mikudagur 9. november 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
På
É
Í
i
|
å
*
|
;
px
ERE
Í
Nr. 77 — 9. november 1977
sosialurin
Síða 5
Mars møguliga
umbygdur til trol
— feroyskir keyparar víst áhuga fyri Venusi
Mars hevur síðani garna-
tíðin endaði síðst í apríl
mánað ligið við bryggju í
Sørvågi. Tað hevur ikki
eydnast at fáa fólk til at
fara á línuveiðu við skip-
inum og nú hava eigarar-
nir, S/f Uranus í Sanda-
vági, í umbúnað at lata
Mars umbyggja til trol-
ara. Endalig avgerð er
ikki tikin enn, men verður
skipið umbygt, skal hetta
gerast í Noregi og arbeiðið
kemur helst at kosta uml.
3 mill. kr.
Mars — ligið í Servági í hálvt ár
Venus er í løtuni á skipasmiðju
Venus hevur eisini ligið
>
sidani garnatidin endadi i
vår. Nú verður bíðað eftir
úrslitinum av royndarfis-
kiskapinum við gernum
eftir upsa, sum Miðvingur
er farin undir. Annars
plagar garnaveiðan eftir
upsa at byrja í januar.
Venus er eitt av Vága-
skipunum, sum varð lýst
til selu í summar, aftaná
at tað frættist, at tey ikki
sluppu til Grenlands at
royna. Upplýst verður, at
P/f Nipan, sum eigur
Venus, hevur frætt frá
áhugaðum keyparum í
Feroyum.
Venus er bygdur í 1961
og Mars í 1962 í Noregi.
Kanna veiðuna hjá
útlendsku trolarunum
Hósdagin vóru menn av
Tjaldrinum umborð á fýra
fronskum og einum eing-
ilskum trolara, sum royna
undir Feroyum, og kann-
aðu veiðu og reiðskap.
Tað visti seg at bæði veid-
an og reiðskapurin hjá ell-
um trolarunum var í lagi.
Franskmenninir hevdu
veitt upsa og longu, með-
an eingilski trolarin hevði
veitt upsa, tosk og hýsu.
Higartil hevur mann-
ingin á teimum føroysku
vaktar- og bjargingar-
skipunum ikki gjørt nógv
av at fara í lastina á teim-
um útlendsku trolarunum
at kanna, um veiðan sam-
svarar við tað, sum trol-
arnir hava loyvi til at
veiða undir Feroyum.
Fyri tað mesta plagar bert
reiðskapurin at verða
kannaður.
Tjaldrið
nógv at gera
Tjaldrið hjálpti í síðstu
viku fleiri bátum, sum
hevdu fingið maskin-
skaða. Hósdagin hjálpti
Tjaldrið Sporinum, sum
hevði fingið maskinskaða
vestanfyri Mykines. Spor-
ið varð sleipað inn á Runa-
vík.
Frammanundan hevði
Tjaldrið verið í Norðsjó-
num, og hjálpt Saturn,
sum hevði fingið um
skrúvuna.
Leygardagin hjálpti
Tjaldrið útróðrabátinum
Búgvanum. Hann hevði
Tá meskarnar hjá Clarkwood vórðu kannaðar
fingið maskinskaða vest-
anfyri Sandoynna, og
varð sleipaður inn á Tver-
oyri. Síðan fór Tjaldrið til
útróðrabátin Fagraberg,
sum lá við maskinskaða
norðanfyri. Hann varð
sleipaður inn á Fuglafjorð.
kring oyggjarnar
NSÍ venjara
NSÍ hevði limafund á
Sjómansheiminum i
Runavik sunnudagin,
har tosað var um venj-
araspurningin. Å fund-
inum var semja um, at
felagið skal royna at
útvega sær ein venjara
til komandi år. Nevnd-
in hjå felagnum skal nu
royna at finna fram til
ein venjara, og kanna
figgjarmøguleikarnar.
