Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1947síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4. oktober 1947 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR ÚTHEIMURIN Ófríðurin | Palæstina Palæstina heldur áfram at vera eitt ófriðabøli. Jødiskir 0- friðamenn eru á fólum í heilum og útinna beistagerðir, sum meinlíkar eru teimum, Nazistar framdu, tå ið teir vóru í væl- maktini. Mánadagin varð bumba tveitt í Haifa, hon brast og tók lívið av 10 fólkum, har av 4 enskir politimenn, og særdu 77. Av teimum 77 vóru 43 enskir politi- menn. Bumban hevði 1 tons av spreingievni í sær. Hetta skal vera hevndargerd moti Bretum fyri, at teir flultu jodiska útflytarfólkið, sum skuldi til Palæstina til Hamburg og settu tey á land har. Bretar hava annars sagt frá sær umsitingina av Palæstina. Teir vilja rýma við øllum sínum hermonnum, men teir leggja avgerðina fyri Sameindu Tjóðirnar. Væl kann vera, at bretskur politikkur áraka teimum lond- um, teir hava havt í hondum, ikki altid hevur verið at rósa, men ikki kann væntast friður at fáast í Palæstina, um nú Bretar taka fluktina og lata Jødar og Arabarar sína millum avgera trætuna um Hitt Heilaga Landið. Tað man fara og gerast blóðbað uttan líka, ikki mætari enn fað, ið fram fer i Indiu millum ósamdar trúar- og fólka- flokkar, ið ikki hava vunnið so langt fram í siðmenning, at teir kunna semjast og liva og virka saman. Amarikanskir prísir og Marshall-hjálpin Tá 10 Republikanarar fingu meiriluta í Amerika tóku leir av alla prisansan. Tað privata initialivið skuldi hava fríar ræsur. Prísirnir fóru upp beinan vegin. Henda stóra príshækkan var hin fremsta orsøkin til, at hitt mikla dollarlánið, Bretar tóku í Ame- rika var so skjótt uppi. — Tað var ikki »burtursoplad« sum eitt føroyskt blað her fyri segði fyri fólkið. Prísir i Amerika hava aflur lyndi til at fara upp, og av hes- um grundum eru menn bangnir tyri, at Marshall-hjálpin fer ikki at gera ta nyttu, sum hon skuldi, hon verdur kanska 100 milli- ardir dollars, og so er hon ikki verd meira enn 60 mill. Fransmenn mæla til æntin at stedga prishækkanini ella at økja um hjálpina. Men allir hesir spurningar hvíla á, hvat Kongressin ger. Hon hevur buktina og báðar endarnar, og hon kann nokta Marshall-hjálpini til hitt neyð- stadda Europa, um hon vil. amerikanska 45000 civil-fólk dripin i Grikkalandi Greska stjørnin sigur, at 45000 civil-følk eru dripin i Grikka- landi, sidan 1944. Teir siga, at tað eru kommuntstiskir upp- reistrarflokkar, sum eru upp- havsmenn til hesar gerðir. Sum kunnugt verður sagt, at Albania, Jugoslavia og Bulgaria styðja uppreistrarmenninar í Grikklandi. Spurningurin verður laggur fyri U.N., men Russarar nokta, at hann verður tíkin til viðgerðar. Danskt valg Valg man fara og Danmark nú til heystar. Tað er mest uppá hin suðurslesvigska verða í spurningin. Radikalu og Konser- vativu hava slyðjað Vinstru- stjórnina, men nú leir Radikalu stopp, Knud Kristen- sen er ikki al samarheiða við, siga leir. Hann er ein persónur í Rikisdegnum og annar úti í landinum millum fólkið. Litlar vonir til at nakar flokkur fær reinan meiriluta, so stjórnin komandi má verða savningar- stjórn. siga eru Kirkjuliga