týsdagur 9. apríl 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 66 - 9. apríl 2002
Nr. 66 - 9. apríl 2002
33
Í septembur mánaða
seinasta ár fór 22 ára
gamli Sámal Mikkel-
sen úr Klaksvík til
Skotlands, har hann
teir næstu 9 mánað-
irnir skuldi búleikast
á einum bíbliskúla.
Aftan fyri hesa avgerð
lá eitt brennandi
ynski um at koma at
kenna Gud og læra,
hvussu ein á besta
hátt kann tæna
Honum
Á BÍBLIUSKÚLA
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: - Fólk halda
ofta, at tey, sum fara á
bíbliuskúla, eru sera anda-
lig og kanska eisini keðilig.
Men í veruleikanum eru
fólkini á skúlanum púra
vanlig fólk við vanligum
feilum. Vit ynskja bara at
koma at kenna Gud betur.
Hetta sigur Sámal Mikk-
elsen, sum í løtuni gongur á
einum bíbliuskúla í Skot-
landi.
Ikki góður nokk
- Tankin um at fara á
bíbliuskúla kom fyrstu ferð
til mín, tá eg gjørdist
liðugur við FHS, og skuldi
finna útav, hvat eg vildi við
framtíðini. Men eg helt
ikki, at eg var góður nokk
til at fara avstað, so eg valdi
heldur at fara undir HH,
greiður Sámal frá.
Men tankin um bíbliu-
skúlan helt ikki uppat at
spøkja, sjálvt um Sámal
gekk í skúla á Kambsdali.
- Fleiri fólk spurdu meg,
um eg ikki hevði hug at fara
uttanlands á bíbliuskúla.
Onnur søgdu, at eg burdi
farið avstað, tí hetta hevði
verið akkurát nakað fyri
meg, sigur Sámal.
- Eg havi altíð havt eitt
ynski um at tæna Gudi, og
vildi eisini fáa at vita, hvat
Gud
ynskti
við
mær.
Harafturat hevði eg eina
tráan eftir at koma at kenna
Bíbliuna
betur,
so
til
endans valdi eg bara at fara
avstað, fortelur Sámal við
einum smíli.
Og 24. septembur í 2001
byrjaði hann so á Tilsley
College í Motherwell, sum
liggur í Skotlandi.
Hetta er ein skúli, sum er
partur av felagsskapinum
GLO, og er hann bara ein
av fleiri bíbliuskúlum kring
allan heimin, sum GLO
eigur og rekur.
Sum ein familja
Tilsley College er ein lítil
skúli við einans 13 næm-
ingum, sum allir búgva á
skúlanum.
- Á skúlanum eru vit
saman alla tíðina. Ein kann
næstan siga, at vit eru sum
ein stór familja, sigur Sám-
al.
- Vit eru sera ymisk og
koma frá ymsum londum,
men hóast tað, so trívast vit
óføra væl saman. Men tó,
onkuntíð noyðist ein at bíta
seg sjálvan í tunguna. Tað
er ein noyddur til, tá vit liva
so tætt saman, sum vit gera
á skúlanum.
Hvønn morgun klokkan
09.00 byrja tey dagin við
eini felags andakt, og síðani
fylgja 4 tímar við undir-
vísing. Eftir undirvísingina
hava næmingarnarnir frí til
nátturðatíð, og kvøldini
fara við ymiskum praktisk-
um uppgávum, sum allir
næmingarnir skulu ígjøg-
num.
- Hetta kann vera alt frá
at vaska inni í skúlanum til
at fara út á gøturnar at
evangelisera, greiðir Sámal
frá.
Gav heimleysum mat
Sjálvur skuldi Sámal eina
tíð til Glasgow hvørt hó-
skvøld. Her skuldi hann
standa úti á gøtuni og geva
heimleysum at eta.
- Hesi kvøld broyttu mítt
perspektiv uppá nógv ting.
Eg sá eina skroypiligheit,
sum
eg
aldrin
kundi
ímyndað mær at sæð í Før-
oyum, og allastaðni valdaði
eitt stórt vónloysi. Hesi fólk
liva á markinum millum lív
og deyða, og hvørt kvøld
var onkur fallin frá, sum
annars plagdi at møta upp,
fortelur Sámal.
- Hetta var øgiliga torført
at byrja við, men sum tíðin
leið, gjørdist sambandið
millum okkum tættari. Eg
upplivdi
eisini,
hvussu
nógv tað hevði at siga fyri
tey, at vit komu við mati.
Tey hava einki annað, og tí
hevði hetta alstóran týdning
fyri tey, greiður Sámal frá.
Eftir hetta hava Sámal og
tveir aðrir á skúlanum ofta
tosa um, hvørt tað er rætt
ella skeivt at geva heim-
leysum á gøtuni pengar.
- Vit vita øll, at ofta fara
hesir pengar heldur til
rúsevni enn mat, og tí ger
man teimum eina bjarna-
tænastu.
So
tann
eina
dagin
keyptu Sámal og hinir eina
rúgvu av mars-barrum, sum
teir síðani fóru út og góvu
teim heimleysu.
- Hetta virkar kanska
tápuligt, men ein mars-barr
inniheldur eina rúgvu av
orku, og tey heimleysu
vóru sera fegin um at fáa
hetta, sigur Sámal.
