Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-08-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1947síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16. angust 1947 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 31 Klippfiskurin í krambúðunum í Val- poraiso í Chile kostar 5--6 kr. kilo og meiri. Norðmenn gera handilsavtalu við Chile. Undan krignum varð nógv tosad um at selja føroyskan klippfisk til Suðuramerika. Men har varð ávíst nógvir meinbog- ar. Tað heita veðurlagið og tann langi vegurin gjørdu, at serliga dýr og vandalig innpakking mátti verða havd. Men Íslendingar og Norðmenn seldu og handlaðu har suðuri, og Norðmenn gera seg nú aftur til at fáa handilsavtalu við Chile í Suðuramerika. Norðmenn hava altid havt stóran = handilsflota, og skip teirra hava siglt øll heimsins høv og vitjað allar verðsins havnir. Eisini til Valparaiso í Chile komu nógv norsk skip undan krignum. Henda sigling varð stedgað av krignum, men nú tekur hon við aftur. Tað gevur útlendskan pening til Noreg at sigla fyri aðrar tjóðir, og kunna teir so fyri henda pening keypa vørur, teim tróta. Chile hevur nógv, Noreg trýtur. Frukt, fyrst og fremst, men eis- ini m.a. hamp og kraftfóður. Og Chile kann taka fisk og tað ið gjort verður úr fiski frá teimum. Fólkið keypir nógvan klipp- fisk har. Hann verður nógv seldur í føstutíðini. Men dýrur er hann. 5—6 kr. kilo og meira. Landið har er sera frukta- gott, men tað er regnið, ið kemur turringurin, og hann kann gera enda á grøðini. Teir leiða vatn frá vatinum úr teim- um stóru kavafonnunum, sum liggja uppi í Andeifjøllunum, men ikki er tað nógmikið. Samfelagsvidurskifti og ar- beiðisviðurskifti eru ikki góð, sigur norskur blaðmaður. Hin fåtæki landarbeiðarin letur børn síni út til arbeiðis og ganga so ikki í skúla. Av 800.000 skúla- skyldugum børnum gingu bert 300.000 í skúla. Eisini búgva tey so langt burtur frá skúla, og samferðsluviðurskiftini eru vånalig, so foreldrini hava ikki ráð at senda børnini so langt burtur. Men hóast skúlin liggur tætt vid heimið, so er fåtæk- dómurin so stórur, at børnini mugu verða send út at forvinna og fara ikki í skúlan. Hesin blaðmaðurin sigur, at mannamunurin er óføra stórur i Chile. Arbeiðisfólk hava tað ringt, og politiskt eru tey ósamd. Men lað eru tekin á, at tey eru vid at vakna. Maður har vil ikki trúgva um arbeiðisviður- skiftini t.d. í Noreg. Hann sigur tað er lygn. Hann hevur vant seg at hugsa. at allastaðni er nakað sama lag sum har hjå honum sjálvum. Týskarar hava verið nógvir har og ógvuliga ráðaríkir. Teir eru nú við at seta høvdið fyri trýtur. Tað regnar nógv tveir | seg aftur. mánaðar av árinum; men so Skipafelagið Føroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn AKTIESELSKABET FØROYA BANKI HOVEDKONTOR THORSHAVN Stiftet 1906 AFDELING: TRANGISVAAG Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 1.800.000 Bankforretninger af enhver Art udføres. Kontortid Kl. 11 — 3. Lerdag 11—2 Stættastríð. Vegna plásstrot hevur greinin ligið nakað leingi. Soleingi sum tílíkir menn sum kapitalisturin »P« í >Føroyatíð- indi« føra orðið í politikki, so- leingi hava vit stættastrið. Ti- verri vísir lað seg, sum at hesin kapitalisturin hevur nógvar í sínum parli enn í dag, og ti er so ofridaligt vida hvar um heim- in. Sum kunnugt er eilt av høv- udshodum i teirri marxistisku læruni tað, at arbeidarin á sjógvi og landi skal fáa fult virði fyri sitt sleip og strid. Arbeidarar um allan heimin fylkist, standið øxl moti øxl, lyftið í felag, gerið tykkum til harrar yvir arbeids- amboðunum, framleiðslutólun- um og framleiðslueynunum, ti tå fyrstani fáa tit allan ágóðan óskerdan. Her á landi hava vil, sum hava talað og skrivað fylgjandi hesi læru, ført fram, at fiski- menn og arbeiðarar i felag skulu eiga teirra skip, bátar, krambúðir, pakkhús, turkihús, turkiplåss