mánadagur 19. januar 1948síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
6 atkvødur á tingi ímóti
føroyska flagginum og
føroyskum måli sum høvudsmål
S 12 í stjórnaruppskotinum
viðger flaggspurningin og ljóðar
soleiðis:
»Serligt føroyskt flagg verður
viðurkent.
Ríkisvaldið nýtir í Føroyum
Dannebrog, eisini á skipum sin-
um. Privat-persónar eins væl
og feløg og stovnar — skulu
hava rætt til at nýta ríkisflaggið
á landi. Annars eru ásetanirnar
um at nýta føroyska flaggið í
Føroyum og á skipum, skrásett
i Føroyum, eitt sermål«.
6 løgtingsmenn atkvøddi nei
og mótmæltu, at flaggmálið varð
gjørt til eitt sermál.
A sama hátt gjørdu teir við-
víkjandi føroyskum máli sum
høvuðsmáli.
Hesir menn vóru: Poul Peter-
sen, Richard Long, Martin Holm,
Frederik Bláhamar, Anthonius
Sørensen og Samuel Ellefsen.
Hvør hevði væntað, at fólka-
flokkurin á tingi ikki vil fáa
føroyska flaggið viðurkent og
gjørt til eitt sermál viðvíkjandi,
hvussu tað skal verða nýtt og
hvør skuldi droymt um, at teir
mótmælti føroyskum máli sum
høvuðsmáli.
Men teir, sum eru kønir við,
hvussu oddamenn fólkaflokksins
hava borið seg at í flaggmál-
inum, undrast ikki.
Vit minnast, tá ið Jóanes
bóndi Paturssonur við sínum
fylgi á tingi var ímóti javnadar-
mannauppskotinum (1931) um
at góðkenna føroyska flaggið
uttan fyri sjómarkið.
Vit minnast, hvussu Th. Pet-
ersen formaður fólkaflokksins
bar seg at, tá id Bretar gingu
við til at lata okkum nýta før-
oyskt flagg. Meðan P. M. Dam
og L. Zachariasen skrivaðu til
bretska konsulin, steintagdi Th.
Petersen. Nei, hann leyp við
smettusøgum um eitt grønt flagg,
sum amtmaðurin skuldi sita og
lúra við.
Vit minnast tá ið Jóanes bóndi
'aturssonur við fylgi sínum
feldi javnadarmannauppskotid
um, at eingin lærari skuldi setast
í embæti í Føroyum uttan progv
í føroyskum máli.
Åheitan.
Hvar vit koma í útheiminum síggja vit minnisvarðar
og støð, 10 halgað eru øllum teim, ið lótu lívið undir
tí stóra heimsbardaganum. Men her í Føroyum Vil
vóru tó ein av teim tjodum, ið mistu mest samanborið
við fólkanøgdina
síggja vit einki, ið minnir okkum á
allar teir, ið lótu dýrastu ogn sína, lívið, fyri fólk og
føðiland.
Vit undirritaðu mæla til, at her í Havn
verður settur minnisvarði fyri at sýna
staði landsins
høvuðs-
teim, ið fóru, tann heiður vit skylda, og soleiðis vísa,
at teir ikki eru gloymdir.
Vit eru vísir í, at Føroya fólk tekur væl ímóti hesi
áheitan.
Listar til átekningar verða lagdir í p-f. Sjóvinnu-
, |
bankan, A-S. Føroya Banka og Færø Amts Sparekasse.
Har umframt verða listar sendir í húsini á bygd og í
Havn.
Tórshavn, hin 16. november 1947.
J, P,
Jens av Reyni, stjóri.
Robert Joensen, skrivari.
Michael
Ficher Heinesen, havnarm.
J. F. Kjølbro,
S. P. Petersen,
A-S. J. Dahl, Gørðum.
Johan Dahl. M.
Jacob Jacobsen,
stjóri.
Henriksen, býráðsformaður.
Chr.
J. Waagstein, listarmaður.
Holm-Jacobsen,
Jens Sofus Isaksen, prokuristur.
stjóri.
Sím. Andreasen, sóknarstýrisform.
Stjóri. S.
Kristian
P-f, J.
A. Godtfred.
Peter Nicolajsen, havnarm. |
skipsreiðari. |
J. David Joensen, skipari.
Jógvan Joensen, seglmakari.
Ellefsen, løgtingsmaður.
Haraldsen, stjóri. |
Godtfred. pop. J. Á,
Leivur Hjelm.
Hjelm.
Føroya skipara- og navigatørfelag.
T. Thomasen,
formaður.
Hava legtmesmenn
heilt gloymt Suðuroy?
Í mini fyrru grein við oman-
fyri standandi yvirskrift við-
gjørdi tað fjarritid, sum harra
umboðsmaður Rudolf Dahl í
Vági hevur sent til »Dagbladid«,
hari hann leikar illa í vegna
tess, at vit Suðurovingar einki
máltráðsamband hava við aðrar
ovar og ti at postur frá útlond-
um ofta er gamal áðrenn vil
fáa hann.
