leygardagur 26. juni 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Bráðf. blaðstjóri: MARTIN FOENSEN
Prent: A. ØSTER's
HEIMATIDINDI
GUDSTÆNASTUR
5. sunnudag eftir trinitatis:
Fester Thaysen prestur í
Havnar kirkju. Talvan gongur
fyri kirkjuna.
Jespersen
kirkju.
JÓANSØKAN Í VÅGI
Jóansøkuveðrið gjørdist frá-
líkt. Turrveður og sólskin allan
dagin. Smiril kom suður av
Havnini ónskvøldið við fólki
og kom so norður á Tvøroyri
tórsmorgunin aftur eftir fólki.
Hann fór fullur av aftur Tvør-
oyri. Jóansøkustevnan er ein
ítróttarstevna, sum hinar stevn-
urnar eru tað.
Kappróðurin gav sigurin til
Havnarbátin, bygdur í Keyp-
mannahavn. Teir, ið róðu ímóti
vóru »Suduroyingurin« (Tvør-
oyrabátur) og Klakksvíkarbát-
urin mannaður við Vágbingum.
Av dreingjabátunum vann »Orv-
aroddur«, Froðba, dreingir av
Tvøroyri.
Í svimjing vann ein dani.
Renning: Sylvi Jespersen av
monnum, og Ragna Skaalum av
kvinnum.
Fótbóltur: Tvéroyri og Våg
I og II lið. I liðini O—0. ll
liðini V 1 T 0. Hondbóltur:
mannfólk: Tórshavn og Vág
7—6. Konufólk I lið Vág og
Tvøroyri, 6—5. II lid javnt.
FISKASØLAN
Glottin 205 ks. 1142 p., Vest-
urvarði 2583 ks. 6310 p., Alvi
187 k. 706 p., Eystfelli 506 k.
2555 p., Vesturleiki 150 k. 679
p- flutt fyri Skipafoss 117 k.
341 p., Torkil Ønundarson 1712
kit (harav 269 vrakað), 4713 p.,
Høgifossur 2445 kit 7992 p.
LEIVUR ØSSURSSON
fór niður til Danmarkar við
saltfiskalastini tórskvøldið. Við
vóru 6 ferðafólk.
prestur í Hests
Jóannes Patursson fór til
Onglands við síni saltfiskaveiðu.
ENERGY
sum hevur verið við snøri undir
Íslandi, fór seint, kom aftur nú
við 150 skp.
GRIND DEYÐ
Tidliga týsmorgunin doyði
grind á Klakksvík, 400 hvalir.
HANDILSSÁTTMÁLIN
VIÐ ITALIU
Frá juni 1948 til juni 1949
verður vørubýti millum Dan-
mørk og Italiu ialt 120 miliónir
afturímóti bara 50 milliónir
seinasta ár. Av hesum kunnu
Føroyingar lata upp til 16000
tons av saltfiski og 1000 tons av
klippfiski.
FØROYASOSIAL-DEMOKRATUR
C. C. JOHANSEN
tlf. 30 — telgr. CARLALAG
Snurruvådsreidskapur:
Reyðsprøkuváð, Hýsuváð, Bastardváð,
Snurruváðstog, ensk sisal, donsk manila,
Posar til Snurruváð, galvaniseraði let.
Línu- og snerisreiðskapur:
Bummulls- og Hampsnørir, 2, 21/9, 3, 4,
Óleddar patrónir:
12 og 16, FFF-krút, Pappskivir,
Filtproppar.
kal.
Spreingievni:
26. juni 1948
Gelignite, Cordtex explosivt fjús, svart
41/2, 5 og 6 Ibs. Teymar, linu- og snøris-
húkar, 7 Ibs lodd, boyur.
Troltwine, 3- og 4 tr.
Sisal- og Manilatogverk í ollum tjúktum, 3 og 4 sl.
Korkfendarar, Bendsilwire, Skipsmannsgarn, Merli
garn, Selgarn, Nylonsneri og Nylonteymar. Lívbeltir
og Ringar. Rakettir.
Caltex-Smyrjiolja:
Ursa, Marine Engine Oil, Diesel Engine Oil
0. a. Konsistensfeilt, Stevnirørsfeitt, Kúlu-
leiðifeitt.
Leddar patrónir:
Grand Prix og Maximum, kal. 12, 16 og
20. Riffulpatrónir. '22 Rimfire
fjús, gummifjús, Perlur nr. 6 og 8, og
elektriskar.
Oljuklæðir:
Dansar, Buksur, Troyggjur, Skjúrt,
Gummistyvlar:
Svintur, Leggings, Sydvestar, svartar Olju-
frakkar, Klæðsekkir.
Menn 1/1, %/« og knæ, Kvinnur: Glansi-
styvlar, Dreingir: svartir.
Gummisk6gvar og -styvlar
Leriftsskótoy:
við lissum.
til Kvinnur, Menn og Børn, í øllum
støddum.
Morgunskógvar:
til Kvinnur og Menn.
Skipsproviantering. Matvørubud. Klædnabúð.
