týsdagur 9. apríl 2002síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 66 - 9. apríl 2002
Nr. 66 - 9. apríl 2002
41
Norðurlandahúsið
var fullsett tá fyrsta
konsertin við nýggja
føroyska stjørnu-
skotinum, Brandur
Enni, fór av bakka-
stokki klokkan 16
fríggjadagin. Fyrsta
konsertin var fyri
innbodnum, men so
stórur áhugi var fyri
almennu konsertini,
at fyrireikararnir
valdu at hava eina
eykakonsert seinni
um kvøldið
KONSERT
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Norðulandahúsið var stúv-
stappað við innbodnum
gestum til fyrstu konsertina
við Branduri Enni. Millum
gestirnar vóru politikkarar,
fjølmiðlafólk, floksfelagar,
tónleikarar,
stuðlar
og
onnur, sum á ein ella annan
hátt eru knýtt at útgávuni
hjá Branduri. Og at ongin
minni enn Pætur við Keldu
varð valdur sum upphitari,
gjørdi ikki annað enn at
borga fyri góðsku. Og sum
sagt varð í Norðurlanda-
húsinum, so er hetta fyrstu
ferð
føroyingar
kundu
síggja Pætur á palli síðani
nógv umtalaðu luttøkuna í
danska Grand Prixnum.
Grand Prix dámur
Tað hoyrdist á klappunum
hjá fjøldini, at Pætur er ikki
bara ein og hvør. Tá hann
kom á pallin, rungaðu
lógvabrestirnir í salinum. Í
fyrsta umfarið var Pætur
einsamallur. Hann byrjaði
við at spæla stilla sangin,
Gakk tú tryggur, og síðani
spældi hann Over the
Rainbow. Ein góð byrjan.
Tá Pætur hevði spælt
nakrar sangir, komu Jan
Zachariassen og Eyðun
Nolsøe eisini á pallin.
Saman spældu teir løg
millum annað eitt lag hjá
Paul McCartney, Junk og
eitt lag av fløguni, sum
Norðoya Sparikassi gav út.
Eyðun og Jan fóru síðani
aftur av pallinum, og inn
trein Tóra við Keldu. Ongin
ivi var um, hvat lag nú var á
skránni. Som en drøm kom
eisini
til
sín
rætt
á
konsertini. So tað var ikki
uttan grund, at Pætur og
Tóra
vórðu
fylgd
av
lógvabrestum, tá tey fóru
av pallinum.
Ósmæðin
Nógvir av Føroya bestu
tónleikarum eru við á
fløguni, Waiting in the
Moonlight, hjá Branduri.
Talan er millum annað um
Eyðun Nolsøe, Kim Han-
sen, James Olsen, systrar-
nar Arnfríð og Rannvá
Lützen, Karl Martin Samu-
elsen og Niclas Johanne-
sen. Og kórið mannaðu
eisini Eyðun, Kim, James,
Arnfríð og Rannvá. Síðani
trein Brandur á pallin.
Hann var ósmæðin og
smæddist ikki við at dansa
og hoppa, sum ein onnur
poppstjørna. Við sær hevði
hann dansarar, sum góvu
showinum eitt eyka pift
uppeftir.
At unglingin dugdi tað
hann skuldi var ongin ivi
um. Hann hevur eina reina
og klára rødd, og hann var
allatíðina miðpunktið í
framførsluni. Tað einasta,
ið kanska var at fílast á var
ljósið. Ljósuppsetingin var
eitt sindur keðilig. Fyri tað
fyrsta, so var pallurin held-
ur myrkur, og tað gjørdi, at
um tú sat langt burturfrá, so
sást tú ikki so væl. Eisini tá
"spot-ligth" var brúkt, so
kundi tað til tíðir tykjast
sum um Brandur gjørdi alt
fyri ikki at standa í "spot-
light". Høvdið ella eitt
sindur av kroppinum var
mestsum allatíðina uttan-
fyri, og kundi hetta ikki
vera sørt ørkymlandi. Á
gólvinum stóðu stórir ljós-
kastarar, sum lýstu beint á
áskoðarafjøldina, og tá teir
fóru at blunka kundu teir
mestsum blenda áskoðar-
arnar, og ein kann siga, at
hetta var ikki nakað serliga
behagiligt. Men hesum
undantikið, so varð tiltakið
uttan iva ein brakandi
succes.
