Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 32 — 28. apríl 1979 Skipakeypið verður ikki samtykt í núverandi líki Tað er eitt stórt ivamál, um uppskotið frá lands- stýrinum, um at lands- kassin setur pening í eitt partafelag til keyp av skipi til ferðafólka- og íarmaflutning verður amtykt. Hetta skiltist av 1. við- zerå av uppskotinum i løgtinginum, sum gjørdist eitt maraton-orðaskifti við lit. Hvørki fólkaflokkurin, sjålvstyrisflokkurin, framburðs- og fiskivinnu- flokkurin ella sambands- flokkurin tóku undir við uppskotinum. Tað er sjálvandi nógv, sum kann broytast, til uppskotið kemur á ting- borð aftur, men eftir orða- skiftinum at dema, er nógv sum bendir á, at uppskotið ikki verður samtykt, soleiðis sum tað er ætlað av landsstýrin- um. Fóru víðan Orðaskiftið snúði seg fyri ein stóran part slettis ikki um sjálva ætlanina, skipið og um eina meguliga sigl- ing sambært uppskotin- um. Afturímóti varð tosað um sosialisering, keypið av Morten Mols fyri fýra árum síðani, um Suður- oyar-siglingina, um tur- ismu, olju og annað, sum minni hevur við ætlan- irnar hjá einum meiriluta í landsstýrinum, tjóðveld- isflokkurin og javnaðar- flokkurin at gera. Ímóti farma- flutninginum Flokkarnir funnust serliga at ætlanunum um farma- flutning, tí eftir teirra á- skoðan fer ein slíkur flutningur at nerva tey privatu skipafelegini, sum í dag rekja hendan flutn- ing. Um hetta segði Jógvan Sundstein m.a., at sam- bært kostnaðarmetingun- um er neyðugt við farma- flutningi, um skipið skal bera seg. Hann kundi ikki góðtaka, at tað almenna (Strandferðslan og privat- ir partaeigarar) koma inn á privat eki. Jógvan Sundstein ferdi fram, at tað var ikki mót- prógvað, at eitt slíkt felag ikki fór at skerja megu- leikarnar hjá hinum, hóast fur masiglingin uppá Før- over bleiv lítil. Í tadin meinti hann tað vera ræt: :t at lata eitt par' felag við eins stórari privctari su:1 almennari luttøku hava uttanlands- sigling::… 'endi, med- an Strandferðslan bert skuldi taka sær av upp- runaliga eki hennara. Kapping á jøvnum føti Tað er greitt, at tjóðveld- isflokkurin er sinnaður fyri uppskotinum. Hetta váttaði Finnbogi Isaksen í reðu síni. Hann segði, at hann dugdi ikki at síggja, at tey privatu skipafeløgini skuldu hava einkarætt å hesum økinum, tå kapp- ingin for at vera å jøvnum føti. Finnbogi Isaksen førdi m.a. fram, at nåverandi rutan millum Norðurlond var bygd upp av tí al- menna við peningi skatta- borgaranna, tí helt hann tað ikki vera rímuligt at lata hana til tey privatu felegini, nú tað vísir seg, at hon ber seg. Ikki nýtt skip Finnbogi Isaksen helt tað vera rættast, at hava Smyril í innanoyggjasigl- ingini, í staðin fyri at byggja eitt nýtt skip, sum |VIÐ-SUMIKKI AKTAR | KOYRISIÐ! Í. Ráðið Fyri Feråslutrygd eisini er fert fram. Hann metti, at eitt nýtt skip, sum var minni enn Smyril, fór at verða nógv dýrari at byggja. Har- afturat fór tænastusteðið eftir hansara áskoðan at minka, tí eitt minni skip fór at rulla verri og sigla seinri. Einki alternativ Sum vituligt er, varð Suð- uroyarsiglingin drigin nógv upp í orðaskiftið. Allir framsegumenninir segdu seg vilja geva suð- uroyingunum best megu- liga samferðslutænastu, men mótsteðumenninir høvdu í veruleikanum einki alternativ til Dúgv- una, um Smyril framhald- andi eisini skal rekja utt- anlandssiglingina. Fyri javnaðarflokkin segði Poul J. Olsen, at Smyril var væl egnaður til Suduroyar-siglingina og at minni skip ikki kann brukast. Suduroyingar skulu ikki verða verri fyri — Hví skulu suðuroy- ingar ikki hava somu sam- ferðslutænastu, sum vit aðrir føroyingar, ið hava vegir og brýr at ferðast eftir, spurdi framsegu- maður javnaðarfloksins. Poul J. Olsen segði seg hava gott álit á kostnað- armetingunum, tí nú hevdu menn royndir av slíkum, meðan hann hevði verið heldur ivingarsamur fyri fýra árum síðani, men eftir hansara metingum høvdu metingarnar hildið og væl tað Og hann endaði: — Nú hava vit innarbeitt eina uttanlandsrutu og ferða- ætlan og tí skulu vit halda fram við henni. Lasse Il Eitt sosialistiskt tiltak Pauli Ellefsen skýrdi ætlanirnar hjá landsstýr- inum fyri eitt sosialistiskt tiltak. Eftir hansara á- skoðan fingu teir privatu partaeigararnir einki at skula sagt, tí teir fingu