Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 1949síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

15. oktoberber 1949 FØROYA SOSIAL-DEMOKRBATUR TROLARAFLOTIN... Einki hevur gjørt okkara samfelagið størri skaða enn tað vanntreystið, sum „Dimmal.“ og „Tingakr.“ og ein hópur av teirra hugsingarleysu „meðleyp- arum“. ið sótu sum heimatrøll og sætaðu sær, tá ið aðrir lótu síni ovru til fyri at økja og menna um vinnuna sær sjálvum og landinum til uppbyggingar, hava skapt heima sum úti til okkara trolaraflota. „Gamle rustklumper“ ljóðar nú um heim og heyg niðri. Gamalt burturkast ljóðar her heima. Meg minnist tíðina undan krignum. 11 ellivu milliónir var skattainntøkan tá. Undir krignum var hon hæg- sta árið nakrar og fjøruti. Tá hildu menn inntøkurnar at hava „toppað“ tað vóru kríggsinntøkur. Men so fingu vit trolararnar og skipini við Vinnulánsgrunn- sins hjálp. Hesi skip kostaðu kanska íalt um 40—50 milliónur. Men tey góvu sanniliga „bon- US. Í fvrraårid fór skattainntøkan upp í móti teim sjeyti millión- unum, og í fjør lá hon væl omanfyri tær áttati milliónur- nar. Altso í tvey ár atvikavist 20 og 40 milliónur hægri enn hægsta kríggsárið. Nationaløkonomiskt hevur flotin altso langt síðani vunnið; seg aftur. Hann hevur givið Førovum eina meirinntøku, ið er størri. enn hann sjálvur kostaði, hóast prísurin var hæg- sti kriggsprisur skilalevsa høgur, ti menn ikki vildu fylgja javnadarmonnum, ið vildu hava at landid skuldi standa fyri ny- byggingum og øllum skipa- keypi sambært ein landsplán, sí bóklingin „Arbeiði til øll á sjógvi og landi“. Einki kann betri en hesi tøl lýsa frá, hvussu ómetaligan týdning okkara øking av skipa- flotanum hevur haft fyri landið. Tað er ti rætt og rimiligt, at hitt almenna ger, hvat ið tað kann fyri, at okkara skip, iði eru landsins innløgukelda, ikki verða løgd fyri tevm, og at ikki tann skaði hendur umframt so mangur annar skaði, at fiski- manna og annara manna fram- takshugur verður støktur. Verður framtakshugurin støk- tur er hendur okkum óbøtiligur skaði. ein skaði, sum er einki minni enn landsskaðin mikli, tí okkara lands framtakslagna ríður á fólksins framtaksídni og huginum at leggja til. Og sigi mær: hava teir menn, sum av virkishuga løgdu alt sítt til, uppiborið at verða sleptir uppá fjall uttan at kannað verður. um hjálp kann verða veitt teimum, so teir sjálvir við arheiðsamboði sínum kunnu ar- heiða seg upp undan aftur? Nei og aftur nei! Heldur enn sum úlvar at falla vvir trolaradriftina, ið hevur givið okkara landi og fólki so nógv, so lati okkum bjarga henni. . Summir teir flestu — ti- betur av trolarunum klára seg. Men um ein fjórðingur er i vanda. Lat meg seta hetta hjálpar- uppskot fram: 1. Landsstýrið lænir ávarandi skipi hóskandi pening til at fáa eina skipan við sjópantihavar- arnar. 9 Bankar, lánistovnar og teir vmsu kreditorarnir ganga vid til at niðurskriva krøv síni so langt, at trolarin skal hava møguleika at arbeiða seg leysan úr skuld. Hetta kunnu kreditorarnir held- ur gera enn at lata trolarin til uppsølu, harvið teir verða at missa alt. 3. Ávarandi trolarar skulu fáa eitt til tvey ára moratorinum, t. v. s., at kreditorarnir skulu bíða við rentu- og avdráttargjaldi hesa tíð. Um tað hendir, at trol- arin verður at vinna nógv í mo- ratoriitíðini, skal alt avlopið verða goymt til konsolideran og evkaavdrått av skuld. 