Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-09-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. september 1947síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i | Nr. 35 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR kemur út eina ferð um vikuna og kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið. Brådf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN Prent: A. ØSTER'S HEIMATÍÐINDI GUÐSTÆNASTUR 15. sunnudag e. trin. prædikar Blicher-Winther prestur í Havn- ar kirkju. Skriftarmál kl. 10.40, Talvan gongur fyri kirkjuna. Jóhs. Follend prestur præd- ikar i Seyrvágs kirkju kl. 12 og í Miðvágs kirkju kl 18. K.F. U. M. Sunnukvøldið kl. 89 hugnalig samkoma. Allir menn eru væl- komnir. TJALDRIÐ kom higar ftýskvøldið. Tað hevði manning vid av norskum skipi »Norfisk«, sum var sokkið norðan fyri Hetlandsoyggjarnar. Skipið hevði cement oa. og skuldi til Havnar. ÚR GRØNLANDI »Marite« fekk motorskaða uppi í Grønlandi, men hon hevur tó fiskað har uppi. >Vest- manna« fór upp at sleipa hana út í rúman sjógv. Tá ið farið varð hevði hon 130 tons. Tey fylgdust, men um kappleiðina gjørdist so nógvur vindur, at »Vestmanna« mátti leggja stilt, meðan »Marité« sigldi við góð- um byri. Menn siga frá óvanliga góðum veðri uppi í Grønlandi í summ- ar og nógvum fiski. Teir skuldu verið komnir fyrr, siga teir, Norðmenn høvdu longu nógvan fisk, tá ið Førovingar komu. PRESTUR SETTUR Danskur prestur Henning Peter Bjerg er settur sum prest- ur í Suðuroyar norðara presta- gjaldi. Prósturin skal seta hann í embæti sunnudagin hin 21. i hesum mánaði. EÆROSK ANNTHOLOGI Tað eru bøkur. sum teljast mugu sum nationalar ognir. Slík bók er Færøsk Anthologi eftir V. U. Hammershaimb. Hvør Føroyingur má meta tað sum eina æru at keypa og ognast hesa bók. Hon er at fáa í øllum bókabúðum. HAMRANNA BØRN Bók Richard B. Thomsens Hamranna børn« er nú út- komin og er at fáa í bóka- handlunum. SKIPIÐ FÓR AVSTAÐ AFTUR Norska skipið »Ottar Jarl« var komið inn á Tvøroyri eftir fiski, segðist. Tað hevur ligið har í 8 dagar, men ongan fisk FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR tikið. Nú ónsdagin sigldi tað tómt avstað aftur. Orsøkin sigst at vera, at eitthvørt hevur ikki verið greitt, so at farmurin hevur kunnað verið innskipaður. »Ottar Jarle var heldur stórt skip, nógv bygl oman á, so tað hevði hópin av ferðamanna- rúmum. Við vóru eisini fleiri ferðafólk. LOYSINGARFUNDURIN í Sjónleikarhúsinum seinasta leygardag gav fólkaflokksmonn- um eina skortfleingju, skirdi teir fyri sambandsmenn og svíkjarar. Fólkaflokksmenn bóðu fyri sær og strongdi heiti um at vera »rættir menn« fyri fram- tíðina. Poul Petersen løytings- maður bekenti seg sum góðan loysingarmann. Men hann kundi ikki leggja meiri i fólka- atkvøðuna enn tað, ið hon er og var (at fata sum ein veg- leiðing, men eingin rættarlig av- gerð). »Tingakrossur« líknar fólka- flokksmenn og loysingarmenn við ein úlvaflokk, ið hungur er komin í — tá ið einki er at eta, fara teir at skræða hvønn annan úr skinninum. TÝSDAGIN 9. SEPTEMBER varð hitt nýggja stjórnarskip- anaruppskotið samtykt við 12 atkvøðum ímóti 7 nei-atkv. Th. Petersen mundi verið ov seinur at luttaka í 3. viðgerð og atkvøðuni um málið. Á TINGBORÐ er framlagt fylgjandi uppskot viðvíkjandi skamtan av vøru- flytan til útlandið: | »Hvor avsendari má bert senda 2 gávupakkar á '/» kg ella 1 gávupakka á 1 kg innanfyri hvønn álmanakkamánaða frá 1. oktober 1947. Eingin gávupakki má inni- halda meir enn: a. 200 cigarettir, b. 225 gr. av shagtubbakki (2 dósir), c. 50 ceruttir og d. 240 bløð av cigarettpappiri. Annars má gávupakkin bert innihalda vørur av føroyskum uppruna. Il. a. Løgtingid heitir á valutamið- støðina frá 1. oklober 1947 at bóka, hvat hvør einstakur heilsølumaður innflytur av meturvørum. b. Løgtingið heitir á valuta- miðstøðina at áleggja hvørj- um einstakum heilsølumanni at lata einaferð um fjórð- ungsárið uppgerð til Valuta- miðstøðina, id sýnir, hvørjum teir hava selt meturvørur- nar. Fyrsta uppgerð verður sent 1. januar 1948. GÓÐUR