Måltrådstrotid
hesa ferð nerta við, ti
gjørdi eg seinast; men
kundu vit fingið nógv skjótari,
enn vit fáa hann, og í fall veg-
sambandið í Suðuroy var í
rættum lagi, so hevði tað hjálpt
nógy til tess. Tá ið »Smiril«
skal líka til Vágs, verður vetr-
ardagurin ovstuttur til at koma
suður og norður aftur
dag; men úr Tórshavn til Tvør-
g:
oyri og aftur til Havnar kann
skal eg ikki
tað við-
post
sama
hann ógvuliga væl sigla sama
dag. Ti ræður tað um at fáa
vegsamband um alla Suðuroy
soleiðis at ferðafólk og postur
til og við Smirli kann sendast
við bili og so nýtist Smiril ikki
hvørja ferð at sigla bæði til
Vágs og Tvøroyri. Hann kemur
til aðra hesa bygdina skiftivis
og bilar koyra so fólk og post
til og frá honum.
Vit vita eisini, at posthátur
gongur hvønn dag millum Havn
og Skopun. Vit kundu eisini av
og á fingið post tann
við bili til Sands, haðani bátur
av Tvéroyri ella úr Sandvik
førdi postin til Suduroyar t. d.
til Sandvíkar og rutubilur
koyrdi so til og frá Sandvík og
líka til Sumbiar.
Men so leingi sum kapitalista-
umboðsmenn hava fleirtal á
Føroya løgtingi, eru ringar vón-
vegin og
ir um, al vegurin verður lid-
ugur.
Tað eru nú brátt ftríali ár
umlidin síðan undirritaði á
fyrsta sinni skrivaði um akveg
um alla Suðuroy. Lítið droymdi
eg tá um at tað í 1947 skuldi
verða neyðugt at skriva aftur
um sama evnið. Men tianverri
so aftarlaga eru vit og so burt-
urgloymdir eru vit Suðuroying-
ar, at ikki kunna vit koma við
bili til Tvøroyrar enn, og Guð
skal vita, nær tann dagur upp-
rennur. Við hetta lag verður tað
bara aldri; ti nú eru brált trý
ár gingin síðan nakar metur
varð gjørdur av akvegi nakra-
staðni í Suðuroy. Akvegurin, ið
ætlanin var at gera millum Hov
og Øravík kom fyri trimum
árum síðan inn um bøgarðar-
nar í Hovi og nakrar metrar út
>
frå Oravik, og so stedgadi ar-
beiðið. — Ein vetur fer og ann-
ar kemur, og triðji er komin í
19. jannar 1948
helvtina nú, og einki røðist um
at arbeiðið byrjar aftur.
Eg spurdi ein Hovbing nú
ein dagin, hví teir ikki arbeiða.
Hann sigur mær, at løgtings-
verkfrøðingarnir eru ikki samd-
ir um hvønn veg hesin vegur
skal leggjast. Kann hetta bera
til? Kunna verkfrøðingar hava
fleiri år um at avgera, æntin
vegurin skal fara út eftir ella
inn eftir? Og skulu vit Suður-
ovingar einki vegsamband fáa
fyri tí, at menn sita norðuri í
Havn og pråta á sama hátt
sum Molsbúgvararnir, tá ið av-
gerðin skuldi takast um álin —
ella állin sum Nordoyingar siga.
At gera eina tunnel tvørtur-
igjøgnum Mannaskarð ella har
onkumsltaðni um leið má onk-
ur verkfrøðingur duga — ella
eru teir komnir ovtidliga út av
skúlanum. Men at siga við Hov-
bingar, at teir skulu fara og
gera eina tunnel, og so ongan
kønan mann senda at hjálpa
teimum, tað er tað sama, sum
at vegurin aldri verður liðugur.
Tað kann væl ikki vera ætlan-
in ? Ja, vit megu spyrja; ti
hetta óskilið gongur ikki.
Vit eru um 3 tús. íbúgvarar
á syðra helmingi á Suðuroy, og
vit kunna altid rokna við, at
fólk hiðani treingja til at fara á
sjúkrahús, og her er einki uttan
á Tvøroyri, og ofta um veturin
er ikki farandi eftir sjónum.
Tað er ikki altíð, at sjúk fólk
kunna liggja og støðga, inntil
sjógvurin slættnar, og båtaved-
ur verður. Høvdu vit akveg og
kundu farið í ein bil, so lá alt
aðraleiðis fyri. Eisini frísk fólk
hava ørindi at ferðast og kundu
tá komið aftur og fram í slík-
um veðri, tá ið ikki er farandi
eftir sjónum. Ella ferðafólk frá
Tjaldrinum sum nú megu støgga
á Tvøroyri fleiri tímar í staðin
fyri at farið við bili beinan veg-
in. Eisini kundi Smiril siglt mill-
um Havn og Tvøroyri, og fólk
og postur ferðaðist til og frá
Tvøroyri við bili. Á tann hátt
sigldi Smiril norður aftur sama
dag í staðin fyri sum nú at
nýta tveir dagar um eina ferð
til Suðuroyar.
Mong onnur dømir
enn nevnast um, hvussu álroðk-
andi neyðugt tað er at fáa ak-
vegsamband í Suðuroy eins og
i øðrum oyggjum. Vit standa
nógv aftanfyri øll onnur í so
máta. Hví skulu vit tað?
J. H. Danbjørg.
kunna
Foroya
Sjóvátrygging
Skip - motorbátar
útróðrarbátar - verur
verða tryggjað