Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-10-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 1947síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

25. oktober 1947 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 41 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR kemur út eina ferð um vikuna og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið. Bráðf. bladstjøri : MARTIN JOENSEN Prent: Á. ØSTER's HEIMATÍÐINDI Gudstænasta. 21. s. e. trin. verður lestur lisin í Havnar kirkju kl. 11. catolska kirkjan. Kl. 11 hámessa vid prædiku. Kl. 6 kvøldbøn við prædiku. Hitt nýggja farmaskipið. Byrjanin til farmaskipaflota Føroya, »Rinkenæs«, skipið, id Løgtingið hevur keypt, fær navnaskifti. Tað skal eita Oyrna- fjall. Skipið er búgvið at fara til siglingar beinanvegin, og iva- leyst fær tað nógv at gera, ti Føroyingar hava í hesum tid- um nógv at flyta ímillum bæði frá og til. Skipari verður A. Didriksen úr Vestmanna. — Vit heilsa farinum og ynskja ti góða eydnu. Barjama. Barjama kom á Tvøroyri vid farmi úr Onglandi. Saltfiskaskip. Skip kom eisini á Tvøroyri eftir saltfiski. Saltfiskaprísurin er uppgangandi, og mangir menn spyrja nú eftir saltfiski. Utróður. Útróður hevur eingin verið í heyst Veðrið hevur verið av tí versta og forða útróðrinum. Fiskur hevði verið at fingið. Smábátar í Suðuroy, sum verið hava úti, hava fiskað nógv undir land- inum. Logtingið saman. Løgtingið kemur saman í kom- andi viku. Áhugavert verður at síggja, hvat haðani spyrst burt- ur úr teimum sjálvstýrismálum, vit skulu taka yvir — ella um menn fara at aftra seg, tá ið saman um kemur. „Þá ið havisjúkan valdar.“ Undir hesi yvirskrift varð í nr. 39 av blaðnum spurt, hvør ið sat í prisnevnd >Føroya bún- aðarfelags< og hvør id sat i »Seydaroktarafelagnum«. Vit hava fingid at vita, at i prisnevnd biinadarfelagsins sita Liggjas Húsgarð, Syðrugøtu, Viggo Liitzen, Norðadali og Páll Patursson, Kirkjubø. Formaður í >Seyðarøktara- felagnum“ er Sjúrður Patursson. Hann sigur frá at felagsins ein- asta endamál er at útvega best møguligan lívseyð og at lim- irnir eru seyðamenn úr yms- um bygdum. Feskfiskasølan. 15. okt. £ Róin 241 cvt 838 Nólsoyar Páll 3574 kit 11684 Trygve 152 — 764 Skálafjall 169 — 1050 20. okt. Havsøki 256 cvi. 853 Urd 1177 — 3104 Fossur 464 — 1166 fl.f, Vestmanna 62 — 197 Vesturvarði 2098 kitt 3622 Vesturskin 2757 — 5962 Krossteinur 937 — 2124 Dráttur 1380 — 4035 Barið 60 — 259 August 142 — 955 21. okt. Dragaberg 891 — 2899 Norðsteinur 17 cvt 52 22. okt. Varðberg 1193 — 3089 20. okt. Fugloy 215 — 599 Handil millum Eystur-og Vestureuropa Russar siga, at Europa kann væl koma upp á føtur aftur, um handil fæst í lag millum Eystur- og Vestureuropa. Bæði Polen og Tjekkoslovakia hava fyri neyðini at knýta handils- samband við Vestureuropa. Norðurlond hava handilssátt- málar við Eystureuropu, siga Russar víðari, men hesir sátt- málar verða illa dámdir av U.S.A. USA. vil nokta Svøríki at gera handilssáttmála við Polen, heldur Russurin fram. Frankaríki fær lán frá Amerika. Frankaríki er eitt av teimum londum, ið harðliga treingja til dollars úr Amerika, og nú hev- ur U.S.A, játtað teimum lån, áðrenn Marshall-ætlanin kemur i ljósmála. Nógvur útlendskur peningur frá kriggstíðini liggur innifrystur í U.S.A. Tað, ið franskir borgarar eiga, kemur upp i 2-3 milliardir. So kann Frankaríki fáa hendur á hesi dollarmongd, eru teir mestsum hjálptir. Kantór- og lagurmaður kann fáa pláss fyrst í næsta mánað. Kantórdama kann tak- ast í