Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-10-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 1948síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

) ” 9. oktober 1948 FØROYA SOSÍAL DEMOKRATUR MARTIN JOENSEN ØSTER'S Brådf. bladstjori ; Prent: A. Heimatíðindi. Á HEIMVEG ÚR GRØNLANDI ' Danskir bátar á heimveg úr Grønlandi vóru inni á Tvøroyri. Teir sigldu avstað ónsdagin. Nakrir Grønlendingar sóust at vera við. VIÐAFARMUR Skip hevur verið víð viða- farmi til Richard Thomsen. Slíkur farmur man koma í tørvi til Suðuroyar. Har hevur nógva- staðni verið stórt vidalrot, og hús hava staðið ógjørd, tí einki tilfar bevur verið. HÁSKÚLAVIKA Tað frættist, at Eiðismenn skulu halda eina háskúlaviku. Talarar eru bidnir: Rasmus Rasmussen háskúlalærari, Maria Mikkelsen fyrrver. bókavørði. Sóknarpresturin Z. Brimnes og lærarin J. Kallsoy skulu eisini røða. Eiðismenn hava eisini gjørt tillak at stovna eitt bókasavn. Teir hava fingið stuðul frá Ting- inum. Hetta eru góð tiltøk, og vónandi fara aðrar bygdir at taka eftir. HOYGGID Tey, ið hava hoyggj liggjandi, sýnast ikki at fáa tað upp. Nú hevur tað eisini ligið so leingi, at tað er spilt. Regn og vindur leika í heilum. BARJAMA fór til Onglands mánadagin. Hon hevði tvøst úr Lopra við sær. Stórhvalatvøstið úr Lopra slepst væl av við, og sigst at dáma Onglendinginum væl. ENSKI KONSULIN fór niður í Barjamu. Hann skuldi taka lut í samráðingunum, sum føroyska sendinevndin skuldi hava við enskar stjórnarmenn. SAKFØRARI CHRISTENSEN sum var kendur maður her í Føroyum er deyður fyri kortum Hann var eina tíðina sakførari fyri Føroya Fiskimannafelag. VARÐIN XXVI bind av tidarskriftinum Varðanum er út komið. Tað inniheldur: Jomsvíkingakvæði eftir Mikkj- al á Ryggi. Føroyskar bókmentir eftir Per Mohr. Myrkaræðsla eftir Gudmund Danielsen. Gal- dra Loftur, íslendskur sjónleikur eftir Jóhann Sigujónsson,. týdd- ur av Petru Djurhuus. Hesin sjónleikur varð spældur í Havn i vetur. Goethe: Vanitas, vanita- tum, vanitas, tytt av Chr. Matras. FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR STORUR FISKISKAPUR Størstu veidu fyri árið við snøri man Vágssluppin Maritana hava ført á land. Hon hevði yvir 1700 skippund. Hin besti fiskimadurin umborð hevdi 12000 fiskar á snøri. Skipari hevur verið Johan Larsen úr Porkeri. Her kann »Enn eru knotur i føroyskum kongum...< s.s. OYRNAFJALL kom til Haifa 30/9 og fór ætl- andi hagani 6/10 til Kirkelo, Amorgos Island. Á veg til Lon- don fer báturin inn til Gibraltar at taka bunkerkol; agentarnir har eru Mackintosh < Co, (Gibraltar) Ltd. Avgreiðsluna í London hevur G. T. Symons & Co, Ltd. 4 Loyds Avenue, London E. C. 3. Postur, ið sendur verður við Drottningini, kann verða sendur til London. STREIKAN um mjólkina Mjølkastreikan helt upp at fyri tað fyrsta. Máli skal fara til Løgtingið, sum skal taka støðu til tað. Mjólkastreikan er ring streika fyri samfelagið. Tað eru børnini hina uppvaxandi slektina, hon rakar meinast. Børnunum tørv- ar mjólk, nógva mjólk, og okk- ara land er ikki ov vælstatt við mjólk. Vit skuldu fingið meira mjólk, um nýtslan skuldi komið til tað, hon átti at verið. Teir, id selja mjólkina siga, at mjólkaprís- urin er ov lágur. Lønir eru høgar, kraftfóður er dýrt, og at fáast við mjólk gevur einki av sær. Rætt er, at lønir eru høgar, alt er dýrt at keypa, og strev er at hava neyt. Men tey, ið taka tær høgu lønirnar, halda eisini, at alt er dýrt, og ringt er at fáa endarnar at røkka saman. Høvdu tey betri ráð, mundu tey keypt meira mjólk til børn síni, enn tey nú keypa. Her eru so statt tvinnar áskoð- anir, Løgtingið hevur at hugsa um: bæði seljara og keypara. Vit mugu hava mjólk, og Tingið má fara so fram, at neytini ikki verða dripin. Men vandi er við, at prísir ganga upp. Tað verður ein snælda, sum vindur uppá seg. Betri var, at prísir fullu enn teir vóru uppgangandi. Fær so ikki neytaeigarin nóg mikið burtur úr mjólkasøluni, má heldur Tingið ganga aftur til at geva ein studning til mjólkaseljarin, og keyparin fær mjólkina fyri tann prís, ið var. Hetta hava lond gjørt fyri vør- ur, sum landið sjálvt framleiðir. sigast: cwt. £ Fagriklettur 22 70 Skipafossur 458 1372 Ørvur 343 840 Nr, 39 | | | | KRKJULIGA HEIMAMISSIÓNIN ÅRSMØTI Í HAVN 21 — 24 okt. 1948 Um Gud vil, heldur Hin kirkjuliga Heimamissiónin í Før- oyum ársmøti i Havn 21—24 oktober. Umframt heimligar talarar, vænta vit sum gestir og hjálpar- menn við møtini: formannin fyri kirkj. Heimamissiónina í Danmark, CHR. BARTHOLDY, sóknarprestur, og háskúla- fyristøðumann THORLO, Haslev. Innivist til hesar dagar, fæst við at siga frå áðrenn 16. oktober til: A. Hum- meland tlf. 324, Sofus Hejgaard tlf. 204, frk. H. Bærentsen tlf. 428, R. Mor- tensen, Argir, tlf. 1, ella Sjomannsheimid. Vegna k. H. samfundsráð i Føroyum C. ELIASSEN Ferðagóðstrygging teknast hjá okkum. TRYGGINGARSAMBANDIÐ »FOROYAR« ÍSUR AGN SLD FRYST GÓÐS Partafelagið HAVNAR FISKACENTRAL | telefon 259 og 133 Færøsk Margarine VITA Ne I Vitlaminiseret Fint Produkt. Færøsk Produkt. Føroyskt kol - útlendskt kol - koks. Arbeidsmannafelagsins kolasøla, Térshavn — Hf. 405 Vit lata: Feskt kjøt og flesk pylsur feitivørur ' livurpostei rå salatir konserves