leygardagur 14. juni 1947síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Nr. 24
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
kemur út eina ferð um vikuna og kostar
kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið.
Bráðf. blaðstjóri: MARTIN FOENSEN
Prent: A. ØSTER's
HEIMATÍÐINDI
FINSK TIMBURHÚS
Nú síggjast lýsingar í bløðu-
num um nýtt slag av húsum,
sum útbjóðað verður í Førovum.
Tað skulu vera finsk timburhús,
sum skulu vera so lagalig at
gera, at um tu ikki ert húsa-
smiður kanst tú tó sum einki
sjálvur byggja slíkt hús. Áhuga-
vert verður at vita, um hesi hús
hóska til okkara veðurlag.
Hvussu tey hóska til landslagið
skal einki nevnast um. Vit missa
meira og meira burtur av ti
upprunaliga og eyðkenda før-
oyska, sum utleudingar ansadi
eftir og segdi hoskadi til lands-
lagið.
EIN UMVEGUR
Mjørkin í Føroyum kann ofta
vera lúrin.
Sudurovingar skuldu fara til
Norðoyastevnu við kappróðrar-
báti. Teir fóru í »Ternuni«
leygardagin, sum stevnan skuldi
verða sunnudagin. »Ternan« fór
ikki til Klakksvíkar fyrrenn
sunnumorgunin, so tå id »Bar-
jama« lå á Havnini búgvin at
fara til Klakksvikar beinan vegin,
fingu teir båtin umbord hagar
og sluppu sær við henni.
Mjørki var norður, og teir sigldu
og einki land sást. So endiliga
langt um langi høvdu teir hóm-
an av landi, og rópt varð skjótt,
at land var at síggja í bæði borð.
Nærri varð silgt, og so kendist,
hvar teir vóru komnir, eingin
Klakksvík men inn á Borðoya-
vík. Akkerið var rent í botn,
og skiparin segði, at í teimum
líkindum sigldi hann ikki men
varð liggjandi á Borðoyavík.
Kappróðurin skuldi verða sama
kvøld, og so mátti kappróðra-
manningin sleppa sær í land
við bátinum. Tað gjørdu teir.
Teir komu i øllum góðum til
lands, og so fingu teir bil at
taka bátin yvir um til Klakks-
víkar. Menn og bátur úr Suð-
uroy komu soleiðis akandi at
taka lut í kappróðrinum á
Norðoyastevnuni.
ÓLAGALIG FERÐA ÆTLAN
Undan krignum var tað ofta
soleiðis, at »Drottningin« og
»Tjaldrid« fóru so at siga í senn
úr Keypmannahavn. Hetta var
heldur enn ikki ólagaligt, serliga
fyri postsambandið.
Aftur hesa ferð lá tað soleiðis
fyri, at bæði skipini fóru og
komu so at siga samtidis.
Lagaligt hevði verið, um ein
ferðaætlan varð gjørd, id ansadi
eftir hesum.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
VIKING,
linuskip, roynt undir Íslandi,
22000 — um 270 skpd.
ENERGY,
snørisskip, um 250 skpd.
TIL GRØNLANDS
Skip fara at leggja vestur eftir
nú, til Grønlands. »Marité« fór
av Tvøroyri týskvøldið. Av
Vági eru eisini skip farin Í
fjør var nógvur fiskur fyri Grøn-
landsskipum, og gongur alt í
lagi, er vónandi, at tey koma
heim við góðum fongi.
HVALAVEIÐAN
»Heykur« og »Sirra« royna
her við oyggjarnar eftir hvali
Teimum hevur verið væl fyri
longu. Hvalabåturin hjá Gud-
mund Mortensen, hin nýggi úr
Onglandi, >Shila 1, hevur nú
eisinl lagt út. Skipari er Kruuse
av Eidi. Hann hevdi fingid 2
hvalir beinan vegin. »Nim« er
ikki rættiliga liðugur at fara.
