leygardagur 13. september 1947síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
==
13. september 1947
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Nr. 35
FØROYSK LESIBÓK
3. partur — Tórshavn 1947
Endiliga kom hin føroyska
lesibókin 3. partur, sum leingi
hevur verið bíðað eftir.
Hon er rættiliga stór bók 325
blaðsíður, og er hon skipað sum
hinar fyrru bøkurnar: Søgur,
greinir og yrkingar. Henda
hevur eisini lesistykki á íslendsk-
um, svenskum og nýnorskum
og so aftur at góðar orðafrá-
greiðingar.
Tað er ilt at døma til fullnar
um eina lesibók, fyrr enn hon
verður nýtt. Men tað er eitt,
sum ein alt fyri eitt kann hava
at finnast at bæði við hesari
lesibókini og hinum, sum áður
eru utkomnar, og tað er, at
bæði kvæði, ævintýr og orðatøk
eru so heilt burturløgd. (Nøkur
ævintýr eru í 1. parti).
Danskar lesibøkur hava fleiri
dømi av donskum fólkavísum,
so tað er ikki af skilja, hví
einki kvæði, ella brot úr kvæði,
skulu vera sett í okkara lesi-
bøkur.
Ongastaðni hevur
skaldskapurin, tey
kvæðini og tær fólka-
vísurnar aftur at teimum livs-
vísu orðatøkunum, havt slíkar
røtur og verið so runnið fast í
fólkalyndi og folkaliv sum her
hjá okkum.
Hesin frásøgu-skaldskapur var
høvuðsevni til upplæring og
uppvenjing hjá børnum og ung-
fólki í Føroyum. Og vit skulu
ikki fara aftur til farnar øldir
fyri at vissa okkum um tað.
Hann, sum er á miðjum aldri
og er vaxin upp úti á bygd í
Føroyum, kann vátta hesum.
Tað var longu, áðrenn ein fór
í skúla, at hann hevði hoyrt
nógv kvæði vera kvøðin, ikki
endiliga í dansinum, men heima
við hús í skýming og tey longu
vetrarkvøldini. Hesin skald-
skapurin setti seg eisini so fast-
ur í barnsins minni, at tað
kundi siga frá tilgongdini og
døma um rætt og rangt hjá
persónum, kvæði segði frá.
Barnið kundi her eisini fúa
dygga moralska vegleiðing. Tað
lærdi á ein livandi hátt at virða
hesar dygdirnar, sum Norðbúar
altid hava mett høgt og hava
verið hugtiknir av: trúskapur,
at vera sannførur, orðhildin,
djarvur og tolin.
Tað er ikki at taka seg aftur
i, at hetta hevur havt hin al-
størsta tydning fyri Føroyingsins
sålarliv og lívsáskoðan og
stimbra hann at stríðast móti
einari harðari náltúru.
Eins og at geva sidiliga og
sálarliga uppvenjing, so gav
eisini kvæði og fólkavísan kunn-
leika í øðrum viðurskiftum,
sum lógu uttan fyri hin dag-
liga heimin hjá Føroyinginum.
miðaldar-
føroysku
donsku
Tey lærdu hann um land og
um søgu fólkanna. Her var so
statt bæði landalæra og søgu-
læra, tikið ímóti í livandi, væl-
ljóðandi rímum, sum ein lærdi
og ongantið gloymdi aftur.
Tað er ti, at draga fram, at
miðaldarskaldskapur okkara er
ein vinningur í uppvenjingini.
Orðatøkini kundu td. staðið
prentað omanfyri skúladyrnar.
lesin kunnleiki tekur okkum
ikki moralskt av fótum, men
mennir allar góðar siðir
ungfólkið betri búgvið
imóti ti vánaliga, ið
fløðir inn á okkum.
økir og
og ger
at (ka
ullan ifrå
Verda føroyskir handlar
seldir tómir til útlendingar?
Stórur endurútflutningur til sjó
menn og aðrar ferðamenn.
