mánadagur 26. apríl 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
26. apríl 1948
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Brådf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN
Prent: ÁA. ØSTER's
HEIMATÍÐINDI
Læraratrot.
Í »Dimmalætting« sóu vit, at
fólk gramdi seg um, at ein av
útbygdunum hevði íkki havt
lærara í fleiri ár. Hetta sýnir,
at læraratrot man vera og tað
stórt. Onkur kann halda, at
trupult man vera at fáa lærarar
til smábygdirnar, og skúlavaldið
ger sær ongan ómak. Men tey,
ið søkja læraraskúlar minka, og
stór orsøk man vera, at byrj-
annarløn læraranna, serliga í
bygdunum, er so lág, ógiftur
lærari fær ikki meiri enn gott
350 kr. um mánaðin. Tá krevst
av honum, at hann skal hava
gingið + ár í skúla at venja seg
til slarvid.
Flektricitetsmotorurin
á Tvoroyni.
Teir hava bygt hús til elek-
tricitetsmotorin, ið Froðbiar
kommuna keypti til sóknina,
og nú eru teir farnir at flyta
hann av bryggjuni. Tað er stórt
arbeiði. Partarnir eru óføra
tungir, og við teimum ambod-
um, sum her á landi eru til at
taka, fer tað at taka góða tid at
fáa hann til hølis.
Ravmagnsverkið í Vági gevur
lítlan streym. Sløkt verður kl 11
hvørt kvøld, so tað er fyri neyð-
ini, at slíkur hjálparmotorur
kemur afturat. Bert er tað spell,
at Vág vil íkki vera uppi i.
Báðar bygdirnar eru so saman
um streymin úr verkinum í
Botni, og streymurin úr hesum
hjálparmotorinum hevði sjálv-
andi verið bíligari, um saman
var verið um hann eisini.
Fiskiskapurin á Íslaudi.
Trolarar og línuskip hava
fingið fisk í seinastuni. Columbus
hevði eini 500 skpd. og hon fór
ikki fyrr enn 5. mars. Snøris-
skipunum hevur verið lítið fyri.
Prísurin hevur verið sera góður,
men várið verður ikki at geva
tað av sær, sum væntandi var,
tí fiskiskapurin hevur svikið.
Seyðurin og váringin.
Veturin hevur verið lýggjur,
so seyðurin sigst at vera í góð-
um holdum. Í slíkum líkindum
skuldi lembingin farið og verið
góð. — Menn eru farnir at vára,
men nú er eingin uttan epla-
velting, serliga reinavelting, korn-
velting man vera heilt avløgd
í flestu plássum.
Sjónleikur.
Í Havn hevur verið spældur
sjónleikur í vikuni. Hann eitur
Galdra-Loftur eftir = Jóhann
Sigurjónsson. Ummæli kemur í
næsta blaði.
Ferðamannafelagið
ger vart við seg í hesum døgum.
Ferðamannavitjanin er týdning-
armikil spurningur, og kann
hetta mál vera landinum til
frama. Men vandin er við at
finna høli til tey vitjandi. Gisti-
húsini tróta, og Ferdamanna-
felagið heitir so á privatfólk at
geva fremmindum innivist. Tað
má vera ein bráðfengis hjálp-
Skulu vit fáa nakað burtur úr
ferdamannavitjan, má verða
gjørt so til, at ferðafólkini kenna
tað hugnaligt, og teimum dámar
at vera.
Utróðurin.
Hesar dagarnar hevur veðrið
verið gott og góð útróðralíkindi.
Serliga er tað Klakksvík, sum
er ein undangongubygd við-
víkjandi heimafiskiskapinum, ið
nógv verður ført á landi vár-
tíðina. Flestar av bygdunum eru
tó nú tómar við fólk. Allir menn
eru burturi, og eingin er eftir
at fáast við útróður.
Kallsevnt,
korvettin hjå »Kimbil«, kom i
hinari vikuni og er farin til
Íslands til saltfisk. Størsti trol-
ari í Føroyum, stásiligur í allar
mátar. Siglir 13—14 mil.
Leivur Ossursson
er komin heim við 150 tonsum.
Høgifossur kom fríggjakvøldið
á Sørvág við 140 tonsum. Haff-
steim er eisini á veg heim.
Jóannes Patursson er á veg
til marknað við 3200 kits und-
an Íslandi.
Suðurfarið
siglir fullfermdur til marknað
av snurruváðsveiðu.
Feskfiskasølan.
15. apr. cwt. £.
Hoyvik 483 2.658
19. apr.
Sonja Egholm 439 2.154
20. apr.
Vesturleið 411 1.918
Vesturleiki 425 1.030
Vestursøki 381 1.467
Justa 316 1.173
21. apr.
Skálaberg 2497 5.492
Jørun 482 2.488
Fossá 320 1.519
Alvi 458 2.273
— flutt 9 99
Vestmanna 497 1.540
Breisku fpundin?
eru í vanda fyri at verða uppi
orsakað av at í seinastuni hevur
verið avreitt ov lítið í Bretlandi,
meðan salt, kol og at kalla øll
útgerð er keypt í Bretlandi fyri
sterlingpund. Eisini eru milli-
ónir gingnar fyri skip, maskinur
og tól.
Fyri at verja ímóti óneyðug-
um pundsbrúki eru allar vørur
settar á bundnan lista.
Men nú má vera tíð at taka
undir við javnaðarmonnum í
teirra kravi um, at øll innflytan
og øll søla skal verða centrali-
serað, so landastýrið kann vera
harri yvir landsins húsarhaldi.
Tingið
er í samráðing við Bretar um
»kistu-keyp« til havnabygging í
Klakksvík, Runuvík og á Tvør-
oyri og møguligt aðrastaðni í
Føroyum.
Flaggdagurin
varð igjar hátíðarhildin Havn við
skótaskrúgongu, sangi, horn-
blástri og røðum.
Harra Erlendur Patursson!
Tað minkar tygum mikið, at
tygum íkki smæðast við at halda
fram við ósannindum.
Hví eru tygum ræddur fyri
vitnisburði Jákups í Jákupsstovu
og Oregaards?
Teir eru jú menninir, ið kunnu
avsanna og ásanna okkara
millum.
23.-4. 1948.
P, M. Dam,
Byrådsskrivstovan.
Frå 1. mai i år verdur byråds-
skrivstovan opin fyri avgreidslu
hvønn gerandisdag frá kl. 11-13
og frå 15-16 Leygardag to bert
frå kl. 11-13.
TORSHAVNAR BYRÅD, tann
15. aprit 1948.
FØRCYSK
greonsápa
er tann besta
FØROYA
BRUNATRYGGING
Hús - innbúgv - vør-
ur - verda tryggjad.
AKTIESELSKABET |
FØROYA BANKI
HOVEDKONTOR
THORSHAYN
Bankforretninger af
Lørdag
|
| Kontortid Kl. 11 — 3. |
|
|
Stittet 1906
AFDELING: |
TRANGISVAAG
Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 1.800.000
enhver Art udføres. |
11-2
CEMET, MURSTEN og KALK
ISBJORN Cement, RAPID Cement,
MURSTEN og MELKALK
haves paa Lager.
Billigste Priser mod kontant Betaling.
VALDEMAR LUTZEN
Tlf. 16.
Ferðagóðstrygging |
teknast hjá okkum.
TRYGGINGARSAMBANDIÐ »FOROYAR«
Haldið
Føroya $cstal-Demcokrat!