Føroya Fiski-
mannafelag
landsfund
Føroya Fiskimannafel-
ag fer at hava lands-
fund i Havn um viku-
skiftið. Á skránni
stendur frágreiðing,
framlega av roknskapi,
ásetan av limagjaldi og
ymiskt. Sóknarfor-
menninir og allir lim-
irnir í felagnum hava
rætt til at meta á fund-
inum, men bert sókn-
arformenninir hava at-
kvødurætt. Tað eru
einir 45 sóknarformenn
í felagnum, og limatal-
ið liggur í letuni um
3.000.
Ætlanir um
skúlabygging
Bygdarráðið í Porkeri
hevur ætlanir um at
byggja nýggjan skúla.
Málið er enn stutt á
leið komið, men lendi
til bygningin er útveg-
að og kemur nýggi
skúlin at liggja á eðr-
um stað í bygdini enn
tann núverandi, sum
varð bygdur í 1887.
Skúlin í Porkeri hevur
7 flokkar, tey eldri
børnini ganga í fram-
haldsdeildini í Vági. Í
Porkeri búgva nú uml.
370 fólk og barnatalið
er í vøkstri.
Fleiri sethús eru í
gerð í bygdini.
Gott seyðaár
Ur Porkeri frættist, at
slaktið hevur roynst
rættiliga væl í ár.
Lombini plaga at liggja
um 20 pund í miðal,
men í ár hava tey ligið
frá 22 til 30 pund og
fleiri eru farin upp um
tey 30.
Nógvir veðrar vórðu
flettir í heyst og tann
besti vá 93 pund! Hann
var tvævetur og hevði
gingið heima.
Eplini frukta væl
yvirhevur, so tað hev-
ur ikki bilað í Porkeri,
at summarið var so
turt.
Grótkastið
gjørt stóran mun
Grótkastið, sum er lagt
út frá ti eystara land-
inum í Porkeri, er nú so
at siga liðugt. Tað
frættist sunnaneftir, at
tað hevur hjálpt væl.
og havnin er vorðin
kyrrari. Ætlanin er eis-
ini at gera ein stuttan
pier út frá ti vestara
landinum, men hetta
arbeiðið byrjar neyvan
í vetur. Umframt ein
deksbát uppá 15 tons
hava porkeningar 15
maskinbátar og sama
tal av smærri bátum.
Tað hevur ikki viðr-
að væl til útróðrar í
heyst, men tá bátarnir
hava verið úti, hevur
fiskiskapurin verið
góður. Teir avreiða til
Polarfrost í Vági.
Harenga gjørt
royndir við
svartkjafti
Sildaverksmidjan Har-
enga i Norðragetu hev-
ur ligið still í fleiri
mánaðir orsakað av rá
Harenga
annars
vørutroti
framleidir
kryddsild, súrsild og
saltsild i tunnum og
tað ber ikki til hjá virk
inum at arbeiða annan
fisk, tí maskinurnar
kunnu bert brúkast til
sild. Fyri trimum vik-
um síðani varð kortini
ein roynd gjørd at
skera svartkjaft, men
hetta gekst ikki so væl,
ti råvøran skal helst
vera heilt fesk, tá hon
fer í maskinurnar.
Svartkjafturin var frá
einum russiskum skipi,
sum landaði nøkur tons
í Havn um hálvan ok-
tober. Teir skóru upp í
tvær tunnur og svart-
kjafturin er væl etandi,
verður sagt.
Nýggjur trol-
og skeljabátur
P/r Rólant II á Tver-
oyri hevur undirskriv-
að sáttmála við norska
skipasmiðju um bygg-
ing av einum 76 føtur
longum hekkutrolara
úr stáli. Ætlanin er, at
báturin skal trola á
landleiðini um summ-
arið og royna eftir skel-
jafiski um veturin.
Hesin skal avreiðast
til skeljavirkið Rem-
berg, sum miðar móti
at fáa G— 700 tons av
ráevni um arið. Í fjør
fekk virkið uml. 500
tons av jákupsskel frá
Rólant og einum hval-
biarbáti. Nýggi trolar-
in, sum skal verða lið-
ugur í mars komandi
ár, kemur at kosta 3,9
mill. kr