Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-05-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1948síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 livsmonnum. Hitt nygitna fostrid var Fólkaflokkurin, har kjarnin gjørdist av landsins múgvandi monnum. Úr hesum kjarna skuldi bjarg- ing og nýfóðing, realisma koma. Hesin kjarni skuldi føða tær nýggju Føroyar. Men kjarnin hevur verið eitt vónsvik. Realisma og handils- ligur klókskapur saknaðust ikki í privatum og persónligum verki, men politikkurin mistrívnaðist. Hann gjørdist til tómar talur, róp, stórar svartar yvirskriftir. Mótmæli. Hann gjørdist ein sjón- leikaraflokkur. Hann prokla- meraði við miklum hábrøgdum tær friu og nýggju Føroyar. Men tjaldið fór niður fyri, og fólkið sá einki meira. Oddamenninir í hesi nýggju sjálvstýrisrørsluni hava svikið hana. Teir, sum elt hava gullið, eru sviknir. Teir hava einki uttan óroyndar loysingarmenn við einum stovufostrið at halda seg afturat. Sambandsflokkurin, so paradoksalt tað ljóðar, fekkst á glið og játtaði at fremja sjálv- stýri. Munnu íkki sjålvstyrissinn- aðir menn nú hava fingið eyg- uni upp og sætt at haðani er eingin bjarging at vænta? Stórorðaðir menn. Loysingarmenn, sum hava >14. septbr.« at sveima í, eru brátt kendir um landið alt fyri stór orð og miklar lótir. Teir skjóta í heilum grovlig hånar- orð eftir monnum, og skilligt er, at teir stremba eftir at koma upp á landsins pallar at sita. Føroyingar nógvir hava iva- leyst fragd av at lýða á, men hóast tað, so eru teir varnir menn, atfinningarsamir menn, sumikki beinanvegin elta hvønn óvita, um hann heldur seg vera rættan mann, bara hann hevur fingið prestahondina á høvdið. Hesir nýggju breggjandi menn eru enn óskrivað bløð, og øll vita, at tað er lætt verk at standa uttan fyri sum áskoðari og finnast at teimum, sum ábyrgd- ina hava. Øðrvísi er, tá id ein sjálvur kemur til róðrið. Ódámligur atburður er tað, at menn, sum leysir hava gingið í Keypmannahavn, óroyndir á hvønn hátt, háða og skemma soleiðis teir, sum her heima sótu við stýrið eina vandatid og løgdu støðið undir eina uppgongutid, sum er uttan líka í Føroya søgu. Men er frægari at vænta? Hesir menn siga seg at vilja fremja frælsismannsins Nólsoyar Pálls verk, og tó hóttaðu teir menninar, sum løgdu grundar- steinin til føroyska farmasigling við harðastu revsing og fanga- húsi! FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Hitt nýggja ríkið ÍSRAEL Ein túsunda ára gamal dreym- ur, er vorðin veruleiki fyri Ísraels fólk: teirra gamla land hevur fingið sítt forna navn aftur, og Ísraelsmenn hava stovnað ríkið og sett stýris- menn. Men sum í forðum er tað doypt í blóði. Teir mugu berjast fyri at vinna fótafesti. Arabarar nokta teimum landið, og frá øllum hornum koma arabiskir herar og søkja at Jødum. Stórveldini standa enn og hyggja at, Onglendingar rýmdu og løgdu ábyrgdina frá sær. Amerika hevur viðurkent ríkið, men onnur lond drála. Hetta er eitt av teimum nógvu ófriðamálum, sum fløkja heimin og býla hann í trætandi partar. Eldarnir eru nógvir, og óttin lúrir, at hesir eldar verða til hitt stóra bálið, sum fer at fevna um alt. „Impotent Skraal...