Stjørnuskotið framførdi
nakrar enskar sangir, og
eini tveir føroyskar. Alt í alt
var konsertin um ein góðan
tíma til longdar.
Sjónbandalag
Sum rosinan í pylsuend-
anum fekk áskoðarafjøldin
eisini høvi at síggja nýggja
sjónbandalagið, sum er
gjørt til eitt av løgunum,
Waiting in the Moonlight,
sum eisini er heitið á fløg-
uni. Tað er Media Music í
Keypmannahavn,
sum
hevur gjørt sjónbandalagið,
sum er upptikið í Føroyum.
Talan er um eina rættiliga
professionella samanseting
við eini lítlari søgugongd,
har Brandur er "hetjan".
Tá konsertin var liðug
fingu teir Brandur og nakrir
av
luttakarunum,
sam-
skiparin, Steintór Rasmus-
sen og nøkur av hjálpar-
fólkunum handað blómu-
tyssi og rósur. Allir floks-
felagarnir hjá Branduri
komu upp á pallin við eini
rósu í part. At enda hevði
pápabeiggi Brandur, Birgir
Enni skipað fyri, at øll
fingu
okkurt
leskiligt.
Borðreitt var við øðum og
rækjum í einum rúmi í
Norðurlandahúsinum.
Eitt væleydnað tiltak við
fjølbroyttum, melidiøsum
popptónleiki, sum fellur
lætt í oyrað.
Stjørnuskotið, Brandur Enni:
Undirhald, poppur og Grand Prix
Brandur Enni helt fríggjadagin tríggjar fullsettar konsertir í Norðurlandahúsinum
Dansararnir settu sín serliga dám á
konsertina
Emil Juul Thomsen úr Bókagarðinum er 85
ára gamal, og eisini hann vildi hava autograf
frá 12 ára gamla stjørnuskotinum
Brandur syngur av lívsins kreftrum
Eisini Pætur við Keldu hevði úr at gera við
at skriva autografar
Brandur Enni hevur
nógvar av fremstu
tónleikarum í
Føroyum í rygginum,
nú nógv verður lagt
fyri í royndini at selja
fløgur uttanlands
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Nógv av teimum fólkunum,
sum hava verið við í
arbeiðnum
við
nýggju
fløguni hjá Brandi Enni,
vóru til staðar, tá tónleik-
urin av fløguni varð avdúk-
aður í Norðurlandahúsinum
fríggjadagin.
Á pallinum og á fløguni
er tað Brandur Enni, sum
stjørnan,
men
handan
leiktjøldini hava nógvir av
fremstu føroysku tónleikar-
unum arbeitt miðvíst fyri at
fáa tónleikin á altjóða stig.
Niclas Johannesen, Óli
Poulsen, Eyðfinn Jensen,
Kim Hansen, In-G, Johann-
us á Rógvu Joensen, Len-
hert Kjelsen og høvuðs-
maðurin í ætlanini Steintór
Rasmussen vóru millum
fólkini, sum lurtaðu við
spentum oyrum, tá Brandur
Enni fór á pallin fyri fyrstu
ferð við nýggja tónleik-
inum.
Summir av teimum vóru
eisini á pallinum eina løtu
saman við Brandi, og tá
fløgan nú fer at verða spæld
í føroyskum og kanska út-
lendskum fløguspælarum,
eru tað millum annað hesi
fólkini, sum hava skrivað,
spælt, sungið, framleitt og
ljóðblandað tónleikin.
Umfatandi samstarv
Fólkini, sum hava gjørt
tónleikin á fløguni hjá
Brandi Enni, teljast millum
tey evnaríkastu føroysku, tá
tað snýr seg um popptón-
leik, og fleiri teirra hava
fingið smærri og størri
gjøgnumbrot uttanlands.
Óli Poulsen er virdur
framleiðari í Danmark,
Niclas Johannesen hevur
gjørt framstig í Kanada,
Eyðfinn Jensen og Kári
Jacobsen fáast burtur av við
tónleik og upptøkur í
Danmark og Lenhert Kjeld-
sen er ein tann mest nýtt
mastrarin í Danmark.