AGNTROTID
Hjá bátum, undir Føroyum
royna, er ymsastaðni stórur
trupulleiki við agninum. Ísvirk-
ini hava onga sild, og lítil og
eingin sild hevur verið at fing-
ið inni á fjørðunum í Føroy-
um.
»Ornanipan« hevði keypt
feska sild í Onglandi. Fryst sild
fekkst ikki. Teir royndu at varð-
veita hana í ísi í farmarúmin-
um so væl teir kundu, inntil
teir komu til lands og fingu
hana í Ísvirkið á Tvøroyri. Men
tá ið sildin skuldi nýtast, var
hon spilt. Bátar við góðum
agni fingu nógvan fisk, meðan
hin tók upp og hevði berar
húkar.
FISKISKAPURIN HEIMA
Sum frættist, so er nógvur
fiskur her við Føroyar fyri
summum bátum, ið royna. Ser-
liga sunnan fyri og vestan fyri
Suðuroynna. »Varpid« hevði
t.d. ónsdagin 17000 pund. >Akra-
nes« fekk á Føroya Banka 140
kurvar týsdagin, har av 2000
pund av kalva.
Maskinbátar hava eisini fing-
ið fisk við landi vestan fyri
Suðuroynna. Hvalbingar eru
komnir til 4000 pund. Fåmn-
ingar royndu, teir høvdu eisini
fingið fisk, men einki agn.
Rotna fliðu, tað var tað, ið
menninir høvdu. Tað má tykj-
ast at vera harmiligt, at menn,
sum royna eftir fiski við Før-
oyar, skulu ikki fáa roynt fyri
agni.
FISKASALGIÐ
Feskfiskasalgið i Onglandi
gongur ikki væl. Annars kann
tað vera so ójavnt, gongur upp
og niður eftir sum fiskurin er
til á marknaðinum. Rundfisk-
ur, toskur, longa og brosma, er
ringur at sleppa av við, betri
gongst sjálvandi við fløtum fiski,
kalva og reyðsprøku. Er nógv-
ur fiskur sunnan fyri, er vón-
leyst at selja, siga teir.
NÝTT BLAÐ
>14. SEPTEMBER“ eitur nýtt
blað, sum útkomið er her á
landi. D. P. Danielsen, Seyr-
vágur, er blaðstjóri. Danska út-
varpið bar longu tíðindi um
hesa hending bæði við >kom-
mentarer og oplysninger«.
14. juní 1947
et A ———"iwi8KXI—
FØROYA
BRUNATRYGGING
Hús - innbúgv - vør-
ur - verda tryggjad.
Skrivstovan er opin frå kl. 10-1 og 3-5
Leygardag . - - 10-2.
KUNNGERÐ
Tað verður her gjørt kunnigt, at elektricitetsverkið, vegna
bøtan av høvuðslinjuni, slítur tann elektriska streymin til allan
býin frá tysnåttini 17. juni til leygarmorgunin 21. juni 1947 frå
kl. Í nátt til kl. 7 morgun.
TÓRSHAYNAR ELEKTRICITETSVERK
Grót og skervur.
Øll, id vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Froðbiar sóknar kommuna.
Fiskireiðskapur.
Línuhúkar frå nr. 7 til 12.
Fiskisneri 1'/,, 2, 2' og 3 bs. sneri.
Teymastykki av hamp frá 1'/,—6 oz.
Ravmagnsperur
av øllum støddum eru bestar og bíligast hjá okkum.
Okkara klædnavørur
av øllum sløgum eru brátt viðgitnar um alt landið fyri góðsku og pris
Arbeiðaranna Trolarafelag.
A m. b. Á
Feroya Bjór
Øl- og Mineralvatnsvirki
Máltráð nr. 4
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
Citrón sodavatn
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jerðber limonada
Vanillie limonada
Appolinaris
Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda
kassar og fløskur aftur. Sendið tómt góðs aftur!
EINAR WAAG
Klakksvík.
Skipafelagið Feroyar
Telefonir 209 171 274
Tórshavn