leygardagur 3. juli 1948síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
8. juli 1948
eina kúgv gangandi í haganum,
kanska ein seyð út yvir frælsi
sítt, hann er í bóndans eygum
vorðin til ein figginda, sum
ætlar at gera uppreistur og
koma sjálvur til valdið. Mangan
tí er tað, at hin størri maðurin
fer burtur úr felagsskapinum og
leggur seg á partna.
Vit trúgva ikki á, at gott
stendst av innlendisstríði ella
kollveltingar føða hitt rættvísa
samfelagið: harðskapur fremur
bara nytt valdsræði og nýggjan
harðskap. Men, sum sagt, sam-
felagið er býtt sundur í stættir,
og hvør stættur hevur síni á-
hugamål, sum røktað skulu
verða. Henda farna tíðin hevur
havt eitt breitt stættarmark, og
nógv er í ólagi, sum tørvar á-
bót.
VÁTTAN
Í greinini >Svar til D. P. Dan-
ielsen« í Føroya Sosial Demo-
krati nr. 47 hin 6. desember
1947 tók undirritaði P. M. Dam,
lærari, Tvøroyri, m. a. soleiðis
til: »men tygum hava våttad, at
tygum tagdu við steyraokri
Daniels Niclasonar<. Daniel
Niclasen, keypmaður, Sørvági,
hevur stevnt mær fyri hesi ord.
Eg ásanni við hesum, at eg
aftaná at hava gjørt meg kunn-
ugan við ta »uppgerd« ið er
framlagt í málinum ongan rætt
havi havt at leggja Daniel Nicla-
sen undir okur, og at hetta
orðalag, ið Daniel Niclasen hev-
ur tikið sum skuldseting, var
ógrundað.
Tórshavn, 28. mei 1948.
P M. Dam.
Skemtingasamur.
Nei, vit eru heldur ikki so
turrir, at okkum ikki dámar
skemt og teiti — eisini politiskt
teiti.
Grikkar vóru hinir rættu list-
armenninir bæði í einum og
øðrum føri. Teir dugdu eisini
at skapa skemt og teiti. Frá
teimum er orðalagið attisk
salt komið, sum er meint um
ein, ið skal vera skemtingar-
samur og andsríkur. Men teir
ansaðu sær væl, at ikki ovnógv
av hesum saltinum var koyrt í.
Tá smakkaði ikki væl.
Vit fara at halda tað, at lá
ið tú, um tað er á skemtingar-
saman hátt, fer at reksa upp
tey lønandi størv, id politiskur
mótstøðumaður hevur, so er
farið út um mark. Tað er ikki
teiti, tað býður ímóti. Tað
nevna vit á góðum føroyskum
máli fyri brigsl.
BILSTØDIN
telefon 364
NORGE
ODD HOLAAS
Hesa bókina hevur hin norski
presseattaché, høvundurin Odd
Hølaas, skrivað. Hetta er ein
livandi frásøgn, ferð á skriv-
ingarlagnum, so ein kann lesa
hana sum eina skaldsøgu.
Hann byrjar við Noreg áherj-
að og hersett av Týskinum. Øll
tey tungu kriggsårini hjá heima-
fólkinum og so hjá teimum
burturstøddu siglingarmonnun-
um og útlegdarfólkinum í Lon-
don. Heimkomuna, kongin, og
so uppgerð við landasvíkjarar-
nar. Ímillum fáa vit myndina
av hesum vidføra og, manga-
staðni óbygda landinum.
Hin mest áhugaverda frá-
søgnin er uppbygging landsins.
Alt av lagi. Norðasti partur,
Finnmørkin, brend niður.
Ivaleyst er satt, sum sagt er,
at einki land er so væl komið
áleiðis við uppbygging eftir
kriggið sum Noreg. Har hevur
verið ein samarbeiðisandi.
Landsins politikkarar, aðrir
oddamenn við, sótu í fangahús-
um og fangatippum stóran part
av kríggstíðini. Ríkisráðharrin,
Einar Gerhardsen, var fýra ár
á Grini og í Týsklandi. Men
henda tíðin var teimum ein
skúli. Her vandust teir at leita
út um smáklandrið og síggja
lutirnar í aðrari stødd. Teir
lærdu skiljan og tolsemi, og tá
ið teir fóru til verks, var tað
við huganum at fremja gagn
alt landsins. Savningarstjórnin
gekk við til ein sosialpolitikk,
sum at siga gongur somu rás
eisini nú, ein arbeiðarastjórn
situr við stýrið.
Men landsins borgarar rík sum
fátæk máttu ganga undir sakn
og avnoktan. Strangliga varð
farið fram í prismålinum, at
ikki landid skuldi koma i eitt
inflatiónsóføri. Aktiuvinningurin
varð avmarkadur. Stjórnin fekk
við lóg fast tak á øllum ídnaði
og virkjum. Framleidslunevndir
av arbeiðarum og virkismonn-
unum og umboðum fyri sam-
felagið vórðu settar, ið samráð-
ast skuldu um tær ymisku fram-
leiðslugreinirnar. Skattalógirnar
eru broyttar og gjørdar rættvis-
ari, sosial lóggáva er framd.
Lesarin fær her varhugan av
landið, sum er í stórum fram-
burði, og fólkið sameint um
eitt ódnartak at virka allari
heildini at gagni.
Føroya
Sjovåtrygging
Skip - motorbåtar
útróðrarbátar - verur
verða tryggjað
Fiskireiðskapur.
Línuhúkar frá nr. 7 til 12.
Fiskisneri 1'/,, 2, 2'|, og 8 Ibs. sneri.
Teymastykki av hamp frá 1'/„—-6 oz.
Ravmagnsperur
av øllum steðdum eru bestar og bíligast hjá okkum.
Okkara klædnavørur
av ellum slegum eru brátt viðgitnar um alt landið fyri góðsku og pr ís
Arbeiðaranna Trolarafelag.
A m. b. Á
Skipafelagið Føroyar
Telefonir 209 171 274
Tórshavn
FÓLKAFUNDUR
verður sunnudagin 4. juli uppi á Egilsnesi, millum Kvivik
og Vestmanna.
Røðarar verða: Sigrið av Skarði Joensen,
H. A. Djurhuus,
Pauli Dahl,
Hans Debess Joensen,
Gunnar Dahl-Olsen.
Ungmannafelegini í Kvivik og Vestmanna.
Føroyskt kol - útlandskt kol - koks,
Arbeidsmannafelagsins kolasøla,
Térshavn — tlf. 405.
Studenta- og preliminerskeidid.
Skulin byrjar aftur mikudugin t. 18. aug. Tey, sum
ynskja at gerast næmingar, verda bidin um at venda sær til
cand. mag. Erik Petersen, Tórshavn, helst innan ólavsøku.
Th. Nygaard.
Vit lata:
Feskt kjøt og flesk
pylsur
feitivørur
livurpostei
salatir
konserves