leygardagur 14. oktober 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 77 — 14. oktober 1978
Stórar útbyggingar
farnar fram
i Suðuroynni
Í hesum seinasta valskeiði eru stórar út-
byggingar farnar fram á mongum økjum
og greiðir Hilmar Bech, legtingsmaður,
her frá nøkrum av teimum tydningar-
mestu.
Stórar vegagerðir
— Vegurin millum Vág og
Hov er nú um at vera
liðugur. Fleiri staðni eru
nýggj vegastrekki gjerd.
Eg hugsi her serliga um,
at vegurin er gjørdur utt-
an um Porkeri og Hov.
Hetta til stóran bata bæði
fyri tær báðar bygdirnar
og fyri samferðsluna eftir
oynni.
Tað eru somuleiðis
ætlanir um at halda fram
suðureftir frá Vági móti
Lopra og til Sumbiar. Fyri
fáum døgum sidani
varå i tinginum samtykt
at gera berghol til Sumbi-
ar. Lógaruppskotið fekk
góða undirtøku, og var
tað framlagt av suðuroy-
artingmonnunum Sverra
Midjord, Ova Mikkelsen
og mær sjálvum. Eisini
var uppskotið undirskriv-
að av Hákuni Djurhuus
fyri Fólkaflokkin og
Kjartani Mohr fyri Fram-
burðsflokkin. Tað hevur
fyrr verið roynt at fáa eitt
tílíkt uppskot samtykt,
men hevur ikki borið til
fyrr enn nú. Við berghols-
sambandi fáa sumbingar
bæði stytri vegarsamband
og tryggari. Verandi
vegur er bæði trupul og
vandamikil. Her er mang-
an vindhart, ofta mjerki,
um veturin mangan gler-
stoytt. Eisini legst nógvur
kavi har. Vit skulu minn-
ast til, at skúlabern skulu
flytast henda veg ikki
minni enn tvær reisur um
dagin, og fleiri sumbingar
arbeiða í Vági. Eisini er
beint at nevna, at tað
mangan hevur verið trup-
ult at koma fram í sjúkra-
erindum, og kann tað tí
ikki annað enn frøa okk-
um, at tað nú sær út sum
nakað fer at henda, sigur
Hilmar Bech.
Vegurin til
Víkarbyrgis
— Spurningurin um
henda veg hevur verið upp
á tal í mannaminni, sigur
Hilmar. Undir seinra
heimsbardaga varð nakað
gjørt frá bygdini og niðan
gjøgnum bein og uppi á
Kýrheyggi varð eisini ein
lítil stubbi gjørdur. Men
síðani hevur einki verið
gjert. Nú er tíbetur sketil
settur á og grivið er rætti-
liga ávegis. Bygdin er ikki
stor, men har er rættiliga
stórur bøur og kemur
hetta ikki bert vikarbyrg-
ismonnum til góðar, men
eisini sumbingum, sum
eiga bø og haga har.
Eisini hevur verið ar-
beitt millum Øravik og
Tveroyri. Vegurin er
breiðkaður og gjerdur
beinari út um Gálgan.
Pierurin í Sandvík er longdur við 15 metrum
Eisini hetta má halda
fram. Tað hevði tó verið
best, um vegurin varð
lagdur oman fyri garðar-
nar, so meiri byggilendi
fekst.
Móti Hvalba eru eisini
åbøtur gjørdar. Vegurin er
breidkadur og asfalteradur
og autoverja er sett upp i
stødum. I hesum valskeid-
inum hava suduroyarting-
menninir lagt fram upp-
skot um at føra vegin ur
bergholinum og oman
gjøgnum dalin. Hetta
fekk tíverri ikki undir-
tøku. Tað er vindhart, har
vegurin liggur, og betri
hevði verið, um hann varð
lagdur oman gjøgnum
dalin móti Nesi og so fram
við sjónum heim til
Hvalbiar.
Vegurin gjøgnum bein
til Sandvíkar er breiðkað-
ur og asfalteraður. Eisini
er vegurin til Fåmjins
vorðin asfalteraður, men
neyðugt verður í næstum
at breiðka og beina hann í
stødum. Umframt hetta
eru smærri breiðkingar og
asfalteringar gjørdar,
autoverjur eru settar upp
og vegir avmerktir.
Harafturat hava eisini
nakrar kommunur sekt og
fingið játtan til dyrking-
arvegir.
Nógvar og stórar
havnagerðir
— Av sterri havnabygg-
ingum, sum gjerdar eru í
hesum valskeiðinum, er
havnarbyggingin í Vági.
Henda varð byrjað í sein-
asta valskeiði. Tað er ser-
Hilmar Bech,
løgtingsmadur
liga økid undir flakavirk-
inum og atløgubryggja til
flakavirkið. Ein tílík
havnarbygging var av-
gjørt neyðug og ein treyt
fyri flakavirkið. Betri
havnarviðurskiftini eru,
betri eru viðurskiftini hjá
flakavirkinum og teimum
fólkum, sum har starvast.
Vit eiga at minnast til, at
hetta er stersta arbeiðs-
plássið fyri bygdirnar i
sunnaru helvt av Suður-
oy, sigur Hilmar Beck og
hann heldur fram:
— Vágs kommuna
hevði á seinastu havna-
ætlan eina játtan uppá 5
miljónir og hevur á nú-
verandi havnaætlan eina
játtan uppá 12 miljónir.
