt “alibi”. Hetta “alibi” skal verða Føroya Fornminnis- savn, sum skal siga gott fyri, at bygningurin ikki er varðveitingarverdugur, sjálvt um hann er frá 1896 og so- statt omanfyri 100 ár. Sjálv metir kommunan ivaleyst ikki at hetta væl- signilsi frá Fornminnis- myndugleikunum verður nakar trupulleiki, tá eigarin av bygninginum Vestmanna Kommuna frammanundan hevur syrgt fyri at bygning- urin er farin so álvarsliga í órøkt, at slóðað skuldi væl og virðiliga verið fyri eini slíkum deyðadómi frá forn- minnismyndugleikunum uppá forhond. Bygningurin kann enn bjargast Hinvegin so má bert sigast at tað verður stórt spell og stórur saknur fyri Vest- manna Bygd og øll tey fólk her á landi, sum hava ans og eyga fyri bæði tí søgu- liga, listarliga og arkitekt- oniska prýði, sum Heyga- nesbygningurin hevur ver- ið, um hann eisini verður fyribeindur við somu grundevingum, sum Kongaligi Handilin Inni á Fitjum. Hetta er og verður ein varandi skammblettur á sitandi bygdarráð í Vest- manna, eingin ivi um tað. Tað skal tískil verða heitt á Vestmanna Kommunu um enn einaferð at umhugsa hesa avgerð og endurskoða málið av nýggjum. Tað skal nevniliga so ev- arska lítið til at bjarga bygninginum undan tí van- lagnu, sum í løtuni stendur í boðið. Nýtt tak er lagt á og stórviðurin er so at siga all- ur frískur. Sostatt snýr tað seg í fyrstu atløgu bert um at keypa nýtt tilfar til klæd- ning og nýggj vindeygu, so er bygningurin bjargaður. Hetta kostar ikki so nógvar hundraðtúsund krónur og kollrennur onga fíggjar- ætlan hjá Vestmanna Kom- munu. Síðan kann so farast undir at seta tornið upp av nýggjum og innrættað bygningin, so hann aftur kann koma til heiður og æru. Vónandi fer “fornuftin” at ráða á hesum sinni. FORNMINNI Dagfinn Olsen Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, er ikki fegin, nú Bjørn á Heygum er farin í fjølmiðlarnar við máli- num um Heyganeshandilin, ið ætlanin er at taka niður. - Spurningurin er, um tað er vert at gera viðmerking- ar. Hetta er ein long søga, sum ein ikki soleiðis kann bera fram í bitum, sigur Gunn Joensen. Trupult mál Tá slíkar varðveitingar- ætlanir eru fyri, so eru nógvar fkøkjur at greiða, t.d. viðvíkjandi endur- gjaldi, tá arbeitt verður við at endurbyggja, og slíkt kann verða tógvi stríð. Og Gunn Joensen vísir á, at júst slíkar ætlanir hava verið fyri, men eru ikki komnar víðari. - Hetta er trupult mál og eg skilji væl Bjørn á Heyg- um, sigur Gunn Joensen, og sipar til ættarbondini. Gunn Joensen metir tó, at Bjørn á Heygum gloymir sín egna leiklut. - Her er fornminnisfelag og bygdasavn í Vestmanna og Bjørn á Heygum er lim- ur har. Ætlandi skuldu hesir felagsskapir keypa bygn- ingin, men hetta kom ongantíð so langt. Arbeiði bygdasavnsins dróg út. Har hava tey ikki gjørt sítt ar- beiði, sigur Gunn Joensen, sum tó minnir á trupulleik- arnar viðvíkjandi stuðuli og øðrum, ið ofta gera slík mál tung at fáast við. - Bjørn á Heygum er eis- ini boðsendur til fundar, men er ongantíð møttur, sigur Gunn Joensen. Varðveita annan handil Gunn Joensen vísir á, at hetta er ikki eit einfalt mál. At Vestmanna Kommuna skal hava fingið sær eitt alibi, sum Bjørn á Heygum førir fram, vísir borgar- stjórin aftur. - Talan er als ikki um, at vit hava biðið um nakað alibi., hóast vit hava biðið um eina meting frá forn- minnismyndugleikanum. Og hesin myndugleiki hev- ur ikki givið boð um at ríva niður, sigur Gunn Joensen. Men talan kundi kanska verið um at varðveitt bygn- ingin, um hugsað bert varð um útsjónd. Men forn- minnismyndugleikin hevur eisini sagt, at talan helst bert hevði verið um eitt slag av rekonstruktión, sig- ur Gunn Joensen. - Eg kenni næstan, sum hetta er at fara í fjølmiðlar- nar at blaka óhumsku eftir hvørjum