Ynskir at tæna Gudi
Betesda í Klaksvík eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á Sámali, og hann hevur nýtt nógv av síni tíð í hesi samkomu
- Men ístaðin fyri mars-
barrina hava vit ætlanir um
at gera eina rúgvu av
matpakkum, sum innihalda
okkurt heilsugott, og so
býta teir út á gøtuni. Eg
veit, at tey heimleysu
høvdu sett prís uppá hetta,
og eg gleði meg til at fara í
gongd, greiður Sámal frá.
Í fótasporum Sloan’s
Næmingarnarnir á skúlan-
um verða í skúlatíðini settir
til ymsar samkomur, og
gerst hendan samkoma
teirra heimasamkoma í
lestrartíðini.
Hjá Sámali gjørdist hetta
ein heilt serlig uppliving.
Roman Road Hall, sam-
koman, sum hann varð
settur til, er nevniliga sam-
koman, har stóri trúboðarin
William Gibson Sloan kom
frá.
- Eg haldi, at Sloan var
tann fyrsti útlenski trúbóð-
arin í Føroyum, og hann var
eisini við til at stovna
Brøðrasamkomuna
her
heima, sigur Sámal, sum
sjálvur alt sítt lív hevur
hoyrt til Brøðrasamkomuna
í Klaksvík.
- Hóast tað eru yvir 100
ár síðani, at Sloan var í
Føroyum, so hava Føroyar
enn ein heilt serligan týdn-
ing í samkomuni í Skot-
landi. Á vegginum hava tey
eitt stórt Føroyakort hang-
andi, so eg kenni meg
næstan sum heima har,
smílist Sámal.
Skal vitja
trúðboðarapar
Tann 7. apríl skal Sámal
til Danmarkar, har hann
skal vitja trúboðaraparið
Valdemar og Ruth Lútzen.
Valdemar er úr Havn, og
saman við konuni arbeiðir
hann fyri GLO í Keyp-
mannahavn.
Her skal Sámal steðga í
ein mánaða, áðrenn leiðin
aftur gongur til Skotlands.
- Eg veit ikki enn,
akkurát hvat eg skal gera í
Danmark. Men eg eri sera
spentur at fara avstað og
síggja, hvussu trúboðara-
yrkið er í dagligdegnum.
Ein hoyrir jú nógv um
trúboðarar, men tað er
torført at ímynda sær,
hvussu teirra dagligdagur
er, sigur Sámal
- Eg veit, at Valdemar og
Ruth onkuntíð eru á Strøg-
num, har tey seta eitt borð
upp, og so sita tey og práta
avslappað við fólk, sum
koma framvið. Danir eru jú
eitt
sera
prátingarsamt
fólkaslag, sum fegin vilja
práta um alt millum himm-
al og jørð, so hetta verður
óivað spennandi at sleppa
at royna, sigur Sámal.
Annars heldur Sámal, at
kristindómurin
skal
prógvast í dagligdegnum.
- Tað er altíð lætt at vera
ein teoretiskur trúgvandi,
men verri er at skula vísa
tað fyri sínum medmenn-
iskjum hvønn dag. Tað
nyttar einki bert at tosa, ein
má liva gjøgnum trúnna, og
tað kann til tíðir vera lætt at
gloyma. Sjálvt um eg royni
at gera mítt besta, so geri eg
feilir hvønn dag, sigur
Sámal.
Leingist heim
Hóast Sámal trívist óføra
væl í Skotlandi, so slepst
ikki undan, at hann til tíðir
leingist heim aftur á klett-
arnar.
Men tá hann kemur aftur
úr Danmark, er bert ein
mánaði eftir á bíbliuskúl-
anum.
- Eg gleði meg til at
koma aftur til familjuna, og
ikki minst til tann føroyska
matin, sum eg sakni ótrú-
liga nógv, smílist hann.
- Eg trívist best í Før-
oyum, men tó ynski eg at
vera opin fyri møguleik-
anum at fara aðrastaðni at
virka í Guds tænastu. Sum
er, liggur tað mær tó nærm-
ast í virka fyri Honum í
Føroyum, men tað kann jú
altíð broytast, sigur Sámal.
Hann leggur afturat, at
tíðin á bíbliuskúlanum per-
sónliga hevur givið honum
nógv.
- Eg eri komin nærri
Gudi nú, og sambandið
millum okkum er vorðið
meir náttúrligt. Eisini er tað
blivið meir spennandi og
livandi at lesa Bíbliuna. Eg
havi fingið eina rúgvu av
amboðum, sum eg kann
brúka í míni tænastu fyri
Gudi, og tað er jú altíð gott.
Tó veit Sámal ikki enn,
hvussu
framtíðin
hjá
honum fer at síggja út. Men
at framtíðin liggur í Guds
hondum, tað ivast hann
onga løtu í.
- Eg ivist onga løtu í, at
Hann veit, hvar eg best
kann virka fyri Honum. Tað
einasta, eg kann gera, er at
vera tilreiðar at fylgja Hon-
um, hvar hann so sendir
meg, sigur Sámal at enda.
Sámal hevur fleiri ferðir staðið úti á gøtuni, har hann hevur
býtt mat út millum tey heimleysu
- Eg ynski at tæna Gudi,
sigur 22 ára gamli Sámal
Mikkelsen úr Klaksvík, sum í
løtuni gongur á bíbliuskúla í
Skotlandi
C
M
Y
K
33
32