Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-08-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 1947síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4. august 1947 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 29 Hvar liggur ábyrgdin? Tað er sjálvandi soleiðis í einum landi, at tå ið citthvørt kemur uppí haft, tá ið slík við- urskifti koma á, sum tú heldur eitt samfelag hevur skyldu at taka sær av, so verður spurt eftir og kallað á stýrið landsins. tí tað er sjálvandi alla manna hugsan, at tað er tað, id skal greiða tær fløkjur, sum hin einstaki íkki kann greiða, ella sum hann ikki hevur skyldu at greiða. Men, sum okkara stjórnarlag er skipað, so er íkki altíð so greitt at siga hvør id ábyrgdina hevur, hvør ið skyldu hevur at leggja uppi og taka sær av einum máli, ið tørvar at verða loyst. Sum kunnugt er tað so vorðið í demokratiskum londum, sum eru undir parlamentariskari stjórnarskipan, at størsti flokkur i tinginum myndar stjórn lands- ins — ella er eingin politiskur flokkur við fullum meiraluta, so mugu tveir verða í hóslag, ella ein hvør má leita sær stuðul frá øðrum flokkum. Hvussu ið er, so er altíð fólkinum greitt, hvør ið stýrislagið hevur í hondum, hvor id ásekan skal fáa, tå ið okkurt er í ólagi. Her hjá okkum í Føroyum hevur ikki verið so. Vit hava verið eitt amt, ein landslutur í einum ríki, vit hava havt eitt heimligt ting, sum havt hevur ráð- og ikki lóggevandi vald. Hetta ting hevur tó í seinri ár- um vunnið meiri ræði og fingið størri ábyrgd. Ein kann tí greiða føroyskt stýrislag soleiðis, at tað er amt (amtmaður) og løg- ling, sum skulu hava umsiting landsins (administration) í hond- um. Eina landsstjórn við ábyrgd fyri linginum hava vit so statt ikki havt. Málini eru farin til nevndir, valdar av tinginum, at umrøðast. Ein høvuðsnevn, Jlandsnevndin, hevur sitið sum ein stjórn millum tingseturnar, hon skal hava havt í hondum at greiða mál, tingið legði frá sær, somuleiðis ákomandi mál, sum alt tingid ikki kundi ella ikki tørvaði at taka støðu til. Stýri landsins, ábyrgdin fyri umsiting og ákomnum málum, sum neyðug vóru skjótt at greiða, hevur ligið á mongum hondum og sum tað er vorðið nú, er tað at siga ógjørligt hjá vanligum manni at vera kunnugur við, hvør ið hevur eitt mál í hond- um, hvørja skrivstovu hann skal venda sær til í håvudsstadnum, ella hvønn hann skal atfinna, tå id okkurt í samfelagnum ikki gongur til vildar. T.d. hvønn skal ein seta at lá id sjúkrahús- viðurskifti eru vánalig ella tå id plássum tróta læknar? Tingið man hava eina hospitalsnevnd; men hvør situr í henni, hvør maður ella hvør flokkur hevur ábyrgd har? Og læknan. Hvør hevur ábyrgdina fyri, at pláss langar tíðir liggja í læknaloysi? Er tað løgting. amt ella lands- læknin ? Sigast kann, at sum er hanga vit í leysari luft. Hetta er eitt stýrislag, id er tað frægasta til at trætast um, hvar ábyrgd og skylda liggja. Tað gav at byta undir bar- daganum. Tá var trættst í fleiri år um hvør, id hevði stýri landsins í hondum. Tá var trælst um, hvørt 13 er meiri enn 12 ella 12 meiri enn 13. Og trælst kundi tað verða, og trætst kann tað verða. Ti vit hava ikki parlamentariska stýr- isskipan her hjá okkum. Í lands- nevndini, stjórn landsins, sila menn úr øllum flokkum, og hvønn flokk er at seta at, tå id landsneyndin tekur avgerðir, vit vilja lasta? Hvør flokkur skjytur frá sær, tå id åstendur og sigur at tað vóru hinir flokk- arnir, 10 spiltu spælið. Øllum skilafólki er greitt, at vit her á landi mugu hava eina landsstjórn við ábyrgd, eina landsstjórn, har vit kunna vita, hvar ábyrgd skal verða løgd. Vit mugu fylgja øðrum demo- kratiskum londum og skipa landsins slýri sum ley. Vit kunna ikki lata okkara stýri upp í hendurnar á púrt fremm- indum monnum, og vit kunna ikki hava okkara stýrislag sum eina keldu til tóma barnslig: trætu. Latið ein flokk mynda stjórn og latið hann hava ábyrgdina. Ta kunna vit vita hvør, ið einki gjørdi við ultanlanda- vidurskiftt, sum vóru okkum livstydandi, ella innanlanda- viðurskifti, 10 tørvaðu bráða avgerð. ÓLAVSBKAN 1947 Ólavsøkan í ár var vænlandi við serligum athuga. Boðað var frá, at Noregs Snorranevnd við Ólavi krúnprinsi á odda skuldi leggja at landi í Føroyum á heimferðini aftur til Noregs. Ólavsøkuaftan legði Lyra so at i Havn. Snorranevndin var vid, men krúnprinsinum hevði ikki borið til at koma við, tí hann hevði skundisørindi at røkja heima í Noregi. A bryggjuni tók Havnar by- ráð ímóti Norðmonnum. Býráðs- formaðurin