Sosialurinarkiv
Sosialurin 1945-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 1945síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 FØROYA SOSIAL-DEHOHRATUR 1. september 1945. hevði hann ikki tíkið útsendinga- málið til viðgerðar. I sínum ervitisskapi hevur Th. Petersen í einum skrivi til tingið kravt kursvidurskiftini at verða sum tey eru, t. v. s. tå ið vit keypa I "Bretlandi skulu vit lata 22,40 kr. fyri pundið, meðan vit í Danmark samstundis kunnu keypa tað, sum hevur eitt sterlingspundsvirði, fyri 19,34 kr Sambært hetta Th. Petersens krav skulu vit altso fa- vorisera Danmarkar handilin við eiuum fyrimuni uppá 3 kr. pr. pund. Tað skal tó verða viðmerkt, at vit kenna á okkum, at hetta er ikki tann veruliga meiningin hjá Th. Petersen. Men soleiðis — so sinnisørt — hevur hann skrivað. So út av bókini er hann komin. Alt fólkaflokksins ræðslutos um, at javnaðarmenn skulu vera við til at gera tað torfert og ómeguligt at fáa kvota er so statt burtur úr vón og viti. Tverturímóti. Javn- aðarmenn hava gjørt og vilja gera alt fyri at veita okkum sterstu kvotu. Heimferð føroyinga í Íslandi. Tingið fekk nú ein dagin so- ljóðandi telegram: >Háttvirda landsnevnd! 40 manns, staddir til metið í dag við minst 100 monnum í bakhond, ynskja at tit senda >Smirile yvir til Siglifjarðar skjótast meguligt. Mislukka sildafiskari avsluttað, stór vanskiligheit og húsi. Vit hava preváð, ongan fart hiðani. Vænta svar í morgin. Virðingarfyllst. Feroyimgar. Norska Sjómansheimið, Siglufjørdur«, Málið var fyri. samdir um, at tingið átti at gera tað. ið tað kundi, fyri at hjálpa fiskimonnum heim úr Íslandi. Latið varð legtingsins hendi at undirsekja, hvat ið gerast kundi, um kol kundi fáast til Smiril, um onnur skip kundu fáast 0.5. fr, Telegraferað varð til gesantskapið og hin feroyska um- boðsmannin um at hjálpa feroysk- um fiskimonnum og arbeiðarum á legtingsins rokning. Svarað er, at hjálp er veitt Fer- oyingunum og at skipini >Mjóva- við mati Menn vóru forsæti upp Í danska nese, »Yvonna«, >Selvaskere, >Re- gina« og >Godthaabe Feroyingarnar heim. Um tey f Islandi verandi skip ikki eru nóg nógv at flyta allar Ferovingar vilja flyta heim, er tingið samt Í, at »Smiril« skal fara eftir restini. Teir tólv, sum rýmdir eru av tingi, sigast at hava sent nógv telegrammir til Íslands fyri at øsa Førovingar haruppi; men at veita teimum hjálp sum skylda teirra var sum landsins kosnu álitismenn, tað sviku teir. Thorstein Petersen . klagar Føroya løgting fyri Buhl statministara. Navnframur Feroytugur segði, tá ið hann hevdi lisið telegram, ið Thorstein Petersen hevur sent til danska statsministara um at reka meirlutan á tingi á dyr, at eitt tílíkt telegram er einastandandi og uttan líka i ollum parlamentariskum londum. Harnæst, helt hann, var målførslan t tt so undir allan kritikk lókut og ósemilig, at hon gjørdt Feróyum fyri skommum av tí, at tað jú var maður, sum sat á løg- tingsins formannssæti, ið hevði andsvarið fyri orðanýtsluna og saman setingina, Vit skammast og Føroya følk skammast yvir, at okkara land og øldargamla ting skulu vera úti fyri tílíkum smeiti, fyri tíltkari vannærandi handling. „Kolsvert Osannind' I einum av døgunum aftaná 6. mai, tá ið Danmark aftur var uttan vanda og stóð sterkt, kemur >Sjó- vinnubankine, ið ikki hevdi viljað vekslað síni pund áður, og krevur amtið at veksla £ 250.000. Amtið helt seg ikki kunna taka andsvarið av at veksla so nógv pund í senn, serliga tá ið viðkomandi ætlandi hevði hildið tey spekulatión at fáa meiri enn 22,40 fyri tey, um krónan í Danmark varð veik av tí, at landið kom at verða kriggsherjad. (Th. Petersen prædikadi jú, at danska krónan var einki verd!) Amtið beindi málið til ministeriid at avgera og vildi annars gjarna forhandla, fáa millum annað upplýst, hví pund- ini vóru hildin afturi, og hví >Sjó- vinnubankin« nú kom við teimum aftur í teirri at veksla. : Men >Sjóvinnubankine vildi ikki forhandla, Hann (Th. P, RL. Chr. HJ, J O.J. og j M. J) vildi ikki forhandla, men legði sak móti amtinum fyri at fáa rættin at døma amtid skyldugt at veksla. Vit greiddu frá seinast, at >Sjó- vinnubankin< hevði lagt sak móti amtinum fyri at noyða tað at pundini, sum bankin meld: til vekslingar veksla tey ikki hevði sambært lógarreglurnar. Nú sigur harra Long: Hetta er „Kolsvert