leygardagur 1. november 1947síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 42
Frælsið í vága
Vestur- og Norðureuropearin
hevur altíð sett frælsi hægst av
øllum. Okkara forfedrar, sum
komu úr Noregi, søgdust atrýma
haðani, tí teir ikki vildu lúta
fyri kongsboðum.
Nazisman heiðraði mikið
Norðurlanda-mannin og royndi
at prógva, at hon var ættað frá
honum. Men hetta var mót-
prógvað: lyndi og samfelags-
hugsanin hjá Norðurlendingum
kundi aldri hava hóað saman
við undirkúgan av hinum per-
sónliga frælsinum, sum Norð-
urlendingurin eins og Vestur-
lendingurin hevði mett so høgt.
Europa er komið á knøini at
liggja, og tað eru nógv tekin til,
at tann einaræðishugsan og tann
undirkúgan = av persónligum
frælsi, sum barst var móti í
stórbardaganum eru við at
kykna uppaftur og breiða seg
um allan verðaldarpartin. Hugs-
anir, sum ikki líka Vestureuro-
pæarum, trodka seg inn í lond,
og fyri at møta hesum hugsan-
um kann vandi vera fyri, at
fólk velja einaræði og móti
sínum vilja seta tað diktator-
stýri í hásæti, sum lív og blóð
rard ofrað fyri at útrudda.
Maktir, sum ikki eru europæ-
iskar í lyndi, stridast um euro-
pæisku sálina, og tann vesæl-
dómur, ið Europa, hesin áður
so blómandi verðaldarpartur,
liggur í, er atvoldin til, at hon
ikki er før fyri at taka eina
sjálvstøðu, men riðar millum
bæði og er á leið til ein inn-
lendis bardaga, ið greiðir gøluna
fyri diktaturinum á ein ella
annan hátt.
Ráðini eru ikki at falla í part
við einum ella øðrum ella fara
til eina krossferð móti hesum
ella hasum, men at kunna koma
so fyri seg aftur figgjarliga og
vinnuliga, at staðið kann vera á
egnum beinum. Europa hevur
roynt at staðið millum ófriðin
og fáa hann at leggjast, men
henda semingarstøðan fær ikki
fulla megi, uttan uppbyggingar-
arbeiðið í Europu kann eydnast
til fullnar.
Sosialdemokratisku flokkarnir
hava havt hesa støðu, men teir
standa ikki væl, ti teir verða
trongdir bæði eystan og vestan-
ífrá. Serliga í landi sum Franka-
ríki er hetta stríð sjónligast. Og
áhugavert verður at vita, hvussu
tað endar: um Sosialdemokra-
tiið við frælsi verður at koma
undan ellla einaræði og harð-
ræði taka valdið.
g.
Spilad haruskinn
eins og haruull keypist.
Magnus Bærentsen,
tlf, 445 — 485,
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Kontraktbrot
I teimum ymisku såttmålum
sum fiskimannafeløgini hava
við „Færøernes Rederiforening“
og aðrar útgerðarmenn, stendur
til dømis í 8 13 í sáttmálanum
fyri snøri og línu til saltfisk, at
reiðarin skal gjalda fiskimonn-
um tann pening, við roknskapi,
sum teir eiga, í seinasta lagi 4
vikur aftaná, at fiskurin er
seldur. Í nevnda S stendur tað
eisini, „Det paahviler endvidere
Rederen at indsende specificeret
Regnskab saavel til „Føroya
Fiskimannafelag“ som til „Fær-
dernes Rederiforening“ og „Før-
oya Motorpassarafelag“ inden
samme Frist, og so stendur tað
víðari í somu grein at neyndu
féløg hava rætt til at kreyja av
reiðarum tey originale" Bilag'
til roknskapin at kanna tey
eftir av viðkomandi stjórn.
Aðalspurningurin er tann:
Senda reiðararnir nú peningin
við roknskapi til tað såttmåla-
bundnu tíð? Svarið má vera eitt
avgjørt nei! Teir flestu reiðarar
gera tað ikki, men einkultir eru
tó ímillum, sum senda peningin
við roknskapi til sínar fiski-
menn í rættari tíð. Eitt merki-
liga lítið fátal reiðarum
senda „specificeret Regnskab“,
so sum teir skulu eftir sáttmál-
anum, til ,Foroya Fiskimanna-
felag“, tó at teir við lýsing i
hløðunum eru mintir um at gera
tað. So er spurningurin, hví eru
reiðarar so trekir at senda ,,5pe-
cificeret Regnskab" til F. F.? Er
tað tí, teir vilja krógva nakað?
Eg fåi meg ikki til at trúgva ti,
men nakað má tað vera, sum
heldur reiðarum frá at útfylla
sína skyldu eftir sáttmálunum,
sum teir sjálvir hava skrivað
undir, og harvið pliktað seg til
at halda!
Teir reiðarar, sum ikki upp-
fylla tað, sum stendur í teimum
sáttmálum, sum lógliga eru
galdandi, kunna av røttum til-
talast fyri sáttmálabrot, og eg
fái óivað viðhald frá øllum lóg-
reglumonnum um tað, tað, at
hróta ein sáttmála, er ikki minni
straffbart enn at bróta eina lóg,
og fáir munnu teir reiðarar
vera, sum vilja hava tað stempl-
ið sitandi á sær, at vera lég-
brótari, og tí vil eg einaferð enn
minna allar reiðarar um, at tað
er teirra skylda, at senda hvørj-
um fiskimanni tann pening
hann eigur við roknskapi til ta
sáttmálabundnu tíð. og samtíðis
senda til „,Føroya Fiskimanna-
felag“ tey skjøl sum tær ymisku
kontraktir nevna um, tí fyrst tá
kann tað skapast ein sannur og
hollur samdráttur millum teir
tveir høvuðsstattirnar í okkara
vinnulívi, fiskimenn og reiðarar.
av
Gjogv, tann 27. okt. 1947.
Daniel Klein,
felagsformadur.
1. november 1947
Vit hava arbeiðsskjúrtur, -
bláar og khaki, eisini khakitiltar til arbeidsklædi,
Mansjettskjårtur, einlittar og teinutar.
Pyjamas, vestar, pullower og troyggjur til menn.
Hansina Johannesen, telefon 284.
Saltadi seydaskinn verda keypt.
Skinnini mega verða saltað, so skjótt ið tey eru kólnað. |
Vit keypa eisini kópaskinn og geva góðan prís fyri tey.
(Skinnini mega reinsast væl og spennast út til turkingar,
so skjótt sum kópurin er flettur).
Eg gevi kr. 5.00 fyri kg av seyðaskinnum. |
Peningin í hondina!
Nærri við at venda sær til
Hans Poulsen, Rættará, Tórshavn.
Skipstroyggjur, fínari troyggjur
damuvøllir, hosur og vøttir.
|
Seyðaskinn, vil, ull og allar føroyskar vørur
keypast til allarbesta pris.
Otto Jacobsen, Vestmanna.
TIf. 21 og 41.
ÍSUR |
AGNSID |
FRYSTIGODS
Partafelagid
HAVNAR FISKACENTRAL |
telefon 259 og 133 |
Køksvask
rustfritt stål
P-f Thomas Dam og Co.
tlf, 13 Tórshavn box 13
Størsta lagur av
føroyskum koli, útlendskum koli, koks
og smíðikoli,
Valdemar Litzen, tlf. 16.