øðrum, sigur Gunn Joensen. -Men mín viðmerking er, at hava vit ikki gjørt okkara, so hevur Bjørn á Heygum heldur ikki gjørt sítt, sigur borgarstjórin í Vestmanna, Gunn Joensen. Vestmanna Kommuna er í gongd við varðveitingar- ætlanir viðvíkjandi handli- num hjá John. Talan er her um tveir handilsbygningar í bygdini, ið brøðurnir á Heygum - Ólavur og John - hava staðið fyri. - Talan er um at velja ímillum hesar bygningar, so tað er ein prioritering, sigur Gunn Joensen, ið minnir á, at sjálvsagt virðismetir ein hóast hetta tað, ið Ólavur á heygum hevur staðið fyri. Vestmanna Kommuna verðveitir handilin hjá John, ið er frá fyrst í 1900, og sum eisini stendur, sum hann altíð hevur staðið. Einki skal gerast, bert er neyðugt at vaska og slíkt. Skeivt fyri Av misgávum kom innleggið hjá Bjørn Á Heygum, Tórshavn, um handilin á Heyganesi í Vestmanna ikki við í leygardagsblaðið, men bert viðmerkingin frá Vestmanna Kommunu, til tað sum Bjørn hevur at í innlegginum. Fyri at bøta um skaðan prenta vit nú bæði grein og lesarabræv. Haldið okkum til góðar Blaðstjórnin Bjørn kundi keypt handilin Er »Heyganes« ein varðveitingarverdugur bygningur? – Hava vit ikki gjørt okkara, so hevur Bjørn á Heygum heldur ikki gjørt sítt, við- merkir borgarstjórin í Vestmanna, Gunn Joensen, nú Bjørn á Heygum hartar kommununa fyri ikki at varðveita handils- bygning. Hon metir, at Bjørn sum limur í fornminnisfelag og bygdasavni, gloymir sín egna leiklut UTTAN ÚR HEIMI Eggjað av tí bráð- ræsna republikanska senatorinum John McCain og við Enron- gøluni í huga hevur amerikanska senatið samtykt at avmarka fíggjarstuðulin til politikararnar. BAKGRUND Árni Joensen Hetjan frá krígnum í Viet- nam, tann bráðræsni re- publikanski senatorurin John McCain, hevur í fleiri ár havt sum sítt fremsta politiska mál at avmarka ta ovurstóru ávirkanina, sum múgvandi fyritøkur og ein- staklingar hava og hava havt á amerikanskan polit- ikk. Tað var eisini høvuðs- mál hansara, tá hann royndi at gera forsetavalevni hjá republikanska flokkinum, men mátti lúta fyri George W. Bush. Men hósnáttina í síðstu viku var John Mc- Cain sigursharrin. Tá sam- tykti senatið við 60 atkvøð- um fyri og 40 ímóti eina umfatandi broyting í lógini um, hvussu flokkar og pol- itikarar kunnu fíggja sítt valstríð. - Eg eri ovfarin, segði ein ovurfegin John McCain aftan á atkvøðugreiðsluna, sum sambært politiskum eygleiðarum í Washington er søgulig. Fyri fyrstu ferð síðani 1974 var tað eydnast at fáa meiriluta fyri at broyta lógina. Tað vóru annars demokratarnir, sum tryggj- aðu uppskotinum meiriluta. Av teimum 60 senatorun- um, sum atkvøddu fyri, vóru 48 úr demokratiska flokkinum. 11 av hansara egnu og ein óheftur styðj- aðu eisini McCain. Í minni- lutanum vóru hinvegin 38 republikanarar og tveir demokratar. Vánaligir taparar Lógarbroytingin fær ikki gildi, uttan at forsetin stað- festir hana, men George W. Bush boðaði beint eftir atkvøðugreiðsluna frá, at hann fer at staðfesta broyt- ingina, sjálvt um hann er ímóti henni. Við hesum revsar forsetin sínar mis- nøgdu floksfelagar í senat- inum, tí teir høvdu hótt við at leggja lógarbroytingina fyri hægstarætt við kravi um, at broytingin er í stríð við grundlógina. Men vit staðfesting forsetans vend- ist ikki aftur, og framman- undan hevur umboðs- mannatingið samtykt lógar- broytingina. - Hendan broytingin fer als ikki at forða kapitalin- um í at fáa politiska ávirk- an, segði republikanski sen- atorurin Phil Gramm, sum hevur verið ein av teimum ídnastu mótstøðumonnun- um ímóti lógarbroytingini. Hann heldur, at fólk, sum hava pengar, fara nú at missa rættin til at gera vart við síni sjónarmið. Teir, sum eru ímóti broyt- ingini, hava framvegis møguleikan at leggja av- gerðina