Tað var alt fyri eitt, ið landið
var hertikið, at fólk fóru at
gremja um, at handlarnir
vórðu seldir tómir til hermenn,
sum fluttu ímillum. So gott sum
einki var ralionerað her hjá
okkum, og útlendingar, sum
ferðaðust her, kundu tí keypa
so galt teir vildu. Í lítlum landi
mátti sjálvandi kennast eitt vist
vørutrot, tå ið fleiri túsund
menn fluttu burtur og skuldu
hava ymiskar lutir heimaftur
við sær.
Hesin atburður er hildin við
líka eisini aftaná kriggið. Ióp-
urin av
landi her, og teir hava loyvi at
keypa úr handlunum allar
hesar vørurnar, sum vit flyta
inn fyri útlendskan pening.
Tað er eisini vanligt at síggja
ferðafólk, koma higar,
ganga úr handlunum við føvn-
inginum fullum av vørum, sum
tey taka heimaftur við sær.
seg
fiskimonnum koma at
sum
Bæði henda sølan og gåvu-
pakkarnir er vert at átala. Vit
liva í fríum demokratiskum
landi; men munur skal vera á.
So demokratisk skuldu vit ikki
verið, at vit loyva at endur-
útflyta tær vørur, sum vit keypa
frá útlandinum fyri dýrgoldnan
fremmindan pening.
Lond vilja vera blid við ley,
ið vitja, men slíkan handil royna
tey al forða.
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
- an
GENTA
Få
fær plåss.
Prentsmj. v. á.
| fyri kommununa.
Flyddir jødar settir a land
Øll verðin hevur við stórum
áhuga lýtt á tíðindini um tey
try skipini við flýggjandi Jød-
um, sum vóru á ferð til land
teirra, Palæstina, men sum Ong-
lendingar sendu avstað aftur.
Skipini hava verið sum ein
mynd av hinum heimleysa Jød-
anum, ið ongantíð hevur fastan
hústað. Tey lógu í franskari
havn, men ikki vildu tey fara
í land har. So varð avgjørt at
senda tey til Hamburg í Týsk-
landi, og månadagin vórðu tey
flutt í land. Ikki fór henda
landflyting fram heilt stillisliga.
Á einum av skipunum settu
Jødar seg til mótstøðu, so her-
menn og politi við makt máttu
taka tey og flyta tey til »leirin«,
Tað er ikki so lætt at døma
í hesum vandamáli, sum Jødar
og heimland teirra altid hevur
verið; men tann lagna, ið ser-
í Hamburg
liga Jødum nú er komin í
hendi, er so háttað, at allur hin
humani heimurin tekur spurn-
ingin upp og ynskir, at hann
má verða rættvíst loystur. Jødar
hava verið nærum útruddaðir
av Naziveldinum, nú leita teir
sær eftir einum tryggum bústaði,
men tað kunna teir ikki finna.
Her hoyra vilt um skip við tús-
indum flýggjandi fólkum sigla
í millum og so at endanum
verða beind til tað land, har
tey hava upplivað ræðslur, ið
eru uttan líka. Tað má ásann-
ast, at tað er trupult hjá Ong-
landi at hava ábyrgd fyri hesum
fløkta spurningi, men hesin
flyggjandi = heimleysi flokkur,
sum beindur var í fangatyppi i
Tysklandi, pinslustad Jødanna,
upposir heimin og ger tað ilt
at umbera Onglands støðu til
Jøda-spurningin.
Umboð:
Otto Jacobsen
Vestmanna KØDBYEN
„—
KJOT-PYLSUR-FLESK
OG KONSERVES
sm í allar bestu kvalitetum.
S. HOULBERG 4%
Fedevarer- Polser- Leverpostej og Konservesfabríker
Statskontrol 352
KØBENHAVN
——|
Færøsk Margarne
VITA Ne I
Vitaminiseret
Færøsk Produkt
Fint Produkt.
Fiskireidskapur.
Zinuhkkar frá nr. 7 til 12.
Filskisnørt 1'/,, 2, 2', og 3 lbs. sneri.
Teymastykki av hamp frá 1'/„—-6 02.
Ravmagnsperur
av øllum steddum eru bestar og bíligast hjá okkum.
Okkara klædnaverur
av ellum slegum eru brátt viðgitnar um alt landið fyri góðsku og pr ís
Arbeiðaranna Trolarafelag.
Am b. Á
Grót og skervur.
ØN, ið vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmanni
Froðbiar séknar kommuna.