Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-08-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1947síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rope ih>> PV 4 Nr. 31 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR kemur út eina ferð um vikuna og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið. Bráðf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN Prent: A. ØSTER's Heimatidindi TROLARAR sum heimkomnir eru i vikuni undan Íslandi, hava litið og einki fiskað. Rankin og Leivur Ossursson sigldu til Aberdeen. Vestmanna fór eisini til Aber- deen. Hon hevði roynt undir Føroyum, men lítið hevði borið til. SNÓRISSKIPINI hava fiskað nógv í ár. Meðan trol- og linufiskiskapurin hevur verið fyri óhappi, hevur hitt gamla og vanvirda snørið verið sera eydnisgott. Nógv skip eru oman fyri 1000 skippund, og tá ið prisurin er góður, og slupp- irnar eru lítið mannaðar, hava eydnisgóðir menn forvunnið ofora væl Um 1,25 kr. man koma upp á stykkið, og tað er á skipum, at menn ein summ- artúr hava knappliga 4000 fiskar. TJALDUR kom tyskvoldid á Havnina og fór til Suðuroyar tórsmorgunin. Drottningin er tí í hølununum; í ár man so eingin broyting verða í hesari fyri postsam- bandið so ólagaligari ferða- ætlan. TROT UPPÁ PRESTAR Tað er trot uppá prestar í Danmark, og Føroyar serliga svida undir hesum, ti danskir prestar vilja ikki fara til Før- oyar. Hermansen, kirkjuminist- arin, sigur, at tað er ikki ný- ákomið, at Danskurin fæst ikki út um bøgarðarnar. Hann kem- ur ikki so langt sum norður um Skagen. HOYTERRIN Nógv gras sýnist at vera á í ár, men nú er terrin eftir. Summarið hevur verið sera gott og turrligt serliga suðuri á landinum. Hesir dagarnir í august hava eisini verið toli- liga turrir, men eingin terri at rópa. ; LÆKNIN A SANDI Læknin á Sandi søkir til kommunulæknaembætið í Vági. SILDAVEIÐAN Í ÍSLANDI segðist at vera hålvmiseydnad, kortini kann vend koma í enn. Tað vil koma at hava ovurstóra ávirkan á tað íslendska figgjar- lív, hvussu hitt endaliga úrslitið av sildaveiðuni verður. Íslend- ingar hava sett sítt álit til silda- veiðuna. LUNDAÁRIÐ hevur verið frálíka gott — men roytingarkonur trota, FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR 16. august 1947 VID »TJALDUR« verður hesa ferð útflutt ein rúgva av reyða. Loyvi er givið til at útflyta 100 tons av royði úr Gásadali. ÚTLITIÐ fyri at selja saltfisk úr Føroy- um er frálíkt. Prisirnir sigast at vera uppgangandi. Men megin- parturin av ti fiski, Føroyingar koma at veida, er seldur. Ein stórkeypmaður segði um dagin, at sum landið nú lá, vildi hann ynskt, at Føroyar áltu 30.000 tons. »VESTMANNA« er i umbúna at fara til Grøn- lands at fylgja »Marite«, id sum áður upplýst hevur brotið krum- tapsaksilin, heim. TEIR BESTU útróðrarbátarnir í Klakksvík sigast at hava fingið upp í 10.000 kr. í part frá nýggjárinum. STEYRARNIR Í VÅGOYNNI gingu fyri 65 oyru stykkið, vórðu afturseldir fyri 1,50 hjá summ- um og 250 kr. hjá summum siga føroysk bløð í dag. Vit loyva okkum at biðja selj- ararnar, ið skotið er til, eins og Danjal Niclasen, id eisini hevur handlað við steyrar, at greiða almenninginum frá: Innkeypsprísi, innloysing og søluprísi, so prislogarmåtstokk- urin kann verða nýttur. FISKASØLAN 6. august cwt. £ Fosså 220 913 Hjalmar 193 574 Polarstjørnan 678 4.846 Skålaberg 1.940 3.193 7. august: Trygvi 277 1.117 — (flutt) 61 514 Barmur 2.359 4,425 Nordberg 274 874 Alvi 195 755 Tjaldavik 205 