fyri hægstarætt, men serfrøðingar í Wash- ington siga tað vera heilt óhugsandi, at hægstirættur fer at seta bæði umboðs- mannatingið og senatið til viks í hesum máli. John McCain heldur lítið um teir floksfelagarnar, sum hótta við báli og brandi. Hann sigur, at teir eru ikki annað enn vána- ligir taparar. Óheppið fyri demokratiið Seinastu nógvu valini í USA hava flokkarnir og einstøk valevni fingið ovur- stórar upphæddir sum gáv- ur til at reka valstríð. Í dag- ligari talu verður stuðulin róptur "soft money", og tað er hesin stuðulin, sum nú verður ólógligur. At tað fer at fáa avleiðingar, er eingin í iva um. Til seinasta for- setavalið vóru umleið 40 prosent av stuðlinum til George W. Bush og Al Gore "soft money". Tað eru serliga ríkfólk, vinnulívið, fakfeløg og ymsir múgvandi felags- skapir, sum hava nýtt hend- an stuðulsmøguleikan. Í prinsippinum skulu gávur av hesum slagnum nýtast til virksemið hjá sjálvum flokkunum, men nógv tann størsti parturin er nýttur til lýsingar og annað valtilfar til frama fyri eitt ávíst val- evni. - At ein einstaklingur, fyritøka ella felagsskapur letur fleiri hundrað túsund dollarar til eitt valstríð er óheppið fyri demokratiið, sigur John McCain. Bæði hann og aðrir senatorar, sum atkvøddu fyri broyt- ingini, siga, at tað er ikki annað enn rímiligt, at tey, sum lata nógvar pengar til eitt valstríð, vænta sær eina ella aðra samsýning aftur- fyri. Clinton var blíður Undir orðaskiftinum um lógarbroytingina eru tær nógvu gølurnar hjá undan- farna forsetanum Bill Clin- ton ferð eftir ferð drignar fram. Sagt verður, at teir, sum stuðlaðu Clinton og demokratunum serliga væl, kundu vænta at fáa høvi at gista í tiltikna kamarinum hjá Lincoln í Hvítu Húsun- um ella at fáa ein kaffi- munn og eitt prát við Clin- ton. Nú var Bill Clinton minni enn so tann fyrsti forsetin, sum beyð sínum stuðulsmonnum innar í Hvítu Húsini at vitja, men hann var tann fyrsti, sum ikki royndi at dylja hetta slagið av blíðskapi, og tí er tað ikki av tilvild, at tey at- finningarsomu siga, at Hvítu Húsini vóru til sølu í forsetatíð hansara. Ein sannroynd er tað, at báðir teir stóru flokkarnir hava verið ídnir at taka ímóti gávum til valstríð, og tølini eru vaksin skjótt. Í 1992 fingu flokkarnir 86 milliónir dollarar, fýra ár seinni var talið 262 millión- ir dollarar, og til valið í 2000 fingu teir báðir flokk- arnir heilar 495 milliónir dollarar ella næstan hálva fimtu milliard krónur sum gávur til valstríðið. John McCain hevur øll hesi árini stríðst sum úlvur á skóg fyri at beina fyri hesum stuðlinum, tí hann er sannførdur um, at gongdin er skaðilig fyri demokrat- isku skipanina. Stríðið hev- ur verið tógvið, men gølan við orkufyritøkuni Enron var eftir øllum at døma tað, sum fekk bikarið hjá øðrum at flóta yvir. Tað kom fram, at Enron lat teimum báðum flokkunum 3,5 milliónir dollarar til seinasta val, samstundis sum einstakir politikarar fingu 800.000 dollarar frá fyritøkuni. Bert fyrsta stigið Tann nýggja broytingin í stuðulslógini merkir ikki, at amerikansku flokkarnir missa allan stuðulin frá sín- um viðhaldsfólki. Einstak- lingar hava framvegis høvi at geva sínum flokki upp til 95.000 dollarar í einum tvey ára skeiði, ssamstundis sum tey kunnu geva einum einstøkum politikara upp til 2.000 dollarar í sama tíðar- skeiði. Teir, sum løgdu uppskot- ið fram saman við John McCain, eru greiðir yvir, at allar súður eru ikki syftar enn. - Eingin eigur at halda, at vit við hesum hava rikið kapitalin burtur frá polit- ikkinum. Hetta var tað fyrsta, men ikki tað sein- asta stigið á leiðini, sigur senatorurin Paul Wellstone, sum var ein av monnunum aftan fyri lógarbroytingina. Kapitalurin minni ávirkan á amerikanskan politikk C M Y K 25 24