leygardagur 19. juli 1947síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
kemur út eina ferð um vikuna og kostar
kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið.
Bráðf. bladstjøri: MARTIN FOENSEN
Prent: A. ØSTER's
Heimatíðindi.
MARKNAÐURIN Í ONGLANDI
Fiskamarknaðurin í Onglandi
er ójavuur sum vanligt. Ein
skipari tók til, at tað var sum
eitt »lottarispæl«. Og rætt er tað.
Nú eina viku herfyri varð spátt,
at sølulíkindini fóru at vera av
ti versta. Men tað sló ikki til.
Prísurin var av tí frægasta ta
vikuna. Sjálvandi valdar mest
um, hvussu nógvur fiskurin er
á marknaðinum og so eisini
hvussu heitt id er í veðrinum.
NÝGGIR BÁTAR
ÚR DANMARK
Tveir nýggir bátar eru komnir
nú nýliga úr Danmark. Tað eru
»statsbåtar«, sum teir kalla.
Annar eitur »Stattur« og annar
»Tjaldavik«. »Stattur« hoyrir til
Sandvik og »Tjaldavik« hoyrir
Tvøroyri. — »Tjaldavik« hevði
roynt í Norðsjónum men lítið
hevði borið til. Báðir hesir bát-
arnir gera nú til at fara út at
veiða.
Á SILDAVEIÐU
»Brimnes« ger til at fara á
sildaveiðu í Norðsjónum, onnur
skip sigla til Íslands við somu
ætlan. — Annars er áhugavert
at hoyra menn siga frá teirri
óføru sildanøgd, sum er at síggja
her við oyggjarnar. »Heykur«,
hvalabáturin, segði >Norðstjørn-
uni«, sum fór at veiða sild undir
Íslandi, frá, hvussu teir øll hesi
ár, síðan teir fóru at fáast við
hvalaveiðu, høvdu sæð ófør
sildavað rundan um oyggjarnar:
siglt fleiri fjórðingar gjøgnum
bera sild. Sagt hevði verið frá
hesum, men einki var gjørt. —
Ein skuldi hugsað sær, at her
vóru líkindi at gjørt nakað.
Sildin stendur í stórum prisi,
og tá ið sildavaðini eru so tætt
undir Føroyum, skuldi borið til
at fingið sett á gongd veiður
eins og í øðrum londum. Løgið
at sigla burtur at veiða ein fisk,
sum menn siga ovmikið er av
her tætt við okkara egnu dyr.
PRESTAVALG
Meinigheitsrådini i Suduroyar
norðara prestagjaldi hava til
fundar at velja nýggjan sóknar-
prest. 7 menn høvdu søkt.
Sóknarprestur H. V. Bjerg,
Vandborg, fekk 16 stemmur.
Ein fekk 2, og tveir fingu 4
stemmur hvør.
Ein Føroyingur, Osvald Joen-
sen Viderð úr Skálavík, var
millum teirra søkjandi. Hann
man hava havt stór brek, tå id
meinigheitsráðini ikki bóru hann
upp á mál.
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
Vidavøkstur og skadadyr,
Føroyar eru, sun hvor maður
veit, einki skóglendi; men nú er
langt síðan, at fúsir og hugagóðir
menn byrjaðu at gróðursata
viðavøkstir her og har um landið.
Úrslitini hava verið ymis; eina
frægast er komið burtur úr í
Tórshavn.
Føroyingar hava, Sum vera
man, ikki so avbera stóran alsk
til viðavøkstur, sum følkini í
teim londum, har viðurin veks-
ur væl, har eru trøini stundum
heilagir lutir, id fáa serstaka
umsjón, so einki skal vera teim
til meina. Her hjá okkum er
tað ikki so. Her kemur tað alt
ovofta fyri, at hugsunarleyst
og minni væl sidad fólk í ov-
farakæti = ger viðavøkstrinum
skaða. Hetta er harmuligt, men
eidur at vera bøtandi við einari
betri siðvenjing í heimunum og
skúlunum.
Viðavøksturin hevur, sum alt
annað livandi sínar serstøku
figgindar; av teim er flogkyktið
ein, og ger hann stundum viða-
vøkstrinum almiklan skaða.