Tað ber sostatt til hjá
kommununi at halda fram
við víðari útbygging av
havnini, sigur Hilmar.
Um havnarviðurskiftini
í heimbygd síni, Porkeri,
sigur hann,at har er havn-
ararbeiðið gjert. Har er
gjert eitt grótkast, sum
hevur skapt góða kyrru.
Eisini er gjørt nakað av
atløgubryggju fram við
landi, og játtan er somu-
leiðis fingin til víðari ut-
bygging.
Um havnararbeiði í ødr-
um bygdum sigur hann:
— Á Tveroyri er havn-
arútbygging farin fram og
eisini er játtan fingin til
víðari útbyggingar. Í
Hvalba er játtan givin
bæði av gomlu havnaætl-
anini og teirri nýggju.
Ætlanin er at fara undir
hetta arbeiði skjótt. Á
Nesi í Hvalba er eisini
fingin lendingarjáttan
bæði í síðstu og núverandi
ætlan, og har er arbeiðið í
gongd.
Í Fámjin eru eisini játt-
anir givnar, bæði undir
seinastu og hesi lendinga-
ætlan. Til bátadrátt í
Froðba er játtan fingin. Á
Tveroyri er eisini fingin
játtan um båtahyl og
planering undir ídnaðar-
eki. Hetta arbeiði er farið í
gongd. Í Øravik er somu-
leiðis játtaður peningur til
pierin. Í Hovi varð í sein-
asta valskeiði givin játtan
um båtadråttin og fara
kanningar nú fram fyri at
finna útav, hvat kann ger-
ast fyri at skapa betri
kyrru í bátahylinum. Í
Lopra er kaiarbeiði gjørt í
síðsta valskeiði, og varð
eisini játtan givin til við-
ari útbygging har á stað-
num. Henda játtanin var
uppá 3/4 av tveimum milj-
ónum. Hetta arbeiði er tó
ikki gjørt enn. Í Sumba
eru játtanir givnar til á-
betur í Pollinum. Bryggj-
an í Sandvík er í hesum
valskeiði longd við 15
metrum. Til hetta arbeiði
varð givin játtan bæði í
hesum og í seinasta val-
skeiði. Og meðan vit eru
við sjógvin, kunnu vit
nevna,at tokulúður er
komin í Akrabyrgi og er
hetta til góða hjálp, ser-
liga fyri teir, sum rógva út
við smábátum, leggur
Hilmar dent á.
Nógv hent
á skúlagkinum
— Í Vági er stór skúla-
bygging í gongd við stór-
ari svimjihell, sum stend-
ur mát sum kappingar-
hylur. Skúlin har hevur
verið alt ov trongur sein-
astu árini, og vit eiga at
minnast til, at í hesum
skúla ganga næmingar í
framhaldsdeildini frá all-
ari sunnaru helvt av
oynni. Á Tveroyri er eisini
nýggjur skúli bygdur og
eru somuleiðis ætlanir um
stórt skúlaprojekt inni í
Trongisvági. Eisini er
nýggjur skúli bygdur í
Hvalba.
Umframt hetta eru í
Vági ætlanir um bygging
av ítróttarhell í samband
. við VB-húsið. Í 1974 varð
HF stovnað í Suðuroy, og
verður undirvist bæði á
Tveroyri og í Vági, og
meti eg hetta hava alstór-
an týdning, serliga fyri
ungdómin í oynni. Í sam-
band við hetta er eisini
skeið fyri heimaskiparar.
Sosial framstig
— Á sosiala økinum er
nógv hent. Vit hava fingið
ellis- og rektarheim á
Tveroyri, sum er fyri alla
oynna, og eru øll ógvuliga
fegin um hetta. Tað er ikki
neyðugt longur at senda
okkara gomlu av oynni.
Eisini hevur Almanna-
stovan sett á stovn deild
her suðuri við sosialráð-
gevara, sum vitjar allar
bygdir, og sum fólk kunnu
heita á og fáa hjálp frá.
Eisini hava vit fingið
heimahjálp. Hetta er
somuleiðis eitt stórt fram-
stig.
Tað er í umbúnað at
gera lækna- og tann-
læknamiðsteð í Vági í
samband við heilsuverkið,
har ætlanin er, at tveir
læknar, tveir tannlæknar,
jarðamóður og ein sjúkra-
systur skulu arbeiða. Eis-
ini átti ein sjúkrabilur at
verið knýttur at steðini,
sigur Hilmar Bech.
Betri telefon
— Telefonin er nú vorðin
automatiserað, men er alt
ov stórt trýst á henni. So
leingi hevuðssteðin í
Havnini ikki er útbygd,
fáa vit ikki eina vælvirk-
andi telefon. Hetta er
galdandi fyri alt landið.
Betri
ferðasamband
— At fáa Smyril var eitt
risaframstig. Hetta knýtti
Suðuroynna nærri at hin-
um partinum av landin-
um, sigur Hilmar Bech,
og heldur, at um so at-
finningarnar vóru stórar *
so vil neyvan nakar av við
hann aftur. Hann visir tó
á, at skal uttanlandssigl-
Á