MARKNAÐUR í Aberdeen í løtuni, 35 Aber- deentrolarar eru á sildaveiðu. P.F TROLKOI. hevur haft stovnandi aðalfund í Havn. Samtykt varð at yvirlaka ognir, skuld og vøru á goymslu hjá felag føroyskra trolaraeig- ara. | Higartil er 12.000 tons av fleiri farmar eru væntandi. Felagsins endamál er millum annað at keypa inn stórum kol, salt, tvein og aðra trolara- úlgerð. flutt til bunkakoli og Føroya FOROYA FISKAEKSPORT Andeilsfelagið Forova Fiska- eksport hevur adalfund i hesum døgum. Spurningurin verður at standa um annaðhvørt hetta felag heilt skal likviderast ella hilt nystovn- aða fiskaútflutningsfelagið skal virka sum sølumiðstøð. ÍSLANDSARBEIÐARAR Vit hitta ein føroyskan ar- beidara, ið hevur verið í Ís- landi og spyrja um vidurskift- ini har. Skilið er ikki gott. Sum kunnugt er ilt at fáa peing heim. Tá id vit fóru um- borð á Lyru vórðu vit kropps- visiteraðir. Hvørt oyra varð tikið frá okkum, bæði íslendsk- ur og útlendskur peningur. Úllendingar koma heim við berum kroppi. Øll teirra vinna varð hondløgd. Ein av okkum hevði keypt sær eitt stykki av fjodurtættum toy, og hevði hann um 400 kr. uppi á sær. Toyið og pening- ur og alt varð tikið. Sildaveiðan er miseydnað og Íslendingar standa fyri stórum tapi. Har er nú ein valutahung- ur uttan mark. Fólkið er blítt og gott at ar- heiða saman við. Nógv av smáum skipum liggja ti tey fáa ikki fólk. Í Reykja- vík er arbeiðið sjónliga í mink- an. Tilfarstrot sum fylgja av valutaneyðini. FISKASOLAN Tórfinnur 1966 ks. 4862 £ Harris 700 - 1448 - Skálaberg 1149 kits 3429 - Glottin 58 ks. 456 - — fl. f, Háenni 48 - 270 - Norðlýsið 390 - 2113 - Leivur Øssurss. 1535 - 3719 - Vestursøki 121 - 885 - Njardlingur 877 - 1463 - Nelli 242 - 671 - Álvur 388 - 910 - Róin 181 - 573 - Dráttur 2000 - 3406 - J. Patursson 3560 - 7625 - FUNDUR Niels Fr. Joensen ætlar al halda fund í kommunuskúla- garðinum í morgin kl. 3 s.p. 13. september 1947 Læknaembæti »blokerad«. Våg fekk so endiliga lækna. T:ð er Jacob Olsen, sum hevur verið kommunulækni á Sandi. Sands-embætið skal so vera 0- sett; men tað frættist, at lækna- felagið hevur »blokerad« em- hætið, it. Y. S. mæla monnum frá at søkja embætið. Orsøkin til hetta er, at komm- unulæknarnir í Føroyum eru illa løntir. Eitt embæti sum Sand hevur heldur stórar inn- tøkur, útreiðslurnar eru so mikið stórar, at tær eta inn- tøkurnar uppaftur. Læknafelagið hevur heitt á løgtingid at javn- kommunulæknaembætini teir vilja men seta við fylkislæknaembætini, men tað er ikki tikið við. Og nú er so at vinna sømdir við hørðum. — Tað er ikki væntandi, at vit her í Føroyum kunna sleppa vid at geva tænastufólki okkara verri kor enn aðrastaðni. Vit skulu minnast, at vit liva í ein- ari dyrtid. Trotið uppá sjúkra- systrar er eisini eitt dømi um, at slíkar rýma heldur av land- inum enn at taka tænastu heri Føroyum undir verri korum enn tey ið bjóðast t. d. í Dan- mark. Svar á spurning tygara. Eg haldi ikki Føroya Social- demokrat, eg hevdi væntad, at tå tit spurdu meg nakað, at tit so syrgdu fyri, at spurningurin so kom mær i hendi; eg fekk spurningin i hendi å tann hått, at óviðkomandi maður bar mær avisina. Ju so er, sum tygum gita, tad vóru júst hasir fýra menninir, tygum rokna upp, sum eg tonkti uppá, lá eg orðaði um hesar fýra Quislingar, eisini lað, at tygum kollgittu kann fatast so, at tad mundi vera eg segði, og hví eg nevni tykk- um Quislingar, skal eg greiða nakað i ti, tykkum frå. Orðið Quislingur er nytt ord, og er blivid alheims- kent merkjandi mann, sum hjålpir til at fremmant folk ella statur fær rædi i landi sinum, og eg haldi, at tad liggur opid i degnum, at tit hava hjålpt til at Danskarar fáa ræði í Foroy- um, men kunnu tygum klár- gera mær, at eg havi misfatad, skal eg geva tygum mína óskerdu avbigd. Guttormur Eysturoy P.s. So vil eg samstundis biðja um blaðrúm fyri hesum fáu orðum til »åskodara og áhoyrarag, at lá seg vid ti navni, hann er kend- ur undir, er tad gaman i skifta hann nevnir ord vid hann. Tann, sum ger atsókn á nevndan mann, eigur at nevna seg sjálvan. G. E.