leygardagur 5. juni 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
Nr, 21
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Bráðf. bladstjori: MARTIN JOENSEN
Prent: A. ØSTER'S
Heimatíðindi.
Gudsrænasta.
2. sunn. e. trin. prædikar
Fester Thaysen prestur i Havn-
ar kirkju kl. 11.
Grønlandsskipini fara.
Førovingar eru vorðnir lang-
faramenn. Teir fóru til Íslands,
Noreg, Bjarnoynna og til Grøn-
lands. Allastaðni at veiða. Mest
eru stór skip, id fara henda
langa veg. Tey fiska uppi og
koma so heimaftur. Hin stóra
skonnartin „Borgin“ er longu
farin. „Marité“ fór í hesi vikuni.
Onnur skip gera til og vera
skjót at flyta.
„Hamranes“
kom úr Íslandi við 350 skpd. Tað
var við snøri. Teir fóru seint, so
hetta var væl fiskað.
Nóguur kalvi.
„Neptun“, lítil dekkbátur av
Tvøroyri fekk týsdagin Í tons
av kalva.
Útróðurin.
Vit søgdu at Fámningar fingu
væl av fiski vestan fyri Suður-
oynna. Hvalbingar hava eisini
veitt 100 til 150 kr. í part. Men
teir fåast mest við kolid, so út-
róður teirra kann ikki vera
stórur.
Klædnakortini.
Ikki eru tað bara Thetis-menn
ið keypa inn undir seg. Kunn-
gerð hevur staðið í bløðunum,
at kort skuldi koma á klædna-
vørur, og útlendingar, sum
koma at — ella eru staddir her
í Føroyum —: Norðmenn, Ong-
lendingar, Danir hava verið
grammir at fáa keypt so nógv,
sum teir kundu.
At hesar vørur tí nógv eru
minkaðar, er vituligt.
„Tjaldur“
var seinkað av maskinskaða.
Tað kom til Suðuroyar seinna-
partin ónsdagin.
Lík funnið.
Maður av enskum ftrolara
(kokkurin) hvarv, meðan trol-
arin lá inni á Trongisvágsfirði.
Leitað var eftir manninum á
firðinum, men einki varð funnið
Hetta var einaferð í vár, og
nú rekur líkið av manninum
upp á land í Froðba. Tríggir
smádreingir, sum spældu niðri
við strondina, fingu eyga á tað
og fóru at siga frá. Teir halda,
at tað hevur ligið uppi á landi
nakrar dagar.
royndirnar
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
1 A AA III
Fiskiskapur
hjá Klakksvikar bátum í vikuni
23/—29/5 í pundum:
Varpið 20000
Makjuvík 6000
Vaðklettur 7000
Núpur 15000
Grunningur 8000
Brimnes 5000
Brandur 6500
Fylkir 9000
Stjørnan 18500
Norðan K.G. 3000
Torvanes 3500
Kvik 10000
Keldan 29000
Fuglberg 30000
Vegna agntrot fóru fleiri bátar
ikki út fyrr enn seinrapartin i
koma ikki
vikuni, og summir
aftur fyrr enn í næstu viku.
Fleiri bátar eru nú farnir til
Íslands.
Fiskasolan.
29. mei ewl. £
Høgáfossur 3.080 — 8.057
1. juni
Galvur 186 815
Vitin 2953 7.022
Havborgin 1780 5757
Nólsoyar Þáll 4.043 7408
Ósi 519 — 1.746
Årnaberg 189 512
Vestursøki 327 988
2. juni
Tryggvi 428 1558
Silver Spray 331 869
Egil 2415 kit 7513
Rankin á veg til Aberdeen vid
2300 kits.
.. i ”” .
Føroyska sjomansmisstonin
í 25 år.
25 år eru síðan, at føroyska
sjómannsheimið í Havn
bygt. Og hevur í hesum sam-
burði Kirkjuliga Missiónsfelagið
givið út minningarrit. Alfred
Petersen trúboðari er ritstjóri.
var
Ritið sigur frå søgu sjómanns-
heimsins, eisini frá føroyskum
missiónsvirki í Íslandi, Grøn-
landi og Onglandi (Aberdeen).