Hagar
verða sundurbýttir
Um hetta evni skrivaði Sosi-
alurin 14. í h. m.
Tað er nógv skrivað um, hvat
frami tað er fyri seyðabrúkið,
at hagar verða sundirbýttir, og
småeigarar samanlagdir,i hósk-
andi stóran haga. At smáeigarar
verða samlaðir, vil siga sama
sum, at »tann sum bert eigur
ein ella fáar frælsir, í nógvum
hagapørtum, skal samla allar
sínar frælsir i ein hagapartc.
Hvat framburði, arbeiði o. m.
viðvíkir, so er hetta einki at
tvistast um.
Sosialurin skr.:
>Mangir meina at tað, at skifta
hagan smátt sundur fer einki at
gagna seydabrukinum«.
Hvør hevur mælt til hetta?
Á prenti hevur tað neyvan sæst
og mann og mann ímillum valla
hoyrst, ti tað er lítið skil í hes-
um, uttan so at tann ið lítið
eigur, við serliga góðum hugi
fyri seyðabrúki vil hava sítt frá
og inngyrt — soleiðis má eisini
tann, ið nógv eigur (í flestu før-
um skuldi hann tað) kunna fáa
sítt frá, tí hann er ofta heftur í
framburði, tí hinir eigararnir
eru so nógvir og smáir, og tí
geva seyðinum minni ans.
Men skal tað vera galið at
býta stórar felagshagar og samla
hálvar og heilar gyllinsmenn í
hóskandi hagapartar, so er fá-
fongt at tosa um rationella seyða-
røkt.
Sosialurin skrivar:
»Eitt ið menn nevna vidvikj-
andi hesum hagabyti og finnast
at, er, at kongsbøndur fáa frá
jardagrunninum fullan studning
til stikid, medan småmenn einki
kunnu fåa«.
Hvadan er hesin fulli studn-
ingur, kongsbøndur fáa?
Landbrúkskantórið svarar so-
leiðis: >Teir bøndur, sum eiga
pening innistandandi í jarða-
grunninum, fyri avtiknar traðir,
grundstykkir og líknandi, fáa av
hesum peningi, til stik ímillum
hagar. Småmenninir, ognar-
eigararnir, sum ongan pening
eiga í grunninum, fáa ongan
studning til hagastik, men ein
1, til at stika um eina trøð
fyrstu ferða.
Tá skrivað og talað verður
um kongsbóndan og smámann-
in (ognarmannin) eigur tað ikki
at vera greitt soleiðis frá, at tann,
ið lesur og lurtar, skal fáa eina
skeiva fatan av tí.
Kongsbóndin (í dag) er mað-
urin tann, sum hevur ein før-
oyskan garð, størri ella minni,
i festi frá tí almenna, hvar hann
er skyldugur at lata, árligan
pening í leigu, sum álagt er
festinum. Har til skal hann halda
vid líka og bøta um »hus og
gaard og alt som staarc og ofta
lata bæði eini og tvinni hald.
(Til foreldur og ommu og abba).
Smámaðurin eigur sína jørð,
tað er hansara »privata«, so
verunliga er hann tann rætti
bóndin.
Ivaleyst verður henda grein
lisin og fata so av mongum,
sum um greinskrivarin her
berjist fyri, at bera í bøtuflaka
fyri kongsbóndan.
Ja, til deils er tað tað. Bónd-
in yvirhøvur er ikki verri enn
hini menniskjuni, men bónda-
(ella jarða-) stætturin er »aftur-
úr silgdur«, (Sjá Árbók Føroya
Búnaðarfelags 1935. Tíðarskifti.
H. J. Jacobsen).
Hvat er hjálpt uppá bónda-
stættin í samburð við aðrar
stættir her á landi?
Og bløðini (pressan) seinastu
40 árini (einki blað undan tikið)
hava, sum øllum kunnugt, bert
í einum máli verið samd, og er
tað í tí at sáa klandur og hatur
ímillum jarðastættin og hinar
stættir landsins. — Hesi árini
er fólk so >uppfløskað< við hes-
um stættaklandri, at tað trýr tí,
um tað veit tað er rangt, tað
hevur sogið í seg.
Sjúrður Patursson.
Seyðaráðgevarin hevur mis-
skilt tær reglurnar her stóðu
um at sundurbýta hagar. Orðini
vóru ikki blaðsins, men teirra,
ið varðaðu av hesari sundur-
býting. Somuleiðis tað sum sagt
varð um studning til stik, Bløð
mugu hava loyvi at bera fram
hugsan og ætlan fólksins um
ymisk viðurskifti. Vit hava ikki
vilja loypt á kroppin á kongs-
bóndum ella øðrum jarðamonn-
um ella sátt hat millum stættir.
Helst vildu vit, at stættir skuldu
komi til semju við tinging og
skuldu kunna skilt hvør annan.
Bóndastætturin er tydningar-
stórur stættur, og væl skipað
samfelag má gera so, at hann
fær góð arbeiðskor. Men ivaleyst
verður so at altíð verður eitt-
hvørt at orðskiftast um — eisini
millum stættirnar, Bladstj.