Ofta er tað so, at eitt vist flog-
kyktaslag heldur til á einum
vissum viðaslag, og letur onnur
hava frið; men til eru flogkykta-
sløg, sum leggjast á allan viða-
vøkstur og annan gróður við.
Fyri einum 10 árum síðan kom
eitt av hesum sidstnevnda slagn-
um at verða so vanligt í Føroyum,
og serliga her í Tórshavn, at tað
gjørdi stóran skaða. Hetta er
ein lítil grábrúnur summar-
fuglur, ið nevndur er: Litli
Frostmátarin (Cheimatobia
burmata). Verður nú einki
gjørt fyri at oyða hann, er
fryktandi fyri, at hann um síður
verður Viðavøkstrinum at bana.
Sum flest alt flogkykt livir
hetta slagið fyrrapaatin av lívi
sínum sum maðkur, og tað
er hesin maðkurin, ið etur
bløðini á hvørjum vári. Hann-
slagið hevur veingir og flýgur,
men honslagið hevur so sum
ongar veingir, og flýgur ikki.
Seint um heystið parast sløgini.
Honslagið situr tá á træbulunum
ella á greinunum, meðan hann-
slagið flýgur til og frá. Tá
paringin er yvirstaðin, doyr
hannslagið, men honslagið skrið-
ur upp eftir bulum og greinum, til
tað kemur at vetrarknubbunum,
ið skulu verða til bløð næsta
vár; her verpur tað eggini og
doyr síðan. Um somu tíð, sum
bløðini byrja at spretta, kemur
maðkurin út og etur tey so
hvørt. Tá hann hevur etið so
mikið, hann er mentur, dettur
til jarðar, grevur seg í moldina
og dregur ham á seg; liggur so
í dvala 3—4 mánaðir og flýgur
einafeð í november, tá frost er
komið Byrjar tá sami leikur
aftur av nýggjum.
Tá viðavøksturin á hendan
19. juli 1947
BAZARUR
Gerið so væl og minnist til bazarin á Ólavsøku fyri byggi-
grunnin hjá Meinigheitsbarnagarðinum í Havn.
Hjartaliga tøkk fyri eina og hvørja hjálp.
Lutir til bazarin kunnu tygum siga frá hjá ella senda til
ein av nevndarlimunum:
Paula Sørensen, Poul Petersen
Zach. Bech,
Herluf Johansen.
J. P, Henriksen,
Jenny Hansen, Helena Højgaard, J. Joensen,
AKTIESELSKABET
FØROYA BANKI
AFDELING:
TRANGISVAAG
HOVEDKONTOR
THORSHAVN Stiftet 1906
Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 1.800.000
Bankforretninger af enhver Art udføres.
Kontortid Kl. 11 — 3.
Lørdag 11—2
Færøsk Margarine
VITA Ne: I
Vitaminiseret
Færøsk Produkt. Fint Produkt.
Th. P, Christiansen
telf. 446 Torshavn,
umboðar leiðandi veruhús í klædnavørum,
skóteyi, fiskireiðskapi, patrónum og m. 8.
Panting.
Tað verður her gjørt kunn-
hátt veður blaðfáur ella blað-
oyðin mong ár uppi saman, fær
hann ikki tikið nógmikla føðslu
til sín; harav viknar hann, so
sjúkur lættari leggjast á hann,
og hann doyr út umsíðir.
Ráðini eru at sirma allan viða-
igt, al eftirstøður av kommunu-
skatti og kaminreinsan fyri
, áð Á Pr í januar og apríl ársfjórðingar
vøkstur við einum løg, id drepur | JAN 6 9 5
. , “ ... ( "7 ” Mi ar ar
maðkin, áður enn bløðini eru 1947, sum ikki eru goldnar
farin ar spretta (ikki seinni enn | áðrenn tann 5. august h. á.
i mars) verða sendar pantifútanum til
Í vár varð lýst í bløðunum, | pantingar.
at ein tilik sirma var komin Tórshavnar býráð,
til landið og løgur við. Nú er tann 18. august 1947.
at nýta hana dagliga til várs,
um okkara vakri og upplivandi
Barnahjålpin
minnist til
viravøkstur skal verða bjargaður.
R, RASMUSSEN