bert ein nevndarlim mót- vegis teimum fimm, sum landsstýrið eftir uppskot- inum skal velja. Framsegumaður sam- bandsflokksins lastaði ikki javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin fyri at fremja hesa ætlanina, tí hon samsvaraði stevnuni hjá hesum flokkunum, meðan hann loyvdi sær at lasta fólkaflokkin fyri at fremja eitt sosialiserings- tiltak. Pauli Ellefsen ferdi fram, at tað var eingin ivi um, at tey privatu skipa- feløgini fóru á húsagang, og hann skilti ikki, hvussu fólkaflokkurin kundi góð- taka hetta tiltakið, sum hann annars meinti hevði sett sín týðuligasta dám á uppskotið. Hann ferdi fram, at honum var fortalt, at fólkaflokkurin var komin við uppskotinum um, at tey privatu skuldu seta pening í, men hann ivaðist í, at nakar fór at seta pening í eina fyritøku, sum skal útkonkurrera teirra egnu fyritøkur. Av Hilmar Kass úr sjálvstýrisflokkinum skiltist, at hann hevði verið sinnaður fyri upp- skotinum, um báðir partar høvdu 50 pst. av parta- peninginum. Annars helt Hilmar Kass, at vit høvdu uppar- beitt ein kunstigan terv av bilflutningi. Og í hes- um viðfangi fýltist hann á, at flutnirgskostnaðurin fyri bilar var ov lítil í mun til ein vanligan ferðaseðil. eN ti 1" HR m—- ".) au Eisini helt Hilmar Kass, at tað var ikki rætt, at føroyingar kundu brúka pening til at ferðast ó- tálmað uttanlands. Framburðs- og fiski- vinnuflokkurin tók undir við sjálvum uppskotinum um at gera eitt partafelag, men Adolf Hansen kundi ikki taka undir við ætlan- um annars. Ferðafólkatalið vaksið munandi Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Her- geir Nielsen, segði m.a., at farmaflutningurin ikki fór at nerva núverandi farmaflutning, og visti å møguleikarnar á rutuni millum Danmark og Noreg og Noreg og Skot- land. Viðvíkjandi tervinum á einum fari burturav til innanlandssiglingina, vísti Hergeir Nielsen á, at ferðafólkatalið millum Suðuroy og Tórshavn var vaksið við 60 pst. seinastu fýra árini. Í sama viðfangi varð víst á, at ferðafólka- talið minkaði um summ- arið, tá Dúgvan avloysti Smyril. Hann roknaði við einum framhaldandi vekstri í ferðafólkatalin- um. Harafturat legði Her- geir Nielsen dent á, at eitt keyp sambært uppskotin- um ikki fór at tyngja landskassan, tí keypið skuldi figgjast við lán- tøku, og sambært kostn- aðarætlanunum fór eitt slíkt skip at kasta pening av sær. Saknaði eina realitetsviðgerð Atli Dam, legmaður, saknaði eina realitetsvið- gerð av málinum. Hann fordi fram, at mótsteðu- menn hevdu vavt alt í ein EU 90 AE a Ey greyt, soleidis at fjøldin einki skal skilja, at hesir vilja fella hetta mål. Hann visti å at einki konkret uppskot var kom- ið, og ongar veruligar og sakligar viðmerkingar vóru komnar til keypið, raksturin o.s.fr. Viðvíkjandi ferðingini úteftir segði Atli Dam, at føroyingar hevdu brúkt 140 mió. kr.. Viðvíkjandi ferðingini úteftir segði Atli Dam, at foroyingar hevdu brúkt 140 mió. kr., men at hetta tal hevði verið nógv størri, tí belegningurin á flog- førunum og ti danska ferðamannaskipinum hevði verið sterri og einki hevði verið mótroknað av ferðingini við Smyrli. Sjálvur meinti Atli Dam, at Strandferðslan sum ein vælvirkandi og peningagrógvandi stovn- ur sjálv átti at keypa hetta skipið, men javnað- arflokkurin var gingin fólkaflokkinum á meti. Fólkaflokkurin hevði ikki vilja vidgjørt málið Annars segði hann, at fólkaflokkurin ikki hevði verið sinnaður fyri eini veruligari viðgerð av mál- inum. Samráðingarum- boðið frå fólkaflokkinum hevði ongan hug havt at tosa, men hevði murrað, kagað í vindeyga og hopa upp á eina torpedo frá umboðunum frrá teimum privatu skipafelogunum, soleiðis at málið kundi verið útsett ella slept. Atli Dam ráddi fólka- flokkinum at sleppa prin- sippunum, tí tað hevði javnaðarflokkurin gjørt Eingin sosialisering Til Paula Ellefsen segði Atli Dam, at talan var ikki um nakra sosialiser- ing, ti einki var å hesum økinum frammanundan sum kundi sosialiserast. Løgmadur ivadist i, um farmaflutnaingurin før at taka nakad frå føroysku farmaskipunum. Talan var bert uppå ein flutning upp á einar 4 mió. kr. av 100—120 mi6. kr. umsetningurin å flutningi Eftir at hev ði sum farma- orðaskiftið varað einar 9 varð tað slitið hós og beint í figgjarnevnd timar í Í