“. »Føroyatidindi« skírir Sosia- lismuna — serliga hina føroysku — sum »impotent Skraal efter andre Folks Penge«. — »Før- oyatidindi« kann hyggja rundan um seg og siggja, hvar tad »im- potenta« trivist, alt tað eldra, sum tornar og doyr burtur. Tað kann eisini síggja, hvar gróð- urin er. Vit kunna gleða >Førovatið- indi« vid at ávísa, hvat Sosia- lisman hevur avrikað við P. M. Dam á odda: Fingid Trygging- arsambandið og so bjarga Før- oya landi nógvar milliónir, Vin- nulánsgrunnin og veitt Føroy- ingum hin stóra fiskiflota, sum flytur gull til landið. Lagt støðið til farmasigling: >Oyrnafjalle. Og størst av øllum: fekk Sam- bandið, sum »Foroyatidindi« um- bodar hin mest afturhaldandi partin av, å glid og at vera hjålparmadur til at fremja hesi gagnsverk. Og seinasta bragd Sosialismunnar »vid P. M. Dam á odda«, var, at Sambandsflokk- urin vendi, gjørdist sjålvstyris- flokkur og hevur bundid seg at fremja sjålvstyri Føroya! Kunngering. Tað verður her gjørt kunnigt. at umsóknir um loyvi at skera torv, mugu vera býráðnum i hendi áðrenn 1. juni i ár. TORSHAVNAR BYRÅD, tann 21. mai 1948. Tað verður her gjort kunnigt, at tað er ólógligt at reka ross og gæs inn á flatnahagan. Um so er at hesi nevndu kriatur koma inn á hagan, verða tey tikin upp. TORSHAVNAR BYRAD, tann 21. mai 1948. 22. mei 1948 ORDOYASTEVNA verður hildin í Klakksvík í døgunum 3. og 6. juni 1948. Fullfiggjað stevnuskrá verður lýst seinri. Bátar, ið ætla at luttaka, verða bidnir at siga frá áðrenn 3. juni til telef. 12 í Klakksvík. Nordoyastevnunevndin. Åheitan. Hagastyrini og folk um landid verda hervid bidin um at kanna eftir, hvar royðugrót finnst atkomuligt i avvarandi haga. Er tað so, at royða finnst, verður hagastýrið ella ánarar av haganum biðin um at senda felagnum FÆRÓSIT prøva av royðuni við frágreiðing viðvíkjandi umstøðum á staðnum. Prøvarnir mugu vera týðuliga merktir við navni sendarans ella hagapartsins innani ílatinum. Samstundis við hesi áheitan sendir felagið teim, ið soleiðis koma at avvara og hava áhuga fyri at gerast partahavarar innbjóðing til at verða við í felagnum FÆROSIT fyri ialt kr. 60,000,—, sum er partur av felagsins åsetta partapeningi kr. 250,000,—, har Løg- tingið er parthavari við kr. 100,000,—. 1 Sambart stovnaðarsamtyktina hava hagar ella ánarar av jørð, har royðugrót finnst, framihjårætt til at tekna nevnda rest-parta- pening kr. 60,000—. So skjótt sum royðuprøvar og møguligt ynski um at gerast parthavari er felagnum í hendi, vil maður koma á staðið frá FÆRÓSIT til gjøllari samráðingar. ' i Spurningurin um, hvussu stóran part ein møguligur hagi ella ánari kann koma at fáa av teim 60,000,— kr., verður mest um at gera í hvat mun, royðan finnst í teim ymisku støðunum. Í fyrsta lagi verða tí øll, ið hava áhuga fyri málinum, biðin um í hvussu er at siga felagnum FÆRÓSIT frá, so vil FÆROSIT- felagid sela seg i samband vid vidkomandi, og tær neydturvuligu fyrireikingar um såttmåla- og gjaldvidurskifti hagans i samband vid partstekning verda tiknar upp, um annars likindi eru til at fáa royðuna í hóskandi nøgdum Allir spurningar, id eru knýttir til hetta mál, verða at beina til P-f. Pigment- og Málingavirkið Færesit Tórshavn. N. P. Holm, lækni hevur konsultatión í eygna-, håls-, nasa- og oyrna- sjúku á hospitalinum í 8 dagar frá týsdegi 25. mei hvønn yrkadag frá kl. 9-14. Skipafelagið Feroyar Telefonir 209 171 274 Tórshavn