Tí er sannlíkið fyri, at
nakað gott og professionelt
kemur burturúr, tá hesi taka
saman hendur við teimum
dugnaligastu í Føroyum,
stórt. Hetta hoyrst eisini á
tónleikinum á fløguni, sum
ljóðar eins væl og tann
moderni popptónleikurin,
sum er frammi í tíðini.
Miðdepilin í øllum, tá tað
snýr seg um framførslur og
image, er 12 ára gamli
Brandur Enni, og hann er
eisini úr slíkum tilfari, sum
stjørnur eru gjørdar av.
Hann hevur evni at syngja,
hann torir og dugir at føra
seg fram, og hann er væl
dámdur millum fólk í øllum
aldri.
Tað kann væl verða at
Brandur og hini, sum hava
gjørt Waiting in the Moon-
light, eru í eini bíðistøðu,
men sjáldan áður – um
nakrantíð – er so nógv lagt
fyri í eini roynd at fáa før-
oyskan popptónleik fram
uttanlands.
Brandur og elitan
– Tað er gott at hava
dreymar, at seta sær
mál og arbeiða fram
ímóti teimum, heldur
ein av royndu
sangarunum í
landinum, Karl
Martin Samuelsen
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Karl Martin Samuelsen
byrjaði sum Brandur Enni
at framføra tónleik fyri
fólki sum 12 ára gamal.
Men tað var á einum øðrum
stigi enn nýggja stjørnu-
skotið.
Pallurin var ikki Norður-
landahúsið, men onkur
kjallari í Klaksvík, og
endamálið var ikki at vinna
fram í útlondum, men at
savna
pengar
til
eitt
trummusett, sum kostaði
hundrað krónur.
Men dreymarnir, málini
og orkan, sum varð løgd í
arbeiðið, var tann sama,
sum Brandur Enni leggur í
sín tónleik.
– Tað er gott at hava
dreymar, at seta sær mál og
arbeiða fram ímóti teimum.
Tað skal Brandur sjálvsagt
gera, og hann skal trúgva
upp á seg sjálvan, sigur
Karl Martin Samuelsen,
sum var til konsert við
stjørnuskotinum
fríggja-
dagin.
Seta sær smá mál
Karl Martin Samuelsen
heldur,
at
framførslan
fríggjadagin var merkt av,
at tað var fyrsta konsertin
av slíkum slagi, og at
Brandur ikki hevur so
nógvar royndir.
– Men Brandur hevur eitt
risastórt potentiali. Hann er
ein sjarmerandi og fittur
drongur, hann dugir væl at
syngja, og hann hevur
dirvið og viljan til at fáa
nakað burturúr. Skal tú
koma nakran vegin, so er
tað sera umráðandi, at tú
ikki bara hevur evnini, men
eisini viljan, og tað hevur
Brandur,
heldur
Karl
Martin Samuelsen.
Hann hevur sjálvur verið
sera íðin tónleikari, síðani
hann var ungur drongur.
Hann hevur spælt í einum
av best umtóktu bólkunum
í landinum, Hjarnar, og teir
vóru um reppið at fáa
gjøgnumbrot
uttanlands
fyrst í áttatiárunum.
– Sum tónleikari skalt tú
at byrja við seta tær nøkur
smá og realistisk mál, sum
tú so arbeiðir fyri at náa.
Serliga í tí aldrinum, sum
Brandur er í, er tað umráð-
andi, at tú merkir, at tað
gongur framá. Tú skal gera
framstig, náa nøkrum mál-
um og seta tær nýggj, sigur
Karl Martin Samuelsen.
Karl Martin Samuelsen:
Trúgv upp á tað, Brandur!
Brandur Enni millum nakrar
av teimum, sum hava verið
við í arbeiðnum við nýggju
fløguni. Mynd: Jens Kristian
Vang
12 ára gamli Brandur Enni
var fríggjadagin miðpunktið
á trimum konsertum, sum
vóru hildnar í
Norðurlandahúsinum.
Mynd: Jens Chr. Vang
C
M
Y
K
41
40