Tað er væl úr hondum greitt,
og er áhugavert at lesa um
at fara undir at
byggja sjómannsheim í Havn,
eins og ein við áhuga fylgir frá-
søgn um, hvussu arbeitt er
uttanlanda fyri at beina okkara
sjómenn til sjómannsstovurnar
og veita teimum tann beina, sum
altíð tørvur kann vera á, táið
ein kemur til fremmandar
havnir.
Myndirnar eru sera góðar, og
økja tær nógv um ritsins virði.
ØTI eiga at bråka
Føroyska hondsåpu
frå fabrik OKKARA
5. juni 1948
Hervid loyvi eg mær at kunngera, at eg frå
skrivstovn minari í Miðvági gangi fólki til handa
við sakarmálum, skjalaskrivi og ødrum fyrifallandi
logfroðisligum arbeiði.
DÅN3FAL PAULI DANIELSEN
Myndabókin „í skyminginiS,
Savnað hevur Sofía Petersen.
Teknað hevur Elinborg Liitzen.
Skýmingin hevur altíð í før-
oyskum húsum verið hin hugna-
ligasta. Tá var stilt. Var tað ta
tíðina, tá ið grúgvan var, skygdi
eldurin av grúgvuni á bróstið og
økti um ævintýrstemningin. Í
komfýr-tíðini var komfýrshurð-
in latin upp, so login haðani
skuldi lýsa, og eins og minna á
srúgvuna.
Hetta var besta løtan hjá
børnunum at sita framman fyri
knøunum á teim gomlu ella
uppi í fanginum á ommuni og
so lýða á meðan tey kvóðu rím-
urnar, skjaldrini ella søgdu frá
søgunum.
Sofía Petersen hevur savnað
her mongd av skjaldrum og eitt
ævintýr. Elinborg Liitzen og In-
golf Jacohsen, sum fór so ungur
burtur, hava teknað myndirnar.
Har sært tú jomfrirnar „dan-
sa uppi í einari eikilund.“ børn-
húsið hjá teirri
óndu kellingini, hana sjálva
standa við kvørnina (tað man
vera hesta myndin) og so verða
koyrda inn í hin gløðandi ovn-
in. Ísakur, sum slær skarvin, og
kellingin, sum situr skóleys á
krabhaskel, meðan krabbarnir
ætla at bíta hana í tarnar.
Hetta er fyrsta føroyska
myndabøkin, og ikki at ivast i
verður hon keypt bæði av yngri
og eldri — teimum yngru, tí tað
er sjáldan tey síggja slíka bók
av føroyskum uppruna, og teim
eldru tí hon vekir minnini upp-
aftur um barnaárini.
Skuldi ein havt eina atfinning
at sett fram, so var tað tað, at
einum tykist ikki allar myndir-
nar at vera so føroyskar. Men
orsøkin kann vera tann, at
summi skjaldrini hava eina na-
túr, sum er útlendsk.
ini koma til
løgfrødingur, cand. jur.
MIDVÅGI
UTHEIMURIN
Nazistar i teimum arabisku
herunum.
Hópurin av Nazistum skal
vera í teimum herunum, sum nú
herja á hitt nýstovnaða Ísraels
ríki. Europæiskir Nazistar, offi-
serar frá Rommels Afrika-her-
liði, polskir SS-menn o, s. fr.
Egyptarar hava slept fleiri tús-
und av fangaðum týskum her-
monnum leysum og tikið teir
inn í hin egyptiska herin. Mill-
um Arabarar sjålvar sigst eis-
ini at vera tyskvinarligir og na-
zistiskir menn. Enskir herleid-
arar hava vant Arabarar, og Ar-
abarar ganga á enskar herskúl-
ar.
— Arabarum dáma ikki
vápnahvíldina. Teir vilja hava
óhýtt Palæstina, siga teir, og at
Jødar og Arabarar skulu liva í
friði saman.
Verjuspurningurin í Norðan-
londum.
Verndartiltøkini verða nógv
tosa um í Norðanlondum.
Grein, sum norski professarin
V. Keilhan hevur skrivað, verð-
ur nógv umrødd. Hon mælir til,
at Noreg beinanvegin kastar
saman við Vestursambandinum.
Hann tosar bart út um hin russ-
iska kríggsvandan, og hvussu
skjótt tað er at renna um koll
eitt neutralt og spjatt Norðan.
| ———|—|—
————— iq"
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Husabrugv
Tlf. 443
————
Skipafelagið Feroyar
Telefonir 209
Tórshavn
171 274