Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 62 - 3. apríl 2002 Nr. 62 - 3. apríl 2002 29 Nú Fuglafjarðar Mentannarhús er um at verða liðugt bygt, og væntandi verður tikið alment í nýtslu fyrst í juni mánaða, er avgjørt at skipa fyri búmerkjakapping. Fuglafjarðar Mentannarhús hevur til endamáls at verða karmur um øll hugsandi mentannarlig tiltøk t.d. konsertir, framsýningar, stevnur, fundir, veistlir, dans o.a. Búmerki skal kunna nýtast til alt vanligt virksemi í svart/hvítum prenti, eins væl og í litum. Navnið Fuglafjarðar Mentannarhús skal kunna setast afturat búmerkinum.- samanseting av búmerki og navni eru tí vælkomin. Uppskotið til búmerki kann verða í stødd A4 ella A5, men skal bæði kunna minkast og vaksast, so tað er nýtiligt á øllum, frá brævpappíri til plakatir. Uppskotið skal verða navnaleyst og bera frámerki, sum er 5 tilvildarlig taltekn (siffur). Saman við uppskotinum skal latast inn afturlatin brævbjálvi við sama frámerki uttan, sum uppskotsetarin hevur á uppskoti sínum. Í uppskotinm skal vera navnaseðil á A4-síðu, sum sigur frá navni, bústaði og telefon hjá uppskotsetarnum. Tá ið dømingin er endað, verða allir brævbjálvar latnir upp. Dómsnevndin, ið tekur støðu til innsendu uppskot, verður henda: Rúni Abrahamsen, arkitektur AF - Eyðun Hansen, formaður í Sjónleikarafelagnum - Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður. Til virðislønir eru avsettar 9.000 kr. Dómsnevndin avgerð, hvussu viðrslønirnar verða býttar. Tó skal 1. virðisløn skal ikki verða minni enn 5.000 kr. Dómsnevndin skilar sær rætt til, ikki at nýta innkomin uppskot. Vinnararnir verða kunngjørdir á hátíðarhaldi, í samband við at Mentunnarhúsið verður tikið alment í nýtslu. Uppskotini verða at senda til Fuglafjarðar Sjónleikarafelag innan Takk fyri stuðulin. Fuglafjarðar Sjónleikarafelag Postsmoga 14 530 Fuglafjørður Búmerkjakapping Frá Norð oya Javnað arfelag Eykauppstillingarfundur til løgtingsvalið verður í Bøgøtu 3 hóskvøldið 4. apríl kl 20.00. Nevndin Frá Hondbóltssambandinum Aðalfundur verður 4. mai 2002 kl. 9.00 á Hotel Hafnia. Hondbóltssamband Føroya Skrivstovuhøli til leigu Skrivstovuhøli til leigu, uml. 100 m2 til støddar, í húsinum hjá Føroya Postfelag á Tinghúsvegi 15. Nærri fæst at vita um hølini á tlf. 317231 ella 217231. AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 REOLIR Hædd 2-3 m Hillar: 30 x 90 cm 45 x 90 cm 60 x 90 cm 75 x 90 cm 90 x 90 cm Til tey størri goymslurúm bjóða vit stigar og bjálkar til europlattar Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008 Stiðjagøta 2 – Postboks 378 FO-110 Tórshavn Tlf.: 311071 – fax: 310460 e-mail: demich@demich.fo Lærlingur Hevur tú hug at royna teg? Vegna økjandi virksemið, søkja vit eftir lærlingi til handil okkara, læran kemur at umfata samskifti við viðskiftafólk, útkoyring og bílegging av vørum o.a. Væntað verður at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, er fyrikomandi og hevur hug at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu. Fyri at koma í læru,er tað ein treyt,at tú hevur koyri- kort og FHS ella HH. Skrivlig umsókn verður at senda til okkum í sein- asta lagi 12. apríl 2002. DYNAPAC -maskinurnar sum halda! • Asfaltleggjarir • Plátuvibratorar til asfalt, grús o.a. • Breitt úrval av stav- og bjálkavibratorum til betong/stoyping • Glittemaskinur • Dykpumpur • Eykalutir Keyp góðsku – keyp Dynapac! Sosialurin - 311820 Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008 Náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2002 Áttanada árið á rað býtur Norðurlandaráðið nát- túru- og umhvørvisvirðislønina út. Virðislønin, sum er 350.000 danskar krónur,verður latin privatum ella almennum virki, bólki ella einstaklingi, sum hevur víst serligt virkisfísni innan náttúru- og umhvørvis- vernd. Evnið í 2002 Náttúru- og umhvørvisvirðislønin verður í 2002 latin