J. P. Henriksen bjóðaði í vælvaldum orðum norsku frændunum vælkomnar. Leiðarin fyri Snorranevndini svaraði og lakkaði frá skipinum. So gekk leiðin niðan á ling- húsvøllin, har formaður tings- ins Oregaard helt vælkomu- røðu. Sangfelagið sang. Bróður Lars Eskeland rektor Eskeland helt røðu á nýnorskum. Aðrir talarar vóru Th. Petersen, um- boðsmaður fyri Oslos býarstýri. Aftaná fundin á Tinghúsvøll- inum vórðu Norðmenn bodnir inn í linghúsið til veitslubord, Har vóru stuttar røður hildnar av Oregaard, Norðmanni og P. M. Dam. Seinasti talaði á føroyskum fyri at geva Norð- monnum høvi at hoyra røðu á føroyskum. Flestu Norðmenn søgdu seg at skilja hvørt orð í teirri føroysku røðuni. Seinri um kvøldi hildu um- bøðsmenn fyri føroyska javn- adarflokkin og umboðsmenn fyri norska »Arbejderpartiet og norske Fagforeninger« hugna- liga samkomu. Har var av okkara norsku frændum hildn- ar røður, ið athugaliga ávístu, hvussu hill norska »Arbejder- partiel« og norsku fakfeløgini vóru knýtt saman til eina 6- brótiliga heild. Tað skyldadist høvuðssakliga hesari samgongu, at hin norska arbeiðarafjøldin í dag sat við landsins róður og longu hevði sýnt seg sum fram- úrskarandi stjórnarmenn. Noreg, sum lá í skeljum, var nú í síni afturbúreising fremri enn flestu lond, so frammalaga, at í donsk- um bløðum finnast í hesum døgum greinir við yvirskrift sum: »Norske Forhold efter- lyses«, Norðmenn vóru i Kirkjubø, luttoku í føroyskum dansi og kendu seg væl fagnaðar har ið teir komu, søgdu teir. Ólavsøkudag var sum vanligt skrúðgonga frá tinginum (il kirkjuna og aflaná gudstænast- una aftur til tingid. Men løgið og ótrúlt gomlum siði kendist tað at síggja skrúð- gønguna skerda við ikki einans mongum prestum, men eisini við mætum løglingsmonnum, ið annars dáma væl at vera harð- mæltur í tjóðskaparmálum og í at halda uppi siðum og eyð- kennum Føroya tjóðar. Betri er — sum líkið varð til — at vera í sambandsbólkið og trugvur góðum gomlum siðum enn at svíkja hesar siðir og leika við sjålvstyris- og loys- ingarbraski. Annars var Ólavsøkan fylt við ymsum ílrótlum og itrottar- kappingum og føroyskum og enskum dansi um kvøldini. Úrslitið av hesum kappingum er givið aðrastaðni í blaðnum. Loysingarmenn hildu fund. Sagt er, at ein røðarin — Gutt- ormur Eysturoy — skuldi siga, at í Noregi var bara ein Quis- lingur, men í Føroyum vóru fýra. Summi fundarfólk skiltu taluna soleiðis, at: hesir fýra vóru teir 4 føroysku sendi- menninir, ið niðri vóru gingnir við til at viðmæla uppskotið frá teirri donsku ríkisstjórnini. Vit loyva okkum hervið at spyrja Guttorm Eysturoy, um hann skírir Louis Zachariasen, P, M. Dam, ÁA. Samuelsen og Kr. Djurhuus sum Quislingar? Uttanifrå, Onglandi at gera Handilsnevnd úr hevur verid i Moskva handilsavtalu millum Rusland og Ongland. Hon kom ikki heim aftaná, at Molotov fór av arisar-fundinum uttan at vilja ganga undir at taka við Mar- shalls-tilboðnum, og tað mein- ast, at hesi lond fara at gera handilssáttmála sínamillum, hó- ast so hin russiski blaðheimur- in ger ófør álop á Bevin og hina ensku arbelðarastjórnina, sum leir siga hevur tveitt seg við hold og hár í føvningið á »Uncle Sam« har yviri hinu megin Atlantshavið. Stalin sígur, at hann í eilt vist áramál kann lata Ongland fáa 4 milliónir tons av hveiti. Norðmenn flyta nógvan fryst- an fisk av landinum — meiri enn teir kunna komast útfyri. 11.000 tons skula fara til Italiu og 25.000 til Ruslands. Bergen var ikki Føroyingum ókunnigur tann tíð tað var. Ólavsøkudag varð hátíð hildin har tíl minnis um, at Hákun Hákunarson var krýndur í Krist- kirkjuni í Bergen fyri 700 árum síðan. Nú eru kirkjur og onnur byggingarverk frá teirri stortid- ini avloftað; men áhugavert er at hoyra, hvussu rannsóknirnar draga leivdirnar fram frá einari ríkari tíð, og menn í orðum mana hana fram fyri okkum. Nógvir eru fundirnir, ið hild- nir verða víða hvar, nú summ- arið er. Kristilig ungmanna- rørsla hevði fund í Oslo, og hevði Baptistar frá øllum heims- ins londum ein stórfund í Kø- benhavn. Byarstjóri H. P. Sø- rensen, sum talaði og beyð væl- komin, fannst at, at Grundtvigs- kirkjan var sýtt at lána til hesar Baptista-fundir. Tað var ikki í Grundtvigs anda, helt hann. Feroya Fólkaháskúli Vetrarskúli fyri dreingir verð- ur frá 1. oktober til 29. februar. Teir, ið ætla sær á skúlan, kunnu søkja um styrk hjá amtinum. Bønarbræv um styrk má vera sent amtinum innan I. september. Nærri frágreiðing hjå Jóhannesi av Skarði. Telf. 243.