Heimamissións årsmøti i Havn. 30. oktober til 2. november 1947, Um Gud vil heldur Kirkjuliga Heimamissionin i Føroyum årsmøli i Havn 30. okt. til 2. nov. Fyri uttan heimligar talarar vænta vit sum gestir vid motini prestarnar Hjort og Madsen (generalsekraterur fyri D.M.S.), Willer, missionerur i Kina og Ottosen, missionerur. Innivist til hesar dagar fæst við al siga frá áðrenn 25. okt. hjá tlf. 263, 324 ella 204. Latið okkum biðja nógv fyri metunum ! V.K.H. Samfundsráð í Feroyum C. ELIASSEN form. Nr. 38 Gerið so væl at mæla kenningum tygara at halda ella keypa FØROYA SOSIAL-DEMOKRAT Tað kaun eisini vera vert hjá handilsfólki at lýsa í F.S.D. Lýsingar verða sendar til Arnold Østers prentsmiðju. VÍKINGASYNIR bókin av J. JOENSEN VÍKINGA Í sum er frásøgn um Føroya Í sjómenn og skip í kriggsárunum, er nú farin til prentingar. Støddin verður út móti 200 blsð.; um leið 200 myndir av monnum og skipum, sum fóru í kriggsárun- um, erui. Prisurin verður 14 kr. Av fi at torført er at fáa pappir, verða fólk, sum ynskja at fáa bókina, biðin um at skriva seg fyri hana á teir hi- leggingarlistar, sum nú verða sendir ein SÝNIR … Framsidurna hevur Jacob Olsen teknað. út um ovggjarnar. J. JOENSEN AA [————[—|— [| [|] [| [| [[[[[ Kunngerð nr. 44 frå Vørunevnd Løgtingsins (Brenninevnd). Á fundi tann 1. oktober 1947 hevur Vøruneynd Løglingsins (Brenninevnd), vidtikid inntil víðari at loyva keyp og sølu av føroyskum koli í ti nøgd sum einhvør ynskir at brúka. Til at handla við feroyskum koli verður inntil víðari ikki kravt serloyvi (autorisation) men nýggir handlar skulu siga frá til Vorunevnd Løgtingsins (Brenninevnd) áðrenn selt verður. Viðvíkjandi roknskapi vil verða sent hvørjum forhandlara nærri ávísing. Til sølu av útlendskum brenni verður kravt serloyvi (autori- salion) sum áður, og fyri útlendskt brenni eru viðtøkurnar um rationering obroyttar. ” oktober 1947. | Vørunevnd Løgtingsins (Brenninevnd). Kunngerð nr. 45 frå Vørunevnd Løgtingsins (Brenninevnd). Torshavn, 4. Frá og við 1. oktober 1947 og inntil víðari verður broytt tann í Brændselsnævnet for Færøernes kunngerð nr. 3, dags. 8. okto- ber 1942, paragraf 2, sbr. seinri kunngerð, dags, 28. januar 1947, neynda Normalratión av brenni til 3 hl koks 4 50 kg útlendskt kol um mánaðin. Loyvir upp á serratiónir, eisini til hospitalir, idnadir, skip 0. a, skrivaði áðrenn tann 4. oktober 1947, eru ógildug aftaná oktober mánaða 1947. Tá tey upprunaligu galdandi loyvir upp á serratiónir verða innsend til Vørunevnd Løglingsins (Brenninevnd), vilja brúkar- arnir fáa tilsent nýggj loyvir fyri tíðina aftaná 1. november 1947 eftir tí røð, sum loyvini koma inn. Tann omanfyri nevnda kunngerð merkir, at bileggingarsedlar, formular A, frå og við 1. oktober 1947 og inntil víðari gevur rætt til innan fyri tann av sóknarstýrinum á bileggingarsedlunum ámerkta kalendarmánað at keypa upptil 3 hl koks, 50 kg út- lendskt kol, og at øll loyvir upp á serratiónir (leypandi) mugu innsendast til Vørunevnd Løgtingsins (Brenninevnd) til endur- nýggjan. Vorunevnd Løgtingsins (Brenninevnd) hevur inntil víðari skrivstovu á hotel Føroyar, telefon nr. 404. oktober 1947. Vørunevnd Løgtingsins (Brenninevnd), Torshavn, 4.