Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 62 - 3. apríl 2002 Nr. 62 - 3. apríl 2002 27 Ísrael táttaði í gjár takið um teir palestinsku býirnar á Vestara Áarbakka, og palestinar siga, at teir nú fyrireika seg til kríggj við Ísrael MIÐEYSTUR Árni Joensen - Vit fara at stríðast, um tað so skal kosta okkum lívið. Tað er tað einasta, vit hava segði ein palestinskur her- maður við norskar tíðinda- menn í gjár, stutt eftir at ísraelski herurin hevði sent stríðsvognar og onnur hern- aðarakfør inn í býin. Samstundis kringsetti her- urin grannabýin Beit Jala, eftir at aðrir hermenn við stríðsvognum høvdu hersett býirnar Ramallah, Tulka- rem og Qalqiliya. Palestinskir talsmenn søgdu í gjár, at ísraelski herurin uttan iva ætlaði at herseta Betlehem, og pale- stinsku hermenninir í bý- num søgdu seg vera til reiðar at taka bardagan upp. - Vit bíða bert eftir, at ísraelsmenn leypa á. Vit vita, at teir hava stríðsvogn- ar og nýggj amerikansk vápn. Men vit hava eisini vápn, og vit fara at berjast til síðsta mann, søgdu palestinsku hermenninir við norsku tíðindamenninar í gjár. Blóðugar páskir Ísraelska hernaðarátakið á Vestara Áarbakka var eitt úrslit av fleiri blóðugum palestinskum atsóknum í páskavikuni. Teir báðir víðgongdu felagsskapirnir Hamas og Al-Aqsa hava átikið sær ábyrgdina av atsóknunum. Ófriðurin hevur tó ikki fingið amerikanska sem- ingsmannin, Anthony Zinni, at gevast við roynd- ini at fáa partarnar at binda frið, men eygleiðarar í Miðeystri siga, at uppgáva hansara tykist torførari nú enn nakrantíð. Eygleiðar- arnir vísa m. a. á, at ís- raelska herleiðslan hevur sent boð eftir 20.000 av sínum eykahermonnum at gera tænastu. Fleiri vesturlendskir leið- arar hava staðiliga heitt á teir báðar partarnar um at gevast við áganginum. Ser- liga hava teir funnist at ís- raelsku avgerðini at byrgja palestinska leiðaran, Yasser Arafat, inni í Ramallah, og fleiri bera ótta fyri, at Ísrael ætlar at gera av við hann ella at reka hann í útlegd. Ariel Sharon, forsætis- ráðharri segði páskadag, at palestinsku álopini kunnu berast saman við yvir- gangsatsóknirnar í USA í september í fjør, men hes- um hevur USA víst aftur. Fyrireika seg til kríggj UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Rættur prísur Ein uppgerð hjá norska oljumálaráðnum vísir, at prísurin á norðsjóv- aroljuni fyrsta ársfjórð- ing í ár helt seg á tí støði, sum stjórnin hevði roknað við ella nakað omanfyri. Í sambandi við fíggj- arlógina metti stjórnin, at prísurin mundi fara at liggja millum 20 og 21 dollarar tríggjar teir fyrstu mánaðarnar, og nú vísir tað seg, at með- alprísurin hetta tíðar- skeiðið var 21,28 doll- arar fyri tunnuna. Til sammetingar kann nevnast, at somu mánaðir í fjør var meðalprísurin 26,27 dollarar, men prís- vøksturin seinastu dag- arnar hevur havt við sær, at prísurin nú er næstan líka høgur. Tá oljumarknaðurin í New York lat aftur í páska- vikuni, var prísurin 25,92 dollarar. Serfrøð- ingar siga, at príslegan verður heldur ótrygg ta komandi tíðina, men teir halda, at tann rætti prísurin eigur at liggja um 20 dollarar fyri tunnuna. IMF til Argentina Nakrir umboðsmenn hjá altjóða gjaldoyra- grunninum IMF komu annan páskadag til Buenos Aires, har teir skulu tosa við stjórnina um treytirnar fyri, at grunnurin kann veita tí kreppurakta argen- tinska ríkiskassanum fíggjarliga hjálp. Búskaparlig aftur- gongd og ein ovur- honds stór uttanlands- skuld hava tikið beinini undan argentinska sam- felagnum. Stjórnin hev- ur biðið IMF um 10 mia. dollarar í láni. Stjórnin væntar, at ein tílík hjálp hevði gjørt, at útlendskir íleggjarar aftur fáa áhuga fyri at gera íløgur í Argentina. Loysir seg Tað loysir seg væl fíggjar- liga at vera nevndarlimur í teimum stóru vinnufyri- tøkunum