mánadagur 19. juli 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
19. juli 1948
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Nr.
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Bráðf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN
Prent: Á. OSTER's
HEIMA TÍÐINDI
„Reseptiðn“ umborð
á Oyrnafjalli.
Meðan »Oyrnafjall« lá á Tvør-
oyri beyd stjórin Zakarias Joen-
sen sóknarstýrinum, keypmon-
nunum og nøkrum øðrum til
ein >receptión< umborð á skipi-
num. Tað var hugnalig og væl-
eydnað samkoma. Røður, sum
hildnar vórðu, tóku fram, at nú
vóru Føroyingar eisini farnir
at kappast í farmasigling við
aðrar tjóðir á víðum havi.
Peikað varð eisini á hetta dømi
um, hvat samvirkisandin kann
útrætta, og at føroyskir keyp-
menn og reiðarar tóku væl ímóti
»Tjaldrinum«, teir fóru at gera
tað sama móti hesum nýggja
skipinum.
„Brimnes“
kom heim við um 350 skpd.
av saltfiski (trolskip). Teir fóru
til Bjarnoynna, men tå var fisk-
urin farin. Hetta hava teir so
fiskað á Norðkapgrunninum.
Tað er smáur fiskur. Teir siga
frá, at trolararnir, sum royna í
Hvítahavinum fáa ongan fisk á
vestara partinum. Ti ota teir
seg eystureftir. Har liggja russ-
iskir trolarar, álvápnaðir, ka-
nón bæði for og bak. Fiskurin
har eysturi er stórur og góður
fiskur.
Heiðursmerki.
Danir og Norðmenn hava
býtt heiðursmerki út til Føroy-
ingar mest fyri tænastu undir
krignum, >Dimmal.c sigur nú í
næstseinasta blaði frá, at Bret-
lendingar eisini hava givið heið-
ursmerki til Danir og Føroy-
ingar her í Føroyum.
Ítróttur.
»Neistin« og V.Í.F. (manns-
lið) leikaðu landskappingardyst
í gjár. 2. liðini leikaðu javnt
4—4.
1. lið Y. Í. F. vann Í. líð
»Neistan«s við 5—0.
K. Í. 1. lið leikaði móti B 36 b
K. Í. vann 11—0.
Móti Hetlendingum:
Ítróttasamband Føroya hevur
burt úr okkara fótbóltsleikarum
kosið sær 16 av landsins bestu,
ið venja skulu í felag frá 15.
og til ólavsvøku so vit á ólav-
søku kunna møta hetlendingum
við einum samansettum liði.
Teim, ið Ítróttaráðið hevur sýnt
hetta álit eru hesir:
Helgo Larsen Klakksvík
Mourits Jacobsen —
Kristin Guttesen Tórshavn
Jógvan Johansen
Óla J. Guttesen
J. W. Mortensen
Meinhard Arge
Herluf Mikkelsen
Jógvan Debess
Esmar Jacobsen
Kjartan Nattestad
Hjørleif Hansen
Einar Larsen
Mortan Niclasen
Tvøroyri
Sam Olsen Vági
Andrew Thomsen —
Feskfiskasølan.
8. juli ks. £
Stella Arg. 2315 6.134
Riddarin 433 3.484
Njørður 147 1.360
flutt 21 218
Njarðlingur 332 1.118
Barðið 407 1.934
Morgunstj. 144 1.345
13. juli
Fagriklettur 424 1.884
Akranes 335 1.215
Vestursøki 337 1.296
Glottin 213 1.324
14. juli
Poppy 624 4.402
Årnaberg 166 547
Skålafjall 157 931
Vestmanna 445 1.525
Sonja Egholm 351 1.303
Húsaviðurskifti
í Føroyum.
Onkuntid fyrr er hesin spurn-
ingur havdur frammi. Hann er
nú, ið fólkið veksur, og tey
verkligu framstigini taka um
seg, vorðin meira og meira
átroðkandi.
Í stórum plássum hava fólk
ikki longur líkindi at byggja
egin hús. Tey mugu søkja sær
innivist hjá øðrum: leiga høli,
sum vit siga. Og tá ið eingin
hevur havt slík viðurskifti í
eygsjón er trot uppá húsarúmd
— serliga í høvuðstaðnum. Til-
faratrotið hesa tíðina hevur eis-
ini ligið í buktini. Av slíkum
líkindum stendst, at húsaleigan
rennur upp, og tað í stórum.
Eingi hús eru, vinnulíkindi á
einum plássi gerast góð, og so
leitar heil manfjøld inn á plássið
í stuttum tíðarskeiði.
