leygardagur 28. mai 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
Nr. 39 — 28. mai 1977
| Hotelviðurskiftini
| í Féroyum kaotisk
sosialurin
Tað vera hvønn dag avvístar nógvar bileggingar
til ferðir til Feroya vegna ov vánaligan hotel-
Lars Larsen stjóri í flogfelagnum
kapasitet, sigur
Tað er óforsvarligt at oysa oll
hesi ferðafólkini inn í landið
hvønn dag, tá vit ikki hava
nakran hotelkapasitet at taka i-
móti hesum fólki, sigur Lars
Larsen, stjóri í flogfelagnum.
Tað vera hvønn dag avvístir
nógvir ferðaseðlar til Feroya
vegna hetta sama. Tað ber ti
ikki til at gera nakað søluarbeidi
fyri at fáa fólk hendavegin, sigur
Lars, og heldur fram,at tey
stóru flogfeløgini hava heimsins
bestu søluskipan, tá tað snýr seg
um at veita fólki upplýsingar um
eitt åvist ferðamannaland.
Ahugin er stórur at koma
hendavegin, og um menn hevdu
lagt so mikið av peningi av sum
ein hampuligur linubátur kostar
til at byggja gistiarhús fyri,
vóru viðurskiftini mikið betur
enn í dag, sigur Lars Larsen.
Hann sigur okkum, at amerik
anski felagsskapurin fyri ferða-
mannafeløg fer at senda 9 bólkar
í hverjum 25 fólk til Feroya í
-
summar. Um hotelkapasiteturin
var betur, høvdu teir kunna sent
nógv fleiri í senn.
Ætlanir um
hotelbygging
Flogfelag Feroya hevur havt í
hyggju at byggja hotel við flog-
vellin i Vágunum. Hesar ætlanir
eru nú útsettar nakað av tí, at
neyðug figgjan ikki er fingin til
vega. Ætlanir vóru um at
byggja eitt hotel, sum kundi
taka eini 80 til 90 fólk. Um nóg
mikið at peningi var til taks átti
hotellið at verið nógv størri, men
so verður ikki, Sigur Lars Lars-
en.
Mugu senda ferða-
fólkini aftur til Havnar
tá flogið varð við Fokker Friend-
skip-flogfarinum, sum tók um-
leið 40 fólk, var gjerligt at hýsa
teimum vesturi í Vágum, men
við hesum nýggja flogfarinum,
Frammi hjá flogskiparanum á BOEING 737
Eitt starv sum
sjúkrahjálpari
40 t. arbeidsviku dagvakt, verður við hesum
lýst leyst.
Umsókn við avriti av prógvum og frásøgn
um fyrrverandi arbeiðspláss verður at stíla
til stýrið og senda til heimið áðrenn 14/6 1977.
Upplýsingar um størvini við at venda sær
til heimið.
Ellis- og Avlamisheimið
í Vágum
sum tekur 120 ferðandi, er hetta
ikki gjørligt. Teir mugu tá senda
oll aftur til Havnar, tí einki pláss
er ha: vesturi.
Fleiri við flogfari
Hesi seinastu árini hevur tað
víst seg at talið á teimum, sum
ferðast við flogfari, er vaksið
munandi í mun til tey, sum
ferðast við skipi. Í fjor komu
umleið 38.000 fólk um flogvellin
í Vágum. Roknast kann við at
talið í ár verður nógv størri.
Kapasiteturin í ár er væl størri
enn í fjør, nú nýggja flogfarið
hjá Mearsk-Air er sett í Føroya-
flúgvingina. Tað er ikki lætt at
síggja, hvussu nógv er umbiðið í
summar, men nakrir túrar eru
heilt útseldir. Serliga er hetta
tíðin, tá fólk fara í summarfri
síðst í juni og fyrst í august.
Kvøldtårar
Í løtuni verður flogið hvønn
gerðandisdag uttan mikudag,
men frá fyrst í juni verður eisini
flogið mikudag. Hetta heldur
fram til hálvan september.
Seinri í juni fara teir at gera
nakrar kveldtúrar eisini, og um
miðjan juli verða nýggju ferðir
gjørdar um vikuna millum
Keypmannahavn og Feroya. Ein
Hotellini eru alt ov fá
av hesum ferðum gongur yvir
Bergen.
Fleiri pláss
Tá tað varð flogið av tí mesta í
fjør, var kapdsiteturin um vik-
una 700 pláss, ímóti 1080 í år. Tá
minst varð í fjør, vóru 240 pláss
um vikuna og í ár 500.
Kostnaður
Ferðaseðilin millum Feroyar og
Keypmannahavn kostar 881 kr.
og til Bergen er kostnaðurin 840
kr.
Men so letur flogfelagið ymsar
avsláttur. Palan er um pensio
nistaavsláttur,
avslåttur av
Hetta er fyri tey
sum er 25 pst
kostnadinum.
, sum eru fylt 65
Ungdómsavsláttur er somu-
leiðis 25 pst. av kostnaðinum
fyri all undir 26 ár. Familuav-
sláttur: Her skalmaðurin (kon
an) gjalda fult, og restin av
familjuni fær hálvan prís.
Barnaavslátturin er fyri bern
upp til 12 ár og skulu tey gjalda
hálvan ferðaseðil. Born undir 2
ár gjalda 10 pst. Til seinast hava
vit bólkaavslátt. Avslátturin er
Síða 3
Hafn þá
tá 15 pst., um tað eru fleiri enn
10 í bólkinum
Ódýrar ferðir
til Íslands
Vanligi kostnaðurin til Íslands
og aftur er umleið 400 krónur,
men her ber í summar til at taka
ein 14-daga ferðaseðil, sum um-
fatar ferðina aftur og fram fyri
985 kr. Annars verður sagt um
flúgvingina til Íslands, at i
løtuni verður flogið hósdag og
sunnudag, men um miðjan juni
verður eisini flogið hvenn týs
dag
F-illsettur
Tá nýggja flogfarid varð sett in
i forovaflúgvingina í februar i ár
varð bert flogið við umleið 10
fólkum, hóast pláss er fyri 121
fólkum. Nú er hetta broytt
Menn eru nú komnir eftir, at væl
ber til at taka oll 120 fólkini við
Vanliga er tað so, at tá flogfarið
kemur úr Keypmannahavn til
Føroya verða bert tíkin 110
ferðafólk við. Hetta kemst av, at
táer nógvur postur og nakað av
farmi eisini
Fokker Friendship-flogfarið yvir Reykjavík