elc., sjálvir selja og keypa í felag, styðjaðir av lands- ins stjórn sjálvanda. Hetta letur seg ikki gera soleingi, sum sam- hands- og fólkaflokkskapitalist- arnir sífa við fleirtalinum á Føroya lágtingi. Tað eru vit greiðir yvir; men fyri tí vilja vit halda áfram at peika á, at soleiðis skuldi lad verið, bara marxistar fingu fleirtal her á landi. Komu vitso langt, at arbeið- arar á sjógvi og landi kundu sjálvir átt arbeiðsamboðini, ser- liga skip og annað, sum oman- fyri er nevnl, so áttu arbeidar- ar eisini allan úgóðan minus útreiðslurnar. Tá var einki at klandrast um, og so var einki stættastrid. Hvussu jarðaviður- skiftini skuldu skipast, leggi eg ikki í al koma so nógv inn á her; men sjálvanda eiga hesi viðurskifti at skipast á sama hátt sum sjóvinnuviðurskiftini. Viðvíkjandi sjóvinnuni er tað so nógv lættari, ti havið er allra- mannaogn, so har kunna fiski- menn gera seg til harra í somu løtu, sum leir eiga framleiðslu- tólini, ti har er frí atgongd til framleidsluevnid. Huldumaðurin »P.« er av adr- ari áskoðan og førir fram hetta, sum her er endurprentað: >Dan- bjørg sigur i »Socialinum«, at tað er ørskapur at trætast um, hvussu nógv procent fiskimenn skulu fáa av fiski, teir sjálvir hava veitt. Eftir socialistiskum reglum skulu teir sjálvandi hava øll 100 procentini aftaná, at út- reiðslurnar eru frádrignar; gera teir tað í A.T.c — »P« endar greinina við at siga, at hetta er tad bera tvætl, og at Karl Marx vildi vent sær í grøvini við at kunnað frætt hetta. Tann hugsan, id »P« her legg- ur fyri dagin, må væl vera tann, at tað er og verður ógjørligt hjá arbeiðarum og fiskimonn- um at gerast eigarar av skipum og øllum ti, sum eg í áðni nevndi. Ti hann meinar væl ikki, at teir fiskimenn, sum eiga amboðini sjálvir skulu fara at býta burturav ágóðanum (il aðrar — undantikid arbeiðsløn- ir og tílíkt, men tað er roknað við í útreiðslunum, sum sjålv- andi skulu dragast frá. Tå ið »P.« nevnir A.T., so er hartil at siga, at arbeiðsfólk og fiskimenn, sum eiga A.T., eiga eisini allan ágóðan minus úl- reiðslurnar — sjálvandi. So tá ið »P« spyr: »Gera teir tað í A.T.?«, so er einki annað svar enn ja. Nakað annað er, at á- góðin — ella partur av honum verður nýtt til at økja driftina við. Tað er rætt og í lagi — so- leiðis sum tad eigur at vera. »P« og aðrir megu læra seg at koma burtur frá leirri gomlu hugsjónini, sum var tann, at nakrir fáir rikmenn skulu eiga framleidsluevnini, framleidslu- tólini og allan ágóðan, soleiðis at teir bara býta arbeidarunum á sjógvi og landi ein part burt- ur av. Hesin partur er sum oftast so lítil, at arbeidarin bara anir og er so dånt arbeiðsførur, meðan hinir fáa tann stóra partin og hava ráð til alt. Her er lalan um stættarmun eftir stórum målistokki, og hesin stættarmunir má fora til strid — niðurbrótandi stættarstrid, og ti ræður um at rudda stættar- munin burtur. Tad gerst best å tann hått, at landid yvirtekur bankar og tryggingar og ley størstu virkini, sum arbeiðs- manna og fiskimannasamtøkur ikki eru førar at yvirtaka, með- an cooperativar samtøkur yvir- taka so nógv, sum tær eru før- ar fyri. Hesar cooperativu og landsfyritøkur arbeiða so sam- an hond í hond til landsins og fólksins frama — íkki bert til frama fyri nakrar fáar, men fyri fjøldina, fyri heildina, fyri alt Føroya fólk. Tá fyrst kunna Føroyingar av sonnum ráða í Førovum, og tá verður gott at liva her. Arbeiðarar á sjógvi og landi fylkist. J. H. Danbjorg. Guttorm Eysturoy. Eg så at til skrivadu nøkur orð um Guttorm Eysturoy. Tann mannin nýtast tit lítið at leggja í, politikki viðvíkjandi. Var tað ikki hann sum ein dagin setti seg sum stillari til ein politisk- an flokk og dagin eftir leyp yvir í ein annan. Slíkar menn má fólk vera liðug við, í al fall í politikki. Åskodari og aáheyrari. seet lr, ii ho io SE ER