ósannind“! „Sjóvinnubankin hevur eingi pund goymt“! Hví hevur hann té yvir 500 000 pund óvekslað ? Sum stjórnarlimur í >Sjóvinnu bankanume veit R. L., at bankin tá ið hansara menn sóu, hvussu kursin mátti blíva, vildi sleppa at veksla £ 250.000 fyri fyrst, og at hann, tå id hann ikki fekk tað, legði sak. Heldur harra Long seg kunna fáa nakran at skilja hetta sakarmál ødrvisi enn, at tað varð gjert fyri at noyða amtið at veksla fyrst tey £ 250 000 og síðani hini eftirverandi pundini av teimum yvir £ 500.000, id >Sjóvinnubank- ine hevur standandi óvekslað. Tann, ið rópar lygn eftir sann- leika merkir seg mann sjálvan sum Fólkaflokkurin ræddi fólk við, at vit, um vit fóru til kurs 19,34 vildu missa handilin við Bretland, tí vit vildu tá ikki kunna fáa ta neyðturvuligu sterlingsvaluta. Ein stór ósannind! Ein ósann- ind sum í Sr er Th. Petersen visti skil á. Tað er tverturímóti! Vit vilja til eina og hverja tíð fáa ivalevst av punds-valuta, ið vit ynskja og hava brúk fyri. Eingin minni enn sjálvt ministeriið hevur givið skrift- liga váttan av at okkum verður ikki at tróta pundsva uta. Vit taka uppaftur orðrætt mini- stersins egnu orð: 1. Regeringens Ønske gaar som udtrykt i Statsministeriets Skrivelse af 10. August 1945 alene ud paa en Ændring af Sterlingkursen, og Rege- ringen forudsætter, at der sker For- handling med Lagtinget om alle andre Spørgsmaal, der kan opstaa i denne Forbindelse. (Men fólkaflokkurin rýmdi undan allari forhandling! Blstj.) 2. Knrsændringen medfører ingen Indskrænkning i Færøernes Adgang til Køb af Sterling til Opretholdelse af Samhandelen med England, hvor under Køb af Fartøjer, Maskiner etc. 3. Regeringen er indforstaaet med, at der indtil videre ikki sker nogen Ændring i den hidtil paa Færøerne anvendte Fremgangsmaade med Hen- syn til Erhvervelse og Anvendelse af britiske Varer. Hetta er danska stjórnarinnar egnu orð: Vit koma so statt altid at hava nóg nógv sterlingspundsvaluta. Vit kunna eins og higartil fáa hesa valuta við at venda okkum til teir føroysku bankarnar. Vit kunna so statt hava allan tann handil við Bretland, ið okk- um lystir. Ein brúktur barnavognur og ein barnasong til sælu. Prentsmiðjan v. á. Tekk Eina hjartans tøkk veita vit øll- um teimum, sum sýndu okkum samkenslu tá kæra mamma okkara Johanna Hjelm doyði og varð jarðað. Elsebeth, Leivur og Hans Jac. Hjelm. Long bankastjórnarlimur og ein av „tólvjavningunum“ er aftur úti eftir P, M. Dam. Hann smæist íkki at leggja P. M. Dam undir at fara við ósann- | indum. Hann mátti aftrað sær, so dygt hann fekk við sínum fals- anarbriksli. Hann brigdar, sum so ofta fyrr, Dam tey lán, ið arbeiðara- og fiskimannafyritøkan A. T. á Tver- oyri hevur fingið. Tað mátti verið ein heiður held- ur enn skomm at hava verið við til at játti. peningalån til eina ko- operativa drift, serliga tå ið allir arbeiðarar og allar arbeiðarakvinn- ur á einum plássi eiga hana. Men so er lyndi í Long, at hann heldur tað nærmast vera eitt brotsverk at veita eini arbeiðara hjálp. Hevdi maðurin dugað fyri eina ferð at sagt satt, kundu vit latið hansara beiska hat móti arbeiðaradriftum farið. Men tað Hann sigur, at samgongu ger hann íkki. >Vestmannae og >Brimnese hava fingið játtað 70.000 kr. hver. Blótandi 6sannind! Hesi skip hava sekt, men einki oyra fingið játtað enn. A. T. eigur fyri alt tað bara ein part Í hesum skipum. Harra Long sigur, at hann íkki hevur verið ímóti at viðmælt, at fiskimenn fingu statsstudning til skip. So! Aftur ein ósannind. I fundarbókini hjá Vinnuláns- grunninum hevur eingin minni enn sjálvur Richard Long skrivað undir sítt egna fyrivarni viðvíkjandi við- „mæli til statin um at veita fiski- monnum studning. Um hann ikki hevdi gjørt tað, so hevði hann kortini haft verið ímóti studningsveitan frá statinum, tí ein av fiskaribankans uppgávum er at býta studningarnar, ið saturin jåttar til fiskimenn til skipabygg- ing. Fiskarídirekterurin hevur hesa greinina í hondum. Lán og studningar altso av sáma stovni, nevniliga, Kongeriget Danmarks Fiskeribank, harra Long! Sig ikki ósatt ella galið vid vilja ella hugsa og kanna spurningin, áðrenn talað ella skrivað verður! Hetta eru góð ráð, harra Long! Vaskarígenta. kann fáa pláss 1 september. Løn 70 kr. um mánaðin, fríar kjólar og frí fyrikleð. umsitast Dronning Alexandrines Hospital.