í Danmark., og sambært blaðnum Politik- en vuksu nevndarsam- sýningarnar í 18 teimum størstu donsku fyritøk- unum heili 32 prosent í fjør. Tær 18 fyritøkurnar rindaðu í fjør 57,5 mió. krónur í samsýning til nevndirnar. Árið fyri var talið 43,6 mió. krónur. Úr Norðurlondum: Harðari revsing Norski løgmálaráðharr- in, Odd Einar Dørum, heldur, at menn, sum gera seg inn á kvinnur, eiga at fáa harðari revsing enn nú. Serliga eigur revsingin fyri neyðtøku at verða herd, heldur hann. Løgmálaráðharrin sigur, at hann sjálvandi virðir avgerðirnar hjá tí óhefta dómsvaldinum, men hann vísir kortini á, at tað eru mong, sum halda, at eitt nú neyð- tøkumenn eiga at fáa harðari revsing, enn teir vanliga fáa frá dóms- valdinum. Odd Einar Dørum vísir eisini á, at í seinastuni eru ábend- ingar komnar frá norska Hægstarætti um, at revsingin í tílíkum málum eigur at verða herd. Kanska ásettur Løgreglan í danska bý- num Randers sigur, at tað er minni enn so óhugsandi, at eldurin í einum fyrrverandi ho- telli í býnum á páskum varð ásettur. Fýra fólk doyðu í eldsbrunanum, og 18 onnur máttu flytast á sjúkrahús við brunasárum. Tað vóru heimleys, sum búðu í tí gamla hotellinum, og júst tað hevur givið løgregluni illgruna um, at eldurin kanska varð ásettur. Í seinastuni hevur eldur verið í fleiri sonevnd- um skúrvognum, sum heimleys í Randers hava hildið til í, og tí er tað ikki óhugsandi, at samband er millum hesar tilburðirnar og eldsbrunan í páskavik- uni, sigur løgreglan í Randers. Ikki í verkfall Norðmenn tíma ikki í verkfall. Tað er niður- støðan eftir eina kann- ing, sum vísir, at bara 10 prosent av teimum spurdu fakfelagslimun- um á privata arbeiðs- marknaðinum eru til reiðar at fara í verkfall, fáa tey ikki tað ætlaða úrslitið burtur úr sátt- málasamráðingunum. Hjá teimum alment løntu er verkfalshug urin eitt sindur størri. Her eru 16 prosent til reiðar at fara til hús. Nú enska drotnings- móðurin er deyð, eru fólk farin at gita, um Charles prinsur fer at nýta høvi til at siga arvarættin frá sær nú BRETLAND Árni Joensen Landasorg er lýst í Bret- landi, eftir at fyrrverandi drotningin Elizabeth doyði páskaaftan, 101 ára gomul. Hon fer til gravar næsta týsdag. Deyði hennara hevur fingið nógvar bretar at gita, at Charles prinsur fer at siga arvarættin til bretsku trúnuna frá sær nú. Sagt verður, at prinsurin var ógvuliga tætt knýttur at ommuni, og í einari sjón- varpssamrøðu annan páskadag segði hann, at einki kann fylla tað tóm- rúmið, sum er eftir hana. Bretsku bløðini siga, at Charles ráðførdi seg við ommuna heldur enn mammuna, tá hann gifti seg við Dianu prinsessu, og at hann eisini tosaði við hana, tá hann umhugsaði sam- band sítt við Camillu Park- er-Bowles. Nú gita nógvir bretar, at Charles fer at gifta seg við unnustuni, og at hann sam- stundis letur sonin William arva trúnuna. Landasorg í Bretlandi Teir kongstrúgvu bretarnir hava sýnt teirri gomlu drotningini stóran heiður, síðani hon doyði páskaaftan. Ikki bert við blómum, tí millum tær bógvu blómurnar var eisini ein fløska av Beefeater-gin Mynd: Reuters Myndugleikarnir og vinnulívið í Sveits hjálptu týsku nazist- unum at røkka sínum máli, stendur í einari drúgvari frágreiðing, sum varð løgd fram seinasta fríggjadag. Frágreiðingin er liður í einari ætlan hjá stjórnini í Bern at fáa eitt alment orðaskifti sum landsins lut undir seinna heims- bardaga. BAKGRUND Árni Joensen Fólk í Sveits hava vanliga ta uppfatan av sær sjálvum, at tey eru dugnalig handils- fólk, men seinasta fríggja- dag fingu tey at vita, at tey eru hóast alt ikki so menniskjalig, sum tey hava hildið. Ein 600 síður drúgv frá- greiðing um landsins lut undir seinna heimsbardaga staðfestir, at bæði tað al- menna, vinnulívið og ein- staklingar hjálptu