645 mm (flutt) 25 189 11. august: Skálafjall 214 627 12. august: Háenni 218 1.376 Glottin 350 2.051 August 174 504 Rankin 1.324 2.669 Silverspray 208 651 Vestmanna 107 263 Ungur drongur ella genta helst vid preliminer- ella real- prógvi fær pláss sum skriv- stovunæmingur beinan vegin ella 1. september. Byrjanarlønin er nú 225 kr. um mánaðin. Líkningarráð Feroya. Færesk Margarne VITA Ne 1 Vitaminiseret Færøsk Produkt. Fint Produkt. Th. P, Christiansen telf. 446 Torshavn, umboðar leiðandi veruhús í klædnavørum, skótoyi, fiskireiðskapi, patrónum og m. ø. ÚTHEIMURIN Enska stjórnin fingið fullmaktslóg. Enska Undirhúsið sat uppi heila nátt og tjakadist um ta fullmaktslóg, sum stjórnin kravdi at fáa fyri at mota figgj- arkreppuni við. Orðadrátturin var harður, men stjórnin vann at endanum. Tó kravdi mót- støðan, at stjórnin skuldi plikta seg til at kalla Undirhúsið sam- an, tå id eini hvørji tydningar- mikil tilløk vóru í gerði. Russurin sígur, at lántreytirnar frá Amerika vóru kverkratak móti Onglandi. Russurin helmar ikki í sínum alfinningum móti Amerika. Teir siga, at tað var við umhugsan, at so strangar løntreytir fylgdu við láninum, Ongland fekk frá Amerika. Amerika vil hava tak á Onglandi, og nú fekk Ongland eisini progv fyri at so var. Lond, sum ætla at taka vid Marshalls-ætlanini, hava nú gott høvi at taka eftirhyggjan i, hvussu gingist hevur Onglandi, siga leir. Jedaatsóknir í Onglandi. Ongastadni í heiminum hava Jødar havt betri viðurskifti enn í Onglandi, men í síðstu døgum frættist, at í fleiri býum hava fólk gjort seg inn á fleir og ognir teirra, bæði handlar og hús, næstan eins og var í Týsk- landi undir krignum. Orsøkin meinast at vera harmurin um teir báðar ensku hermenninar sum jødiskir ófriðamenn hongdu i Palæstina fyri stuttum, men aðrir vilja halda, at annað liggur undir: Tað eru enskir »anti-semitar«, sum her gera vart við seg og birta uppreistur móti jødum. Hin enski nazist- Osvald Mosley verður samband við hesar urin nevndur í hendingar. | Aftur í hernað. Landið stendur aftur framm- an fyri politiskum eljukriggi. Tingmenn, id samdir fóru niður, sendu, áðrenn teir loysnaðu frá landi harniðri, ring orð og tung- ar ábreiðslur móti sínum lags- monnum. Nú rópar Thorstein Petersen á sínar menn og biður fleir standa saman. — Standið sam- an, so vinna vit landið fritt! Teir hálsfevnast aftur, sambands- greipurnar: Samuelsen, Dam og Louis Zachariasen! Høvdu Før- oyingar staðið saman so høvdu vit landið. Men stundir eru enn at taka tað, um vit standa saman. Ja, um vit standa sam- an rundan um meg! Oh, eru vit ikki leidd og kedd av hesum tómu rópunum. Rópa um landið fritt, taka landið, proklamera tær friu Føroyar, og so all komediuspæl. Er tað, íhvussu er ikki vorðið fólkinum, sum har hava fylgt, greitt, at har fæst einki úrslit. Har eru bara róp og skuldset- ingar á hinar, sum sviku og spiltu spælið. — Stóðu teir, so sigraðu vit. Fluttu teir íkki kongin og hóttaðu við hermonn- um og slórnm kanónum, so høvdu vit landið, og tá var tjóð- veldið stovnað. Tað er so nógv frægari at ganga uppi hitt svarta sambandið, tí tann litin síggja vit, teir menninir standa klárir. Ein tekur við stórari virðing húgvuna av fyri hinum reinu og målvisu loysingarmonnum. Teir eru hugsjónarmenn, teir draga reint merki. Men helst munnu leir ikki liggja oman á gullinum, og tå man fylgið ikki fara at vera so stórt. Kallur. Lýsing til blaðið verða at senda til A. ØSTER'S PRENTSMIÐJU | Telefon 374