einstaklingi í einum av norðurlondunum, sum á ser- ligan hátt hevur ment og borið út hugsanir, sum við byrjanini av 21. øld kritiskt viðgera korini hjá nútíðar menniskjanum og samfelagsins viðurskifti við náttúr- una. Øll kunnu lata inn uppskot um virðislønarvinnara. Uppskotið skal innihalda lýsing av arbeiðinum og upplýsingar um, hvør hevur framt ella fer at fremja hetta verkið. Arbeiðið skal hava fakliga góðsku og týdning í breiðum samanhangi í einum ella fleiri av norðurlondunum. Uppskotið skal orðast á í mesta lagi tveimum A4 síðum. Virðislønarmóttakarin verður útnevndur av eini dómsnevnd, ið hevur umboð úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi, Danmark, Álandi, Finnlandi og Svøríki. Uppskotini, ið skulu skrivast á eitt serligt skjal, skulu vera inni í seinasta lagi mikudagin hin 29. mai. Skjalið og grundgevingin fyri evninum í ár fáast á heimasíðu Norðurlandaráðsins www.norden.org ella við at venda sær til skrivstovuna hjá donsku sendinevndini: Nordisk Råd Den Danske Delegation Christiansborg, 1240 København K Tlf. (+45) 33 37 59 58, Fax. (+45) 33 37 59 64 Til ber eisini at venda sær til skrivstovuna hjá føroy- sku sendinevndini, Erling Jallsgøta 6, 100 Tórshavn, tlf. 311000, fax 310686 Við hesum verður søkt eftir einum maskinmeistara til Strandfaraskip Land- sins, at seta skjótast gjørligt. Maskinmeistarin skal byrja umborð á M/S "Rituni", men skal til eina og hvørja tíð kunna verða fluttur umborð á øll skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyri- skipað av leiðsluni. Uppgávurnar hjá skipunum Høvuðsuppgávurnar hjá skipunum eru at røkja innanoyggja fólka- og farma- flutning eftir fastlagdari ferðaætlan og annars aðrar túrar við ferðafólki runt oyggjarnar. Umborð á Rituni eru knýttir íalt 4 mans, og 3 mans sigla við hvørja ferð. Arbeiðs- tíðin er 56 tímar um vikuna og siglt verð- ur í 3 vikur, síðani 1 vika avspáking. Viðkomandi, ið settur verður, skal sigla 2 vikur sum stýrimaður og 1 viku sum motorpassari. Dagliga farleiðin er Tórshavn-Nólsoy og ein túr um vikuna til Skúvoyar. Umstøður eru ikki at búgva umborð. Starvið fevnir um Maskinmeistarin skal vera við til at tryggja, at maskinaríið er í so góðum standi at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg, og annars at veita leiðsluni eina skilagóða rakstrarfyri- siting. Maskinmeistarin skal eisini verða við til at tryggja, at allar lógir og reglur á øki- num verða fylgdar,og at arbeiðsgongdin er í trá við málsetningin hjá fyritøkuni. Aðrar høvuðsuppgávur hjá motorpass- aranum eru at vera við til: • Seta upp viðlíkahaldsmannagongdir og ætlanir • Hava eftirlit við maskinarínum • Tryggja gott samstarv við myndugleik- ar og aðrar samstarvsfelagar • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á maskinarínum Førleikakrøv • Vinnubræv sum motorpassari ella skipsmaskinistur • Siglingarbók • Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Roykkavari/sløkkileiðari, ikki eldri enn 5 ár • Kunnleika til lógarkrøv innanfyri rakstur av ferðamannskipum • Góð samstarvsevnir og góðan røkju- skap Setanartreytir Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Maskin- meistarafelagið Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 15. apríl 2002, kl. 12:00 Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Páll Heinesen, starvsfólkaleið- ara. Tlf. 343000 ella e-mail: pah@ssl.fo Starv Maskinmeistari Høvuðsuppgávan hjá SL er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutning- urin setir stór krøv um eina góða kundatæn- astu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá SL javnvigar við yvir 150 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 11 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Vit átaka okkum alt innan timburarbeiði. Vit átaka okkum eisini at gera tilboð. Leynar tlf. 211774 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 29 28