týska nazistastýrinum. Og frá- greiðingin sigur eisini, at nógvir jødar vórðu vístir burtur, tá teir komu til sveitsiska markið, og at flestu teirra seinni vórðu tiknir og endaðu í nazist- isku týningarlegunum. Frágreiðingin, sum er vorðin til eftir fimm ára arbeiði, sigur, at tað var ikki bara Sveits, sum herdi innferðareglurnar í árunum upp undir heimsbardagan. Men árini 1942-1944 var landið í einari sersrøðu, og myndugleikarnir kundi havt bjargað nógvum, sum vórðu forfylgd av naz- istunum. - Kanningarnar vísa, at myndugleikarnir herdu eftirlitið á markinum, og at forfylgd vórðu latin upp í hendurnar á teimum, sum forfylgdu teimum við tí úrsliti, at mong vórðu send beinleiðis í deyðan. Á tann hátt hjálpti Sveits nazist- unum við at røkka sínum máli, stendur í niðurstøðuni í frágreiðingini. Seldu Týsklandi vápn Jødiskir felagsskapir hava í mong ár funnist at Sveits, men ikki fyrr enn í níti- árunum eydnaðist tað at fáa teir sveitsisku bankarnar at lata frá sær upplýsingar um bankabøkur, sum forfylgdir jødar høvdu stovnað í Sveits, áðrenn teir endaðu í teimum týsku týningarleg- unum. Tað var ikki fyrr enn amerikanska stjórnin hótti við at nokta teimum sveits- isku bankunum at reka bankavinnu í USA, at teir slakaðu. Nevndin hevur sum sagt arbeitt við málinum í fimm ár, og hon hevur av og á latið fyribilsfrágreiðingar frá sær. Søgufrøðingurin Jean-Francois Bergier hevur verið formaður í kanningarnevndini, og hann er alt annað enn væl lýddur millum teirra, sum halda tað vera skeivt at róta í hesum partinum av sveitsisku søguni. Tað eru tey, sum skýra hann landa- svíkjara, men sjálvur sigur hann, at hann hevur hildið seg til málsetningin hjá stjórnini, sum er at lýsa landsins lut undir seinna heimsbardaga út í æsir. Nevndin staðfestir í frá- greiðingini, at sveitsiska vinnulívið hevði umfatandi samstarv við Nazitýskland. Hetta komst ikki av, at leiðslurnar í vinnulívinum tóku undir við teimum nazistisku sjónarmiðunum, men heldur av fíggjarligum áhugamálum. Í frágreiðingini stendur m. a., at 14,3 prosent av sveitsiska útflutninginum árini 1940-19444 stavaði frá vápnahandli, og at 84 prosent av vápnunum vórðu seld Týsklandi og Italia. Bert átta prosent fóru til teir sameindu ella uttan- veltað lond. Ein amerikansk kanning kom í 1997 til ta niður- støðu, at sveitsiska vápna- sølan til Týsklands og Italia hevði longt seinna heims- bardaga, men hesum tekur tann sveitsiska kanningin ikki undir við. Um spurn- ingin, hvørt Sveits hevði fíggjarligan fyrimun av bardaganum, skrivar nevndin, at tað veldst um, hvussu hvussu rokni- stykkið verður gjørt upp. Settu “J” í passið Sveitsiska stjórnin hevur, eftir at frágreiðingin varð løgd fram, boðað frá, at hon vil hava eitt alment orða- skifti um landsins lut undir seinna heimsbardaga, og stjórnin sigur, at við frá- greiðingini kann landið vísa á, at tað hevur rann- sakað sína søgu. - Rætt er tað, at vit tóku ímóti fleiri flýggjandi, enn vit róku burtur, men tað ger ikki ábyrgd tjóðarinnar minni yvir fyri teimum, sum vórðu rikin aftur hagar, tey vóru komin, stóð í einari viðmerking frá stjórnini í Bern. Mynduleikarnir hava gjørt nógv burtur einari skipan, sum segði, at eitt “J” skuldi stemplast í pass- ið hjá sveitsisku jødunum undir seinna heimsbardaga, og stjórnin sigur, at hetta var medvirkandi til, at nógvir jødar vórðu týndir. Ikki heilt óvæntað hava teir sveitsisku bankarnir funnist at nýggju frágreiðingini. Ein talsmaður hjá banka- felagnum vísti á, at ein onnur kanning fyrr hevur staðfest, at tað ber ikki til at finnast at virkseminum hjá sveitsisku bankunum undir seinna heimsbardaga, og hann helt ikki, at tann nýggja kanningin sigur nakað, sum fólk ikki vistu frammanundan. Sveits sendi jødar í deyðan C M Y K 27 26