4. Um landsstýrið heldur tað vera neyðugt skulu ,,kreppu- trolararnir“ verða lagdir undir nýggja serkøna leiðslu. 5. Útreiðslurnar skulu niður: a. rentu- og tryggingarpen- ingurin má lækkast munandi. b. felags innkeyp fyri at fáa útgerðarvørurnar nógv biligari enn tilfelli er í dag. matarhúsarhald umborð, so kostarút- reiðslurnar ikki verða at liggja stórt omanfyri 4 kr. fyri mannin um dagin. c. betri d. størri sparsemi Í greið- um. e. maskinfólkið skal smoykja uppum armar- nar, tá ið skipið kemur í havn, fyri at fáa hildið maskinuna í fullgóðum standi og niðri á tí minst møguliga kolbrúki. f. skiparin og stýrimenn- inir skulu ansa eftir og hava ábyrgd fyri, at eingin oyðsla, men hin størsti røkisskapur verð- ur umborð. g. umsitingarútreiðslurnar so langt niður sum møg- uligt. h. sum prísurin og fiska- nøgdin nú er kann mann ingin ikki fara niður í hýru, men skiparar og yvirmenninir yvirhøvur hava nakað at lata og eiga teir eisini at gera tað. i. beddingsútreiðslurnar eru nógv ov stórar tær megu niður. 0. s. fr; Her er ikki talan um at fylla i kapitalistin, men um at hjålpa fiskimonnum at fåa sina ar- beidslon uttan at noyðast at renna farið undir hamarin, og um at fáa kreditorarnar at sláa av heldur enn í byttleika at renna trolarin „fallit“ og missa alt. Nr. 38 Feroyska hondsápu Men tað, sum ræður um meiri enn nakað annað, er at sanera driftina, so hon í framtíðini kann hvíla í sær sjálvum og vera tann megnarstuðul fyri land og fólk sum trolararnir hava verið. ; ; Virkisvinur. frå fabrik OKKARA : KUNNGERÐ kann verkið Vegna motorskada á elverkinum ikki veita allan tann streym sum tørvur er á. Fyri at fólk skulu fáa ljós, má verkið hervið banna allari nýtslu av tekniskum streymi í tíðini frá kl. 16 til kl. 24. Fólk verða biðin um at vera sparin við ljósi, so øll fáa neyðugan streym. Elektricitetsnevnd Tórshavnar býráðs. | TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØRKOYAR telf. 372 telf. 372 Føroya Sjóvátrygging... telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 221 Føroya Kríggstrygging.. Førova Brunatrygging .. Vit tryggja: Bátar - skip - verur - hús - innbúgv - ferðagoðs bilar o. a. Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — Bygging av leikfimis- og svimjihøll Útboðið verður stoypiarbeiði og úlgrefstur við bygging av leikfimis- og svimjihøll við Tvøroyrar skúla sampart tekningar og arheiðistreytir, ið eru til skjals hjá J. Hofgaard arkitekti, Hvitanesi, Tvør- oyri, og sum kunnu fåast ímóti at gjalda 25 kr., ið verða aflurgoldnar, tá id tær verða afturbornar. Tilboð verða at geva Froðbiar sóknar kommunu innan 1. november 1949 kl. 17. Kommunan heldur sær rætt til at velja millum tilboðini eins og einki at taka. Tvøroyri, hin 7. oktober 1949. Froðbiar sóknarstýri. Kirkjuliga Heimamissions ársmeti í Havn. 20.—23. oktober 1949 Um Gud vil, heldur >Hin kirkjuliga Heima- missionin« i Føroyum ársmøti i Havn 20 —23. okt. Fyri uttan heimligar talarar, vænta vit sum gest og hjálparmann við mølini, sóknarprest E. Majdahl, Næsborg. Innivist til hesar dagar fæst við at siga frá áðrenn 17. okt. til Sofus Højgaard, tlf, 204, Frk. H. Bæ- rentsen tlf. 428, R. Mortensen, Argir tlf. 1, Sjó- mannsheimið ella missioner Joh. Mortensen. Vegna K. H. Samfundsráð í Føroyum C. Eliassen.