betraktning, ein ið er sjálvbjargin í enskum máli hev- ur fyrimun. Góð løn. Gudmund lsfeldt. TIL. 503 og 334. Føroya Sjovåtrygging Skip - motorbåtar útróðrarbátar - verur verða tryggjað Telf. 372. Dansifelagið ØDAN Leygarkvøldið 25. í hesum hevur »Odan« stóra veilslu, har tað verður borðreitt við smurdum breyði. Kostnaðurin verður hesa ferð 10,00 kr. fyri hvønn. Teir limir, ið ikki hava goldið limagjald, verða mintir á at gjalda við inngongdina saman við atgongupeninginum. Færøsk Margarine VITA Ne ] Vitaminiseret Færøsk Produkt. Fint Produkt. Eru bæði Fólkaflokkur og Samband fegið um at nýskipanin ikki kemur í lag? Danir hava boðið Foroving- um eilt sjålvstyri í rikisfelags- skapi saman vid teimum. Vit skulu taka å okkum so mangar samfelagstættir, sum vit vilja — men vit mugu gjalda umsiting- ina av teimum, tað er treytin. Vit skulu ikki ganga við bidd- araposanum longur, men gjalda har vit valda sjálvir. Nú er so eftir hjá Tinginum at fara undir at viðtaka hesa nýskipan og semjast um, hvussu nógvir tættir, ið tiknir skulu verða. Við reinum orðum: seta í verk hetta fyrsta sjálvstýri, sum Føroyar nú hava fingið høvi at taka í so mangar øldir. Fólkaflokkurin hevur sum kunnugt mótmælt, og hann sig- ur mótmæli kemur av natio- nalum grundum: hetta er eitt trælaband, sum eingin fri tjóð kann taka við. Men nú sigur Dimmalætting 22. okt, at um fólkaflokkurin forðar hesum sjálvstýri at taka við lívi, so skal Sambands- flokkurin ikki seta seg at gráta fyri tað. Og hon heldur, Før- oyar njóta ongar skaða heldur. Jú, hetta kemur ongum dátt- liga vid, ti Sambandsflokkurin hevur ongantíð kravt nakra broyting Føroya—Danmarkar millum. Hann hevur bygtá >den nuværende statsretlige Stilling og hann hevur sett seg ímóti at Føroyingar åtaka sær ov nógvar skyldur, ið bera útreiðsl- ur við sær. Men hvat kundu vil fingið burtur úr hesum? Var heilt ómøguligt at hugsð sær, at hes- ir báðir flokkar, sum øll vita í síni innstu grund eru aftur- haldsflokkar, løgdu saman og skerdu ella forðaðu at fremja tað sjålvstyri, vit nú kunna fáa? Jú, áhugavert og beinanvegin »tragikomisk« hevði tað verið. Og hvat fáa vit so? Amtsstøð- Ja, so fær »Dag- una aftur? blaðið< Amtmanden, Fær6ø Amt ístaðin fyri Ombuds- manden, sum tað spottar við. Og so hava vit allan sjónleikin aftur. Ikki loysing, ikki nýskipan, so er einki eftir uttan at fara aftur til »bandid«, »amtsband- iða. Ja, tað kostar minni, tað er bíligt eins og bandið um borð í sluppunum. Men tað er kan- ska óttin fyri útreiðslum, ið liggur fremstur. Hin nationali óttin og ikki hitt nationala dirvi. Arbeiðaraflokkurin í Onglandi vinnur til „suppleringsvalgini“ Í Onglandi hava teir tann sið at halda valg til parlamentið í tingsetunum. Hetta verða kallað »suppleringsvalg«. 29 supple- ringsvalg hava verið síðani ar- beiðaraflokkurin tók við ræðið, og hann hevur vunnið øll — er gingin fram. Hetta sýnir, siga menn, at fólkið hevur álit til stjórnina og skilir, at trupu- leikarnir, sum koma eru ikki av innlendskum uppruna verðin, sum illa kann koma fyri seg aftur. Konservativi flokkurin er ikki væntandi at koma fyri seg aftur. Hann hevur einki at bjóða, sum kann hjálpa uppá standin. Hann finnist at og loypur á, men hevur einki positivt ráð atleggja. Teir høvdu fund nýliga, har uppskot var, at um flokkurin kom til maktina aftur, so skuldu leir hava ymsar tættir av sam- felagi og vinnulívi á almennum hondum, sum tað er. T.d: kolaminurnar, Bank of England og ymiskt av samferðsluni. =: Føroyska hondsåpu frå fabrik OKKARA