Vit skuldu havt eina umsjón
við húsaleigureglum, men tað
er sjálvandi ikki gott at seta
reglur fyri húsaleigu, tá ið
slíkur gravgangur er eftir at fáa
høli. Skal strangliga verða farið
fram her, so verður bara noktað
at leiga burtur. Tað er sjálv-
andi tær høgu húsaleigurnar, ið
eggja fólk at leiga síni hús ella
rúm í sínum húsum burtur.
Einastu ráð at greiða henda
álvarsspurning eru at byggja
meira. Men hvør skal byggja?
Privatmenn kunna ikki tvingast
at byggja. So má tað vera land
ella kommuna, id taka sær av
tí, helst kommunurnar.
Ja, ofta er so, at ein sosialur
Føroyskt kol - útlendskt kol - koks,
Arbeiðsmannafelagsins kolasøla,
Tórshavn — tlf. 405.
|
Eg keypi
klippfisk
tilvirkaðan til sølu í Italiu.
Interesseraðir seljarar seta seg í samband við meg
sum skjótast til at samráðast um prís.
GUDMUND ISFELT
Feroya Fólkaháskúli.
Vetrarskúli fyri dreingir verður frá 1. okt. til 28. febr.
Teir, ið ætla sær á skúlan, kunnu søkja um peninga-
styrk (innan 1. sept.).
Nærri frágreiðing hjá Jóhannesi av Skarði, telefon 243.
og samfelagsligur neyðstandur
noyðir stat ella kommunu at
ganga ein »sosialiseringsveg«.
Her er eitt mál, sum alment
má verða lagt uppí. Fólk royna
at krúpa inni í sínum trongu
rúmum, tey lata leigugjald, sum
tey á ongan hátt orka at gjalda,
og aftur at hesum, eru eisini
skattareglurnar so, at skatta-
veldi gevur leiguútreiðslum
ongan ans. Tey gjalda fullan
skatt av húsaleiguni. Og kanska
tey, sum líkindi hava havt at
byggja sær hús, sleppa nær við
skattafri av sínum húsum.
Lærulíkindini í Føroyum.
Skulu Føroyingar kunna standa
seg, mugu teir vera førir at kapp-
ast við útlandið í øllum førum.
Viðvíkjandi framleiðslu so mugu
framleiðsluútreiðslurnar ikki
vera hægri hjá okkum enn aðra-
staðni. Verður tað, kunna vør-
ur okkara ikki kappast við út-
lendskar vørur.
Á sama hátt er tað á lær-
dómsøkinum. Standa skúlavið-
urskifti okkara aftan fyri út-
landsins, fer hin ungi heldur
hagar at leita sær kunnleika
enn í heimlandinum — uttan
so, at vit steingja og forða at
sleppa burtur, og tað eru ráð,
ið illa hóska í einum frælsis-
landi. Øllum er greitt, at við-
víkjandi skúlum, so kunnu vit
enn ikki kappast.
Læraraprógvið frá Føroya
Læraraskúla verður ikki mett
so høgt sum tilsvarandi prógv
frá donskum læraraskúla. Og
so er ein annar stóri vansi,
sum ger, at hin unga slektin
leitar sær burtur at læra: tað
er so nógv híligari hjá Føroy-
ingi at fara niður til Danmarkar
at ganga í skúla og taka eitt
prógv enn her heima í Føroy-
um.
Hin í nógv ár umrøddi stu-
dentaskúlin kom, og tað var
mett at vera eitt mikið framstig;
men gagn hansara fyri føroyska
mentun og føroyska uppvenjing
er á ongan hátt fullfiggjað, tí
tað er so dýrt hjá bygdanæm-
ingum at fara til Havnar at
hann, ið kann, fer heldur niður
til Danmarkar, tað verður hon-
um nógv bíligari.
Her er ein skeivleiki, sum
eigur at verða bøttur. Skal ikki
okkara frígeringar og uppbygg-
ingarstarv verða eitt tómt spæl,
so mugu viðurskifti gerast so,
at hin ungi ikki av slíkum
grundum fer at leita sær burtur.
Ein ætlan hevur leingi ligið
framvið at fáa í lag eina kost-
skúlaskipan, og eftir henni at
leggja teir hægru skúlarnar
saman: læruskúla, studentaskúla
og preliminærskúla. Men henda
ætlan hevur bara svomið fram-
við, og hon er ikki komin í
ljósmála.
Slík skipan kostar pening,
men tað kostar skúlaskipan
í øllum demokratiskum lond-
um, id stremba fram ímóti at
gera lærdóm og menning at-
komilig fyri øll — fátæk eins
og rík. Sum hevur ljóðað, so
hava studentaskúla viðurskiftini
verið vánalig, síðan hann varð
settur á stovn. Eingi skúlahús,
ringar læraralønir, og trot uppá
føroyskar lærarar.