Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-09-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1948síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18. september 1948 FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR Brådf. bladstjéri: MARTIN FOENSEN Prent: A. ØSTEN's HEIMATIDINDI K.F.U.M. Tórshavn 10 år. 16. september f år eru 10 år síðani hjúnini Karolina og Jens Christensen stovnaðu K.F.U.M. Tess vegna verður minningar- samkoma sunnukvøldid, í morg- in, kl. 20 í K.F. U.M, Velbastaðmenn býta haga teirra sundur. Velbastaðmenn eru komnir á- samt um at byta hagan sundur, so at bøndurnir fáa ein byttan haga. Á Velbastað eru 32 merk- ur og 7 hendur. 3 av teimum hava 6 merkur, 2 fýra merkur og tveir 3. merkur. Drottningin er væntandi á Havnina í kvold á ferð úr Keypmannahavn. E V. Landau fúti í Feroyum. Settur fúti í Føroyum E. X Landau er nú við kongaligari á- setan gjørdur fúti her á landi. y Brådleyp. Í dag, 18. september, giftast í Torshavn Eja Hansen (dóttur Jens í Funningsstovu) úr Tórs- havn og Carl Andersen úr Keyp- mannahavn. Fint selskap. Hitt norska herskipid »Ande- nes« var á Havnini nú um dag- arnar. »Spissarnir« vóru um- borð til veitslu og týsdagin vórðu 30 born vald burtur úr allari Havnini og sluppu tey umborð at síggja skipið. Nýtt ,,spinnari' er sett á stovn í Tórshavn. Verkið liggur við Dalavegin. „14. september“ eltir Dimmalætting, sigur >Dagblaðið< fyri 17. sep- tember. Blaðið heldur, at tað er ikki somiligt fyri >14. september< at loypa á leistum fyri Dimma- lætting. Ein Klakksvíkingur bjóðar í Dagblaðnum fyri 17. september blaðstjóra Dagblaðs- ins át koma norður til Klakks- víkar at síggja biografviðurskift- íni har — í ringasta skili sigur hann, at heilir ølkassarnir fara strúkandi út fgjøgnum vindeyg- uni. Deglingar. 2 doglingar komu inn á Sand- vík 10. september og máttu lata lívið. Um morgunin, tá ið fólk í Sandvík komu upp sóu tey hesi stórdýrini liggja á sandin- um. Teir eru mettir til 30 skinn hvor. Nýggjur sýslumaður er komin í sýslumansembætið heima á Sandi, og er tað hr. Valdemar Djurhuus, úr Sunn- bæ; higartil hevur hann verið fútafulltrúi í Tórshavn. Sýslu- maðurin, ið fer, er hin kendi Jógvan Winther, og fer hann fyri aldur. 70 ár. Í gjár fyllti hin kendi Havnar- maðurin C1. Clementsen (Klæ- mint á Syðradali) 70 ár og í- morgin fyllir hin kendi IHoyvíks- ingurin Hans Simonsen (Hans í Hoyvík) 70 ár. H, B. — Anderes“ Tyskvøldid spældi H. B. ímóti einum liði frá tí norska herskipi- num »Andenes«. H.B. vann við 3—0. fsfiskasølan. 8. septbr. ks. £ Vestmanna 552 1852 Hoyvík 463 1653 Havsøki 388 1345 Ørvur 339 1179 9. septbr. bø Gioltin 360 1947 — flutt 41 220 Barðið 398 1320 Akranes 335 1313 Njarðlingur 442 1848 10. septbr. August 236 1223 11. septbr. Norðberg 520 1448 18. septbr. Rankin 2189 4486 14. septbr. Álvur 262 767 Fossá 175 592 Egholm 488 1696 Vesturleiki 385 1200 Boyne 1629 kt. 3274 Hundaskatturin verdur 1. januar hækkadur til 20 krónur. „Tú alfagra land mitt“ og »Her er dámligt í Føroyum« eru í hesum dogum komin út við logum, og eru at selja í bókabúðunum. Hans Husgaard lærari hevur nú fingið pláss við Klakks- víkar skúla. Hann hevur nú í tvey ár verið í Keypmannahavn og nomið sær serkunnleika; eitt árið var hann á >Danmarks Højskole for Legemsøvelser« og annað á »Danmarks Lærer- hójskolec. Svenskararnir bjóða SEV til Sverikis Eitt svenskt firma hevur boðið SEV-monnunum á vitjunarferð til Svoríkis. Orsøkin til hesa bjóðing er at firmaið ætlar at bjóða uppá at gera SEV elektri- sitetsverkið í Foroyum. Teir, ið fara eru: Gunnar Dahl-Olsen, Vestmanna, J. P. Gregersen, Gøtu, Petur å Lofti, Sandavågi, N. P. Hansen, Glyvr- ar, Dánjal Niclasen, Sørvågi, J. F. Øregaard, Gøtu, og Leif Waagstein, Torshavn, Ferðin er ókeypis — svenska firmaið betalir. Grønlandsfiskiskipiri halda åfram at koma. »Marite« kom i vikuni. Hon hevdi 11- 1200 skpd. Allan fiskin inni. Turkimaskina Nógvastaðni í Foroyum nýta tey turkilog. Og í plássum, har terrin er vánaligur, ella heyst, tá ið illa gongst at fáa hoyggið upp, eru hesi turkilogini sera hent. Nú eru menn farnir at royna seg við eini turkimaskinu. Tað er Búnaðarráðið, ið stendur fyri hesum royndum. Tá ið roynd- irnar eru fullfíggjaðar, skal frá- greiðing koma um úrslitið. Nýggjur stjóri. Foroya Fiskasola hevur sett Jens Chr. Johannesen til stjóra. Harra Johannesen hevur higar- til verið stjóri fyri dagblaðnum »København« hjá Vinstra-flokki- num í Danmark. Hann er annars Feroyingur — úr Tórs- havn. Føroya Sjovåtrygging Skip - motorbåtar útróðrarbátar - verur verða tryggjað Lastvognskoyring Anton Arge (y) Húsabrúgv Tlf. 434 Val av 4 grindaformonnum fyri. Havnina verður í býráðssalinum í Havn tann 18. september kl. 19. Streymoyar sýsla t. 12. sept.1948. G. Dahl Olsen Lysid i Sosialinum. HOVEDKONTOR THORSHAVN Lørdag AKTIESELSKABET FØROYA BANKI Stittet 1906 Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 1.800.000 Bankforretninger af enhver Art udføres. Kontortid Kl. 11 — 3. AFDELING: TRANGISVAAG 11—2 Skipafelagið Føroyar Telefonir 209 171 274 Térshavn Partafelagid telefon 259 og 133 ÍSUR AGNSILD | FRYSTIGODS HAVNAR FISKACENTRAL | KLAKKSVÍKAR SJÓMANNSSKÚLI byrjar 1. okt. skeið fyri »sætteskippere« og »longdumonnum«.